Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. november 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 208 — 3. NOVEMBER 1998 ÍTRÓTTUR soslalurin ítróttar Lesið eisini ítróttin á Internetinum www. sosialurin.fo DER spæla sinar Europa Cup-dystir komandi år å grasi i Gundadali Roknað verður við, at tað komandi summar fer at vera møguleiki fyri at spæla landsdystir og Europa Cup dystir á nýggja grasvøllinum í høvudsstadnum Tad hevur verid tosad og skrivad nógv um tað, uttan at nakað itøki- ligt er komið burturúr. Men gong- ur tað, sum fyrireikararnir vóna og ætla, so verður grasvøllurin í Gun- dadali klårur at taka í nýtslu kom- andi summar. Gongst heilt væl, og FSF er sinnað fyri tí, so kann møg- uleiki verða fyri, at EM-undan- kappingardysturin móti Skotlandi, sum verður grundlógardag 5. juni, kann spælast í Gundadali. Undir øllum umstødum verður roknað við, at bæði HB og B36, sum um ólavsgkuleitið skulu taka lut í undankappingunum til ávik- avíst europeisku meistarakapping- ina og UEFA kappingina, kunnu spæla heimadystirnar í Gundadali. Talan verður ikki um í fullum líki at útinna Tórsvallarætlanini, soleiðis sum hon varð løgd fram fyri meiri enn trimum árum síð- ani. Men tann ætlanin er ikki slept. Fíggjarligi veruleikin er soleiðis, at tað verður ikki hildið vera ráði- ligt at fara undir eina ætlan, sum kostar meiri enn 26 milliónir krón- ur. Í staðin verður í fyrstu atløgu farið undir ein part av ætlanini. Hesin fevnir um sjálvan vøllin og so sitiplåss til 4.200 áskoðarar. Annað stigið í at fullfíggja ætlan- ina ætlast at verða at fáa ljós kring vøllin — tað verður mett at kosta einar 3-4 milliónir krónur, og triðja stigið verður frælsi ítrótturin. Arbeiðið, sum nú skal gerast, verður framt soleiðis, at møguleiki verður fyri, at rennibreytirnar kunnu koma seinni, uttan at nakað av arbeiðnum, sum í fyrstu atløgu skal gerast, fer fyri skeytið. Hetta kemst av, at áskoðaraplássini, ið verða framvið báðum síðunum, verða gjørd úr stálkonstruktiónum. Tá peningur verður tøkur til at víðka gkið, verða áskoðarapláss- ini flutt út í gkið, sum tá kemur afturat, meðan gkið, har áskoðara- plássini í fyrstu atløgu verða, tå verður brúkt til rennibreytir. Kostnaðurin av tí, sum nú skal gerast, verður mettur til tíggju milliónir krónur, og tað verður ikki mett ráðiligt, at raksturin kann bera meiri enn tvær milliónir í låntøku. Enn er einki gjørt við at detail- projektera, men farið verður undir hetta, so skjótt formellu vidtøkur- nar eru í lagi, og hetta verður gjørt, samstundis sum jørdarbeidid verð- ur fingið frá hondini Í býráðið hósdagin Fyri einum fjórðingsári síðani tók Tórshavnar býráð stig til at seta eina fýra manna nevnd at taka sær av fyrireikingararbeiðnum igjøgn- um ein grunn. Poul Michelsen varð valdur at umboda býráðið, og hann hevur verið formaður í nevndini, sum skuldi koma við Poul Michelsen, formaður í Tórsvallarneyndini, váttar, at nevndin er liðug við arbeiðið, sum skuldi g einum tilmæli innan 1. november í år. Landsstýrið, FSF og ISF skuldu velja hinar nevndarlimir- nar, sum hava verid åvikavist Tor- leif Sigurdsson, Guttormur Søren- sen og Hedin Mortensen. Poul Michelsen váttar, at nevndin er lidug vid arbeidid, sum skuldi gerast f fyrstu atløgu. Hann sigur, at síðsti nevndarfundurin, har tilmælid varð gjørt liðugt, var í Klaksvík mánadagin í síðstu viku, og frágreiðing og tilmæli vórðu í síðstu viku handað Leivi Hansen, býráðsformanni í Havn, og Signari á Brúnni, landstýris- manni í mentamálum. Annars vísir formaðurin í nevndini til partarn- ar, sum nú hava fingið tilmælið. Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn, hevur í vikuskiftinum ver- ið í Íslandi, men í gjårkvøldid skuldu tey bæði stóru feløgini í Gundadali, B36 og HB, kunnast um, hvat ætlanin er at fara undir í grannalagnum hjá teimum. Um tað skal bera til at spæla á grasvøllin- um komandi summar, so er neyð- ugt, at B36 og HB geva loyvi til at brúka húsini hjá teimum Vit hava eisini skilt, at málið skal viðgerast á býráðsfundinum, sum verður í Havn hósdagin. Pol- itiski myndugleikin í hóvuðsstaðn- um skal taka stóðu til, um tað bein- anvegin kann farast undir spreingi- arbeiðið eystanfyri økid, sum longu er byggiklárt. Tað er neyð- ugt at málið fær politiska viðgerð í býráðnum, áðrenn tað kann farast undir arbeiðið, tí hetta kemur at ganga út yvir Hoydalsvegin, og stóða skal eisini takast til, hvat skal gerast við grótið, sum skal fáast burtur av økinum Sum á Svangaskarði Um býráðið og landsstýrið taka undir við tilmælinum — og tað fara tey ivaleyst at gera, tí umboð fyri býráðið og landsstýrismaðurin hava verið kunnað um, hvat neyndin hevur ætlað — so verður beinanvegin farið undir at fyrireika sjálvan vøllin. Ætlanin er at gera ein vøll, sum verður akkurát sama slag sum tann á Toftum — burtusæð frá at mátini verða eitt sindur stórri. Undir gras- máttuni á Svangaskarði er mesta tilfarið úr sandi, og tað verður tað eisini í Gundadali. Tað er neyðugt at fáa sandin upp úr sjónum sum skjótast, og ein avtala er mest sum gjørd um hetta Flagið skal keypast á sama stað í Danmark, sum toftamenn keyptu sítt flag, og somu donsku rådges arar, sum vegleiddu teir á Toftum, eru við í ætlanini í Gundadali. Hes- ir hava arbeitt í samstarvi við ein tekniskan bólk í Havnini, sum er mannaður við Janusi Petersen, verkfrødingi, Gunnari Hoydal, arkitekti og Tórði í Hoyvík, býar- gartnara. Niklas Foldbo, sum var oddamaður fyri tekniska partinum á Svangaskarði, hevur verið ráð- gevi hjá neyndini. erast í fyrstu atløgu. Um alt gongur sum ætlað, kunnu HB og B36 Fíggingarparturin hjá tí almenna er tann, sum áður er avráddur. By- ráðið í Havn hevur játtað at stuðla við fimtan prosentum — umframt tær sjey milliónirnar tað kostaði at gera gkið soleiðis, sum tað liggur nú — og landið hevur játtað játtað 30 prosent, sum verða gold- in yvir try liggjarår Restin skal fåast til vega å annan hått, og har verdur arbeitt vid møg uleikanum at fåa veddingarpengar og aðrar stuðlar. Spurningurin er millum annað í hvønn mun Fót bóltssambandið skal vera uppii Nevndin í FSF hevur áður fingið heimild frá aðalfundinum at seta upp til tríggjar milliónir í Torsvøll Um FSF skal blandast meiri uppí so skal avgerð takast um hetta á aðalfundi Ein av høvudsspurningunum í sambandi við Tórsvallar ætlanina hevur verið, hvussu ognarviður- skiftini skulu vera, og hver skal hava ræðið á vellinum. Her tykist hugburðurin at vera, at tann, sum ter at gjalda mest skal eisini valda mest, og tað er m.a. hetta, sum samráðast skal um, tá grundarlag ið skal fáast uppá pláss, sum grunnurin, ið skal eiga vøllin, frå Í. januar 1999 skal virka eftir Vit hava ikki hoyrt nakað itøki ligt um, á hvønn hátt byggifigg ingin skal fáast til vega, men vit skilja, at tað verður arbeitt við fleiri modellum, og at hetta er ein spurningur, sum neyvan fer at steðga ætlaða arbeiðnum, sum tað nú verður farið undir jh