Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. november 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 208 — 3. NOVEMBER 1998 ítróttar SC 15 Beinta Sørensen og hinar hjá Kyndli avgjørdu dystin móti VÍF í byrjanini av seinna hálvleiki Mynd: Alvur Haraldsen Kyndlakvinnur brúktu tiggju minuttir at avgera Hondbóltur: Kyndlakvinnur brúktu fyrstu tíggju minuttirnar av seinna hálvleiki til at vinna sær greiða leiðslu. So raknaði VIF við, men ov seint var EMiL L. JACOBSEN Tað var sum so ikki tann stóri munurin á kvinnulið- unum hjá Kyndli og VIF, sum spældu í høllini á Hálsi sunnudagin. Í øllum fórum ikki í fyrra hálvleiki, sum Kyndil vann 15-11 uttan at vera beinleiðis betra liðið. Men tað sást kortini, at her var talan um ein dyst mill- um føroyameistarar og upp- flytarar. I byrjanini av seinna hålv- leiki bar einki til hjå VIF- liðnum. Bóltarnir fóru alt ov ofta út um síðulinjuna, og tað er krás hjá kontrasinn- aðu Kyndlakvinnunum. Tað var eisini í hesum partinum av dystinum, at Kyndil gjørdi bart og avgjørdi alt Stødan í hálvleikssteðgin- um var sum nevnt 15-11 til Kyndil, men tad gingu tfggju minuttir av seinna hálvleiki, áðrenn VIF fekk skorað aftur (upp á brots- kast). Tá hevði Kyndil longu skorað fimm ferðir og var komið upp á 20-11, og so var einki meir at spæla um Vestmannaliðið tók seg nøkur mål inn aftur á Kyn- dil, men tær megnaðu ong- antíð aftur at hótta heima- liðið, sum var á odda 25- 19, tá fimm minuttir vóru eftir, og sum at enda vann 25-22. , Hjá VIF var tað sum vant Joana Rapa, sum tók tyngstu tøkini. Hon skeyt 13 av teimum 22 málunum hjá liðnum, og tað er greitt, at uttan hana var VIF ikki komið so væl frá byrjanini, sum tær eru. Nú taptu tær fyri fyrstu ferð, og so er spurningurin, hvussu tað fer at åvirka tær. Tað skuldi ikki fingið tær niður við nakk- anum, tí hóast tað er rum- enski skarpskjúttin, sum skjýtur flestu málini, hevur liðið eisini aðrar góðar spælarar, eitt nú Jacklin Durhuus, sum skeyt fimm mál móti gamla liðnum hjá sær. Men tað er greitt, at breiddin hjá VIF ikki er so stór sum hjá eitt nú Kyndli, sum hevur ein stóran hóp, og sum eisini hevur fleiri royndir enn liðið úr Vest- manna Hjá Kyndli spældi Lotte Sørensen enn einaferð ein sentralan leiklut og skeyt 10 mál. Ann Hansen fekk eisini gongd á málskjótingina hesaferð og kom upp á seks mál. Kyndil er nú farið at líkjast tí, sum tað var í fjør, og komandi vikuskiftið verður spenningurin í hæddini, tí tá hittast havnar- liðini bæði Kyndil og Neist- in. Neistakvinnur hava vunnið alt higartil, men taptu rættiliga sannførandi móti Kyndli í Café Natúr Cup vikuna áðrenn kapp- ingin byrjaði. Sum nú er sær kappingin í ár út til fyrst og fremst at gerast ein kapp- ing millum júst hesi bæði liðini. VIF og Stjørnan hava snávað móti hesum liðun- um, og StÍF er ikki komið i gongd enn. Men nógvir dystir eru eftir at spæla, og nógv kann vera broytt, tá endaspælið byrjar aftan á nýggjár Samansetta liðið úr Eystur- oynni vann tryggan sigur á Hondbóltur: GÍ/Tjaldrið vann leygardagin ein sannførandi sigur á vágskvinnum í høllini á Kambsdali TERII NIELSEN Tað vóru kvinnurnar úr Eysturoynni, sum fingu fyrsta málið í landskapp- ingardystinum leygardagin, tá ið Beinta Joensen skoraði longu í fyrsta minutti. Sam- ansetta liðið var á odda frá hesi løtu og heilt til seinasta bríksl. Vágskvinnurnar fylgdu annars væl við í fyrra hálv- leiki, og tá ið farið var til hálvleiks, var munurin ein- ans tvinni mál. Eysturoyar- liðið hevði fingið 13, meðan VB hevði fingið 11. Rótutur seinni hálvleikur Í seinna hálvleiki fóru VB- kvinnurnar undir at mans- verja annan av bakkunum hjá Gl/Tjaldrinum, Sonju Gleðisheygg. Hetta førdi við sær, at spælið gjørdist rættuliga rótut, men kvinn arnar úr GI/Tjaldrinum dugdu at gera sær dælt av hesum. VB-verjan bleiv rættuliga opin, og bóltarnir fuku um oyruni á Sólrun Jacobsen í málinum hjá VB. Fyrra helming av seinna hálvleiki fekk heimaliðið átta mál, meðan VB bert fekk tvinni. Tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin, fekk ein leikari hjá GI/Tjaldrinum beinleiðis reytt kort fyri at brúka seg. Hetta tóktist tó ikki at nerva heimaliðið, tí at tað, sum eftir var av dyst- inum, vunnu tær 6-2, og endaliga úrslitið gjørdist 27- 16 til samansetta liðið úr Eysturoynni. Hørd men góð døming Dómararnir í dystinum, Hugo Lykke Larsen og Ják- up Sverri Kass úr Neistan- um, høvdu valt sær eina harða linju. Hart spæl og erliga kjaftaslit bleiv revs að beinan vegin. Lidskiparin hjá GV Fjaldrinum, Kristina Ell- ingsgaard, sigur vid Sosial- in, at tær eru ikki vanar vid so harda døming, men at hon er neydug. Kristina leggur aftrat, at tær vóru væl nøgdar við dømingina, hó- ast hon var nakað strang. Beinta Joensen var toppskjútti hjá (;1/ Tjaldrinum móti Y B leygardagin Savnsmynd: Alvur Haraldsen