Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-03, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. november 1998síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

20 Nr. 208 — 3. NOVEMBER 1998 Tað lætnaði hjá ótbóltur: ! a Juliani Men hóast teir í Kongsvinger so rudduliga staðfestu plássið í bestu deildini, so sleppa teir ikki í vetrarfrí fyrr enn um ein mánað eygarkveldið og sunnudag- son á tráðnum fyrrapartin í gjar, og hann visti at S1ga, at bæði millum spælararnar ter — at stuðla okkum, og t ursttlinum viðvíkur ngu tey tíbetur ein góðan javnleikin i vinger mikudagin í síðstu viku varð roknað við tað for at verða torført hnsson og a umit tað lítið var UX vinna stórsigur. Kjelsås ir inn í (ur > UNI av royndu vit at brúka upp- skiftina hjá teimum og stríddust fyri søkini, Kongsvinger venjarin Per Brogeland aftaná Julian Johnsson er ikki énøgdur við måtan, sum teir spældu uppá. Hann heldur, at liðavrikið var sera gott, og venjarin er ikki ósamdur 10 honum Lidavrikid hevur ofta verið vánaligt í ár, men hesa ferð var tað gott, segði venj- arin, sum staðfesti, at nú fer felagið bæði at selja og ælarar Johnsso n segði key pa spæ 1 Juliar sum aði í felagnum á nýggj- , at hann hvr árinum, roknar við I halda f spæla Fyrireika seg beinanvegin 15 Sernnapartin í gjár, Klokkan ferð til venjingar, eftir at teir hava endurvunnið sessin í bestu deildini. Føroyski miðvallarin roknaði ikki við, at venjingin í hesi vik- uni fór at verða hørd. Kom- andi leygardag skal Kongs- vinger spæla móti einum lægri staddum liði í økinum, sum býurin liggur í. So fara teir at halda frí í tríggjar vikur, og 1. desember fara teir undir fyrireikingarnar til komandi kappingarár — Eg rokni við, at vit fram til jóla fara at leggja størsta dentin á at venja bóltfor- leikan. A jólum og nýggj- árinum fara vit at halda frí, og so verður av álvara ferð á fyrireikingarnar til komandi kappingarår. Eg rokni vid, at vit skulu å venjingarleur og alt tad, sum hoyrir til i ti "sambe ind- inum, men enn hava vit einki hoyrt um hetta, endar ein fegin Julian Johnsson úr Kon; gsvinger, har hann if sett * - 6 5 — Eg rokni vid, at vit fram til jóla fara at leggja størsta dentin á at venja bóltforleikan. Á jólum og nýggjárinum fara vit at halda frí, og so verður av álvara ferð sett á fyrireikingarnar til komandi kappingarár, sigur Julian Mynd: Alvur Haraldsen Knotir eru í føroysku unglingunum Tey bæði fyrstu úrslitini í EM undankappingini boða frá, at talan hevur verið um framgongd síðani í fjør At føroyingar royna seg í fótbólti uttanlanda langt eft- ir at fótbólturin heima á lan- di er farin í vetrarfrí, plagar ikki altíð at roynast so væl Men hesa síðstu vikuna hava U-18 unglingarnir víst Týskalandi, har teir um Frankfurt leiðina saman við Estlandi, Noregi og Týska- landi taka lut í EM-undan- kapping, víst, at tað ber til at taka lut og ikki detta heilt niður ímillum, sjálvt um veturin tykist hava fingið fastatøkur á heima á landi. Síðsti dysturin, sum skul- di vera móti Noregi, ætlað- ist at vera spældur seint seinnapartin í gjár, og úr- slitið var ikki greitt, tá blað- ið fór í pressuna. Men úrslitini tær báðu fyrru ferðirnar var gott, og serliga fyrra úrslitið kundi havt verið uppaftur betri. Føroyar spældu fyrst móti Estlandi, og úrslitið var 1- 1, eftir at tað hevði verið málleyst í steðginum. Í fyrra umfarinum sótu føroyingarnir á dystinum, og tað var tá, at teir áttu at havt avgjørt sær til fyrimun- ar. Serliga í fleiri deyðbólts- stóðum var vandi á ferð frammanfyri = estlendska málið, men tíverri vóru okk- ara menn ofta ov lítið neyvir í síðstu royndini, og mál- verjin hjá mótstýðuliðnum spældi sera væl. Á tímaslagnum kom Est- and á odda uppá langskot Hetta var sum vátur vøttur at fáa, men hugburðurin hjá øroysku unglingunum var í lagi, og teir javnaðu, tá tað restaðu fimm minuttir. Ein angur bóltur varð sendur ram til Súna Olsen, sum Súni Olsen var við til at vinna GÍ føroyameistaraheitid hjá unglingunum fyrr í ár. Í siðstu viku skeyt hann føroyska U18-målid í 1-1 javnleikinum móti Estlandi Mynd: Terji Nielsen var tryggur, tå hann fekk meguleikan. 600 áskoðarar sóu føroyingarnar fegnast um javnleikin, og tað var væl skiljandi, tí ósigurin var ikki so langt burtur, men aftaná iðraðu okkara seg um, at teir ikki høvdu gjørt burturav sær í 1. hálvleiki. Føroyska liðið var mann- að soleiðis: Magnus Poul- sen, B68 - Jan Nónklett, NSÍ, Ove Nysted, KÍ, Klæmint Matras, B36, Pæt- ur Dahl, HB - Kári Nielsen, B71, Kristian Eli Andersen, HB, Súni Olsen, GI - Ken Nónklett, NSI (Mortan úr Hørg, Sumba, 69.), Tórálv- ur Poulsen, B36 (Vagnur Nolsge, TB, 78.), Christian Høgni Jacobsen, NSI. A beinkinum alla tidina sótu Hallur Hansen, GI, Sjúrður Ellefsen, MB, Kristian Jensen, HB, Allan Mikkelsen, Royn og Omar Pálsson, GI. Stórur biti Leygardagin var m6tstødu- liðið Tyskland á heimavølli, og tað ljóðar øgiligt Eingin ivi var um, at vertstjóðin var væl betri, enn evarska lítlu Føroyar, sum løgdu varðligari fyri enn móti Estlandi, og møguleikarnir vóru nógvir móti málinum hjá Magnusi Poulsen, sum — burtursæð frá næsta málinum, tá hann ikki var heppin — spældi væl Men tað gekk ikki verri enn ilt, og um sammsett verður við úrslitið í fjør, tå liðini hittust í somu kapp- ing, og Týskland vann 7-0, so kann ikki annað sigast, enn at talan var um fram- gongd. Málini komu í 15. 43., 48. og 70. minutti. 1200 áskoð- arar hugdu at, og teir sóu føroyingarnar stríðast. Ser- liga merkisvert var, at hóast Týskaland við stuttum mill- umbili skoraði tvær ferðir kring steðgin, so fóru okk- ara menn ikki niður við høvdinum, og síðssta kort- erið, tá málini ofta hava skolað igjøgnum, hildu teir tætt. Tá 25 minuttir vóru farnir hildu føroyingarnir seg vera snýttir fyri eitt sólarklárt brotsspark. Tórálvur Poul- sen varð feldur í brotsteig- inum, men dónarin vinkaði og gav til kennar, at leikur skuldi halda á. Hetta vóru tað mong, sum ikki skiltu, og millum annað sást, at UEFA umboðsmaðurin griflaði niður á pappírið. A føroyska liðnum spæl- du henda dagin hesir: Magnus Poulsen, B68 - Jan Nónklett, NSÍ, Ove Nysted, KI, Klæmint Matras, B36 (Kristian Jensen, HB, 53.) Pætur Dahl, HB (Vagnur Nolsøe, TB, 57.) - Ken Nónklett, NSI, Kári Niel- sen, B71, Suni Olsen, GI - Christian Høgni Jacobsen, NSI - Tórálvur Poulsen, B36 (Omar Pálsson, Gl, 80.). A beinkinum sótu alla tíð- ina Hallur Hansen, GI, Sjúrður Ellefsen, MB, Mortan úr Hørg, Sumba og Allan Mikkelsen, Royn. Holl fyrireiking U-18 landsliðið hevur fyri- reikað.seg.so. at:siga bara í oktober mánaða. Páll Guðlaugsson er venj- ari, og Jens Martin Knudsen er hjálparvenjari. Teir hava báðir verið í Íslandi mesta partin av árinum, og tað var ikki fyrrenn teir vóru komn- ir heimaftur, at tað av álvara var farið undir at fyrireika spælararnar til undankapp- ingina. Nógvir av spælarunum hava í ár vant við besta liðn- um í felagnum, sum teir koma frá, og onkrir hava spælt í 1. deild. Hetta hevur havt við sær, at venjingar- stødan var ikki av leið, tá Páll og Jens Martin fóru undir sítt arbeiði, men teir báðir hava heldur ikki ligið á løtu síðuni. Páll Guðlaugsson var lon- gu í 1987 venjari hjá ung- lingalandsliðnum, og árið eftir tók hann ábyrgdina á seg at standa á odda fyri a- landsliðnum, sum tá fyri fyrstu ferð skuldi royna seg í altjóða skrásettum lands- dystum Ídni og nærlagni hevur altíð eyðkent avrikini hjå Pålli og Jens Martini, og tað hava teir eisini vist, nå teir hava havt åbyrgdina av U- 18 landsliðnum. Adrenn fráferðina úr Føroyum van- du teir 55 tímar, og spælar- arnir fingu allar tær ákoyr- ingarnar, sum eru neyðugar fyri at vera væl fyri. Tvey tey fyrstu úrslitini vístu, at hetta hevur givið úrtgku, og so er bara at vóna, at tað eisini royndist væl móti Noregi. Føroyska ferðalagið kem- ur aftur til Føroya í dag. jh