Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. november 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 299 — 4. NOVEMBER 1998 tíðindablaðið Nakrir álvarsamir gestir í útvarpsstovuni friggjakvøldid útvarpið áttu at gjørt meira við hesa heimasíðuna, so at upplegg til sendingarnar hjá Ginnu kundu verið at lisið á heimasíðuni. Hvat kann man tola Í fjør stóðst mikið rok av, at Vingl hevði eitt fast innslag hverja viku, sum nevndist "Seks minuttir um sex". Nógv fólk kendu seg stoytt at hesum inn- slag, og Ginna Midjord fekk nógvar ákoyringar oman yvir seg. Hóast talan var um sidiligar spurningar, sum vóru svaraðir av serkønum fólkum, so sum lækn- um, so var tað ov viðkvæmt evni Yngd nr. 28 - 4. nov. 1998 hjá nógvum fólkum. Tróndur Djurhuus, sjónvarps- stjóri, segði, at hann ikki hevdi ivast í at stuðla starvsfólki sin- um, um tey høvdu ein "sexbræv- kassa". Evni er eitt av mongum, sum ungdómar óivað hugsað, men ikki tosa so nógv um, og tískil er tað næstan ein skylda hjá Sjónvarposstjórin fekk nakrar skolur- oman yvir seg 13 ungd6msfjølmidlum at viðgerða slík evnir. Sjálvandi skal tað verða á einum slíkum stødi, so at tað ikki fer at líkjast einum pornoblaði. Lítli áhugin Vit, sum sótu í útvarpsstovuni friggjakvøldid, vóru eitt sindur vónbrotin, tí at eingin lurtari ringdi inn. Tað er greitt, at tað hevur okkara størsta áhuga at fáa nakrar viðmerkingar til tað ar- beiði, sum vit gera. Um viðmerk- ingar so eru negativar, so taka vit eisini ímóti teimum, tí at tær kunnu verða við til at menna okkara arbeiði og eitt nú vísa á ting, sum vit áttu at gjørt ødrvisi Serliga Ginna var eitt sindur firtin um, at so lítið "respons var at fáa frá lurtarunum, og tað er væl skiljandi, tá ið havt verður í huga, hvussu nógv hon roynir at fáa ungdómin við í sínar send- ingar. Yngd vil her gera vart við, at um ein hevur áhuga fyri, at vit skulu taka okkurt upp í blaðnum, so er bara at seta seg í samband við blaðstjóran umvegis telefon teldupost ella annað