Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: »Akfarskreppan« Oddagrein MANGAR eru kreppurnar. Akfarskreppan, ið loftmiðlarnir nú hava givið so rúmt pláss, sum hevur tikið seg upp ímillum Darnmark og Fer- oyar, má tó metast at vera ein av teimum »luksuriøsu«. DANSKI skattamålarådharrin må sigast at vera Ogvuliga diplomatiskur, tå hann sigur, at broytingar í lógini um skrásetingargjald fyri akfør úr Føroyum er orsakað av bangilsi fyri EU-avleiðingum á donsku skipanina. Vit trúgva ikki, at hettar er oll forklåringin. Vit gita, at danir ætla, at tiltøkini skulu steðga einari åvisari spekulation, og møguliga vilja teir royna fullveldisviljan við at meta føroyingar sum triðjalandsborgarar. TAKA vit spekulatiónsspurningin fyrst, so má ásannast, at munur á avgjøldum, rentum, skattum 0.s.fr. altíð gevur møguleika fyri ávís- ari spekulatión. Yvir 90% av ollum peninga- rensli í heiminum er grundað á slíka spekul- atión - bert 10% er gjald fyri vorur og tænastur. Lóggávuvaldið roynir at fyribyrgja órímiligum avleidingum við m.a. at dupultskattaavtalur. Okkara serligu viðurskifti við Danmark gera, at tað ber væl til at spekulera um landamark uttan serligan tapsvanda. Danir hava gjørt tað í nógv ár. Rentuspekulatiónin, ið kom í hæddina síðst í 80 unum, var í stóran mun fíggjað av donskum bankum. Ognarsøla í Danmark av fólki, ið hevur ella fær sær fastan bústað í Føroyum, er ikki ókent fyribrigdi. FYRSTU ferð vit hoyrdu um spekulatión í bil- avgjøldum var úr Mjørkadali fyri eini 30 árum síðani. Tá vóru tað danir. Nú eru tað vit sjálvir. Hvussu stórur hesin trafikkur er/hevur verið niðureftir vita vit ikki, men ef eftirfarandi hvat pressan skrivar, so er nakað. Hettar er óhepp- ið, tí skipanin vit hava nú er góð fyri tey hon var ætlað til. Ein loysn má finnast fyri hesi fólk. HETTAR er orsøkin til, at Jóanes Eidesgaard fólkatingsmaður fer í holt við at loysa málið. Vit tora róliga at rokna við, at fyri Óla Breck- mann vigar tungt, at spekulatiónsmeguleikin verður varðveittur. Tað vil sjálvandi ikki bøta um okkara umdømi uttanlanda. Ikki ti at tað nervar okkum eitt petti, at fólkaflokkurin tykist miðja eftir at rokka moralkodex 0, men tað nervar okkum, um hettar blívir ein belastningur fyri umdømi okkara sum tjóð. UM nú danir hava í hyggju at royna fullveldis- viljan hjá føroyingum, so kann Jóanes mót- mæla av fullum hjarta. Hann er ríkisfelags- skapsmaður. Oli er fullveldismaður - formliga, ið hvussu so er - og mangur mundi vamlast at hoyra hann í útvarpinum nýta ríkisborgara- rættindini í hesum máli. VIT hava álit á at Jóanes fær nakað skilagott burtur úr, so verðandi skipan kann varðveitast fyri tey, ið torva hana. Eitt heimligt eftirspæl kundi verið ein fyrispurningur til Vinnumála- ráðharran, um tað er nakar spekulatións- trafikkur til Danmark og hvussu stórur er hann? Meguliga er eingin og so er einki at hava kreppu um. Saslalurin Lesarabrev: Fullveldi — eisini positivar avleiðingar Í ødrum parti av trimum greinum skrivar Kristian Danielsen m. a. um búskaparliga kreppu - við og uttan ríkisstuðli Búskaparliga kreppu — við og uttan ríkisstuðli Eg havi hoyrt nógv tos verið um, hvat fer at fara fram, um enn ein búskaparlig kreppa rakar Føroyar og/ ella hvussu føroyingar skuldu hava klára seg í- gjøgnum kreppuna, um teir ikki høvdu ríkisstuðulin. Sakin er tann, at búskapar- liga kreppan seinast í 1980'inum og fyrst í 1990'inum, als ikki vildi verið komin so vítt, sum hon gjørdi, um Føroyar høvdu havt fullveldi tå. Ætlanin við ríkisstuðli- num var, at virka sum eitt tilskot til føroyska samfel- agið, ið skuldi skapa ein liv- ifót í Føroyum, á sama stødi sum í Danmark. Men ríkis- stuðulin hevur als ikki verið lagaður eftir teimum skift- andi tíðinum í Føroyum, men ístaðin hevur upp- hæddin verið avgjørd av, hvussu tann almenna fíggj- arætlanin í Danmark hevur verið løgd til rættis. Ríkis- studulin åtti at falli burtur i "gull'-årinum í Føroyum, um studulin hevði virkað eftir ætlan, men hetta varð ikki gjørt, kanska av ræðslu frá danskari síðu fyri, at missa tað einasta verðuliga takið, ið teir hava á Føroy- um — nevnliga ríkisstuðulin. Eisini var møguligt, hjá Landsstýrinum at fáa nógv fleiri uttanlanda lán enn rætt var, av tí at útlendsku kred- itorarnir vistu, at danski staturin stóð sum trygd aft- anfyri Føroyar. Av hesum 'kunstiga and- adråtti”, ið rikisstudulin og lånini vóru í glæstritíðini í Føroyum varnaðist ein ikki, at sjúklingurin var deyða- dømdur, fyrr enn ov seint var. Nógv av teimum bú- skaparligu teknunum, ið vanliga vísa seg tíðliga, sum åvaringartekin um, at bú- skapurin ikki er á rættari kós, vóru ikki at síggja. Har- afturat hevði Føroyar heldur ikki tey neyðugu tólini, so sum någreinilig hagtøl, at halda seg til. Um Føroyar gerst eitt sjålvstødugt land uttan rik- isstudul, fer tad at merkjast búskaparliga so skjótt sum åvaringartekin koma, og hetta kann verða við til, at vit kunnu taka stig til at fyr- ibyrgja eini líknandi búskaparligari kreppu í góðari tíð. Tað vilja altíð verða upp- og niðurgangs tíðir, men kynsturið er, at fyribyrgja, at hesi sveiggj verða ov stór, fyri soleiðis, at elva til ein tryggan og javnan búskaparligan vøkst- ur. Tad skal t6 vidmerkjast, at tað í 1980'inum vóru åvis ávarðingartekin m.a. frá "Det rådgivende udvalg vedrørende Færøerne”, ið longu i 1980 åvaradu um búskaparligu = gongdina. Men henda nevndin tyktist at verða ósjónlig í føroysk- um eygum. Føroyingar dugdu ikki at síggja, at tað ikki stóð væl til, m.a. av tí at ríkisstuðulin og tær vaks- andi inntøkurnar frá fiski- vinnuni gjørdu, at almennu inntøkurnar vuksu í hvørj- um. Ikki fyrr enn í 1988, tá ið búskapurin visti seg at verða so yvirupphitaður, at eingin vegur var aftur, enn at nidurkøla og tað eisini skjótt, sóu føroyingar, at ein kanska átti at hava tikið á- vísar ávarðingar til eftirtekt- ar nakað fyrr. Øll tann føroyska tjóðin mátti taka ábyrgdina og av- leiðingarnar av kreppuni. Men fyrst og fremmst lá á- byrgdin á teimum politisku herðunum, ið vóru valdir til at umboða føroyska fólkið. Politikarnir vóru ávaraðir longu í 1980 og hereftir á hvørjum árið, men tað varð gjørt gjøldur úr hesum, og fingu politikarnir soleiðis villleitt føroyska fólkið. Um Føroyar ikki skulu rakast av eini búskapaligari krappu av líknandi dimen- sjón aftur, er neyðugt við fullari ábyrgd til føroyska fólkið og føroysku politik- arnir og fulla ábyrgd fær føroyska fólkið ikki fyrr enn tann dag, ið føroyska tjóðin fær fullveldi — og harvið fulla ábyrgd av egnum gerð- um. Fullveldi og politisk Fullveldi fer soleiðis eisini at hava eitt positivt politiskt árin. Tann lokalpolitikkur, ið hevur valda í føroyskum politikki øll mini ár, hevur satt at siga havt eina sera negativa ávirkan á føroyska samfelagið. Tað hevur altíð undra meg, hví vit ikki kunnu standa saman sum ein tjóð og sum eitt fólk. Ístaðin fyri at tað politiskt varð arbeitt fyri einum felags máli til frama fyri alla tjóðina, so hevur tað verið ein óendalig kapping um hvgr, ið kann geva sínum veljarnum og sínum valdømi mest. Ein sera óbúgvin politisk fjøld hevur í mong ár rátt í Føroyum. Men rætt skal vera rætt. Politikarnir eru valdir av føroyska fólki- num, sum umboð fyri tey, so tað tykist eins og tann vanligi féroyingurin hevur verið nøgdur so leingi sum hann/hon hevur fingið í sín part. Hetta hevur borið við sær ein óserigsan og óskip- aðan politikk, á nógvum umráðum, ið ongantíð hev- ur havt mál ella mið, ið hava rokkið longur enn 4 ár. Hetta er ongantíð mennandi fyri eitt samfelag — heldur tvørturim6ti. Lat tað verða sagt, at før- oyski politikkurin ikki hev- ur verið nóg samskipaður og málrættaður í mong ár. Neyðugt er, at brotið verður við hesa traditión, og at pol- itikarnir fara inn og taka stórri ábyrgd av øllum ti før- oyska samfelagnum. Tað tyktist, tá kreppan stóð á, at viljin var til staðar til at arbeiða saman og fyri einum felags endamáli til frama fyri alt Føroya fólk, men hetta vísti seg tíverri bert at vera ein døgnfluga, ið varð hildin á lívi, so leingi hon var tvungin til tess. Vit hava ikki meira einn fingið annan fótin út um bú- skaparligu kreppuna, og so er tann æviga kappingin — lokalpolitikk kappingin — aftur á skránni. - Undirsjóartunnil til Vág- arnar - Flogvøll á Tvøroyri - Undirsjóartunnil til Klaksvíkar - Flogvøll á Glyvursnesi - Berghol á Suðuroynni - o.s.fr., o.s.fr.. Hava føroyingar als einki lært av kreppuni ? Hesum nokti eg at trúgva, og eg nokti, at trúgva at føroyski veljarin enn eina ferð, fer at gera sama misstak sum fyri bert fáum árum síðani. Men nú vit júst hava lagt eitt løgtingsval afturum okkum, tykist tað sum søg- Partur 2 Kristina Poulsen, stud. polit an endurtekur seg á ávísum umráðum. Tó er eitt ljós at síggja fyri framman. Sum nakað nýtt verður nú arbeitt fram móti einum felags endamáli til frama fyri alt Føroya fólk og eftirkomarar tess, nevn- liga at gera Føroyar til eitt óheft land og føroyska fólk- ið eitt sjålvstødugt fólk. Tann dagin Føroyar er ein sjålvstødug tjóð, og før- oyska fólkið og føroysku politikarnir standa við full- ari ábyrd, ikki fyrr enn tá ferð tað politiska arbeiði, á llum umráðum, at verða búgvið, málrættað og til frama fyri alt Føroya fólk. Í dag hava vit ráð til lok- alpolitik til frama fyri tey fáu, takka verið stuðul frá danska statinum, men hetta er ikki til frama fyri fram- tíðar føroyska samfelagið. Tað eru smá 45.000 fólk, ið búgva á hesum klettum, og um føroyska fólkið skal klåra seg i einum framtidar globaliseraðum heimi, er neyðugt, at standa saman sum ein sameind tjóð, um tað føroyska samfelagið og landið — Føroyar. Eg vil við hesu grein ikki gera fullveldi til tað einasta rætta, sjálvsagt eru bæði fyrimunir og vansar, men eg vil vísa á, at tað ikki bert standast negativar, men eis- ini positivar avleiðingar av, at ríkisstuðulin fellur burtur og av at føroyingar taka fulla ábyrgd av egnum gerð- um og egnum samfelagi. Um føroyska fólkið ynsk- ir fullveldi er neyðugt, at tað verður trú uppá, at tað er møguligt at gera nakað ser- stakt og at verða nakað ser- stakt. Um ein ynskir nakað í dag, er neyðugt at arbeiða fyri hesum eg soleiðis er eisini um ein ynskir full- veldi. 28. oktober 1998 Kristina Danielsen Stud. polit