Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 1998síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 tíðindablaðið SOS) Nr. 210 — 5. NOVEMBER 1998 Nú skulu aknsnnir stovnar avtakast Stórar broytingar skulu fara fram í næstum, har m.a. Menningarstovan og Ídnaðargrunnurin verða avtiknir, fyri síðani at leggjast undir Vinnumálastýr- ið. Talan verður ikki um at siga fólk úr starvi, sigur Finnbogi Arge, landsstýr- ismadur DAGNY JOENSEN verið tosað teir smærru so sum Idnadar- Menningarstov- una, nú er tað veruleiki Finnbogi Arge. landsstýr- ismaður, sigur, at ætlanin er at umskipa nakrar stovnar, men at tað ikki verður neyð- ugt at siga fólk úr starvi — Menningarstovan, har fýra starvsfólk eru, hevur seinastu árini m.a. staðið fyri framsýningum uttan- lands, og hevur roynt at fáa viðskiftafólk hendavegin Sambært samgonguskjali- num skal eitt útflutningráð stovnast. Tað er orsøkin til, at vit nú gera broytigar á hesum øki, sigur Finnbogi Arge Menningarstovan fæst annars við virkisskráseting- ar, menning av virkjum, og ger tilmæli til Landssýrið í samband við játtanir til grunnin fyri ídnaðarfremj- andi endamál, eins og ráð- gevur vinnulivinum og førir innaneftirlit Utflutningsráð og Vinnumálastýrið — Vit ætla at lata fleiri av hesum virkisøkjum til út- flutningsráðið, og hin partin til Vinnumálastý ð. halda, at tað kann geva bet- ur úrslit, sigur Finnbogi Ar- ge Í grundgevingini fyri at gera hesar broytingar, sigur landsstýrismaðurin, at tað verður gjørt fyri at fáa gjørt Uu vit meir við tey målsøkini, sum stovnurin hevur umsitið, og fyri at gagnnýta upplýsingar o.a. til tess at gera arbeiðið meira mál- rættað. 2,2 mió. krónur eru av- settar til útflutningsráðið á fíggjarlógini Kjaratan Kristiansen, stjóri á Menningarstovuni, skal frameftir starvast í Vinnumálastýrinum. Landsstýrismaðurin held- ur, at hansara servitan kann nýtast meira sentralt í Vinnumálastýrinum, sum eisini hevur brúk fyri teirri vitan og barlast, sum stjór- in á Menningarstovuni hevur ognað sær, tey árini hann hevur verið á stovui- num Høvdu væntað broytin Kjartan Kristiansen er júst staddur í Polen, tá vit hitta hann í fartelefonini. Hann hevur ikki stórveg- is viðmerking til tað, sum nú skal henda. — Vit hava væntað okk- um broytingar á gkinum Tær skulu nú fara fram, so har er einki at siga. Spurn- ingurin er at finna røttu loysnina, sigur Kjartan Kristiansen — Er hetta rætta loysnin? Tað er ikki mín upp- gåva at siga tað. Eg skal ráðgeva Landsstýrinum og vinnuni. Tað er mín upp- gáva, sigur Kjartan Krist- lansen Hann vidgongur kortini, at viðskiftafólk í útheimi- num hava hildið, at skipa- nin við Menningarstovuni hevur sett okkum í eina sjáldssama støðu, at sleppa at arbeiða við framtíðar vinnumálum. — Tað verður ødrvisi nú, men eg veit ikki, hvussu tað verður. Menningarstovan verður ikki avtikin soleiðis við eitt beinanvegin, tí her er lóg galdandi, sum skal takast av. — Hvat eg skal fáast við í nýggja starvinum, veit eg ikki, men tað verður avgjørt ikki tað sama, sum eg geri nú, sigur Kjartan Kristian- sen. Stjóraheitið hevur minni týdning — Tað hevur áður elvt til stríð, tá stjórar í Tinganesi mistu stjórastarv. Hvat held- ur tú um ikki at vera stjóri, tá Menningarstovan er av- tíkin? — Tað er mest náttúrligt, at tå stovnurin verður avtikin, so er stjórastarvið burtur. — Tað hevur verið spenn- andi at verið við hesi árini, men um eg eri stjóri ella okkurt annað, hevur minni týdning. — Mest umráðandi fyri meg er at gera gagn, og tað kann fyri sovítt eisini vera stuttligt at royna okkurt ann- að, sigur Kjartan, sum endar samrøduna við at siga, at einki varir ævigt, og at nýggjar avbjóðingar standa fyri framman Í Embætisfundur Finnbogi Arge, landsstýrismaður: — Vit ætla at lata fleiri virkisøkir hjá Menningarstovuni til útflutningsráðið, og hin partin til Vinnumálastýrið at umsita Kjartan Kristiansen, stjóri á Menningarstovuni: — Tað hevur verið spennandi at verða við hesi árini, men um eg eri stjóri ella okkurt annað, hevurminni at týða. Eg veit ikki, hvat eg skal gera í nýggja starvinum, men tað verður avgjórt ikki tað sama sum eg geri nú um flogvøllin Í gjár hittust umboð fyri Vinumálastýrið, danska ferðslu- málaráðið og Statens Luftfartsvæsen at tosa um flogvall- armálið, og hvat skal henda frameftir fríggjarliga og ferðsluliga DAGNY JOENSEN Tá Nyrup Rasmussen í ár var í Føroyum, jåttadi hann m.a. at kanna vidurskiftini viðvíkjandi flogvøllinum í Vágum soleiðis, at føroy- ingar møguliga kunnu yvir- taka flogvøllin. Síðani tá hevur Lands- stýrið onki frætt um málið, fyrr enn nú embætisbólk- urin vitjaði. Í gjár var fyrsti fundurin millum donsku og føroysku embætisfólkini, og hetta er framhald av fundinum 11. juli, sum Finnbogi Arge, landsstýrismaður, og Sonja Mikkelsen, ferðslumálaráð- harri, hildu í Danmark. Arbeiðssetningurin er at fáa til vega avgerðargrund- arlag fyri hvørjar iløgur skulu gerast á flogvgllinum og hver skal reka hann í framtíðini. Embætisbólkurin skuldi í gjár tosa um teknisku við- urskiftini viðvíkjandi flog- vellinum og hvat skal gerast frameftir Finnbogi Arge sigur, at embætisnevndin skal kanna í hvgrjum standi flogvøll- urin er og hvørjar fløguætl- anir skulu gerast. Eisini skulu framtiðarútlit viðvíkjandi ferðsluni fram- eftir og metingar um fíggj- arútlitini gerast. — Ætlanin er at fáa málið avgreitt í år, og møguliga at fáa semju um yvirtøkuna, sigur Finnbogi Arge, sum í mánaðarskiftinum fær vitj- an av Sonju Mikkelsen, ferðslumálaráðharra. Tá verður fundur millum Vinnumálastýrið og ferðslu- málaráðharran um tað, sum skal henda frameftir við flogvøllinum í Vágum.