Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-05, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 1998síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

så Nr. 210 — 5. NOVEMBER 1998 Få 38 0 %“ Sonja á Líðarenda, stjór á Estra, stendur við jólakalendaranum hjá Útvarp Føroyar, sum øll Føroya børn gleða seg til Mynd Jens Kristian Vang Tey prenta við fullum trýsti Á prentsmiðjuni Estra í Gótu hava tey ivaleyst at gera, nú tað fer at nærkast jólum. Tá ið vit prátaðu við tey, vóru tey í ferð við at prenta útvarpskalendaran JOHN JOHANNESSEN - Okkum manglar ikki ar- beiði. Hetta vóru orðini, ið Sonja á Liðarenda frá prent- smiðjuni Estra í Gøtu, segði, tá ið Sosialurin spurdi hana, hvussu tað gongst við arbeiðinum. A Estra hava tey 14 fólk í arbeiði hvønn gerandisdag, og harafturat, so eru tey ofta noydd at arbeiða í skifti- vaktum. So, Sonja stúrir ikki fyri framtíðini. Hon segði, at móti jólum er altíð nógv at gera á prentsmiðj- uni, og tá eru tey noydd at senda boð eftir eyka fólki til arbeiðis. Jólakort og Olakalendarar Eitt, ið tey prenta nógv av móti jólum, eru jólakort og jólakalendarar. Tíðin, tá ið fólk fara at senda jólakort til kenningar sínar úti og heima, hon nærkast við full- ari ferð. Og hetta merkja tey væl á prentsmiðjuni Estra Ein siður, ið hevur verið leingi, er siåurin at geva børnum jólakalendarar, so at tey í desember kunnu telja dagarnar til jóla. Og eisini nógvir av hesum verða prentaðir á prent smiðjuni í Gøtu. Tá ið vit tosaðu við Sonju á Liðar enda, vóru tey í ferð við at prenta jólakalendaran hjá Útvarpi Føroya. Hesin skuldi prentast í 8.000 ein- tókum Annars, so tekst smiðjan gjøgnum árið alt hugsandi prentiarbeiði A Estra prenta tey milum annað lutaseðlar, bøkur plakatir, rokningar, bræv- bjálvar, kvittanir o.s.fr prent Serlig maskina Tá ið prátið fall á jólakal- endarar, so kom blaðmað urin at hugsa um, hvussu tey á prentsmiðjuni gera lúkur- nar í jólakalendararnar. Tað ber jú ikki til, at fólk standa og skera tær út - ella hvussu? - Nei, vit hava eina serliga maskinu, ið skerir lúkurnar út. Tó er hetta ikki ein maskina, ið bert verður nýtt til at gera jólakalendarar við. Hendan maskinan kann geva prentlutum okkara øll møgulig serstøk snið, og verður hon tískil nýtt alt árið til serstakar uppgávur. Maskinan kann gera alt møguligt bukkiarbeidi, tal- merkingararbeiði o.s.fr hvønn dag, syngur Jákup Alberg Eliasen, sangari og prentari Ov nógvar bekur á jólum Sonja á Liðarenda sigur, at tey prenta ógvuliga nógvar bøkur móti jólum. Men tó heldur hon, at við at geva so nógvar bøkur út í senn so verða ávísar bøkur køvd- ar á marknaðinum. Hon iv ast ikki í, at um békautgåv urnar vóru spjaddar meira út yvir alt árið, so hevði borið betri til at selt tær Tøting hitar heimin | P/F Tøting i Gøtu hevur nú í nøkur ár framleitt troyggjur úr fóroyskari ull. Hesar troyggjur ver a ikki bert seldar í Føroyum, men eisini úti í heimi. Ja, Tóting ætlar sær m.a. at selja troyggjur heilt til Japans JOHN JOHANNESSEN Nú tá ið jólini nærkast, so er nógv at gera hjá P/F Tøt- ing í Gøtu. Um jóltíðir verð- ur nógv keypt av føroyskum troyggjum til at geva í jóla- gávu ; Vit hava tosað vid Olav Gregersen, ið er stjóri á Tøt- ingarvirkinum, um hvussu tað gongst virkinum Tvey tíðarskeið — Tað eru tvær tíðarskeið í árinum, har vit hava nógv at gera. Hesi tíðarskeiðini eru summarið og so jólini Tó hava vit meira at gera til summarið, enn vit hava til jóla, sigur Olavur Greger- sen Hvussu nógvar troy ggj- ur selja tit so samanlagt? Vit selja einar 10.000 troyggjur um árið. Uppund- ir jól selja vit umleið 3.000 troyggjur, og ein stórur part- ur av hinum 7.000 verður seldur um summarið Umframt at sel Útlendskir marknaðir í Føroyum, so selir P/ ing eisini troyggjur lands. T.d. verður nógv gjørt við at selja troyggjur til Sveits. Í Sveits fáa vit góðan prís fyri troyggjurnar. Tey ið keypa tær, eru vælhavadi fólk, og vilja hesi geva ein góðan prís fyri eina góða troyggju. Harafturat, so er mvg'10 har sera lágt. Tað liggur um eini 5 prosent. So har fer ikki so stórur partur av søluprisinum til tað al- menna. — Vit royna eisini at koma inn á marknaðir aðrastaðni í heiminum. Vit kanna t.d. møguleikan fyri at koma á japanska marknaðin. Ann ars, so verður nógv selt í norðanlondum, serliga Svøriki í og í Danmark Hvussu koma tit inn á marknaðirnar í utlondum? Í Sveits hevur ein genta, ið plagar at arbeiða hjá okk- um um sumrarnar, men sum hevur verið í Sveits um vetr- arnar, tikið sær av at finna sambond. Annars, so fara vit sjálvir ul handlarnar ella nýta vit umboðsmenn Japan er kanska eisini ein spennandi marknaður, ið vit ætla at royna okkum á. Japanar hava stóran á fyri = hetlendskum troyggjum. Hesar keypa teir nógvar av, so vit vóna at teir eisini fara at keypa okkara. huga Eyka fólk Spurdur um tað er neyðugt at fáa fatur í eyka arbeiðs fólki til jólar, svarar Ólavur Gregersen, at vanliga ar- beiða eini 9 fólk á virkinum, méðan tað uppundir jól og um summarið arbeiða 12- 14 f ólk á virkinum Olavur Gregersen sigur eisini at úrslitið hjá P/F Tøt ing í år sær út til at vera fragari enn i fjør. Hann heldur framtíðarútlitini vera bjørt Føroyingar einslittir Er nakar munur á troyggj unum, ið tit selja til útlend ingar og teimum, ið tit selja til føroyingar? Ju, munur er å. Føroy ingar keypa nógvar myrka morreyðar knappatroyggj ur, og annars keypa teir mynstrutar troyggjur, ið ikki eru ov litfagrar. Føroying- um dámar betri tey før oysku mynstrini enn tey norsku. Í Sveits t.d. verður nógv keypt av troyggjum við norskum mynstrum og 30 Munur er á, hvat ið keypt verður Nakað, sum er vorðið sera vælumtókt, er tað nýggja kotið, ið vit eru farn- ir at selja. Hesum er stórur føgrun stum Få BOL PS åhugi fyri, bædi millum før- oyingar og útlendingar, sig- ur Olavur Gregersen at enda