Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. november 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 211 — 6. NOVEMBER 1998 sosialurin, box 76, 110 torshavn - tlf 31 18 20 - So kom hol á hjá fax 31 47 20 - teldupost til ítróttin: emil: Hondbóltur, menn: Tað hevur gingið illa hjá strandingum at fáa gongd á spælið í byrjanini av kappingarårinum, men í dystinum mikukvøldid kom hol á og tað við lít. StÍF vann 39-18 á KÍF SVEINUR TRÓNDARSON StiF - KÍF 39-18 (22-8) Í síðstu viku skrivaðu vit, at tað ikki hevur gingið strandingum so væl í hond í byrjanini av kapping- arárinum. Báðir fyrstu dystirnir í ár vórðu taptir, og skuldu teir ikki fella heilt burtur ímillum, so skuldi dysturin móti KÍF vinnast. Dysturin skuldi verið spældur í vikuskiftinum, men var útsettur til mikukveldið ístaðin. Hesir eyka fridagarnir høvdu tó ikki sett kollfir-ðingar eyka upp, heldur hinvegin. Hóast teir fyri fyrstu ferð í ár høvdu Allan Mørkøre og Róa Årt- ing, so munti hetta púrt einki. All- an fekk fýra mál, men Róiu fekk einki. Harafturímóti høvdu stranding- ar Giva notið gott av teimum eyka fridøgunum. Teir hava havt trup- ulleikar at fáa spælið at hanga saman í álopinum, men tá ein í einum dysti skorar 39 mál, so er torført aftaná at siga, at álops- spælið ikki er so gott. Tað skal tó sigast at mótstøðan strandingar fingu mikukvøldid var sera lítil. Teir gjørdu stórt sæð sum teimum lysti, og til dømis kann sigast at tå strandingar í byrjnanini av dystinum véru å odda 10-0 vóru níggju av málunum gjørd í skjótálopi. Hugurin var heima Hóast kollfirðingar vóru komnir inn á Skála at spæla dyst, so vóru teir ikki heilir. Hugurin til spælið var í hvussu er ikki við á vellinum. Um hann var eftir heima ella hann lá í um- klæðingarrúminum í høllini á Skála er ikki gott at vita. Strandingar byrjaðu dystin við bál og brand og tá tíggju minuttir vóru farnir av dystinum vóru teir á odda 10-0. Hetta sigur ikki so lítið um munin í føroysku 1. deild- ini í hondbólti, mugu vit staðfesta. Spælið hjá stradingum hekk nógv betur saman mikukvøldid enn tað hevur gjørt hinar báðar dystirnar, men tá skal eisini havast í huga at mætstødan var út av lagi vánalig. Kollfirðingar fingu nøkur mál teir næstu tjúgu minuttirnar av fyrra hálvleiki, men tað var ong- antíð nakar ivi um hvat lið var tað betra. Tá liðini fóru til hálvleiks var stødan ikki minni enn 22-8 til StÍF. Hildu pressið Tað, sum ofta ger seg galdandi, tá eitt lið fer ov langt fram um er, at tað verður slappa av, men hóast langt framman fyri, so hildu strandingar tørn. Teir vunnu fyrra hálvleik við fjúrtan málum og seinna við sjey. Nógvir royndir mans spæla við á liðnum hjá KÍF, men antin eru teir ikki í venjing ella er teirra hondbóltstíð farin. Og tá tað seinna fyrikemur at vera púra burtur við, so velja vit at trúgva, at tað er venjingarstødan hjá kollfirðingum sum ger, at teir vera so avbukaðir sum teir vórðu mikukvøldid. Ein n stjørna nyse hjå strandingum mik- ukvøldid var ikki tann sum tad plagar at vera. Hvørki Artur, Alexandur ella John, men Marius Joensen. Marius er ikki so gamal í garði, men tað sær út til at verða góður dugur í honum. Tíggju mál fekk hann burtur úr mikukvøldid og gjørdist hann so- statt greidliga toppskjútti hjá StÍF. Stuttligt er at síggja at tað leggj- ast nýggir til, tí hondbólturin hev- ur brúk fyri tí. H71 fyri terni Næsti dysturin hjá strandingum verður móti hoyvíkingum í H71 leygardagin. Hoyvíkingar hava fýra stig fyri tríggjar dystir meðan strandingar hava tvey stig fyri tríggjar dystir. Ofta hevur verið tætt millum liðini og dystirnir sera spennandi av somu orsøk. Hvussu fer at ganga leygardagin sosialurin.fo X Lesið eisini ítróttin á Internetinum | | 5 www.sosialurin.fo | TF a strandingum Endiliga bragdaði hjá strandingum. Kollfirðingar vórðu sendir til hús við einum 39-18 lúsingi. Um tað er nóg mikið til at seta strandingar í gongd fáa vit at vita í vikuskiftinum, tí tá spæla teir móti hoyvíkingum er sjálvsagt ikki til at siga, men skulu strandingar gera sær vónir um eitt líkinda úrslit í ár, so er greitt, at dysturin móti hoyvíking- um skal vinnast. Spurningurin er so bara uim (savnsmynd) hoyvíkingar fara at lata sær tað lynda. Teir hava eisini ætlanir um eitt gott úrslit í ár og tí er eingin ivi um at talan verður um ein spennandi dyst. Enskur fótbóltur í Sjónvarpi Foroya Fótbóltur: SVF hevur gjørt avtalu við Canal+, sum hevur rættindi til leygardagsfótbóltin í z Onglandi, um at sleppa at visa leygardagsfótbólt fyri føroysku hyggjarunum TERJI NIELSEN Oteljandi føroyingar hava ein serl- igan tokka fyri enskum fótbólti. Soleiðis hevur tað verið í mong ár, og áhugin er neyvan minkaður í seinastuni, nú fleiri og fleiri heimsstjørnur leita sær til Ong- lands at spæla. Fyrr í år frættist, at tað fór at verða sera trupult hjá Sjónvarpin- um at fáa rættindi til at vísa enskan fótbólt í vetur, eins og teir hava gjørt nú í mong ár. Døpur tíðindi fyri teir mongu fótbóltsáhugaðu føroyingar, men góð tíðindi fyri tær mongu fót- bóltseinkjurnar, sum í fleiri vetrar ikki hava fingið samband við mannin millum klokkan trý og fimm leygardag seinnapart. Avtala fram til ár 2000 Í gjár kom so tíðindaskriv frá Sjónvarpinum um, at SVF hevur gjørt avtalu við Canal+ um at senda leygardagsdystir. Haraftrat fær SVF atgongd til ymiskt annað tilfar, sum millum annað verður brúkt til at gera sendingina >mál, mál, mál<. Væntandi verður fyrsti dysturin at síggja longu annan leygardag, tann 14. november, men hvør dysturin verður, er ikki greitt enn. Í komandi viku fær SVF serliga útgerð sendandi úr London, sum skal brúkast í samband við at senda dystirnar. Dýr avtala Hvussu nógv avtalan við Canal+ hevur kostað, vil sjónvarpsstjórin ikki siga. men hann sigur tó, at upphæddin er hægri, enn hvat hon hevur verið áður. Hetta vísir seg at verða galdandi fyri allar ítrótt- arsendingar yvirhøvur, at tær eru dýrkandi. Enn er Sjónvarp Føroya einasta almenna sjónvarpsrásin í heimin- um, sum hevur gjørt avtalu við Canal+ um ensku leygardagsdyst- irnar. Í Danmark royndu DR og TV3 í felag at keypa rættindini til dyst- irnar, men fingu tey ikki, hóast tilboðið hjá teimum var sjey ferðir hægri enn tað, sum DR rindaði í fjør. vikuskifti SVEINUR TRÓNDARSON Talv er vetrarítrótt eins og nógv- ar aðrar, sum ganga fyri seg inn- andura. Hetta skal tó ikki skiljast sum at tað ikki verður telva í summ- arhálvuni, men landskappingin gongur í hvussu er fyri seg um veturin. Og nú verður lagt frá landi. Í tíðindaskrivi, sum Talvsam- band Føroya júst hevur sent út til fjølmiðlar og talvfeløgini verður kappingarskipanin al- mannakunngjørd. T6 tad gongur væl hjå før- oyskum telvarum so sær åt til at ganga striltid hjå talvsam- Nu byrjar talvkappingin Talv: Landskappingin i talvi byrjar hetta bandinum at útvega nýggjar telvarar, ti t. d. verdur eingin kapping i dreingjadeildini Sumbiar Talvfelag hevur frå Talvsambandinum fingid loyvid til at telva allar sínar dystir i hølunum hjå Havnar Telving- arfelag. Eins ug undanfarin år verður seinasta umfar telva á einum stað, men enn er einki avgjørt um hvar hetta verður Allir dystirnir uttan teir hjá sumbingum verða telvdir sunn- udag.Sumbingar fara at telva leygardag. Vit ynskja gllum telvarum gott kappingarár