hósdagur 19. november 1998síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14
tíðindablaðið SLSlalufin
Sølustevnan 30 ár
Liðin eru 30 år siðani at skipað varð fyri vørumessu í KÍ høllini á fyrsta sinni
Hóat tað í ár eru liðin 30 ár
síðni, at fyrsta vørumessan
varð hildin í KI høllini, sreu
eru vørumessur eldri enn so
Í 50'unum varð skipað
fyri eini messu íbygningi-
num hjá Vigant Jensen, sála,
sum vit í dag kenna sum
bygningin har eitt nú Karl
Nielsen, Eiler Rasmussen,
Grillin og aðrar fyritøkur í
dag hava til húsa.
Eisini beint undan fyrstu
stevnuni í Ítróttarhellini,
skipaðu menn í Klaksvík
fyri vørumessum upp á
Spinnarínum við Borðoyar-
vík.
Hóast nógvar sølustevnur
hava verið hesi 30 árini, so
hava stevnurnar tó ikki ver-
ið fyriskipaðar samanhang-
andi, men sera nógvar hava
verið.
Fyriskipararnir hava verð
ymiskir til tær ymsu stevn-
urnar.
Men hesi seinastu árini
hevur tað veri Ahugafelag
Klaksvíkar Ítróttarfelags, ið
hevur skipað fyri, og sigast
kann, at teir eru komnir sera
væl frá tiltakinum. Stílur
hevur verið yvir stýringini,
og tá heilir 32 luttakarar eru
trýstir inn í høllini hesaferð
og eini fýra fimm standa
uttanfyri, sum vóru ov sein-
ir at melda til, ella sum ikki
sluppu orsakað av at ov fult
var.
Endamálið við framsýning-
ini má sigast at vera gott.
KÍ, høllin, vøllurin og ítrótt-
argkið sum heild hevur á-
virkan á nær umhøvrt eitt
einasta húskið í Klaksvík.
Stadiongkið liggur mitt í
býnum, og hetta ger, at bæði
børn og eldri detta oman á
plenuna, um tað so er til at
stuttleika sær, hyggja at
dysti, ella bert at fa 'ra oman
tá venjingar eru ela børn
spæla á vellinum, at fáa sær
eitt prát ella stytta sær um
stundir annars.
Gamlamannadansur í Kl-høllini 5. des
Eingin gamlamannadansur
hevur verið í KI-høllini síð-
ani Klaksvíkar Kommuna
hátíðarhelt fødingardagin í
august mánaða.
Tað er eisini nakað frá-
liðið síðan vælumtókti
bólkurin >Countrybólkur-
in< spældi til dans.
Nú verður høvi at fara í
gamlamannadans aftur og
enntá hoyra >Countrybólk-
in< spæla.
Hetta verður leygarkvøld-
ið 5. des. í KI-høllini. Byrj-
að verður kl. 23, sigur
Klaksvíkar ltróttarfelag í
tíðindaskrivi.
Vilja broyta tingskipanina
Seks løgtingslimir hava í
felag sent fomanskapinum
i løgtinginum åheitan, har
tey heita å formanskapin
um at gera uppskot til broyt-
ing av Tingskipan Føroya
Løgtings.
Broytingin skal hava vid
sær, at øll figgjarmål verda
send til ummælis hjá
viðkomandi evnisnevnd,
áðrenn figgjarnevndin letur
frá sær álit. fyri at
serkunnleikin á avvarðandi
øki eisini kann siga sina
hugsan, so ikki bara verður
hugt fíggjarliga at málinum.
Tey seks, ið undirskrivað
hava áheitanina eru Rúna
Sivertsen, Henrik Old, Álv-
ur Kirke, Alfred Olsen,
Jógvan Durhuus og Jákup
Sverri Kass.
do
Lyktakanning - ein roynd at fáa fólk meira tilvitað um trygdina
— Eg haldi tað ikki vera rætt,
at vit sjálv nú skulu kanna
lyktir okkara - tí hetta kundi
saktans givið arbeiði til
nøkur ungfólk, sum kortini
ganga fyri einki.
Hetta sigur ein lesari Sos-
ialsins í sambandi við, at
Ráðið fyri Ferðslutrygd
hesaferð hevur skipað lykt-
akanningina gðrvísi.
Lesarin heldur við Sos-
alin, at á sama hátt hevði
tað verið rættast, at latið
ungfólk eitt nú fingið ar-
beiði á bensinstødunum at
fylt bensin á, sum tú nú á
døgum sjálvur mást gera.
— Eg hevði fegin latið 25
oyru meira fyri liturin, um
eg fekk onkran at fylla ben-
sin á fyri meg - og á tann
hátt skapt fleiri arbeiðspláss
og økt um tænastustødid,
sigur lesarin við Sosialin.
(Vísast skal annars til
viðmerkingar frá Jón
Kragesteen á Ferðslutrygd
á síðu 17, har hann greiðir
frá lyktakanningini)
Nr. 220 — 19. NOVEMBER 1998
Bygningur/Neyst
til sølu
Um nóg høgt boð fæst, verður ognin
matr. nr. 161 og 162 í Kollafirði seld.
Talan er um bygning, sum er gjørdur av
betong, er 10x12 m í tveimum hæddum
og verður partvís nýttur sum neyst. Stað-
ið er við bátahylin í Kollafirði og er long
atløgubryggja út frå bygninginum.
Bygningurin er vælegnaður til eitthvort
vinnuligt endamál.
Grundekið er ogn.
Ognin kann sýnast eftir avtalu.
Tann, ið hevur áhuga fyri hesum, kann
venda sær til
TIf. 42 10 07
Barnsburðaravloysari
Eitt starv sum barnsburðaravloysari fyri
sosialráðgeva á forsorgardeildini á Al-
mannastovuni í Tórshavn er leyst at
søkja í tíðarskeiðnum 4.1.99-15.8.99.
Arbeiðið fevnir um:
* ráðgeving og leiðbeining til viðskiftafólk
í persónligum og forsorgarligum spurn-
ingum
* upplýsing um rættindi og stuðulsmegu-
leikar smb. sosialu lógirnar.
* viðgerð av umsóknum um stuðulsfyri-
skipanir og veitingar smb. forsorgar-
lógini
* viðgerð av tilmælum frå barnaverndar-
nevndunum um stuðulsfyriskipanir
smb. barnaforsorgarlógini
* ráðgeving til barnaverndir.
Tann, ið settur verður, skal ein dag um
vikuna arbeiða í viðtaluni hjá Almanna-
stovuni í Vágum.
Umsøkjarar skulu hava sosialráðgeva-
útbúgving.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við
at venda sær til deildarleiðarin á For-
sorgardeildini á tlf. 315480.
Lønar- og setanarviðurskiftini sambært
sáttmála millum Starvsmannafelagið og
Fíggjarmálastýrið í lønarflokki 16/20.
Umsókn við avriti av prógvum skulu
verða Almannastovuni, postboks 196,
110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi
03.12.98 kl. 14.00.
Almannastovan
Hal! sosialin)
A