Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-19, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. november 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 220 — 19. NOVEMBER 1998 tíðindablaðið S0s2lufin 17 DG út at koyra á + 3 i FÅ Vetrardekkini fóru til Leirvikar Hepni vinnarin av fýra lammelvetr- ardekkum hesa vikuna var Asta Olsen í Leirvík Vetrarlamelldekkini, sum Sosialurin lutar burtur sam- an við Super Dekk í Havn, fóru hesa vikuna til Leir- víkar. Tað er Asta Olsen í Leir- vík, sum gjørdi hepni vinn- arin hesafer. Hon fær dekk- ini við at seta seg í sam- bandi við Sosialin ella við Super Dekk í Havn, sum koyring og hvussu nógv berghøl eru í Føroyum. Fyrsti bilurin, sum kom til Føroya, kom við DFDS- skipinum Island tann 5. mai í 1922. Tað vóru teir báðir havnarmenninir, Jóhannes Olsen og Júst Sivertsen, sum keyptu bilin - ið var ein Ford T I tons. Jr handskarúminum. Ferðsla og myrkur: Um parkering og myrkur Parkering við vegir, t. d. við handlar ella kioskir hevur telefonnummarið Bremsulongdin, tá tú Jón Kragesteen 314975. koyrir 60 km/t er 25 m. Bileftirlitið varð sett á ; Bilar, sum standa parkeradir fram vid vegir, gera Røttu svarini stovn í 1960. Stjéri fyrstu Fríðrikur Blåhamar, stjóri á Super Dekk í Havn dregur Teir seks spurningarnir hes- aferð vóru hesir: Nær kom fyrsti bilur til Føroya, hvussu nógvar metrar eru bremsulongdin hjá einum bili, sum koyrir 60 km/t, Nær er Bileftirlitið stovnað, hvat merki var fyrsti bilur, sum kom til Før- oya, hvussu eigur tú at vísa av, tá tú koyrir í eini rund- 36 árini var Atli Jensen. Tá tú koyrir í eini rund- koyring, kanst tú bara blunka til høgru - tú tú skalt altid til høgru fyri at koma út úr eini rundkoyring. Tí er tað ikki rætt, tá fleiri bilar, ið koyra út eftir Havnargøtu í Havn og ætla sær niðan í Jónas Broncsgetu, blunka til vinstru! vinnaran í dekkkappingini hesa vikuna, sum Sosialurin og Super Dekk skipa fyri Í Føroyum eru 15 berg- hol, trý í Suðuroy, tvey á Streymoynni, tvey í Eystur- oynni, fimm á Kalsoynni, eitt í Kunoynni og tvey á Borðoynni. Næstu spurningarnir eru Mynd: Jens Kristian Vang á síðuni vinstrumegin. Vit skulu hava svarlepan í hendi í seinasta lagi týsmorgunin. Næsti = vinnarin verður kunngjørdur í blaðnum hós- dagin í næstu viku. Lyktakanningin 1998 Fyri at kanna, hvussu ging- ist hevur við lyktakanning- ini, hevur Ferðslutrygd ringt til flestu bensin- og ojusølu- stødirnar kring landið og spurt, hvussu gingist hevur at flýggja lyktakanningar- seðlar út til fólk. Stødan týsdagin 17 nov. var, at einir 8000 seðlar vóru latnir út. Helst eru tað fleiri, sum hava tikið meira enn ein seðil, men hvussu nógv hesi eru, ber ikki til at siga. Einir 850 seðlar eru komnir inn aftur og svarar tað til góð 10% av seðlu- num, sum eru latnir út. Hesi vera so við í lutakastinum um at vinna eina áfylling av bensini ella olju fyri 300, - kr Annars eru einir 17.000 bilar í øllum landinum, so um allir bilar skulu vera við í kanningini mugu fólk gera skjótt av, tí at høvi at fáa kanningarseðil er bara til nú sunnukvøldid hin 22. nov. (og tå fer politiid, sum frå- boðað at gera eitt serligt á- tak at kanna bilar.) Spurt var eisini um, hvussu gekk hjá bensin- og oljusølustødunum at flýggja kanningarseðlarnar út og, hvussu fólk tóku í móti teimum. Samanumtikid ljóðaði, at fólk taka undir við átakinum, og at tey halda, at tað er gott at fáa eina áminning um at kanna um lyktirnar eru í lagi. Summi fara beinanvegin út- um at kanna ljósini á bili- num og um alt er í lagi, seta tey so kross í kassarnar á spurnarseðilinum og lata hann inn til støðina. Onnur fara avstað og koma so við seðilinum dagin eftir. Men tað eru eisini summi, sum fara meira lætt um og krossa av við diskin, uttan at hyggja eftir um hetta nú ver- uliga passar. Tey siga t. d. at bilurin var til kanning hjá Bileftirlitinum í summar, og so man hann vera í lagi nú eisini. Annars ljóðar, at sølan av perum er gkt síðani átakið fór í gongd. Fleiri stødir veita ta tænastu at seta per- urnar í fyri fólk. Ofta eru tað eldri fólk, sum biðja um hesa tænastu. Nøkur eru, sum halda at lyktakanningarnar, sum vóru fyrr, vóru betur. Tá vóru bilarnir blivu kannaðir á verkstødunum - og at tað er ov nógv at krevja av fólki, at tey nú sjálvi skulu kanna um lyktirnar eru í lagi. Til hetta er at siga, at lykt- akanningarnar, sum gjørdar vóru fyrr, sjálvandi høvdu sína positivu ávirkan og nógv fingu ljósini rættað. Hinvegin var luttøkan til hesar kanningar mangan lítil - oftast var luttøkan millum 20 og 40% av bilu- num. Standandi spurningur- in var so, um tað vóru tey frísku, ið komu til lækna, meðan hini sum veruliga høvdu fyri neyðini at fáa nakað gjørt lótu vera við at fara til verkstødini at kanna bilin. Ein annar vansi við gomlu lyktakanningunum var, at ábyrgdin var tikin frá fólki og løgd á verkstødini, sum eftir at hava kannad bilarnar, jå kvitteradu vid at seta eitt merki í rútin. Og júst hetta seinast nevnda er kjarnin í lykta- kanningini, sum verður gjørd í ár, nevniliga at und- irstrika, at tað er bilfgrarin, sum hevur ábyrgdina av at ljósini eru í lagi. Onkur hevði tað viðmerk- ing, at tað er ikki heppið at boða frá at politiið fer at gera serligt burtur at kanna bilar aftaná at lyktakanning- in er endað. Hertil er at siga, at ein og hver bilførari alla tíðir á åri- num kann vænta at verða steðgaður av politinum, um ljósini ikki eru í lagi. Men júst fyri at fólk ikki skulu verða tikin á bóli, er skipað fyri hesi lyktakanning, og átakið skuldi verið so mikið væl lýst, at tað skuldi verið løgid, um nakar bilførari í landinum ikki hevur hoyrt um lyktakanningina! Ein — bensinstødleidari kom við tí uppskoti, at tað við allar bensinstødir verður sett ein reflekterandi pláta upp. Tá ið lýst verður á plát- una, síggja bilførarar, um ljósini á bili teirra lýsa - í øllum fórum framman. Ein annar møguleiki er at seta eina vatnrætta striku á somu plátu og so kundu bilfgrarar sæð, um ljósíni á bili teirra vóru rætt stillað. Fyri at hetta skal bera til, er neyð- ugt at okkurt frámerki verð- ur sett á vegin, so rætti av- standur verður í mun til tað vatnrøttu strikuna. Lyktakanningin' 98 endar sunnukvøldid 22. novemb- er, og til tað tíð vera kann- ingarseðlarnir at fáa á øllum bensin og oljusølustødu- num kring landið. Seinasta freist at lata svarseðlarnar inn aftur til stødir er mána- dagin 23. nov. '98 So tú, sum eigur bil, ella vanliga koyrir bil, kanna eftir, um lyktirnar eru í lagi á bilinum, tú koyrir í. Og tú eigur at gera hetta fyri at fáa trygdina er í lagi, fyri tína skuld og eisini fyri onnur, sum eru á vegnum, sigur Jón Kragesteen, leið- ari á Ferðslutrygd. altíð ferðsluna ótryggari, tað veri seg í myrkri ella í dagslýsi. Sýnið verður verri og gkið, sum koyrt skal verða á, verður smalri. Serliga eru tað tey smærru børnini, sum eru illa fyri, tey hvørki síggja - ella síggast upp um teir parkeraðu bilarnar. Best var, um tað allastaðni vóru parkeringsøki, sum bara vórðu ætlað til tað eina, nevniliga at seta bilar á. Men so er ikki, og í nógvum fórum er einans gjørligt at sleppa av við bilin við at seta hann í vegjaðaran. „ Táið soleiðis er, má hetta verða gjørt við skili. Í fyrsta lagi skal ferðslulógin fylgjast: - at bilurin ikki verður settur, har parkering er bannað - og at bilurin einans má verða settur í høgre síðu. Skalt tú eini ørindi í ein handil, sum er hinumegin vegin, altso í vinstra borði, eigur tå annadhvørt at seta bilin frå tær í høgru síðu og varisliga ganga yvirum vegin - ella tú vendir bilinum t.d. við næsta vegamót og koyrir mótsatta veg - og tá kanst tú parkera "hinumegin". Orsøkin til at sera væl má verða ansað eftir hesum er, at bilførarin jú situr í vinstru síðu í bilinum, og um parkerað verður í vinstru síðu, verður bilfgrarin fluttur longst burtur frá koyribreytini. Stendur so ein bilur framman fyri, er sera torført hjá bilføraranum at síggja út á vegin fyri hesum. Eru parkeraðir bilar til ampa í dagslýsi, er kvaðna verri í myrkri. Tá sæst sjálvsagt verri, og harafturat kemur, at tú kanst verða blendaður av billjósunum. Tíverri kemur tað ofta fyri, at bilar standa parkeraðir við høvudsljåsunum tendraður, tað er nær ella fjarljósunum tendraðum. Ofta er hetta uttanfyri handlar ella kioskir, har bæði nógv bilferðsla er og eisini nógv fólk, sum eru til gongu. Bilur, sum stendur parkeraður við hevuðsljósu- num tendraðum, kann, um illa vil til, blenda somikið, at eitt fólk, sum er á veg yvirum koyri- breytina, als ikki sæst, fyrr enn ov seint er. Og verri er, um bilarnir harafturat eisini eru parkeraðir í skeivari síðu, t.e. í móti koyri-rætninginum. Hugsa um vandan, tá ið tú næstu fer skalt eini sneisagrindi í ein handil ella eina kiosk. Um tað ber til at seta bilin á eitt parkeringsøki, ger so tað! Um tað ikki ber til, - set so bilin frá tær í høgru síðu í mun til koyrirætningin og minst til at sløkkja høvudsljOsini. Og kemur tå koyrandi fram vid einum handli, ella einari kiosk, har fleiri bilar standa parkerad- ir: set ferðina niður, tí so fært tú tíð at bremsa, um okkurt skuldi hent. Skalt tú yvirum vegin til gongu í einum slíkum stað, eigur tú at hava frammaliga í huga, at stórur møguleiki er fyri, at bilførarar als ikki hava sæð teg. Gakk ti varliga og stíg ikki út á vegin fyrr tú ert Vísur í, at eingin bilur kemur. Lisið upp í sendingin >Koyribreytin< í ÚF 12. november