Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. november 1998síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

6 tíðindablaðið SOSlalurin Hoyring í danska útvarpinum um Ríkisfelagsskapin: Nr. 221 — 20. NOVEMBER 1998 Hevur Danmark ráð til at missa Føroyar og Grønland? -Hvørjar avleiðingar fær tað fyri Danmark, um Føroyar og Grønland gera álvara av at taka seg úr Ríkisfelagsskapi- num? Fær danski statskassin bara fleiri pengar at ráða yvir? Ella ávirkar hetta samleikan - identitetin hjá dønum? Hvat tá við virðingini fyri Danmark úti í heimi og hvussu við framtíð Danmarkar? Jan MØLLER Hetta eru nakrir av spurn- ngunum, sum verða settir í eini „Hoyring“, sum verður í danska útvarpinum Pl leygardagin 28. november millum klokkan 14 og 16 (donsk tíð). Heitið á hoyringini er „Endin á Ríkisfelagsskap- inum?“ Í sendingini verður spurn- artekin sett við týdningin av eini møguligari avtøku av rikisfelagsskapinum, hvat hetta merkir búskaparliga, mentanarliga og uttanríkis- politiskt Orsøkin til at fara undir eina slika hoyring er m.a ætlanin hjå Føroya lands- stýri at fáa Føroyum full- veldi, og eisini krevini hjá grønlendingum at fáa meiri sjálvstýri. Spurningurin er, hvussu danir meta um hesi málini, og hverja avleiðing tey fara at hava á danir og Danmark. Motzfeldt, Hoydal og Vigdis Tey, sum verða við í hoyr- ingini, eru: grenlendski landsstýrisformaðurin Jona- than Motzfeldt, Høgni Hoy- dal, varaløgmaður og lands- stýrismaður i sjálvstýris- málum, fyrrv. íslendski for- setin Vigdis Finnbogadóttir, formaðurin í ungdómsfel- agsskapinum í Siumut- flokkinum, Jørgen Wæver Johansen, føroyski samfel- agsgranskarin Gestur Hov- gaard, frå grønlensku sjålv- stynsrørsluni Kristian Pablo Poulsen, teir bådir fyrrver- andi vismenninir, Arne Lar- sen og Chresten Sørensen, sum eru búskaparligir ráð- gevar hjá forsætismálaráð- num í spurningum viðvíkj- andi Føroyum og Grenlandi og síðani Fredrik Harhof, dr.jur. við lærda háskúlan í Keypmannhavn, sum hevur skrivað doktararitgerð um ríkisfelagsskapin. Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri og Uffe Øs- tergaard, søgumadur og professari við lærda háskúl- anum í Árhus eru við men á bandi. er Í einum tíðindaskrivi frá danska útvarpinum verður m.a. víst á, at tað í Grøn- landi verður mett at vera sera provokerandi, at ar- beiði ikki er til allar grøn- lendingar, um somu tíð sum tað framvegis er arbeiði til hópin av dønum í Grøn- Hetta fekk teknarin Oli Petersen burtur úr, tá grønlendski Motzfeldt vitjaði í fóroyum í fjør. Tekningin bar heitið „Mor Danmark“. landi. -Kjarnin í hesum er og verður búskapurin, tí hvorki Grønland ella Føroyar megna at klára seg uttan blokkstuðlinum úr Dan- mark. Men hvat hendir, um tað verður funnin nógv olja út fyri grønlendsku og før- oysku strendurnar? Hvat nú um tað lønar seg at vinna út gull í Grønlandi? Um bú- skapurin bráddliga als ikki er nakar trupulleiki? Hetta eru nakrir av spurningun- um, sum verða settir sum upplegg til hoyringina. Kalda kríggið av og hvat so! Víðari verður spurt í sama uppleggi: -Hvat skal til fyri at teir norðuratlantisku borgararnir í ríkinum fram- vegis vilja vera ein partur av felagsskapinum? Og kunnu teir ikki eins væl finna aðrar áhugaverdar partnarar úti í stóru verð? So kemur tíðin at gera upp, hvat vit, danir, vilja, og um vit í heila tikid vilja hava ríkisfelagsskapin at halda fram! Nú Múrurin er fallin, kaldað kríggið er av - og vit ikki longur hava brúk fyri Grønlandi og Thule- stødini fyri at fåa vælvild og rabat í NATO við einum samleika (identiteti), sum vendir norðureftir - burtur frá Týskalandi. Um tað kemur hartil, at grønlend- ingar og føroyingar ikki longur eru bundnir at Dan- mark - mugu vit í Danmark gera upp, um vit eru bundin at teimum. Leiðlan í „Orientering“, sum ger sendingina, sigur víðari, at bæði tað søguliga - tað mentanarliga og sam- leikaliga sambandið - ella øvugt - í rikisfelagsskapi- num, fer at verða vidgjørt. Ætlanin er, at Annika Hoydal skal vera við í hoyr- ingini saman við tónleik- arum. „Orientering-deildin“ i danska útvarpinum fer ann- ars í november at taka upp spurningar, sum snúgva seg um sjálvstýrið og ríkisfel- agsskapin. Hetta kann eisini lesast á internetinum : dr.dk/ orientering/ Upplýsingar um sendingina kunnu eisini fáast við at venda sær til DR á telefon 35206018. |