Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-20, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. november 1998síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

PA A Nr. 221 — 20. NOVEMBER 1998 tíðindablaðið Beslan SOSU 23 nidur« og bleiv spælandi venjari hjå 2. lidi, sum spældi f Keypmannahavn- arseriuni. Skt. Jørgen dragnadi, og liðið fekk ongantíð somu styrki aftur. Mátti geva avboð til danska landsliðið Fyri Klæmint var hetta ein góð tíð. — Eg hevði tað gott í Før- oyum og í Mjølnir, men ftr- óttarlaga var hetta mín besta tíð, eisini tí spælararnir, eg spældi við, vóru ótrúliga góðir, sigur hann. Tað gekk eisini væl hjá Klæminti á vellinum — so væl at venjarin hjá danska A-landsliðnum hevdi boð eftir honum. — Eg var mitt í mini próv- tøku og hevði ikki stundir til at gera meira við flog- bóltin tá út yvir vanliga venjingina. Og lat tað bara vera sagt beinanvegin, at tað var ein bruttohópur, eg bleiv uttikin til, og at eg ongan kjans hevði havt at komið á endaliga liðið. Men sjálvandi hevði eg kunnað hugsað mær at roynt at vant saman við danska lands- liðnum, og eg tók úttgkuna sum eitt stórt kompliment. Tað var eitt tekin um, at onkur hevði lagt merki til mín, sigur hann. — Men hevði tú sum før- oyingur yvirhøvur havt loyvi til at spælt við danska landsliðnum, um tað skuldi komið til tað? —Ja… tað haldi eg í øllum fórum. Eg rokni við, at um tað skuldi blivið neyðugt, hevði eg fingið loyvi til tað, men so hevði eg kanska ikki kunnað spælt við Føroyum aftur. Har kann eg so eisini nevna, at Finngerð Sól- bjørg, sum eisini var ein frå- líkur flogbóltsspælari, men sum nú er givin, eisini var upp á tal til danska kvinnu- landsliðið einaferð. Eg var javnan og hugdi, tá danska landsliðið spældi, og eg havi so eisini havt høvi til at spælt og vant saman við og ímóti teimum flestu av teimum, og tað eri eg fegin um. Fluttu heim eftir u ára åtisetu september í fjør avgjørdu Klæmint og konan Christ- ina at flyta heim aftur til Føroyar eftir niggju ár í úti- setu. — Hví fluttu tit so heim aftur? — Eg veit ikki rættiliga. Onkur hevur fyrr spurt meg um tað sama, og tað er tor- ført at svara. Tað hevur helst okkurt at gera við tað, at vit nú skuldi taka eina avgerð um, hvar vit ætlaðu at seta okkum niður. Tað skuldi antin vera á Keypmanna- havnarleiðini ella í Føroy- um, og tað var mest eg, sum togaði hendavegin. Tað hevur helst okkurt at gera við heimlongsul — longsulin eftir tí gamla og trygga, sig- ur Klæmint og skundar sær at leggja afturat, at tey eisini høvdu tað gott og trygt í Danmark. Hann og Christina av- gjørdu, at skuldu tey flyta heim aftur, skuldi tað vera til Havnar, og tað sigur seg — Tað er heilt greitt, at Oyggjaleikirnir er málið, men á júst landslidsøkinum haldi eg man kann siga, at Flogbóltssambandið lutfalsliga hevur verið mest virkið av sersambondunum. Vit hava so at siga altíð havt ungdómslandslið, og við OyL og smálandakappingini, sum eru ár um ár, hava landsliðini avbjóðingar hvert ár, sigur Klæmint Isaksen sjålvt, at ein føroyskur flog- bóltsspælari, sum hevur verið upp á tal til danska landsliðið, ikki sleppur at ganga leysur leingi, tá hann kemur heim aftur til Føroy- ar. — Eg hevði tosað leysliga við Fleyr um eitt starv sum spælandi venjari, men so kom Mjglnir og spurdi meg meira konkret, og so bleiv tað til, at eg gjørdist spæl- andi venjari hjá barndóms- felagnum, greiðir Klæmint frá. — Tað hóskaði mær eisini væl, tí eg arbeiddi eisini eitt sindur í Klaksvík júst tá. Og væl gekk. Mjølnir hevði eitt sera gott kapping- arár í fjør, har bæði kvinn- urnar, sum Klæmint eisini vandi, og menninir endaðu sum føroyameistarar. — Í ár hava ørindini í Klaksvík ikki verið so nógv, og hugurin at ferðast ímill- um er ikki so stórur, so tá Fleyr aftur vendi sær til mín og spurdi meira beinleiðis, bleiv tað til, at eg nú eri spælandi venjari hjá mans- liðnum hjá Fleyr, sigur Klæmint. — Tað var sera hugaligt at vera venjari hjá Mjølnir í fjør, ikki minst tí bæði liðini vunnu føroyameistaraheit- ið, men tíverri eru umstød- urnar til flogbólt í Klaksvík út av lagi vánaligar. Lidini venja í eini fimleikahøll og spæla so dyst í Kf-høllini. Tað svarar nøkulunda til, at eitt fótbóltslið venur á ein- um hondbóltsvglli. Í Havn eru umstødurnar betri, og vit venja í eini itr6ttarhøll hvørja ferð. Fleyr tykist vera eitt gott og væl ríkið felag við eini góðari ung- dómsdeild, og mær dámar væl. »Stagnering« — Eitt av hæddarpunktunum hjá fóroyska flogbóltinum eru Oyggjaleikirnir, sum eru annadhvørt ár. Í fjør vóru úrslitini ikki heilt so góð sum fyrr, í øllum fórum ikki hjá monnunum. Sært tú nakra menning í fóroyska flogbóltinum? — Eg haldi ikki, at vit kunnu tosa um nakra aftur- gongd, hóast menninir ikki megnaðu at fáa nakað heið- ursmerki á Jersey í fjør (fyrstu ferð nakrantíð, at føroyska manslandsliðið ikki hevur fingið nakað heiðursmerki í OyL, blåm. ). Flogbólturin í toppinum er betri nú, enn hann hevur verið, men eg haldi, tað eru tekin um eina >stagnering<, sigur Klæmint Isaksen, sum umframt at vera venjari hjá Fleyr eisini er landsliðs- venjari hjá monnunum. — Har er ein ávís menn- ing, men tað eru teir somu, sum menna seg allatíðina. Tað er ov lítil tilgongd, og kappingin í 1. og 2. deild er alt ov lítil, heldur Klæmint. Tá vit spyrja, hví so er, svarar hann uttan at ivast, at tað fyrst og fremst er kappingin við hinar ítrótt- argreinirnar, sum er orsøk- in. Fótbóltsárið verður bert longri og longri, og kapp- ingin, sum altíð hevur verið við hina stóru vetrarítróttargreinina, hondbóltin, er framvegis hørd. — Harafturat kemur so, at hondbólturin er størri og organisatoriskt er betri fyri enn flogbólturin, vísir Klæmint á. Málið er betri úrslit á Oyggjaleikunum Næsta stóra avbjóðing hjá flogbóltslandsliðunum er Oyggjaleikirnir á Gotlandi í juni-juli komandi ár, og tað er eisini hetta, ið vant verður fram ímóti. — Tað er heilt greitt, at Oyggja- leikirnir er mál- ið, men á júst landslidsøk- inum haldi eg man kann siga, at Flogbóltssambandið lutfalsliga hevur verið mest virkið av sersambondunum. Vit hava so at siga altíð havt ungdómslandslið, og við OyL og smálandakapping- ini, sum eru ár um ár, hava landsliðini = avbjóðingar hvørt ár, sigur Klæmint. — Tað er sum heild nógv virksemi á landslidsøkin- um, og í ár hava vit valt at leggja tað eitt sindur ødrvisi til rættis við tað, at vit byrj- aðu at venja við einum bruttohópi longu í novem- ber í fjør, sigur hann. Sum nevnt var úrslitið á Jersey eitt lítið vónbrot, og Klæmint sigur eisini, at málið hesaferð verður at fáa eitt betri úrslit enn seinast, tá Føroyar endaðu uttanfyri heiðursmerkjaplássini. — Men sum eg segði í áðni haldi eg. at vit eru eitt sindur stagneraðir í Føroyum. Á Jersey taptu vit móti Got- landi fyri fyrstu ferð nakr- antíð, og Ísland hevur eisini ment seg sera nógv. Og so eru tað sjálvandi Aland og Saaremaa, sum eru eitt vet betri enn hini. Men Føroyar hava altíð verið mettar mill- um trý tey bestu liðini á Oyggjaleikunum, og tað ætla vit eisini at rókka kom- andi ár. Kappingin óheppið tilrættislegd Hóast flogbóltur av mong- um verður rópt heimsins størsta ítróttargrein, er å- hugin i Føroyum ikki so stórur — í øllum fórum ikki, um vit døma eftir áskoðara- tølunum. Klæmint heldur eisini, at tað er nógv, sum krevur bata í føroyska flog- bóltinum. — Tað er nokkso 6- heppið, at kapping- in skal vera løgd soleidis, at summi lið hava spælt seks dystir, meðan onnur bert hava spælt tríggjar. Men so eru vit aftur við trupulleik- an við høll- unum, og eg veit, at tað er trup- ult at leggja kapping- ina, sigur Klæmint og vísir eisini á steypakappingarnar, sum eftir hansara tykki liggja sera óheppið. — Mítt uppskot er, at vit leggja Fleyr-kappingina áðrenn sjálv landskappingin byrjar, Mjølnir-kappingina beint aftaná nýggjár, og Dráttur-kappingina eftir at landskappingin er liðug. Á tann hátt fáa vit eina kapp ing sum upptakt til lands- kappingina, eina í jólasteðg- inum og eina, tá kappingin er liðug, heldur hann Døming og venjarar Ein annar trupulleiki við flogbóltinum í Føroyum er sambært Klæminti, at spæl ararnir sjálvir noyðast út a dóma — Hetta haldi eg vera 6- heppið, tí hóast vit hava onkrar góðar dómarar, hava vit eisini nógvar, sum ikki eru so góðir. Flogbóltssam- bandið skipar fyri skeiðum av og á, men undirtøkan er upp og niður. Ikki tí, tað skilji eg væl. Sjálvur vil eg helst sleppa undan, tí eg vil konsentrera meg um at spæla. Men hetta hongur eisini helst saman við, at flogbólturin enn er so ungur í Føroyum, og eingin enn er farin at satsa upp á døm- ing, sigur hann. — Tað er ofta ónggd við dømingina, men sum oftast er tað »javnt býtt<, so tað loysir seg ikki at brúka tíð og orku uppá at grenja. Hin- vegin haldi eg, at ónggdin ofta hevur góða grund, og tað er spell, sigur Klæmint, sum eisini heldur, at ein gongd leið er at útbúgva føroyskar venjarar — Vit hava havt nógvar góðar útlendskar venjarar í Føroyum, men tað manglar líkasum at vit fáa fólk her heima at yvirtaka venjing- ina. „Gamlir menn« Men hvussu verður so í ár? Fer Klæmint at lyfta Fleyr upp í >gamlar hæddir< aft- ur? — Vit fara eftir FM-heit- inum, og eg haldi eisini, at vit hava kapasitet til at klára tað. ÍF hevur eitt sera gott lið í år, og sum eg skilji é lagnum arbeiða teir sera ser- iøst. Og Fram hevur eisini eitt gott lið, hoast teir kan- ska eru viknaðir nakað. Hinvegin hevur Mjølnir mist sera nógv fólk, og tað merkist. Vit eru væl fyri á nógvum økjum, men fyri at siga tað sum tað er, so er ein stórur partur av tí „gamlir menn«. Rutinan og teknikkurin er f lagi, men fysiskt er tad trupult vid smáskaðum o.g. Men eg iv- ist ikki í, at vit fara at gera okkum galdandi í toppinum í ár.