Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. november 1998síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

6 Bryndis á Dunga, mamma við ongum ansingarplássi til dóttrina: Tú fært ein slutur fyri ein slatur - Eingin virðing er fyri okkum borgarum í fyrisitingini. Ístaðin fyri eini greið boð og eitt nei frá ansingarkontórinum fært tú ein slutur fyri ein slatur. Akkurát sum vit ikki tola at hoyra eitt nei. Tað er á so lágum stóði. Upptókutreytirnar eru ikki nóg góðar og hóast tær eru har verða tær ikki fylgdar, sigur Bryndis á Dunga, mamma Rannvá, sum seinasta hálva árið hevur havt fimm ymisk ansingar- pláss. TURIÐ KJøLBRO Vit hava hoyrt søguna fyrr, men tað ger einki um hon verður endurtikin. Ikki færri enn 350 børn standa á bíði- lista til at sleppa á dagstovn í Havn. Foreldrini at hesum hálvt fjórða hundrað børn- unum eru meir og minni í eimi óhaldbarari og despe- ratari støðu, sum nívir tey hvønn tíma í døgninum, sum oyðileggur familjulívið og sum í síðsta enda gongur út yvir hetta lítla barnið, ið ikki er pláss fyri á stovni. Svørt dagrøkt, ung genta í húsinum, ommur, onkur her og har, sum bjóðar seg fram. Alt loysnir, ið kanska duga eina stutta tíð. Og so eru foreldrini úti í svartloysin- um og vónloysinum aftur. Hver kann ansa barninum í morgin. Í fimmaranum í útvarp- inum mikudagin hoyrdu vit søguna hjá Bryndis á Dunga í Havn. Og henda dagin So- sialurin hittir hana er hon heima hjá dóttrini, tí eina dagrøktarmamman er sjúk. Bryndis og maðurin, Fróði, eiga tvær døtur, Barbara, sum er 9 ár og Rannvá, sum júst er vorðin eitt ár. Tá ið Barbara var lítil var stødan nøkulunda tann sama sum i dag, tó ikki so vónleys, tí eftir sjey-átta mánaðir fekk hon eitt dagrøktarplåss. So heppin hevur Rannvá ikki verið. Og sum vit vita er hon ikki eitt eindømi. - Vit skrivaðu hana upp beint sum hon var fødd. Hó- ast vit bæði ringdu og vóru inni á gólvinum á ansingar- kontórinum, fingu vit einki at vita, ikki so frægt sum eitt nei. Tí varð stórur partur av farloyvinum brúktur til at stúra fyri, hvat skuldi henda, tá ið eg skuldi til arbeiðis aftur ístaðin fyri at njóta tíðina saman við barn- inum. Eg byrjaði at arbeiða aftur í mai, fekk unga gentu í húsið, men longu eftir tríggjar vikur fór hon í ann- að starv. Kanska kundi eg fáa eitt dagrøktarplåss, varð sagt, men so var ikki og frá síðst í mai til í august høvdu vit ongan at ansa dóttrini. Av berari vælvild frá ar- beiðsgevaranum fekk eg loyvi til at arbeiða heima hesar mánaðirnar. Vit vóru javnan inni á ansingarkon- tórinum, men tað varð ong- antíð sagt okkum, at stødan var vónleys og at vit máttu royna at loysa trupulleikan sjálv, greiðir Bryndis á Dunga frá. Trý ansingarpláss - Vit fingu eina svarta dag- røkt, men tað gekk illa. Rann- vá bara græt, treivst øgiliga illa og vildi ikki, hvussu vit so enn royndu at vera hjá hesi dagrøktini. Tað var øgi- liga ótrygt, tí tú hevði lyndi til at hyggja eftir, hvat kundi vera galið, kanna barnið um tú sást nakað á tí og vita, hvussu tað reageraði, tá ið tað sá hesa dagrøktina. Rætt og slætt njósning, har tú hevði eitt eyga á hverjum fingri. Tað kann ikki vera nøktandi. Og so stóðu vit har eitt sunnukvøld og høvdu ongan at ansa henni dagin eftir. So mátti eg ringja runt til fólk eg kendi, sum aftur kendi onkran og so fingu vit samansjóðað eina skrá. - Í dag er stødan tann, at hon verður ansað av trimum ymiskum persónum í vikuni og á tveimum ymiskum stød- um hvønn dag. Hon verður koyrd hvønn døgverdatima úr einum staði í annað. Hetta er so nívandi, men tað einasta vit kunnu gera. Og vit vilja ikki royna nakað annað, tí hon hevur verið útsett fyri so nógvum. Hon er so glað fyri at síggja okk- um, men tað er bara fyri at siga farvæl eina ferð afturat. - Úrslitið av hesum er, at tíðindablaðið SOSEUUTIN Nr. 222 — 21. NOVEMBER 1998 - Tað er forkastiligt, at kommunan fær grønt ljós frá landinum at útvega fleiri ansingarpláss, men tá ið tað kemur til stykkis vil landsstýrið ikki figgja sin part. Tað er at sleppa sær frá ábyrgdini, sigur Bryndis á Dunga. Rannvå svevur illa um næt- urnar, vaknar hvønn tima hverja nátt og er 6nøgd. Vit eru nøgd við tey, sum ansa henni, har omman er tann eini persónurin. Og hetta er av berari vælvild frá hesum fólkum, tí tey hava øll ann- að arbeiði. Trupulleikin er, tá onkrum av hesum berst frá og tað ger tað rættiliga ofta. Í hálvan annan mánaða havi eg mist 9 heilar og hálvar arbeiðsdagar, tí tað hevur ikki ligið fyri hjá onkrum av hesum trimum at ansa dóttrini. Og tað gong- ur aftur út yvir mítt arbeiði, sum er rættiliga planlagt við vitjanum, avtalum og fund- um. Arbeiðsgevarin hjá mær skilir tað, hann hevur verið í somu stóðu, men í longdini kann hetta ikki halda fram. Fyri at fáa alt at hanga saman brúki eg av feriuni, eg arbeiði um kvøldid og um vikuskiftið fyri at håla inn aftur tad eg forsømi. - Tad er øgiliga ørkyml- andi ikki at kunna lata barn- id å stovn ella dagrøkt og vita at tað er í góðum hond- um. Hon er alla tíðina í okk- ara tonkum og í dógverða- tímanum mugu vit so flyta hana. Eg havi sjálv trupult við at finna út av, hvar hon skal og onkuntíð havi eg koyrt skeivt eftir henni, ver- ið á veg eftir henni á einum staði, men so er hon á gðr- um staði. - Rannvá er eitt deiligt barn og hevði havt stóra gleði av at verið saman við ødrum børnum. Úrslit- ið av at so nógvir persón- ar eru um hana um dagin er, at hon svevur illa um næturnar, vaknar hvønn tíma hverja nátt og er ónggd, sigur Bryndis á , Dunga. Mynd: Alvur Haraldsen. Hvar er virðingin? Bryndis á Dunga fílist á, at Tórshavnar kommuna, ið annars hevur eina umfat- andi umsiting, ikki hevur stórri greiði á viðurskiftun- um, tá ið tað ræður um barna- ansing, bidilista, upptøku- treytir og hvørt av sinum. - Tá ið tå kemur á ans- ingarkontórið fært tú ein slutur fyri ein slatur ístaðin fyri eini greið boð. Akkurát sum vit ikki tola at hoyra eitt nei. Kommunan hevur kunngerðir, reglugerðir og upptøkutreytir at arbeiða eftir og annars gott innlit í til- og frágongdina á stovn- unum. Men ansingarkontór- ið megnar ikki at geva for- eldrunum eitt svar. Tað er á so lágum stødi. Reint fyri- sitingarliga er eingin virð- ing fyri okkum borgarum. Nú er ein arbeiðsbólkur sett- ur at fáa greiði á hesum og tað eri eg sjálvandi nøgd við, tí tað er einasta gongda leiðin, sigur Bryndis á Dunga. - Upptøkutreytirnar eru ikki nóg góðar og hóast tær eru har verða tær ikki fylgd- ar. Tað síggi eg hvgnn dag eg koyri framvið stovnun- um. Býtið er ikki rættvíst. Demi eru um børn, sum hava fingið pláss sum 3-4 mánaðir gomul, har for- eldrini gjalda líka til barnið er hálvt ára gamalt og klárt at fara á stovnin. Eg havi hoyrt stovnsleiðarar siga, at tey taka ein ávísan bólk inn, sum passar inn í skipanina á stovninum, soleiðis at børnini ganga skjótt igjøg- num. Skalt tú fáa barnið inn skal tað vera føtt í desemb- er, januar ella februar. Hvat við børnunum, sum eru fødd mitt ímillum. Eg havi hoyrt fólk sagt, at tey tora ikki at fáa sær fleiri børn, ti tey vilja ikki igjøgnum hetta stríðið aftur. Forkastiligt Nú hoyrist, at tingfólk ætla at taka spurningin upp og um neyðugt skjóta upp at játta 4-5 mill. kr. afturat á fíggjarlógini næsta ár, so allar umsóknirnar í Tinga- nesi um fleiri ansingarpláss verða játtaðar. - Tað er forkastiligt, at kommunan fær grønt ljós frá landinum at útvega fleiri ansingarpláss, men tá ið tað kemur til stykkis vil lands- stýrið ikki fíggja sín part. Tað er at sleppa sær frá Mynd: Alvur Haraldsen. ábyrgdini. At byrja at tosa um, hvat kommunuálitið leggur upp til á gkinum er heilt burtur við, tí tað er her og nú vit hava trupulleikan. - Langtíðarætlanin hjá kommununi við at útvega 30 ansingarpláss um árið loysir als ikki trupuleikan á ansingargkinum, og als ikki, tá ið samstundis verður tosað um at gera eina olju- útgerðarhavn á Sundi og at byggja flogvøll á Glyvurs- nesi. Hvussu nógv fólk fer at tílíkt arbeiðspláss ikki at draga til Havnar? Og hevur kommunan yvirhøvur hugs- að um tað? - Kommunan eigur ikki at sleppa við at ngkta 67 % av ansingartørvinum í Tórs- havnar kommunu. Tey skulu minnast til, at í ávís- um gkjum verða bert 33 % av børnunum ansað. - Felagið hjá foreldrum at småbørnum í Havn hevur gjørt eitt framúr gott ar- beiði, teirra partur liggur ikki eftir og tað er teimum at takka fyri, at so nógv verð- ur kjakast um hetta. Komm- unan hevur verið noytt at gjørt nakað við málið, tí tey hava rópt hart, sigur Brynd- is á Dunga at enda í viðtali.