týsdagur 24. november 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIGIUFiN
Internet: www.sosialurin.fo
hj
Erie líndenskov
Fíggjarleiðari:
Landgrunnsmarkið
Oddagrein
HÓAST tað er ógvuliga avmarkað - fyri
ikki at siga einki - hvat kemur út alment
um gongdina í marknatrætuni millum Før-
oyar og Bretland, so hevur ein varhugan
av, at vit eru við eitt týðandi vegamót i
hesum sera sera drúgvu samráðingum.
Kortini vita vit enn ikki, um hetta málið
enn einaferð verður jólatrell. At menn eru
varnir við at úttala seg er kanska væl
skiljandi, tí tað er hent fleiri ferðir undan-
farin ár, at tá tað sá út til, at avtalan var
komin í hús, so glapp kortini. Tað hevur
alla tíðina verið stoðan hjá landsstýri og
Uttanlandsnevnd, at ein avtala við Bret-
land skal tryggja okkum tað vit meta eru
okkara rættindi til ikki bert møguligt ríki-
demi í undirgrundini men eisini til ríki-
dømiå í havinum. Hóast vit og bretar hava
havt eitt fiskimark tó við tí undantaki, at
har eru grásonu millum, so má ein siga,
at tað hevur gingið væl at liva við hesi
„hálvu“ loysn. Hinvegin kann ein siga, at
miðlinjan nú hevur fingið hevd sum mark
og spurningurin er bara eftir, hvussu vit
definera grundlinjupunktini, tvs. tey pláss
á landi, sum skulu gera av, hvar ein mið-
linja skal ásetast út frá.
TAÐ hevur ligið á orðið, at ein avtala um
landgrunnsmarkið er við at koma undir
land. Samtíðis hevur verið víst á, at tá tað
kemur hartil, tá kemur eisini spurningurin
um endaliga at áseta fiskimarkið. Bretar
mugu vita, at hóast tað er avymarkað, hvat
grásonan kann geva av fiskimøguleikum
td. sammett við eitt møguligt oljurikidømi,
so hevur fiskimarkið ein slíkan politiskan
symbolskan týdning í Feroyum, sum
gongur út um tað reint búskaparliga virðið,
ið kann hugsast at verða í gråsonuni.
UM tað er so, at partarnir nú eru komnir
hartil, at tað einasta, sum skilur teir, er
ekið millum tær báðar versiónirnar av
miðlinju, so má sigast, at tað er komið
langt. Tí nettup hetta hevur alla tíðina verið
kravið frá foroyskari síðu, nevniliga, at tað
einasta, sum í veruleikanum er at stríðast
um, er økiå millum tær báðar miðlinjurnar.
Tað, sum er farið, er farið, men vit vilja
kortini minna bretar á teirra fullkomiliga
órímuligu krev frá byrjan av. Høvdu før-
oyingar tá ikki staðið saman sum ein
maður, tå sá hetta kanska nógv ødrvisi
út. Tað er greitt, at bæði bretar og vit hava
brúk fyri eini avtalu, soleiðis at oljuleiting
kann byrja. Út frá hesum skuldi ein trúð,
at báðir partar kundu gjørt okkurt slag av
avtalu, og vilja vit aftur her minna á eina
meguliga joint ventureavtalu, sum kann
gera, at oljuídnaðurin sleppur í gongd við
at leita í ollum økinum. Sosialurig
So upplivdi man tað
Jóannes Eidesgaard finst at Heina O. Heinesen, sum á
tingsins róðarapalli hevur skírt Jóannes Eidesgaard
landasvíkjara - enntá uttan at verða átalaður av for-
manninum, Finnboga Ísakson
Er kjakið í eini undantaks-
stóðu?
Mangt er uppi í hesum
døgum, sum ikki er, sum
tað annars plagdi at vera.
Mest av øllum minnir tað
um støduna, tá ið grinda-
boðini fóru um bygdina, og
menn meira ella minni
mistu tamarhaldið á sær
sjálvum. Tá var tað ein und-
antaksstøda, sum loyvdi
øllum ti, sum annars ikki
var vanligt. Grindabodini
settu vanligu spælireglurnar
år gildi.
Tå tad um fullveldid ræð-
ur, so er likt til, at vanligu
mannagongdirnar ella sidir-
nir ikki longur galda i kjak-
inum. Tå kunnu hampa-
menn loyva sær at skifta
ham, og fólk, sum ikki eru
við í kórinum, sum syngur
um fullveldið, tey kunnu
lættliga verða skírd bæði
líkt og ólíkt. Mildasta dóm-
in fært tú, tá tú bert verður
lagdur undir at vera ósak-
ligur. Men vit vita eisini, at
>landasvíkjari< nú eisini
hoyrir til vanliga orðavalið
hjá ávísum fullveldismonn-
um.
Tingmaður skírdur
sum landasvíkjari
Fíggjarlógin fyri 1999 var
til viðgerðar 7. og 8. ok-
tobur. Ég var tá staddur á
danatingi í arbeidsørindum
og hevði tikið farloyvi frå
løgtinginum, og varamaður
mín Mikkjal Sørensen úr
Porkeri hevði tikið sætið.
Men hetta forðaði ikki
formanni í tingbólki tjóð-
veldisfloksins at leggja í
vaðið og skíra meg landa-
svíkjara. Fyri rættleikans
skuld skal sigast, at, Heini
O. Heinesen, sum ve góði
tjóðveldismaður hánn er,
brúkti orðið "landsforred-
ari". Og hetta fekk hann
eisini loyvi til frá løgtings-
formanninum, tjóðveldis-
manninum Finnboga Ísak-
syni. Men lat teir báðar eiga
skommina.
Heini O Heinesen helt
seg hava funnið teir vísu
steinarnar, tá hann legði
meg undir at hava lýtt
danska forsætismálaráð-
harranum í oyra, hvat hesin
skuldu siga um ríkisstuð-
ulin í skiftistíðini í samband
við fullveldisætlanina.
Antin leggur Heini mær
ótrúlig evnir til, at eg so lætt
skal kunna ávirka ein for-
sætismálaráðharra til at siga
tað, sum eg kanska skuldi
ynskt. Annað er, hví skuldi
eg ynskt hatta svarið. Um
tað gerst veruleiki, at blokk-
urin verður munandi
skerdur, so komi eg eins væl
og onnur at kenna sviðan av
tí. Tað verður neyvan bert
Heini O Heinesen og aðrir
tjóðveldismenn, sum fara at
kenna sviðan. Triðja er, at
Heini O Heinesen neyvan
tilleggur Poul Nyrup
Rasmussen serlig evni, um
hann so lætt skuldi dansa
eftir mínari pípu og latið seg
ávirkað.
Hvat siga aðrir
danskir politikkarar?
Tá tingmenn høvdu fund við
Nyrup á tinghúsloftinum 11.
septembur, varð hann tríggj-
ar ferðir spurður spurningin,
um hvussu teir vildu stilla
seg til ríkisstuðulin í skift-
istíðini. Fyrst spurdi Bjarni
Djurholm, eg meini hann
spurdi tvær ferðir, og síðan
spurdi Kristian Magnussen.
Men allar tríggjar ferðir
gleið Nyrup av spurningi-
num, sum vit vanliga taka
til.
Síðan nevndi eg, at eg
sama morgun í Berlingara-
num hevði lisið tað, sum
Frank Áen úr Eindarlista-
num, Peter Duetoft úr CD
og Pia Larsen úr Vinstra
høvdu sagt. Tey søgdu sum
í ein munn, at jú størri sjålv-
stýri, jú minni fíggjarligur
stuðul úr Danmark. Tá fyrst-
ani svaraði Nyrup, har hann
eisini brúkti myndina við
pallettini.
Hevdi Jóannes Eides-
gaard kanska eisini lagt orð-
ini í munnin á hesum trim-
um politikkarunum, sum
ikki hoyra til danska javn-
aðarflokkin?
Síðan hevur Vinstrafor-
maður Anders Fogh Ras-
mussen verið og vitjað. Tá
var eg ikki staddur í Føroy-
um. Men hansara svar eins-
ljóðandi við tey fyrru.
So Heini O Heinesen og
annars teir, sum stuðlaðu
honum í tinginum handa
dagin, mugu nokk læra seg
at liva við, at hatta er ein
vanlig donsk politisk upp-
fatan av hasum viðurskiftu-
num.
Eg eigi so ongan lut í
henni.
Eg kann í hesum sam-
bandi siga Heina og hansara
monnum, at næstseinasta
fríggjadag stóð eg á Fólka-
tingi og vardi blokkstuðuls-
avtaluna, sum sjálvstýris-
landsstýrið gjørdi 10. juni,
har tit so meistarliga hava
tryggjað okkum óskerdan
blokk til og við ár 2001.
Hvar var hin árvakni
og eftiransni
n?
Eitt er, hvat Heini O Hein-
esen sigur, men annað er, at
tingformaðurin góðtók hetta
orðaval og hesar ákærur utt-
an so mikið sum at lata eitt
tað einasta orð fella.
Á sama fundi, eins og
hann ger á hvørjum fundi,
átalaði hann annars til høgru
og vinstru. M.a. fekk Vil-
helm Johannesen átalu fyri
at skíra taluna hjá Heina O
Heinesen fyri ”mjørkatos”.
Sjálvur eri eg átalaður fyri
at siga, at hetta var ein av
teimum góðu gomlu "par-
anoidu” tjóðveldisróðunum.
Og kemur tingmaður í gá-
loysni at gloyma at nevna
annan tingmann við eftir-
navni, so verður hann straks
átalaður. So seint sum
fyrradagin varð eg sjálvur
átalaður fyri ikki at byrja
viðmerking mína við at siga
"harra formaður". Og hetta
er uttan iva í lagi, men so
má alt annað eisini telja við.
Eg eri ótrúliga skuffaður
og vónsvikin av tingfor-
manninum, at hann ikki
megnar í slíkum at vera ob--
jektivur. Hann hevði alla
góðar grundir til at steðga
has: ákæruni. Hatta var ov
vánaligt, harra formaður.
Fyri tað fyrsta, tí hon var
so ótrúliga langt úti og so
púrasta burturvið. Eins væl
og Heini O. Heinesen og
Finnbogi Ísakson eru valdir
til at arbeiða fyri hesum
landi, so havi eg eisini ein
flokk og eina veljarafjøld,
sum velur okkum til sama
endamál.
Fyri tað næsta, so hevur
tað altíð verið góður ting-
siður, at fólk, sum ikki fáa
vart seg, skulu ikki við
navni viðgerast frá tingsins
Stuðlafelagið
Glottin
Jóannes Eidesgaard, for-
maður Javnaðarfloksins
rødarapalli. Og eingin var
nærri til at vita, at eg ikki
var f tinginum henda dagin
enn løgtingsformadurin, ti
hann hevði persónliga mót-
tikið umsókn mína um far-
loyvi.
Senda kæru til
n
Eg skal her til seinast boða
frá, at eg fari at senda for-
mansskapinum í løgtingi-
num eina kæru um hetta
málið, tí eg vil fegin hava
at vita, um hetta skoðsmál-
ið, sum Heini O Heinesen
her gav mær, eisini er eitt
skoðsmál, sum formans-
skapurin er samdur í, og um
hetta er nakað, sum for-
mansskapurin framyvir fer
at góðtaka.
Av givnum grundum fari
eg at senda skrivið til allar
fýra tingmenninar í for-
mansskapinum.
Jóannes Eidesgaard
legtingsmaður