Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. november 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 223 — 24. NOVEMBER 1998 Hondbóltur: Hóast teir fingu ikki færri enn 10 útvísingar og trý reyð kort, so megnaðu hoyvíkingar at basa Kyndlamonnum TERJI NIELSEN Teir 450 gjaldandi áskoð- ararnir, sum vóru til odd- adystin 'í bestu mans- deildini í hondbólti mill- um H71 og Kyndil sunn- udagin, fara neyvan at minnast dystin fyri vak- urt og flótandi hondbólts- spæl. Tað verða heldur tær mongu útvísingarnar og ljóta spælið, sum fara at seta seg í minnið hjá fólki. Gekk javnt á Tað var við spenningi, at fólk høvdu leitað sær í ítróttarhgllina á Nabb seinnapartin sunnudagin at síggja dystin millum H71 og Kyndil. Kyndil hevði fyrr í vik- uni tapt sín fyrsta lands- kappingardyst í hesum kappingarárinum, meðan H71 av álvara sá út til at hava fingið glid á sítt spæl. Tað var annars H7I, sum fekk bestu byrjanina upp á dystin. Tá ið fimm minuttir vóru leiktir, legði strikuspælarin Bårdur Brimvik hoyvik- ingar å odda 3-0, og tveir minuttir seinni var stýð- an 4-1 til H71. Kyndlamenn komu nú fyri seg, og samstundis sum teir fingu verjuna at virka, so fóru teir nú eis- ini at skora hjá Jens Skipaggtu í málinum hjá H71 Teir Kyndli komu á odda 6-4, men so komu hoyvíking- ar við aftur, og næstu løt- una gekk rættuliga javnt á. Stuttligt var hesa løt- una at eygleiða teir báðar íslendsku venjararnar hjá feløgunum. Eingin ivi er um, at báðir eru framúr- skarandi hondbóltsleik- arar, men hóast tað, so er stórur munur á teimum. Hans Guðmundsson hjá H71 er fyrst og fremst ein stórskjútti, meðan Jákup Jónsson hjá Kyndli er ein hondbóltsúrmælingur í allar mátar. Hann er ein góður skjútti, stinnur í verjuni, og so er hann eis- ini ein framúr góður spælskipari. Tá ið tað nærkaðist hálvleiki fóru hoyvíking- ar aftur nakað frá Kyndli, og við teimum báðum ís- lendsku feðgunum Hans Guðmundssyni og Finn- uri Hanssyni, á odda legði H71 seg try mál fram um Kyndil (14-11), áðrenn farið var til hálv- leiks. Hoyvíkingar hildu tørn —= Fimm minuttir inn í seinna hålvleik skorar Hans Gudmundsson sitt tíggjunda og seinasta mål í dystinum. Eftir hetta málið valdi Kyndil at mansverja íslendingin, men tað vísti seg, at fleiri grønklæddu úr av hinum leikarunum hjá hoyvíkingum tordu eisini at taka ábyrgd og royna seg við skotum upp á mál. So fór Kyndil undir at mansverja Finn Hansson eisini, og tá kom eitt sindur av stígi í hjá H71. Kyndil át seg nú spaku- liga inn á hoyvíkingar, men John Heri Dam, sum avloysti Jens Skipagøtu í málinum hjá H71, syrgdi við fleiri góðum bjarg- ingum fyri, at leiðslan hjá H71 allatíðina var eini trý mál. Um miðjan seinna hálvleik fóru hoyvíkingar tó aftur frá Kyndli, og tá ið 12 minuttir vóru eftir at leika, var stødan 23- 16 til H71, sum stutt frammanundan hevði fingið sítt fyrsta reyða kort, tá ið Olaf Vester- gaard fekk sína triðju út- vising. Kyndil kom upp å bædi 21-24 og 22-25, og h6ast Hans Gudmundsson nú eisíni hevdi fingið sína triðju útvísing og harvið reytt kort, so tóktist tað ongantíð verða nakar vandi fyri, at Kyndil fór at fáa H71 aftur. Til tað var Kyndla-álopið alt ov einstáttað, og høgra síða hjá teimum fór ongantíð at virka. Tað man var langt síðani, at teir tríggir Wardum-brødurnir, Hannis, Uni og Bjarni, tilsamans ikki hava skor- að meiri enn fýra mål í einum dysti 15 Anfinn Debes í skotroynd móti Peturi Magussyni. H71 vann uppiborið oddadystin móti Kyndli og er nú fremst í 1. deild hjá monnum Mynd: Alvur Haraldsen Dysturin fekk ein held- ur ógvusligan enda, tá ið ein hoyvíkingur og ein kyndlamaður brustu sam- an í seinastu sekundun- um, og hendingin førdi við sær, at Bárður Brim- vík hjá H71 fekk reyða kortið. Á dómaraseðlin- um stendur, at nærri frá- greiðing verður send HSF um henda tilburð. Dysturin endaði við einum sigri upp á 27-25 til H71. Vepiborin sigur er eingin 1vi um, at hoyvíkingar vóru betra liðið í dystinum, og at sigurin var fult uppibor- in. Tó skulu bæði liðini, einamest hoyvíkingar, gera sær greitt, at 6gvus- liga og ljóta spælið hjá teimum eru alt annað enn gott fyri føroyskan hond- bólt. Tað er stór skomm at síggja, at tað eru teir eldru og royndaru leik- ararnir, sum ganga á odda við hesum, og somuleiðis tá man hugsar um tann nógva sjónleikin, sum nú eisini er komin í hond- bóltin Kyndlamenn áttu at havt fingið meiri burtur úr dystinum, tá ið havt verður í huga, at teir høvdu so nógvar yvirtals- stødur, har teir vóru ein maður fleiri enn hoyvík- ingar, men tað vísir seg, at Kyndil hevur trupul- leikar við at gera sær dælt av hesum stóðum. Som- uleiðis kann tað tykjast, sum um teir grønklæddu hava ilt við at takkla mót- gang Hoyvíkingar hinvegin vístu ein framúr góðan stríðsvilja, sum ein og hvør man øvunda teim- um. Hóast verjan hjá teimum spælir rættuliga hart, so er hon eisini sera sterk, trupult er at sleppa framvið teimum. Er man so komin inn um verjuna, so hevur H71 í Jens Skip- agøtu og John Hera Dam tveir frålikar målmenn Dómararnir í dystinum, Hjalmar Petersen og Kristian Johansen, komu væl frá einari truplari uppgávu. Fi Spælandi venjarin hjá Kyndli, Jacob Jónsson, og hansara menn måttu ásanna, at H71-verjan er ein tann harðasta og sterkasta í landinum Mynd: Alvur Haraldsen