týsdagur 24. november 1998síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
18
ítróttar SOSlalurin
Neistin fekk ein hvøkk
Hondbóltur: Nýggja felagið hjá Runavikini hevur enn
einki stig fingið, men sunnudagin var sera nær við
Em L. JACOBSEN
Eins og kvinnurnar vóru
menninir hjá Neistanum í
Runavík sunnudagin, og
meðan kvinnuliðið vann við
tíggju málum, bleiv sigurin
hjá monnunum so lítil, sum
hann yvirhøvur kundi vera.
Neistin vann 30-29 á
Tjaldrinum, men við eitt
sindur av hepni kundi
Tjaldrið eisini fingið stig
burtur úr dystinum.
Tað gekk javnt á fyrstu
løturnar. Neistin kom upp á
2-0, Tjaldrið javnaði til 2-
2, Neistin kom upp á 5-2,
og Tjaldrið minkaði til 5-4.
Men so fóru Neistamenn
at draga frá. Teir komu upp
á 9-4, áðrenn liðini fóru at
skiftast um at skora, so
Neistin, tá sjey minuttir
vóru eftir av fyrra hálvleiki,
var á odda 14-8
Men so varð Jákup Sverri
Kass hjá Neistanum útvístur
fyri fyrstu ferð (í síðsta enda
fekk hann reyða kortið fyri
tríggjar útvísingar), og í tráð
við uppleggið hjá Tjaldrin-
um fóru teir í yvirtalsstød-
uni út at mansverja ein av
mótstøðumonnunum. Í hes-
um førinum var tað Kári
Mortensen, og tað vísti seg
at rigga væl. Tjaldursmenn
minkaðu frá 8-14 til 11-14,
og so var munurin lítil aftur.
Neistin fór til hálvleiks vid
leidslu upp å 16-12.
Seinni hålvleikur byrjadi
á sama hátt sum fyrri. Liðini
skiftust um at skora, og tá
tíggju minuttir vóru spældir,
var stødan 21-18 til Neistan.
Men nú kom ferð á hjá
heimaliðnum. Støðugt tóku
teir seg inn á måtstødulidid,
og tá tíggju minuttir vóru
eftir, vóru teir knappliga á
odda fyri fyrstu ferð í dyst-
inum, 24-23.
Men so brast aftur. Neist-
in gjørdi eitt ordans hál og
kom upp á 29-25, og bert
tríggir minuttir eftir av dyst-
inum. Men heimaliðið vísti
stríðsvilja og minkaði aftur
munin niður í eitt mål, 29-
28. Eins og í kvinnudyst-
inum frammanundan misti
Neistin nógv fólk hesar
seinastu minuttirnar. Páll
Nólsoy, Jákup Sverri Kass
(triðju ferð hjá honum) og
Ari Rouch vórðu allir út-
vístir, og spenningurin var í
hæddini. Tá so Karl Odd-
mar Rasmussen skoraði til
30-28 við minni enn einum
minutti eftir, så alt út til at
vera avgjørt. Men Tjaldrið
minkaði til 30-29, og í sein-
astu fimm sekundunum
fingu Tjaldursmenn enn ein
stóran møguleika, sum
kundi (og átti) at givið teim-
um annað stigið, men Dán-
ial Hansen var ikki nóg
kaldur í avgerandi løtuni.
Stór
Tjaldrið fekk einki stig frá
Neistanum heldur, og teir
hava nú tapt fimm ferðir á
rað. Hesaferð var munurin
so lítil, sum hann kundi
vera. Arnfinn Langgaard,
sum spælir við Tjaldrinum,
hevur sína grundgeving
fyri, hví so var:
— Tá vit komu upp í kapp-
ingina, var alt so knappligt,
og vit høvdu als ikki vant
nakað frammanundan. Vit
hava eisini tapt stórt móti
bæði VIF og StIF, men eg
haldi, at vit raktu botnin
móti strandingum. Nú eru
vit um at koma í venjing,
og tað sæst eisini aftur í tí,
at verjan er meira skipað,
og at vit orka at halda á ein
heilan dyst, sigur hann.
Arnfinn heldur eisini, at
dysturin móti Neistanum
var eitt gleðiligt prégv um,
at hóast nógv stendur og
fellur við Jens Martini
Knudsen, so eru eisini aðrir
á liðnum, sum kunnu taka
ábyrgd.
— Teir fóru at mansverja
Jens Martin, men tað kom
ikki óvæntað fyri okkum,
og tað gav bara meira pláss
til eitt nú Mortan Hansen,
sum spældi væl, samstundis
Nr. 223 — 24. NOVEMBER 1998
sum Jens Martin eisini fekk
tvey mál, meðan hann varð
mansvardur, sigur Arnfinn
Langgaard.
Tað fekk nógva umrødu,
tá hondbólturin á Runavík-
arleiðini valdi fyrst at taka
seg úr gllum kappingunum
og síðani at taka seg úr Nes
Sóknar Ítróttarfelag og
stovna sítt egna felag, men
Arnfinn heldur, at avgerðin
var rgtt.
— Í mínari verð er tað her
í Runavík ikki hugsingur
um at reka eitt seriøst hond-
bóltsfelag, tá tað er saman
við fótbóltsfelagnum. Tað
sum nú er spell, er, at vit til
venjing hava nóg nógv fólk
til at manna tvey lið, m.a.
fleiri unglingar, og so er tað
spell, at vit bert hava eitt
lið í kappingini og ikki hava
lið í t.d. 3. deild, sigur hann.
Poli Hansen
nýggjur venjari
Higartil hevur tað verið Jens
Martin Knudsen, sum hevur
tikið sær av venjingini, men
nú er greitt, at Tjaldrið fær
góðan styrk aðrastaðni frá.
Tað er strandingurin Poli
Hansen, sum í nógv ár fram
til seinasta kappingarár hev-
ur spælt vid StÍF, men sum
nú skal vera spælandi venj-
ari hjá Tjaldrinum.
Hóast Jens Martin gevst
sum venjari, verður hann
framvegis við sum spælari,
og tað skuldi gjørt Tjaldurs-
liðið enn sterkari. Og tá tað
so eru tekin um, at fleiri av
spælarunum, sum annars
eisini spæla fótbólt, eisini
taka hondbóltin í stórum
álvara, er nógv sum bendir
á, at felagið Tjaldur er kom-
ið fyri at vera, og at úrslitið
móti Neistanum sunnudag-
in var ein góð ávaring til
hini liðini, sum uttan iva
hava havt og framvegis fara
at hava lyndi til at undir-
meta Tjaldursliðið.
— Nógv fólk var í høllini
sunnudagin. Bert spell, at
vit ikki fingu stig, tí tað
hevði veruliga kunnað vakt
áhugan aftur her á staðnum,
sigur Arnfinn Langgaard.
Men kanska eru fyrstu
stigini heldur ikki so langt
burturi.
Neistakvinnur tóku
oddasessin aftur
Hondbóltur: Tað bleiv eingin endurtøka av fyrra dystinum, tá Neistin og GÍ/
Tjaldrið spældu í Runavík sunnudagin. Hesaferð var Neistasigurin væl
tryggari enn seinast
EmiL L. JACOBSEN
Tá kvinnuliðini hjá Neist-
anum og Gl/Tjaldrinum
møttust í ítróttarhellini á
Hálsi í 2. umfari av lands-
kappingini, var Neistin stór-
favorittur, men tá avtornaði
var munurin at enda ikki
størri enn eitt mál.
Neistakvinnur vóru av-
gjørdar um, at hetta skuldi
ikki henda aftur, tá liðini
hittust aftur sunnudagin,
hesaferð í høllini í Runavík.
Og havnarliðið beindi eisini
allan iva til viks beinanveg-
in og vann at enda so trygt
sum 27-17
Samansetta liðið hjá GÍ
og Tjaldrinum fekk bert eitt
mál fyrsta korterið av dyst-
inum, og tá var Neistin
longu komin upp á sjey, so
tað var beinanvegin greitt,
at hetta fór at gerast ein
trupul uppgáva hjá heima-
liðnum.
GlTjaldrið kom meira
við móti endanum, og hálv-
leiksstødan var 13-8 til
Neistan. Eitt skifti vóru
Neistakvinnur á odda 13-5,
men einu løtuna móti end-
anum av fyrra hálvleiki
høvdu tær heilar triggjar
spælarar útvístar í senn, og
tað gjørdi GlI/Tjaldrið sær
dælt av og fekk trý mál hesa
seinastu løtuna.
Í seinna hálvleiki var tað
framvegis Neistin, sum
hevði yvirvágina og tók seg
upp á 17-10, men so kom
stígur í. Eysturoyarliðið át
seg stødugt inn á havnar-
liðið, og upp á fimm min-
uttir var leiðslan hjá Neist-
anum minkað niður í 17-15.
Nú lá dysturin og vippaði,
men so fingu Neistakvinnur
um endan aftur, og at enda
vunnu tær 27-17.
Nógvir skaðar
Venjarin hjá Neistanum,
Páll Poulsen, var sjálvandi
væl nøgdur vid sigurin, men
hann kundi ikki vera nøgdur
við teir fimm minuttirnar av
seinna hálvleiki, tá GI/
Tjaldrið tók seg fimm mál
inn á Neistan, og Neista-
kvinnur vóru um at blaka
tryggu leiðsluna burtur.
— Vit gjørdu nakrar
royndir, tá vit vóru so langt
frammanfyri, men tað eru
sum heild framvegis ov
nógvir feilir í kvinnuhond-
bólti, heldur Páll
Kvinnuliðið hjá Neistan-
um hevur verið nakað skert,
tí lyklaspælarin Inga Dan-
berg bleiv skadd undir venj-
ing, áðrenn kappingin byrj-
Kvinnuliðið hjá Neistanum er nú aftur fremst
í 1. deild hjá kvinnum (Savnsmynd)
aði. Heidi Harviken, sum
hevur tikið nógva ábyrgd á
seg í ár, breyt ngsina her-
fyri, men spældi eitt sindur
Tað gjørdi
sunnudagin.
Katrin á Neystabg hinvegin
ikki, tí hon eisini hevur
skaða at dragast við.
— Tað kom illa við, tá Inga
bleiv skadd, tí allar fyrireik-
ingarnar, vit høvdu gjørt
undan kappingini, blivu nú
til fánýtis, sigur Páll Poul-
sen, sum ikki dylur fyri, at
ætlanin alla tíðina hevur
verið, at ein stórur partur av
spælinum hjá Neistanum
skal byggjast upp rundan
um hana.
— Nøsin hjá Heidi hevur
ikki fest seg heilt aftur enn,
men hon tordi kortini at
spæla sunnudagin og var
nógv við í seinna hálvleiki.
Men vit kundu spara Katrin
hesaferð, og tað kom væl
við, sigur Neista-venjarin.
Nú er Inga Danberg við
aftur, og sunnudagin skeyt
hon fimm mál. Tá dystar-
venjingin er komin aftur,
verður Neistin enn vanda-
miklari, og við gongdini,
sum er í løtuni, sær tað út
til, at tað verða Neistin og
Kyndil, sum fara at kappast
um gullið í ár. Har kann
Inga Danberg fáa ein avger-
andi týdning, ikki minst tí
Heidi Harviken neyvan
verður við alt kappingar-
árið.
Gl/Tjaldrið slapp ikki av
niðasta plássinum, sum tær
kappast við VB um at
sleppa undan. Bæði liðini
hava vunnið hvør sín dyst
móti hvørjumødrum, og nú
SUF sær út til at vera komið
nøkulunda fyri seg, er greitt,
at botnstríðið í ár verður
millum hesi bæði liðini.