týsdagur 24. november 1998síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
20
Nr. 223 — 24. NOVEMBER 1998
Lítil undirtøka fyri at minka
um talið av liðum í 1. deild
Fótbóltur: Talið av liðum í ovastu deildunum skal ikki broytast. Tað bleiv dyggiliga staðfest á árliga fundinum
millum FSF og felggini, ið varð hildin í B36 húsinum leygardagin
Leygardagin var árligi
fundurin millum FSF og
føroysku fåtbéltsfeløgini
hildin í B36 húsinum. Sal-
urin var væl mannaður av
umboðum frá øllum feløg-
unum umframt umboð fyri
venjarafelagið, dómarafel-
agið, landsliðsvenjarar.
Haldgrím Gregersen, fyrr-
verandi formaður í Gøtu Itr-
óttarfelag, hevði eisini leit-
að sær suður til Havnar at
lýða á, hvat feløgini høvdu
at bera fram. Nógv mál vóru
innkomin, og tí hevur FSF
gjørt av at hava tveir fundir
afturat. Annar verður nú 5.
desember og snýr seg um
kvinnufótbóltin. Ungdóms-
fótbólturin verður umrødd-
ur á fundi 13. februar.
Nær er haldgóð orsøk
til ikki at meta upp?
Fyrsta punkt á fundinum
var ein eftirmeting af farna
kappingarári.
Dánjal Andreasen, for-
maður í kappingarnevndini,
legði fyri at svara spurning-
um, sum feløg høvdu sent
til fundin
Til spurningin um, hver
haldgóð orsek er ikki at
meta til dyst, fer kapping-
arnevndin eisini í framtíðini
at meta um í hverjum ein-
støkum føri. Hví skulu allir
leikarar revsast, av tí at ein
persónur hevur hugt skeivt
í ferðaætlanina? Hetta er
komið fyri eina ferð í 12 ár!
Endamálið fer altíð vera at
avgreiða dystir á vellinum.
Gul og reyð kort
Skipanin við gulum og
reyðum kortum bleiv fyri
nøkrum árum síðani broytt.
Núverandi skipan áleggur
feløgunum at fylgja við,
hver leikari hevur leikbann.
Dánjal legði áherðslu á, at
tað var åbyrgdin hjá feløg-
unum at fylgja við, ti FSF
ikki kann, av tí einfaldu or-
sek, at dómaraseðlar ofta
ikki koma inn fyrr enn
tríggjar til fýra vikur eftir
dystarlok.
Samskiftið við
landsliðsleikarar
Eitt av feløgunum filtist á
samskiftið millum FSF og
landslidsleikarar. Jens Erik
Magnusen, ið er formaður í
Landslidsnevndini, helt, at
tað var keðiligt, at bodini
onkuntíð komu gjøgnum
fjølmidlarnar.
— Vit halda, at vit gera alt
fyri at bodini til landslids-
leikarar eru so greid sum
tilber. Tað er óheppið, at
leikarar fáa boðini gjøgnum
fjølmidlarnar, men ofta er
tað so, at leikari gerst
skaddur stutt undan lands-
dysti, og tá eru fjølmiðlarnir
ofta skjótari úti við tíðind-
unum, enn vit eru. At U14
landsliðið luttók í kapping
niðri í Aberdeen var orsakað
av sera góðum tilboði frá
Aberdeen, ið vit ikki kundu
lata vera við at taka av. Vit
høvdu annars meldað av-
boð. Tíðin gekk undan, og
tí settu vit okkum í samband
við venjaran hjá HB-smá-
dreingjunum, ið játtaði at
taka uppgávuna. Málsetn-
ingurin er annars heilt klárt
at halda feløgini væl orient-
erað.
Ein upp- og
niðurflytingardyst
Harry Benjaminsen, venjari
í LÍF, spurdi um ikki tað var
eitt hugskot at leika bert ein
upp- og niðurflytingardyst
á uttanveltaðum velli. Petur
Simonsen nevndi møgu-
leikan at leika bådar dyst-
inar sama vikuskifti, leyg-
ardag og sunnudag. Magn-
us á Stongunum úr Eidis
Bóltfelag nevndi møguleik-
an at fara aftur til gomlu
skipanina við tveimum nið-
urflytarum og uppflytarum.
Eftir svarini frá Fótbólts-
sambandinum og viðmerk-
ingarnar úr salinum blivu
umboðini fyri feløgini býtt
í fýra bólkar at viðgera
kappingina framyvir. Mál-
ini, sum blivu vidgjørd,
vóru m.a., at útivallarmál
skulu telja meira í steypa-
kappingini, dómaraskipan-
in, leiðara/venjaraútbúgv-
ingin, fótbóltsskúlin, talið
av liðum í ovastu deildun-
um og reglugerð fyri áhuga-
leikarar.
Útivallarmál telja meir
í sjeynskanpindni
Tað varð hildið at vera gott
hugskot, at útivallarmál í
steypakappingini skuldu
telja meira, um lið vóru jøvn
á stigatalvuni. Fekst heldur
ongin avgerð av hesum,
skuldu innanhýsisdystir av-
gera og í síðsta enda um-
dystur. Í landskappingini
skuldi ongin broyting vera
Dómaraskipanin
Lassin Isaksen, formaður í
Dómarafelagnum, helt tað
vera frálíkt hugskot, at fel-
øgini, um tað bar til, tóku
dystirnar upp á video og
lótu dómaran fáa eintak av
dystinum.
— Hetta kunnu vit nýta
sum undirvísingaramboð
bæði fyri okkum sjálvum,
men eisini, tá skeið verða
hildin.
Annars tekur Lassin fult
undir við, at dómarar skulu
loysast frá feløgunum.
Hann tekur ikki undir við
sjónarmiðinum, tí at hann
ivast í, um dómarar speku-
lera í fyrimunum fyri sínum
egna felag, men tí tað hevði
hóskað seg betri, kanska
serliga fyri áskoðararnar.
Leiðaræ og
Menn og kvinnur á fund-
inum vóru samd um, at
venjaraútbúgvingin er nær-
um so góð sum tilber, með-
an spurningurin um leiðara-
útbúgving haltar. Hóast
venjaraútbúgvingin inni-
heldur leiðsluspurningar, er
hetta ikki nøktandi. Nevnt
bleiv uppskot um at fáa
leiðara- og venjaraútbúgv-
ing sum valgrein í fram-
haldsdeildini. Jákup Mein-
hard, LÍF, dugdi ikki at í-
mynda sær hetta hugskot
vinna frama. Hann legði tó
afturat, at skúlin á Ziskatrød
í Klaksvík hevði givið 10.
flokki rúm fyri skeiðum, og
at eitt ungdómsvenjaraskeið
møguliga kom upp á tal. Tá
verður ikki bert hugsað um
fótbóltsvenjing, men eitt
breitt grundleggjandi skeið,
ið gevur fatan av at arbeiða
við ungdómi yvirhøvur,
segði Jákup Meinhard.
Fótbóltsskúlin
Jóhan Nielsen, venjari hjá
GÍ og límur í útbúgvingar-
nevndini, helt, at broytingar
mugu gerast í sambandi við
fótbóltsskúlan. Fótbólts-
skúlin må vera á fleiri stød-
um í landinum. Havnin,
Toftir og Klaksvíkin hýsa
skúlanum sum er, men Suð-
uroyggin t.d. átti at havt
skúlan eisini. Jóhan segði
tað vera sera trupult at fáa
venjarar, og serliga tí var tað
sera strævið at fáa skúlan at
rigga nóg væl. Hann helt,
at praktiska ábyrgdin av
skúlanum skuldi ligið hjá
feløgunum, meðan tann
fyrisitingarligi parturin var
FSF's. Høvudsinnihaldid er
tað sosiala. At fáa vinfólk
ymsastaðni frå úr Føroyum,
samstundis sum lært verður
at spæla fótbólt. Í tí sam-
bandinum vísti Petur Sim-
onsen á, at verður skúlin
byttur út á fleir stød, so
missa vit kanska júst ta sos-
ialu dimensiónina.
Ongin broyting
í ovastu deildunum
Spurningurin um talið av
liðum í teimum trimum ov-
astu deildunum hevur verið
nógv vidgjørdur í fjølmidl-
unum seinastu tíðina. Á
fundinum reisti FSF spurn-
Fótbóltssambandið hevði
fund við feløgini í B36-
húsi i jari
ingin og vildi hava at vita,
hvat feløgini søgdu. Jens
Erik Magnussen frå F6t-
bóltssambandinum segði, at
teir onki uppskot hava til,
hvussu kappingin skal
síggja út. Spurningurin
bleiv viðgjørdur í bólkum.
Allir fýra bólkarnir førdu
fram, at meiriluti var fyri at
varðveita kappingina í ver-
andi líki. Formaðurin í
Havnar Bóltfelag, Gunnar
Mohr, segði, at ein vansi í
løtuni er, at gloppið er ov
stórt, men hann helt, at tað
fór at stabilisera seg.
— Alt krevur sína tíð. Ein
fyrimunur við verandi skip-
an er, at stóru feløgini koma
út á bygd. Á Sandi bleiv
áhugin rættiliga kveiktur í
1978, tá ið TB og HB leiktu
Ísafjarðarsúlufinaluna. Tey
stóru feløgini kunnu kanska
finna saman í onkrum gðr-
um høpi, segði HB-formað-
Formaðurin í KÍ, Svend
Jacobsen, segði stóra spurn-
ingin vera, hvussu vit fáa
10 góð lið. Onki svar bleiv
givið.
— Men okkurt er, sum
haltar við steypakappingini.
Hon er ikki nóg áhugaverd.
Kanska skuldu tvær steypa-
kappingar verið? Í yngru
deildunum hevði tað kanska
verið eitt hugskot at havt
økisdeildir. T.d. Suðuroygg-
in móti B68, Gl og NSÍ.
Sjúrður Horsdal, formað-
ur í B36, førdi fram, at B36
ikki hevur reist henda
spurningin.
— Eg bleiv sera kløkkur,
tá ið eg hoyrdi tað. Vit
høvdu als ikki vidgjørt mål-
ið, men tað hava vit gjørt
nú. B36 ynskir fleiri dystir.
Hvussu hetta skal gerast,
vita vit ikki rættiliga. Ein
møguleiki er at spæla dup-
ultkapping við seks liðum,
men hetta er ikki ein gongd
leið. Ein annars møguleiki
er at hava 12 lið. Summar-
steðgurin er í so langur, kan-
ska hevði tað borið til at
leikt hálvaaðru kapping við
10 liðum?
Sjúrður vildi gjarna spæla
dystir mitt í viku, eitt nú
mikukvøld. Hann helt, at
tað ofta kendist so leingi
millum vikuskiftini at bíða
eftir næsta dysti.
Jákup Meinhard, umboð
fyri LÍF, helt at okkurt mátti
gerast við verandi struktur.
— Gera vit onki fyri at
bjarga okkum, fara øll at
verða taparar. Sum nú er eru
dystirnir ikki nóg gevandi,
og tí fer landsliðsfótbólturin
eisini at svíða. Eitt hugskot
hevði verið at gjørt eina
yrkisdeild.
Jákup Meinhard legði aft-
urat, at orðini vóru hansara
persónligu, og ikki sjónar-
mið hjá Leirvíkar Ítróttar-
felags >...
sn
Ongin beinleiðis niður-
stóða bleiv gjørd, men tað
var helst heldur ikki neyð-
ugt. Bólkarnir høvdu talað
greiða talu!
Reglugerð fyri
áhu karar
Á síðsta aðalfundi varð litið
Fótbóltssambandinum til at
gera eina reglugerð fyri á-
hugaleikarar. Bæði feløgini
og FSF ásanna, at neyðugt
er við eini reglugerð, sum
onkursvegna tryggjar øllum
pørtum, at lógloysi ikki
valdar í føroyska fótbólts-
heiminum. Fleiri feløg hava
longu undirskrivað leikara-
sáttmálar, m.a. fyri at
tryggja sær eitt ávíst tal av
leikarum, men brúk er eisini
fyri greiðum reglum fyri
tey, ið spæla fótbólt av >á-
huga<. Hvussu farast skal
fram, tá ið áhugaleikari
flytur frá einum felag til
annað, og hver kostnaðurin
skal vera. Somu bólkarnir
vidgjørdu hetta mál á fund-
inum, og nidurstsdan var,
at FSF er á góðari leið hes-
um máli viðvíkjandi, tó at
onkrar broytingar mugu
gerast í reglugerðini.
Eitt sindur av kjaki stóðst
av, hvert børn undir ein á-
vísan aldur áttu at verið tik-
in við? Jóanes Ellefsen,
MB, spurdi, um reglugerðin
nýttist at galda fyri øll børn?
Gunnar Mohr, HB, heitti á
feløgini at ansa eftir ikki at
svínabinda leikarar undir 15
ár. Formaðurin í B36 helt
tað vera burturvið at tosa
um krónuupphæddir fyri
leikarar undir 18 ár og segði
at B36 grundleggjandi er
ímóti tí. Harafturat segði
Sjúrður Horsdal, at penga-
upphæddirnar í uppskotin-
um fyri leikara, ið flytur í
annað felag, skulu munandi
niður. FSF førdi fram, at
ongin grund var at óttast, at
leikarar ikki fóru at sleppa
at spæla fótbólt, um ósemja
var uppstaðin millum tvey
feløg um leysgeving av
leikara. Ti kappingarnevnd-
in kann altid skera igjøgn-
um og útflýggja loyvis-
bræv. Men tad er ivaleyst
rætt, at vit eiga at umhugsa,
um tað er rætt, at børn eru
við í hesi reglugerð, segði
Dánjal Andreasen formaður
í kappingarnevndini.
Væle fundur
Fundurin, id var sera væl
eydnaður og á høgum stødi
bæði í viðgerð og atburði,
hevði sum so ikki nakrar
itøkiligar niðurstøður. FSF
nytir fundin sum eitt baro-
metur at vita hvørja kós fel-
øgini ynskja. Í so máta kom
nógv áhugavert fram, sum
Fótbóltssambandið nú kann
arbeiða við fram til aðal-
fundin, sum verður tíðliga í
A IÐA