mikudagur 25. november 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Havsins ár
Oddagrein
TAÐ er skilagott av Fiskirannsóknarstovuni
at gera nakað burturúr, nú vit hava havsins
ár. Okkara ungdómur hevur ikki iongur tað
náttúrliga tætta sambandið við fisk og fisk-
iveiðu, sum var vanligt fyrr. Tí er tað gott, at
Fiskirannsóknarstovan hevur havt tey kunn-
ingartiltøk, ið verið hava.
TAÐ eru eisini aðrar orsøkir at fegnast.
Samskiftiå millum stovnin og restina av
samfelagnum hevur verið ov nógv merkt
av briksli og negativum práti frá fiskivinnuni.
Nú fiingu vit eina mynd av, at annað enn
kvotur, T.A.C. o.s.fr. er í tí starvsøki, stovn-
urin hevur. Annars kann sigast, at síggja vit
burtur frå endaleysa kjakinum um stovns-
røkt við Føroyar, so hevur Fiskirannsóknar-
stovan havt nekur merkisverd úrslit tey
seinastu árini. Lunnar eru lagdir undir veiðu
eftir fiskasløgum, ið vit valla trúðu vóru á
okkara leiðum ella kundu fiskast lønandi av
okkara flota. Vit kunnu t.d. nevna fiskiskap
eftir búrfiski, gulllaksi, havtasku, tunfiski og
nú kanska høgguslokki. Hetta er ein fjøður
í hattin á stovninum og eigur at verða hildið
fram á hesi leið — sjálvandi í neyvar sam-
vinnu við vinnulívið.
NAKAÐ, sum tó er felags fyri hesar rættiliga
væleydnaðu royndir er, at tær í nógvum
forum grunda seg á fiskiskap, ið aðrir hava
havt áðrenn okkum. Tað ger einki. Tað hevur
eisini sín lærdóm við sær. Millum annað
lærir tað okkum, at vit mugu finna fram til
allan tann fiskiskap, ið fer fram á føroyskum
øki og hvussu hann verður framdur í verki.
SØGAN um tunfiskin, sum vit hava hoyrt
um í nógv ár, men sum vit ongantíð, hóast
royndir, hava dugað at fiskað, hann átti at
lært okkum nakað.
SOMULEIÐIS eigur høgguslokkurin á Før-
oya Banka, ið er neyvt umtalaður í skotskari
trolarasøgu, at kunnað givið eitt sindur, um
vit fiska hann rætt. Landsstýrið fíggjaði
royndarfiskiskap eftir hesum fiski fyri 15
árum síðani. Hann miseydnaðist — helst tí
vit nýttu annan hátt at fiska hann enn skotar,
ið bjargaðu mongum ísfiskatúri á Føroya
Banka við hesum fiskiskapi.
ENN eru helst nógv fiskasløg eftir at troyta
á føroyskum eki, antin sum ískoytisvinna
ella partvís hevuðsvinna hjá einum ella fleiri
skipum og bátum. Um vegurin fram er at
>lúra< aðrar av, so er at gera tað neyvt og
ruddiliga. Her sær tað so út til, at okkara
Fiskirannsóknarstova hevur funnið sær eina
rók. Góða eydnu.
Sosialurin
I
Yvirskot, blokkstuðul og annað
Hesa seinastu tíðina hevur
verið fokuserað nógv uppá
tað hall, sum fiskivinnan
undir Føroyum gevur. Bú-
skaparfrødingar geva okk-
um, við sera avgjørdum
meiningum um orsgk og
virkning, uppskriftina uppå,
hvussu vit kunnu venda hall
til yvirskot.
Ásannandi at alt er rela-
tivt og at mátin, tå lesur
roknskapin uppá, er avger-
andi fyri úrslitið, farið eg at
biðja blaðið endurprenta
grein, sum stóð í norska
blaðnum Fiskaren 26. juni í
ár. Í felagsskrivinum hjá
Meginfelag Utróðrarmanna
hava vit umrøtt hana, men
eg haldi, hon skal fáa fult
rættvísi, serliga nú, og verða
prentað í fullum líki.
Jú, fiskivinnan kann sakt-
ans klára seg uttan blokk-
stuðul, men hvussu er
vorðið aðrastaðni?
Chris Jan Michelsen
800 Tveroyri
ES Em
Altjóða arbeiðsskapandi verkætlanin!
Tað hevur tey seinastu árini
verið arbeitt við eini altjóða
arbeiðsskapandi verkætlan
fyri Føroyar, sum vakti
miklan ans millum teir seri-
øsu, aktivu og motiveraðu,
ið er ein fortreyt.
Tað er skapur ein altjóða
miðdepil í Føroyum, har ið
ein heilur hópur av familj-
um, hjúnum og einstakling-
um kenna til altjóða for-
rætning, handil og markna
við atliti til heimaparty
kring landið.
Tað, hesin altjóða for-
rætningsháttur byggir á, er
nýggjastu forrætningsskip-
anir, kallað Multi Level
Marketing, og Network
Marketing, ein praktiserar
viðv. firma og forrætnings-
avtalur uttanlands.
Tað verður skipað fyri
fundar- og skeiðvirksemi,
og venjing, at kunna keyp-
arar og seljarar um at ar-
beiða sjålvstødugt í altjóða
hopi, og at uppbyggja keyp-
ara- og seljarabólkar, ið
skapa fortreytir og grundar-
lag fyri altjóða forrætnings
virkseminum. Tað sum
framtíðin bjóðar hesum er,
at keyp og søla verða skipað
privat heima hjá keypara,
ella eljara eftir avtalu, uttan
fyri vanliga afturlatingartíð,
og hvørs keypari ogseljari
verður kunnaður um vgrur-
nar, og fær høvi til at royna
hesar. Tað dagliga sam-
skiftið og samstarvið fer at
ganga um telefon/fax og
internet, hvat ið flestu
húsarhald hava útvegað sær,
við atliti til slílkar forrætn-
ings møguleikar, sum ein
dagliga hevur fingist við at
kunna fólk um.
Tað eru fleiri forðingar,
ein hevur fingið beint av
vegnum hesi seinastu árini,
so ein fær betur skipað for-
rætningsviðurskifti aftan á
at hava havt byrjunartrupul-
leikar, sum førdu við sær,
at ein hevur mist rættuliga
nógvan pening.
Tað er marknaður fyri
heilsu- og kosmetikkvørum
i Føroyum, gåvu- og pryd-
islutum og stuldrarskipan-
um, og tólum, ið ein fæst
við. So hóast stóran áhuga,
hava nógv óviðkomandi
roynt at oyðileggja forrætn-
ingarnar og hevur ein ikki
mist mótið.
Tað er ein heilur hópur av
familjum og einstaklingum,
ið kunnu uppliva at røkka
slíkar dreymar, at byrja for-
rætnings møguleikar, sum
ein hevur skapt í Føroyum,
og hvar ið ein lættliga kann
upparbeiða eina årsløn um
mánaðin. Tað hevur fyrr
verið kunnað Toll- og Skatt-
stovu, Tolldeild og Post-
verki um slíkar forrætnings-
møguleikar, og at ein skal
ogna sær ein av startpakk-
unum, fyri at byrja slikar
forrætningar, og hvar ein
ikki betalir toll og m.v.g. av,
tað ger ein fyrst, tå ið ein
bileggur vørur.
Tað hevur fyrr verið
kunnað í føroyskum blød-
um, niðri í Danmark og
heima i Føroyum, og hvørs
hesi eisini hava lagt einum
fordingar í vegin og mót-
arbeitt einum, ið skaptu
byrjunartrupulleikar = og
saman við ødrum, og er tað
hugstoytt.
Tað hevur eisini verið
kunnað Telefonverkinum
um týdningin at opna linjur
frá Føroyum til Danmarkar,
so ein kann ringja ella faxa
til altjóða free phone nr., ið
altj6da fyritøkur hava, og
har ein betalir bert fyri at
ringja niður til móttakaran
i Danmark.
Tad eru samskiftis- og
samstarvstrupulleikar ein
fæst vid at loysa, so at ein
fær gongd å forrætnings
virksemi at skapa sær eitt
livibreyð, og at hjálpa ødr-
um í gongd við tað sama,
og hvers ein hevur lagt
nógv í at motivera hesi.
Hans Birgir Hansen
OM leiðarar vitja
Trúboðaraskipini Logos og Doulos
Dagarnar 26. og 30. no-
vember vitja leiðarin fyri
Operation Mobilisation
(OM) í Danmark, Børge
Klit Johansen, og leiðarin
fyri skipatænastuni hjá OM,
Dale Rhoton, í Føroyum.
Teir fara at luttaka á fund-
um í Havn, Klaksvík og í
Eysturoynni, har teir m.a.
fara at greiða frá arbeiðnum
hjá OM.
Ein aitjóða
felagsskapur
OM er ein altjóða kristin fe-
lagsskapur, sum hevur til
endamáls at boða evangeli-
ið kring allan heim. Hetta
verður gjørt m.a. við skip-
unum >Doulos< og >Logos
Il«.
Fleiri føroyingar hava
gjøgnum árini verið úti og
virkað við OM, og skipað
verður tí eisini leygarkvøld-
ið fyri samkomu fyri fyrr-
verandi OM 'arar.
Í løtuni eru tríggir føroy-
ingar við skipunum.
Trupult at finna
sjófólk
Seinastu tíðina hevur tað
verið sera trupult at finna
útbúgvið og roynt fólk til
skipini at vera á brúnni,
maskinmeistararúminum
ella dekkinum. Hetta hevur
ført vid sær, at »Doulos« í
einar tveir mánaðir fyri tað
mesta hevur ligið stilt.
Vónað verður, at hendan
vitjanin fær kveikt hugin í
fleiri føroyskum sjómonn-
um at fara ein ella fleiri
túrar til skips við >Doulos<
ella »Logos Il«.
Umboðsmaður fyri OM í
Føroyum er Hjørleif Vang í
Kaldbak.