mikudagur 25. november 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
——
Nr. 224 — 25. NOVEMBER 1998
tíðindablaðið SESalurin
15
Politiskt viðmerking:
Rætleiðing til bræv frá starvsfólki
á Toll- og Skattstovu Foroya
Í Dimmalætting í gjár er eitt
lesarabræv frá starvsfólki á
Toll- og Skattstovu Føroya,
sum er dagfest Térshavn
19.11.1998, sum skal eitast
at vidgera tad, sum eg m.a.
førdi fram undir fyrstu vid-
gerð av løgtingsmålunum
nr. 39 og 40, sum eru upp-
skot til broytingar f åvika-
vist tolllógini og meirvirð-
isgjaldslógini.
M.a. er ein av broytingu-
num, at innkreyjingin og
panting formelt skal flytast
frá Føroya Gjaldstovu til
Toll- og Skattstovuna.
Eins lítið eg av prinsipi-
ellum grundum alment finn-
ist at alment settum starvs-
fólkum, einstaklingum ella
starvsbólkum, ein lítið ætli
eg mær út í eitt kjak við
tykkum sum starvsfólk á
Toll- og Skattstovuni. Men
tó nakrar rættleiðingar.
Tá tit insinuera, at eg skal
hava sagt (ella latið skinið
igjøgnum), at um Toll- og
Skattstovan fekk inkrevj-
ingina, so fór alt arbeiðið at
detta á gólvið, er ikki rætt.
Hetta varð ongantíð sagt.
Men eg segði, at hetta í
míni tíð sum landsstýris-
maður var eitt >satsnings-
øki«, har vit við øllum góð-
um kreftum royndu at
byggja nakað skilagott upp.
Og uppgávuna fekk Gjald-
stovan tá, men eg eg havi
skilt, at henda er flutt til
tykkara fyri einari tíð síðan,
og nú skal tað formella fáast
upp á pláss.
Tit kunnu neyvan kenna
meg sera væl, tá tit bein-
leiðis siga, at eg leggi fót-
onglar í vegin fyri samstarvi
innan almenna umsiting.
Nei, tað eigi eg ikki lut í.
Men eg taki mær tó rætt til
sum løgtingsmadur at seta
fram spurningar til broyt-
ingar, sum eg ikki beinleiðis
hava fingið nakra sakliga
grundgeving fyri. Og tá ið
eg haraftrat havi sitid við
ábyrgd fyri målsøkinum, so
hevur málið mín serliga á-
huga.
Ég gjørdi annars undir
viðgerðini vart við, at iva-
leyst funnu vit umsitingar,
sum trongdu til åbøtur, so
lat okkum heldur brúka ork-
una til tað, heldur enn at
broyta tað, sum eftir øllum
at dóma virkar.
Samlaðu eftirstødurnar
(incl. rentur) eru frá febr.
1996 til okt. 1998 farnar frá
505.556.630 mió. kr. til
438.036.716 mió. kr. Hetta
er ein veruleiki, hóast vit
vita, at nakað er upprudd-
ing.
Samlaðu veðhaldsskyldur
landskassans eru eisini
minkaðar ótrúliga nógv
seinastu árini. Tað er nú ikki
tí, at lánini eru afturgoldin,
tvørturim6ti.
Skuldi eisini verid 6neyd-
ugt at upplyst tykkum um,
at eg ikki var samdur í teim-
um bygnaðarbroytingum,
sum fóru fram í umsiting-
ina. Møguliga er henda av-
gerð um innkrevjingina ein
liður í somu broytingum.
Tað hava vit ikki enn fingið
svar uppá, men fíggjar-
nevndin hevur sagt, at hon
vil kanna málið nærri.
Viðmerkingin um, at eg
ikki kláraði at seta álíkning-
arskipanina í gildi er ósak-
lig, og eg ivist ikki í, at fyrr-
verandi stjóri tykkara, nú-
verandi fíggjarstjóri kundi
rættleitt tykkum eisini hes-
um viðvíkjandi. Nøkur ar-
beiði fevna um longri tíð
enn skeiðið hjá einum
landsstýrismanni, og eitt
nýtt landsstýri byggir á
herðarnar á tí undnafarna.
Um mínir kritisku spurn-
ingar elva til eitt stríð mill-
um starvsbólkarnar á Toll-
og Skattstovuni og Gjald-
stovuni, so harmar tað meg
almikið, men tað dugi eg
hóast alt ikki at síggja, at
eg havi lagt upp til, og hev-
ur tað so ikki verið tilætlað
Tit skriva í endanum í
brævinum, soleiðis lesi eg
tað í hvørfall, at eg eri ein
av teimum, sum rópi upp
um, at almenna umsitingin
er so dýr og tí má rationali-
serast. Men tykkum nýtist
ikki at fara í andstøduna ella
eftir fyrrverandi landsstýris-
monnum, um tit vilja finna
hasi sjónarmiðini. Tit sita í
løtuni nærri réttu viðkom-
andi.
Annars eru vit langt frá
enn komnir á mál í øllum
hesum trupulleikum. Og eg
vil fegin boða frá, at vit í
Javnaðarflokkinum vilja
geva okkara fulla stuðul í
arbeiðinum:
— atforða vøkstri í pri-
vatum og vinnuligum eftir-
stødum
få
Jóannes Eidesgaard
— atgera greiða reglur
um mgl. eftirgeving av
privatari og vinnuligari
skuld til tað almenna
— at effektivisera inn-
krevjingina
— at forða fyri avlag-
ing av kappingini millum
vinnuvirkir orsakað av al-
mennari skuld
— 0.g. neydugum til-
tøkum
Jóannes Eidesgaard,
løgtingsmadur
Eftirlønaravtalan millum Starvs-
mannafelagið og Føroya Li
Vid hesi eftirlønaravtalu
hevur Starvsmannafelagið
lagt lunnar undir framtíðar
arbeidsmarknadareftirløn-
ina hjá limun sínum, ið eru
uml. 1.250 í tali.
Eftirlønaravtalan tekur
hædd fyri, at tann einstaki
limurin fær møguleika at
byggja upp eina ngktandi
persónliga eftirlønarskipan,
eins og henda skipan, í
ávísan mun, er við til at bóta
um vansan við stuttu inn-
gjaldingartíðini hjá teimum
eldru limunum.
Eftirlønaravtalan byggir á
tríggjar høvudstættir, ið eru
staðfestir í eini høvuds-
avtalu.
1: eftirlønargrunnur
2: persónlig eftirlønar-
skipan
3: samstarvsavtala
Samlaða gjaldið, ið verður
inngoldið til hesa skipan,
verður býtt í tveir partar.
Tann eini parturin verður
inngoldin til eftirlgnar-
grunnin, ið umsitur sam-
lagstrygging og ískoytis-
eftirlgn. Hin parturin fer til
eina persónliga eftirlønar-
skipan.
Fram til 01.01.1999 fer
alt inngjaldið í grunnin.
Tann 01.01.1999 hækkar
eftirlgnarinngjaldið til
5,5%. Tá verða 2,5% sett í
grunnin og 3% verða inn-
goldin á persónligu eftir-
lønina.
So hvørt sum inngjaldið
veksur, er tað tann persón-
ligi parring; sup verður =
útbygður.
1: Eftirl unnur:
(samhaldsfastur partur)
Grunnurin fevnir um:
Samlagstrygging:
(útgjald við deyða) Limir,
upp til 50 ára aldur kr.
500.000,- í einum, skatta-
frítt. Limir, 51 ár og eldri
kr. 300.000,- í einum, skatt-
afrítt
Iskoytiseftirløn:
Vid eftirlønaraldur 67 år kr.
100.000,- f einum, skatta-
fritt.
Grunnurin er skipadur vid
eini sjålvstødugari nevnd
undir Starvsmannafelag-
num, sum stjórnar eftirløn-
argrunninum. Nevndin og
Starvsmannafelagið áseta
rætningslinjurnar fyri
grunnin og støddina á veit-
ingum. Virksemið er út-
greinað í eini reglugerð, og
førdur verður ein sjålvstød-
ugur roknskapur fyri grunn-
in.
2: Personlig eftirlønar
skipan:
Av tí at inngjaldið er lágt í
byrjanini, verður gjaldið til
persónligu eftirlønina í
fyrstu atløgu brúkt til eina
uppsparing, sum verður út-
goldin í einum. Møguleiki
er fyri at broyta útgjaldið
til eina lívlanga veiting,
áðrenn farið verður úr starvi
við eftirlønaraldur. Við
deyða áðrenn náddan eftir-
lønaraldur, verður upp-
sparda virðið útgoldið.
Her verður-sostatt ikki.
innbygt nøkur trygging í
=
FØRDYA LIVSTRYGGING
vstrygging
Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, Tummas Eliassen, stjóri á Føroya Livstrygging og Karsten
Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
sambandi við 6arbeidsføri
og deyða í fyrstu atløgu.
Lívstryggingin er í hesum
uppskoti partur av sam-
haldsfasta grunninum.
Gjaldsundantøka:
Verður arbeiðsorkan skerd
við 2/3 ella meira, fellur
inngjaldið til persónligu eft-
irlønina burtur aftan á 3
mánaðin kstaðin ander Før- -
oya Lívstrygging eftirlønar
gjaldið, so leingi óarbeiðs-
førid stendur vid, um neyð-
ugt heilt fram til eftirløn-
araldur. Gjaldsundantøka
verður veitt uttan mun til,
hvussu eftirlønartryggingin
er samansett.
Møguleiki fyri víðkan:
Ein eftirlønarskipan er eitt
fíggjarligt trygdarnet, tí eig-
ur:hon at setast saman-við:
* elliseftirløn
* veiting við deyða
* veiting við 6arbeidsføri
* gjaldsundantøku
So hvørt sum inngjøldini
vaksa, verður møguleiki
fyri at byggja út persónliga
partin við veitingum í sam-
bandi við
+ óarbeiðsfgri
+ hjånafelagseftirløn
* barnaeftirløn vm
Mynd: Jens Kristian Vang
Eisini er møguligt at gjalda
eyka inn í sambandi við per-
sónliga partin. Á henda hátt
verður møguleiki fyri at
samanseta eftirlønarpartin í
tråd við egnan tørv og ynskir
3: Samstarvsavtala:
Her er mannagongdin út
greinað í sambandi við dag
ligu umsitirgina