mikudagur 25. november 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ka UU
Nr. 224 — 25. NOVEMBER 1998
Fleyr og Mjølnir møttust
eisini í kvinnudeildini
sunnudagin og var dysturin
hjá monnum einsrættaður til
fyrimuns havnarmanna, so
var dysturin hjá kvinnunum
tað beint øvugta. Mjølnir
smurdi Fleyr av, so dyggi-
liga.
Tað vóru tó havnargent-
urnar sum løgdu harðast út.
Tær løgdu seg á odda í
fyrsta setti og einu løtuna
vóru tær á odda 6-2. Men
so kom av álvara stígur í.
Mjølnir yvirtók spælið og
áðrenn Fleyrkvinnurnar aft-
ur høvdu fingið eyguni upp,
so vóru klaksvíksgenturnar
stroknar avstad uppá 12-6.
So kom stígur í hjá Mjølni
eina løtu. Tær tóku sær eitt
sindur av løttum, meðan
Fleyr-genturnar vístu, at eis-
ini tær duga at berjast fyri
sigrinum.
Men hetta ver stokkutur
hiti, tí Fleyr megnaði ikki
meir enn upp á 12 stig. Tá
søgdu klaksvíkingarnir at
nú var nóg mikið og vunnu
settið 15-12.
Annað sett var ein verri
ein hjá Fleyr. Mjølnir gent-'
urnar struku avstað og við
góðum spæli vístu tær
havnargentunum hvar skáp-
ið skuldi standa. Tær vunnu
annað sett við heili 15-5.
Orsgkin til hetta stórtap
var, at Fleyr-genturnar púra
góvu skarvin yvir. M6ttøk-
urnar vóru út av lagi vána-
ligar og tá gongur einki. A-
lopsspælið verður ov eins-
táttað og tískil verður ov
lætt hjá klaksvíkingum at
verja fyri álopunum.
Mjølnir hevur eisini fing-
ið góðan styrk í ár, tí Helen
á Lakjuni, sum var einasti
landsliðsleikarin á ÍF liðn-
um, sum varð tikið úr kapp-
ingini í fjør, er í år farin at
leika við Mjølni. Hon er
komin væl frá skiftinum og
er fallin væl inn á liðið hjá
Marjun Kalsø.
Fleyr hevur eisini havt til-
gongd í ár, men tað er bara
ikki nog mikið til rættiliga
at kunna gera seg galdandi
á ovastu rók.
Men tað er verri, at spæl-
ararnir hava gloymt at
kempa. Í dystinum sunnu-
dagin sá einu løtuna út til at
tær tóku sær alt ov nógv av
løttum serliga tá hugsað
verður um, at tær fyri eini
viku síðani høvdu væl og
virdiliga fatur á Mjølni í
finaludystinum í FK-kapp-
ingini. Men tað hjálpti alt
so lítið kortini tí Mjølnir
vann annað sett.
tíðindablaðið SOSlalun
Mjølnir er best
Flogbóltur, kvinnur: Aftaná dystin sunnudagin millum
kvinnuliðini hjá Fleyr og Mjølnir er eingin ivi um at tað
er Mjølnir, sum hevur tað besta liðið í kvinnudeildini
Triðja sett gjørdist eisini
ein avgreiðsluspurningur í
hesum dystinum og Mjølnir
vann eisini hetta settið klárt
og týðuliga. Triðja sett end-
aði við einum 15-7 sigri til
Mjølnir og tískil kundu tær
fara aftur til Klaksvíkar við
tveimum stigum og einum
góðum settmuni.
Mjølnir kortini
ikki fremst
Hóast hetta var fjórði sig-
urin hjá Mjglni í landskapp-
ingini í ár, so liggja tær ikki
á ovastu rók í kappingini.
Kappingin er so undarliga
háttað í år, at eitt nå Dráttur
hevur spælt tríggjar dystir
fleiri enn Mjølnir nú bert
góður hálvur annar mánað-
ur er farin av kappingini.
Mjølnir hevur spælt fýra
og vunnið allar, meðan
Dráttur hevur spælt sjey og
vunnið fimm.
Hvussu flogbóltssam-
bandið ætlar at fólk skulu
kunna halda skil á slíkum
er ikki til at vita, men so-
leiðis er kappingin løgd.
Men fyri tað at Mjølnir
ikki er fremst, so eru tær
kortini besta lið í deildini.
Tað er tað eingin ivi um.
17
Hóast Fleyr royndi at steðga Mjølnir í blokkinum, so vóru tað klaksvikgenturnar,
sum drógu longra stráið tá tær vunnu greiðan 3-0 sigur á Fleyr sunnudagin
Mynd: Álvur Haraldsen
hjá monnunum
Flogbóltur, menn: Dysturin millum Fram og ÍF var ein endurtøka av finaluni í FK-kappingini og
ÍF fekk hevnt tapið í finaluni, tí teir vunnu dystin trygt 3-0
Sum dystirnir higartil
hava háttað sær, so er lagt
upp til at kappingin um
FM heitið skal standa
millum ÍF og Fleyr. Sein-
asta vikuskiftið sá út til at
Fram ætlaði sær at blanda
seg í toppstríðið, men í
dystinum móti IF um
vikuskiftið fingu teir
greiða ábending um at tað
kann fara at gerast trupult.
Tó so, vónirnar eru ikki
av fyri Fram, verri enn so,
tí hósdagin kemur Fleyr á
vitjan í Eysturskúlanum
og vinnur Fram tann dyst-
in, so er kappingin meira
opin aftur.
Tað er nú einaferð so,
at tað skal nokk so lítið til
áðrenn eitt lið, sum hevur
vunnið nógv, brádliga tap-
ir. ÍF, sum higartil í ár hev-
ur vunnið allar sínar dyst-
ir, hevði eitt serstakliga
vánaligt vikuskifti, tá FK-
kappingin var. Teir vunnu
SÍ, men kundu eins væl
havt tapt og teir taptu móti
Fram, bæði í innleiðandi
umfarinum og í finaluni.
Einasti líkinda dysturin
hjá ÍF var dysturin móti
Fleyr í semifinaluni, og
tann dystin vunnu teir.
ÍF setti seg á dystin frá
byrjan og vísti, at teir ætl-
aðu sær at vinna. Teir
hava sterkar spælarar á
miðjuni og tá teir fáa
blokaduspælið at virka
sum tað skal, so er torført
at koma ígjógnum við
álopsspælinum hjá mót-
stødulidunum.
Soleidis var eisini leyg-
ardagin. Fram royndi og
royndi, men striltid gekk,
serlig tf at blokadan hjå
ÍF var tøtt sum tróðrið.
Eitt annað, sum altíð
hevur verið vørumerkid
hjá ÍF er, at teir eru sera
raskir í defensiva spælin-
um. Spælararnir eru kvik-
ir sum køttar og hava ein
ótrúligan vilja at fáa bóltar
upp aftur, sum sýnast tapt-
ir. Eisini hetta spælið vístu
teir í auluni í Eysturskúl-
anum leygardagin. Og tá
so er, mugu tey flestu lið-
ini í Føroyum lúta.
Jákup Helgi
í essinum
Eitt annað, sum gjørdi seg
galdandi var, at Jákup
Helgi Egholm spældi ein
branddyst. Hann var rætti-
liga í essinum og vann all-
ar bóltarnar, sum hevarin
hjá ÍF, Odd Eliasen, tveitti
út til hansara. At so Odd
eisini hevði ein sera góð-
an dag gjørdi ikki støðuna
verri hjá ÍF — minni enn
so.
Alopsspælid hjå Fram
var meira stirvið, og tað
var serliga blokaduspæl-
inum hjá ÍF fyri at takka.
Sigmund av Teigum, sum
er ein framúr góður
smashari, slapp íikki
ígjógnum blokkin hjá IF,
og tá so er, er trupult hjá
Fram at vinna, tí Sigmund
er berandi spælarin á liðn-
um.
Jens Heri útvístur
Í øðrum setti hendi nakað,
sum sjáldan hendir í før-
oyskum flogbólti. Jens
Heri, sum man vera næst-
drúgvasti Fram-leikarin,
misti trådin og gjørdist í
ødini inn á dómarin. Tað
er ikki serliga skilagott, tí
tað er nú einaferð dóm-
arin, sum hevur seinasta
orðið í dystinum og tað
vísti hann eisini hesaferð.
Jens Heri fekk kort fyri
at brúka seg, men tá hann
helt fram gjørdi dómarin
Fuglfirðingar ovastir
ikki mætari enn at vísa
honum av vellinum fyri
restina av settinum.
Tá hetta hendi, hevði IF
lagt seg framum við 10-
5, og teir vunnu settið 15-
8. Løtuna eftir útvísingina
fekk ÍF trý stig og so var
settið so at siga vunnið.
At Fram so fekk trý stig
afturat hevdi bara kosmet-
iskan tydning, ti tad var
bara ein spurningur um
tid, nær IF vann.
IF vann eisini tridja sett.
Tað vunnu teir 15-11 og á
henda hátt fingu teir sagt
so ruddiliga takk fyri síðst
við Fram. Venjarin hjá IF
Suni Hansen sigur, at
hann hevði ikki væntað at
tað fór at ganga so lætt, tí
munurin millum liðini var
ikki so stórur seinasta vik-
uskiftið.
— Men tað vísir bara, at
vit klára okkum ikki bara
Sosialurin - vit við tí føroyska itrottinum
við at spæla 80 prosent av
tí vit kunnu. Vit skulu
spæla 100 % alla tíðina,
ti annars tapa vit. LiØini
eru jøvn, og tað krevur at
vit geva okkum alla tíð-
ina.
Tað defensiva
arbeiðið orsøkin
Spurdur um orsøkina til
at fuglfirðingar vunnu
dystin sigur Suni Hansen:
— Vit vóru ótrúliga
hepnir í blokkinum frá
byrjan og tað gjørdi, at
teirra álopsspæl ongantíð
fungeraði.
— Harafturat fingu vit
verjuspælið hjá okkum at
fungera beinanvegin og
tað hevur alt at siga. Gólv-
arbeiðið var framúr gott,
og vit fingu fatur á tí
mesta. Tá so einstakir
spælarar vinna næstan alt
sum teir slåa, so er torført
hjá mótstøðuliðnum at
vinna. Men tann størsti
munurin var, at vit góvu
okkum 100 prosent allan
dystin.
IF er framvegis einsa-
malt á odda hjá monnun-
um og tað sær út til at teir
hava gott tak á hinum lid-
unum. Teir hava nú spælt
móti gllum liðunum í
deildini og tá liggur ein
væl fyri til næsta umfar.