Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. november 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ger Tórshavnar býráð virkisfort Oddagrein At kommunulógir: ikki virkar, sum hon skal, eru viðurskiftini í Tórshavnar býráð eitt gott dømi um. Í samgonguni í Tórshavnar býráð eru tríggir flokkar, sum hevdu átta av trettan býráðs- limum. Fýra fólkafloksmenn, tveir tjóðveld- ismenn og tveir javnaðarmenn. Seinast í apríl hendi tað, at Fólkaflokkurin í býráðnum fór í tvíningar - tí Páll Petersen og Ingi Mohr ynsktu, at býráðið keypti graslíkisvallir frá eðrum - dýrari - seliara. At ein flokkur kann slíta eina samgongu upp á eitt so spinkult mál, sigur nakað um, hvussu skroypulig samanseteingin hjá Fólk- aflokkinum í Tórshavnar býrað er. Annar fólkafloksmaðurin, Páll Petersen varð kortini skjótt »keyptur« innaftur í samgong- una, men ingi Mohr, sum annars alla sína tíð hevur sitið uttanflokka í byråånum, ikki fann heimaftur í Fólkaflokkin. Býráðssamgongan fekk kortini meirilutan aftur, men nú við sjey av trettan býráðslim- um, og tyktist nú at bera til at arbeiða víðari. Men allar súður vóru kortini ikki syftar, tí nú hevur andstaðan saman við Inga Mohr meiriluta í tímum av byrååsnevndunum - sum eru krumptappurin í býráðsarbeinum. Andstødan fekk tí formannin í sosialu nevnd, í mentanar nevndini og í umhvørv- isnevndini. Býráðið sleppur ikki at velja nevndimar umaftur, fyri á tann hátt at fáa demokratiska meirilutanum í býráðnum demokratiska meirilutan í nevndunum aft- ur. Her haltar kommunulógin - tí sjálvandi átti tað at borið til at valt nevndimar umaftur, so sleppast kundi undan, at ávísir persónar kunnu spæla hund við býráðsarbeiðinum bara fyri at vinna verandi býráðsmeiriluta neisur. Anfinn Kallsberg legmaður umsitur komm- unumál í landsstýrinum. Og tað er hann, sum skal leggja nýggja kommunubygnaðin fyri tingi. Men eins greitt er tað, at henda broyting ikki fær gildi í bræði. Tí hevði verið rættast at gjørt ta lítlu broyt- ing í kommunulógini nú, at býráðið kann velja nevndirnar av nýggjum í virkisskeið- num. Virkisskeiðið hjá hesum býráðnum má galda frá tí at samgongan er skipað, til sama samgonga ikki er til meira. Gamla sam- gongan við ollum fólkafloksmonnunum er ikki til, nú er samgonga millum Tjóðveldis- flokkin, Javnaðarflokkin og part av Fólka- flokkinum. Á tann hátt ber til at gera Tórshavnar býráð virkisført aftur. ; ; Sosialurin Javnaðarflokkurin skal vera lættur at skilja Viðmerkingar til okkurt í lesarabrævi hjá Manna Persson í Sosialinum 24. novembur Góði Manne, takk fyri tað vælmeinta brævið, tú hevði í bladnum týsdagin 24. nov- embur. Eg sigi vælmeinta, tí eg lesi millum reglurnar, at tú í grundini ert samdur við politikki okkara. Tú hevur eitt solidariskt sinna- lag. Tú harmast, tá órættur er gjørdur móti øðrum t.d. tjóðveldismonnum o.s.fr. Tú harmast eisini um, at summi fólk skilja ikki boð- skap Javnaðarfloksins, sum tú óivað kundi fylgt, um flokkurin dugdi betur at bera boðskap sín fram. Eg lesi við gleði í hjarta- num, at tú ert nær í ætt við okkum "frelstu” javnaðar- fólk, og uttan iva er tað við tí í huga, tú roynir at rætt- leiða okkum. Vit í Javnaðarflokkinum eiga sjálvsagt at taka væl ímóti tínum hugsanum um politikk okkara. Vit eiga beinanvegin at fara greiðari út við ætlan Javnaðarfloks- ins um viðurskiftini í ríki- num. Tað er týðiligt, at tá ein so fróður maður sum Manne Persson tekur til í Sosialinum, at Javnaðar- flokkurin meinar nakað undan valunum, sum hann ikki meinar eftir valini, so er okkurt dundrandi galið. Her er tørvur á greiðari talu, tí eg havi hoyrt onkran ann- an tjóðveldismann siga tað sama. Eg havi enntá hoyrt onkran sjálvstýrismann, sum heldur, at Javnaðar- flokkurin meinti ikki tað sama eftir valið sum frammanundan. Tá soleiðis er statt, so eigur flokkurin sjálvsagt at útleggja boð- skapin so greiðan, at hesi vælvildarfólk skilja okkum, tí tey, sum einki vilja hava við javnaðarhugsjónina at gera, eiga vit ikki at spilla tíð uppá. “Fullveldi" - Vælferðarsamfelag Manne tekur serstakliga tvey javnaðarmál fram í brævi sínum, nevniliga spurningin um "fullveldid” (fullveldid er ikki í sær sjålvum okkara navn til nakad sum helst) og væl- ferðarsamfelagið. Tá talan er um “fullveld- ið", vit kalla tað ein sátt- mála millum tvær tjóðir við somu tign og somu virðing fyri hvørji aðrari, so haldi eg, at Manne gloymir at vera serigsur. Sjálvsagt skulu javnaðarfólk og tjóð- veldisfólk hava rætt at hava sína egnu hugsan um, hvussu viðurskiftini land- anna millum eiga at vera frameftir, uttan samstundis at skíra hvgnn annan fyri konservatismu, vera ímóti allari nýhugsan ella at vera fongd við óhugnalig syn- drom. Solidariska hugsjónin Eg haldi, at tað var stórt spell, at tað lukkaðist hjá Fólkaflokkinum og Sam- bandsflokkinum at fáa fólk, sum siga seg hava virðing fyri javnaðarhugsjónini, at ganga í fleiri bólkum. Søm- uligari hevði tað verið fyri allar tjóðveldismenn við tí hugsjónini og javnaðarfólk at sett seg niður at tala sam- an við tí solidarisku sam- felagsskipanini sum grund- Hverjir litir eru í føroyska flagginum? Hetta er eitt av málunum, ið rættarneynd løgtingsins skuldi viðgera á fundi í gjár JOHN JOHANNESSEN Hvøt er tann rætti blái lit- urin og hvør er tann rætti reyði liturin í tí føroyska flagginum? Hetta er ein spurningur, ið ofta hevur verið settur millum prent- smiðjufólk, málarar og onnur, ið takast við at fram- leiða føroysk fløgg í ymsikum sniðum og til ymsik endamál. Men nú ætla Høgni Hoydal og landsstýrið at beina fyri gllum iva viðvíkjandi litu- num á føroyska flagginum. Í løgtingslóg nr. 42 frá 17. juli 1959 stendur, at før- oyska flaggið er hvítt, fag- urreytt og azurblått. Hetta er ikki nóg mikið til at stað- festa rætta litin á føroyska flagginum, og tískil hevur Høgni Hoydal, landsstyr- ismaður, vegna landsstýrið lagt fram uppskot um, at altjóða talkodurnar fyri hesum litum verða skoyttar uppí lógina. Sostatt verður eftir orðið "fagurreytt” sett PMS 186 og eftir orðið az- urblárandaður sett PMS 3005. Hetta uppskot varð eftir 1. viðgerð tann 6. novem- ber 1998 bein í rættar- nevndina, og varð tað við- gjørt á rættarnevndarfundi í gjár. arlag, við tí solidariska væl- ferðarsamfelagnum sum grundarlag. Demagogi?? Góði Manne, tú skilir ikki, at Javnadarflokkurin ikki tekur undir vid fullveldis- uppskotinum hjå landsstyr- inum. Tú sigur: “Tað ber ikki til at vera ímóti gllum broytingum og nýhugsan, og bert føra gamlan vana- politikk.” Nú er til tað at siga, at her fert tú í grundini, helst ótilvitað, uppá hestin hjá demagogiini, tí hetta er júst tað, sum ávísir í góðum - eg tori ikki at siga tað - stíli júka niður í fólk bæði her og har. Tað er júst júk, sum hatta, ið oyðileggur so nógv í kjaki, sum annars kundi verið gott og gagn- ligt. Tað hevði verið sómu- ligari við virðing fyri hvørj- um gðrum at roynt at finna felags stødi. Finst tað ikki, er tað keðiligt, men niður- gerðing av hvørjum ødrum og burturbeining av møgu- leika at samstarva um mål, sum semja kann fåst um, eigur ikki at vera, har ment- að fólk finnast. Smáglefs minni uppá seg At tú so fer-at brigda javn- aðrpolitikkarum, at teir fyrr hava verið krittiskir við flokkin, og enntá loyvt sær at tóna flagg í ødrum enn í javnaðar samanhangi, hevur lítið at siga einum annars sera positivum og vælmein- andi brævi. Eg haldi eisini, at tú hevur verið nóg so sinnisrørdur, tá tå harmast um, at Javnadarflokkurin, so sum hann eisini lovadi undan valunum, nå roynir at bøta um tað órættvísi, Hans Jørgensen sum pensiónistum okkara hevur verið fyri nú í nógv ár. Eg rokni við og vóni, at tú saman við góðum kreft- um í Tjóðveldisflokkinum saman við Javnaðarflokki- num fer at fáa hasi viður- skiftini í rættlag aftur. Vit hava brúk fyri fólki, sum berjast líka manniliga fyri rættvísini, sum forfedrar okkara gjørdu í verki eftir valið 1958. Kanska fært tú solidar- isku kreftirnar saman Eg vóni, at væl umhugsaða og vælmeinta brævið frá tær fær øll tjóðveldisfólk og øll javnaðarfólk at hugsa seg væl um, tí tað hevur neyvan verið meira neyðugt enn júst í hesum privatiserings og egoismunar tíðum, at fólk við solidariskum hugs- unarhátti stinga høvdini saman ikki bara at verja vælferðarsamfelagið, men fyri at bøta um tað, tí tástani kunnu vit menniskju siga, at fólkið er frælst. Einki fólk er frælst, tá ein partur skal liva í vesaldómi, meðan onnur sóla sær í rikidømi. So kann fullveldið vera full- veldi. Við solidariskum huga Hans Jørgensen Miðvágur Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum vistu samkenslu, tå g60i madur min, okkara elskadi påpi, verpåpi, abbi og langabbi Sofus Leo Fåmjin lá sjúkur, andaðist og fór til gravar. Hjartans tøkk til tykkum á Tvøroyrar sjúkrahúsi, ið vóru um hann, bygdarfólkið í Fámjin fyri vælvild og hjálpsemi. Tøkk til gravarar, berarar og kirkjutænarar. Takk fyri uppringingar, vitjanir, blémur og kransar. Takk til tykkum, ið vóru í kapellinum og tykkum mongu, sum fyldu honum til hansara síðsta hvíldarstað her á foldum. Eina stóra tøkk, øll somul. Harrin gav, Harrin tók, Harrans navn verið lovað Kona og børn vid familjum