leygardagur 28. november 1998síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 227 — 28. NOVEMBER 1998
DAGNY JOENSEN
JENS KR. VANG
I dag skipar danska útvarpið
fyri einari hoyring um rikis-
felagsskapin, har umboð úr
rikispørtunum fara at lut-
taka.Utvarp Føroya sendir
hoyringina f samsending
við danska útvarpið frå kl.
13- 15.
Ein teirra, sum hevur
fylgt vid gongdini i Føroy-
um seinastu årini er Lise
Lyck, lektari. Hon hevur
serliga arbeitt við búskapar-
ligum viðurskiftum í smá-
tjóðum og eisini nógv við
londunum í Norðuratlands-
havi.
Lektarin var í Føroyum í
vikuni, og vit nýtti høvi at
seta henni nakrar spurning-
ar um stýðunaí Føroyum, og
vidurskiftini vid fullveldis-
ætlanini.
Spurd um hon, sum hevur
neyvt innlit í føroyskum
vidurskiftum, heldur, at
Føroyar kunnu virka sum
sjålvstødug tjóð, sigur Lise
Lyck, at menniskjuni ikki
kunnu liva einsamøll, og at
tað mentanarlig er neyðugt
at hava samband við onnur.
— Føroyingar eru væl fyri
mentanarliga og hava sterk-
ar røtur, men tá tað er sagt,
so mugu føroyingar eisini
ansa eftir, at teir ikki halda
seg hava nóg mikið í sjálv-
um sær, sigur Lise Lyck.
— Neyðugt verður at hava
eitthvørt samband við um-
heimin - men sjálvandi -
føroyingar kunnu sjálvir
gera av hvgrji lond teir vilja
samstarva við, og hvussu
stórar bindingarnar skulu
vera, sigur Lise Lyck.
Einki fólk kann
liva einsamalt
Hon metir, at tað er skeivt
at halda, at eitt fólk kann
yvirliva avbyrgt frá um-
heiminum. Tað er galdandi
fyri bæði stórar og smáar
tjóðir, og nevnir Kinverska
Múrin sum dómi um, at
heldur ikki risastórar tjóðir
megna tað.
Kinverjar hildu í síni tíð,
at landið var so stórt, og
mentanin so rík, at fólkið
kundi liva innan egnu
landamørk. Eingin åvirkan
uttaneftir skuldi oydileggja
teirra mentan. Urslitid varð,
at ríkið syndraðist.
— Tað er umráðandi at
hava samstary við aðrar
tjóðir, búskaparliga, polit-
iskt og mentanarliga, og so
er tað líka mikið um landið
er stórt ella lítið, bert tú ikki
avbyrgir teg politiskt, sigur
Lise Lyck.
Hon vísir til Danmark,
sum hevur somu trupulleik-
ar við máli, búskapi o.s.fr.
og at landið ikki kann stan-
da einsamalt, men noyðist
at samstarva, hóast Dan-
mark í dag er tridstørsta
oljuútflytaraland í Evropa.
Hóast oljuútflutningurin
hevur broytt umstødurnar í
Danmark, er munurin ikki
so stórur, at tað er óneyðugt
at lata upp fyri ávirkan utt-
anífrá, sigur Lise Lyck.
Danir vorðnir
seguleysir
— Hvat halda danir um at
føroyingar vilja sleppa úr
rikisfelagskapinum?
— Stérur parturin av døn-
um kenna lítið og einki til
føroysk vidurskifti. Teir
hava nærum einki lært um
tað í skúlanum. Danir kenna
ikki føroysku mentanina,
men hava bert vitan frá yvir-
skriftunum í bløðunum
seinastu árini. Tí er tað av-
markað, hvørjar tankar van-
ligi danin kann gera sær um
hesi vidurskifti.
— So hoyra danir d.t. í tíð-
indunum, at Martin Paulu-
dan, professara í búskapi
siga, at Danmark skal
sleppa sær av vid Føroyar,
sti o er tann útreiðslan beint
av vegnum, sigur Lise Lyck
og leggur aftrat, at ein
trupulleiki er, at danir við
tíðini eru vorðnir søguleys-
ir, og at hetta hevur týdning
fyri ríkisfelagsskapin.
Í nútíðar danska samfel-
agnum er fokus flutt frá
Norðurlondum móti Ev-
ropa. Lise Lyck sigur, at
danir áður vistu meir um,
hvat fyrifórst í Svøriki og
Noregi og eisini í Føroyum.
— Hugsa danir ongantíð
um ríkisfelagsskapin sum
ein stórfingin ogn, har fleiri
følkasløg, mentanir og nátt-
úrutilfeingi eru partar av
ríkisfelagsskapinum ?
— Danir hava aðra fatan
av Grønlandi í felagsskapi-
num. Landið er stórt í sjålv-
um sær, og tað ger, at tað
fær sentralgeografiskt og
politiskt stórri tydning
— Grønlandi setir fokus á
Danmark í útheiminum, og
vekjur áhuga í USA, Kan
ada og Russlandi. Tað hevur
við sær, at øll vita um Grøn-
land. Hinvegin vita fólk í
útheiminum einki um Før-
oyar, sigur Lise Lyck.
Hon heldur eisini, at
annar munur er, at Grønland
var hjáland til grundlógar-
broytingina í 1953, og at
danir hava ábyrgdarkenslu
fyri grønlendingum, men
ikki fyri føroyingum, sum
altíð hava verið sjálvbjarg-
nir.
— Myndin av Føroyum er
meira hon, at føroyingar eru
eitt stolt fólkaslag, sum
megnar at liva einfalt undir
truplum umstødum. Tað tal-
ar ikki til til somu kenslur í
dønum, sum t.d. fyri Grøn-
landi, hóast øll væl vita, at
tíðindablaðið S0S82lurfn
Einki land hevur nog
mikið í sjålvum sær
— Skulu Fóroyar gerast fullveldi, krevst, at hurðarnar verða latnar upp til um-
heimin. Neyðugt verður at skapa altjóða samband og at stovna samstarv út-
eftir at óllum ókjum. Tað fer m.a. at hava við sær, at samleikin hjá fóroyingum
broytist, sigur lektarin á Instituttinum fyri leiðslu, politik og heimsspeki
føroyska myndin er nógv
broytt seinastu árini.
Kortini hava danir varð-
veitt gomlu myndin av før-
oyingum. Eitt nú síggja tey
sending í sjónvarpinum,
sum Søren Rye gjørdi um
fuglar og fuglaveidu. Tad er
við til at danir vilja varð-
veita rikisfelagsskapin.
Føroyingar nøgdir
vid stort rásarúm
— Hvat heldur tå sum dani,
við innliti í fóroyskumviður-
skiftum, um fólkið ið býr
her?
— Eg hugsi at flestu før-
oyingar halda tað vera
hugaligt at búgva so av-
byrgd frá umheiminum, og
at teir hervið hava stórri av-
gerðarrætt í nógvum lutum.
Tað er við til at stuðla før-
oyska samleikan. Harnæst
hava føroyingar størri råsa-
råm, og eina oyggjarment-
an, sum merkir, at tað er ein
fyrimunur at Danmark er
langt burtur frá Føroyum.
— Hvussu heldur tú hin-
vegin, at fóroyingar uppfata
danir?
— Eg hugsi at føroyingar
halda danir vera bleytir av
sær, og lættir at lumpa. Dan-
ir meta alt úr frá heildini,
og hava lættari við at koma
víðari. Fleiri orsøkir eru til
at so er, men um danir
standa fast upp á sítt, so
endar alt í látri sum frálíðir,
og teir fara víðari, sigur Lise
Lyck, og sammetir við før-
oyingar, sum ofta hava trup-
ult við at flyta seg úr stað.
Um føroyingar hava eina
áskoðan um eitthvørt, gerast
teir treiskir og vilja ikki
ganga burtur frá sínum.
— Mimi Jacobsen í Mið-
flokkinum segði valkvøld-
ið: »Hvad fanden skal við
med Færøerne ?». Er hetta
eitt vanligt sjónarmið í
Danmark?
— Hennara sjónarmið ei
kanska orsakað av søgu-
loysi, men her var talan um
eina politiska stødutakan til,
hvort føroyingar skulu hava
sæti í Fólkatinginum, tá bíð-
að var eftir uppteljingini eft-
ir valið, og Jóannes Eides-
gaard var tungan á vágskál-
ini, sigur Lise Lyck og við-
gongur, at nógvir danir hal-
da, at føroyingar ikki skulu
hava sæti í Fólkatinginum.
Spurd um hon hevur gjørt
sær metanir um, hvert før-
oyingar vilja fullveldi,sigur
Lise Lyck, at tað eru fleiri
dimentiónir í hesum.
Tað eru tey, sum av rom-
antiskum orsøkum vilja
fullveldi fyri einhvønn pris,
meðan onnur vilja stórri
frælsi, við somu búskapar-
lig viðurskiftum sum nú.
— Tað snýr seg eisini um,
hvat peningamaktin vil, um
tit velja fullveldi, og um teir
sum eiga pening vilja seta
hann í føroyska vinnulívið.
— Um fólk vilja størri
frælsi, við somu samfelags-
ágóðum og í dag, so skulu
búskaparliga realistiskar
kanningar fyrst leggjast
fram, sigur Lise Lyck
Hon heldur ikki, at stødan
í Føroyum kann samanber-
ast við hana í Íslandi í 1918,
tí fólkið var samt um broyt-
ingina, men at drívmegin í
Ísland var neyvt samstarv
við USA, sum eisini setti
dám á íslendska samfelagið
og teirra samleika.
— Eitt er vist: verður full-
veldi, fær tað avleiðingar
mentanarliga og á annan
hátt, og fer at hava við sær,
at føroyski samleikin verður
broyttur.
— Nógv nýtt kemur inn í
samfelagið, eitt nú verða út-
búgvingarskipanir broyttar
til meira at líkjast teimum í
USA. Fólk fara at lesa ein-
støk fak og byggja útbúgv-
ingar upp eftir, hvat tey
hava brúk fyri at duga
0.s.fr..
AUSA Truckar, dumparar og
SJALVFYLLANDI/KOYRANDI
blandimaskinur
21
Lise Lyck, lektari: — Um Føroyar fåa fullveldi, og ætl-
anin er at varðveita peningavirðið, verður neyðugt at
internationalisera samfelagið, og fóroyingar mungu
vera førir fyri at stovna altjóða samstary
Neyðugt at internatio-
nalisera samfelagið
— Harnæst, um Føroyar ger-
st fullveldi, og ætlanin er at
varðveita peningavirðið á
núverandi stødi, verður
neyðugt internationalisera
samfelagið.
— Tað merkir, at landið
skal vera ført fyri at stovna
altjóða samstary, eins og
føroyingar mugu vera við á
nógv fleiri økjum uttan-
lands, enn í dag.
Royndirnar hava víst, at
einki land kann standa eins-
175 RMS
Postboks 1072
110 Tórshavn
TIf. 283697 - 319997
amalt. Í heiminum eru 200
suverenir statir, og av teim-
um eru ein fjóðringur smá-
tjóðir. Spurningurin er bert
hvussu og til hverjar síðir
samstarvið verður stovnað.
— Higartil hava føroying-
ar fyri tað mesta samstarva
innan fiskivinnuna, men um
fullveldi verður stovnað, er
kravið um samstarv stórri
og meira umfatandi prosess
at seta í verk, enn føroying-
ar higartil hava roynt, sigur
Lise Lyck i