leygardagur 7. november 1998síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
tíðindablaðið SLS/2a UT
Nr. 212 - 7. NOVEMBER 1998
Orðaskifti: |
Fullveldi - eisini
Partur 3
positivar avleiðingar
— Um fóroyska fólkið ynskir fullveldi er neyðugt, at tað verður trú uppá, at tað
er møguligt at gera nakað serstakt og at verða nakað serstakt. Um ein ynskir
nakað í dag, er neyðugt at arbeiða fyri hesum og soleiðis er eisini um ein
ynskir fullveldi, skrivar Kristina Danielsen, stud. polit
Umlegging av
almenna sektorinum
U m stílað fer at verða móti
veldi og harvið móti ein-
um niðurskuri av rikisstudl-
inum, verður neyðugt við
einari umlegging av tí al-
menna sektorinum
Ikki verður ráð til at hava
allar tær almennu tænastur
vit hava í dag, um almenni
sektorurin skal verða í tí líki
hann er í dag. Føroyska
samfelagið er í dag by gt á
donsk prinsipp, og tað er
tískil neyðugt, um Feroya
fólk ynskir fullveldi, at um-
skipa føroyska samfelagið
og harvið tann almenna sek-
torin eftir føroyskum prin-
sippum
Ein møguleiki fyri at
minka um almenna sektorin
og skapa nýggj arbeiðspláss
í privata sektorinum, er at
útbjóða, tvs. at privatisera
ein ávísan part av tí al-
menna sektorinum
Privatisering hevur víst
seg nærum at vera eitt bann-
orð í Føroyum seinastu ár-
im, men hetta skyldast, at
føroyska fólki er skeivt upp-
lýst um, hverjar avleiðingar
privatiseringar bera við sær.
að hevur nevnliga víst seg,
at geva tað størsta samfel-
agsliga yvirskoti og betri
tænastur til íbúgvarnir, um
partar av almennu tænastu-
num verða privatiseraðar
Kana á bort í
Savna blød til jólaprýði
3; hósdagin kom myndamab
fram á hest finu bernin, ið leitaðu eftur blødum
í gøtunum í Havn saman við dagrøktarmammum teirra.
Børnini, sum eru í aldrinum 2-6 ár, fara at gera
jólaprýði burtur úr bløðunum. Fyrst verða tey pressað,
50 furkað ag #0 er klárt at gera hvat tað skál vera si
jólaprýði og, Jolos jelagávur. Dagrøktarmammurnar á
myndini eru Norma Alstrøm og Annika Bech og tær
dagrøkt sær. Henda dagin vóru tey í
spælistovuni hjá dagrøktini, ið liggur i Bringsnaggtu.
Mynd: Jens Kr. Vang.
Hetta skyldast m.a., at tær
privatu fyritøkurnar verða
noyddar til at kappast um
at geva bestu tænastuna,
meðan tann almenna tæn-
astan hevur havt monopol
og hevur sostatt als onga
kapping havt. Hetta hevur
á nógvum økjum resultera
í, at tað almenna hevur hild-
ið eitt rímiligt tænastustødi,
men hetta er tó eitt stødi, ið
uttan iva kundi gjørst betri,
um tað almenna var noytt
til at gerast meira effektivt
og produktivt fyri at vinna
kappingina um tænastugki-
ni. Tað er nevnliga einki
nýtt, at almenni sektorurin
ikki er so kappingarførur
sum privati sektorurin,
nevnliga av tí at tað al-
menna í so nógv ár hevur
havt monopol.
Hetta er eisini orsøkin til,
at m.a. tann danska sosial-
demokratiska stjórnin nú er
farin undir at útbjóða ávísar
almennar tænastur til priv-
atar fyritøkur.
Tað høvdu, uttan iva, ver-
ið nógvar útreiðslur at spart
hjá tí almenna, um valt
varð, at útbjóða nógvar av
teimum tænastum, ið ikki
bera seg í dag, til privatar
fyritðkur. Tí sjålvt um á-
vísar tænastur ikki bera seg
sum almennir stovnar, so
kunnu hesar tænastur, í
nógvum førum, gott bera
urin hjá
seg sum ein privatir stovnar,
eisini uttan at tænastustødid
fellur. Tað hevur m.a. verið
tosað um at privatisera
Standferðaskip Landsins,
men her hava nógvir føroy-
ingar verid bangnir fyri, at
ov fáir tårar og bert túrar,
ið geva yvirskot, fara at
verða gjørdir, men soleiðis
nýtist tað als ikki at verða.
Um ein ynskir eina privati-
sering, tó soleiðis, at øll øki
fáa eitt ávíst ferðasamband,
er bert at privatisera við
teimum treytum, ið ein met-
ir verða neyðugar, soleiðis,
at privata felagið, ið skal
umsita hesa tænastu bindir
seg til nakrar ávísar treytir.
Ein privatiserað tænasta
nýtist als ikki at kosta í-
búgvunum eina krónu meira
enn almenna tænastan kost-
aði, um tað almenna velur
at útbjóða tænastuna. Ístað-
in fyri at tað almenna sjálvt
skal umsita og seta fólk í
starv innan eina tænastu,
fær eitt privat felag, ið kann
bjóða somu ella betri tæn-
astu, fyri bíligari pening enn
tað almenna kann, umsi-
tingina v.m. um hendi. Fel-
agið fær so pening útgold-
nan fyri tænastuveitingina
og soleiðis kann tað al-
menna spara nógvan pening
uttan at ganga uppá kom-
promis við tænastustødid.
Eg fari ikki at koma
nærri inná hvørji øki, ið
kundi hugsast at verði
privatiserad, men møgu-
leikarnir eru nógvir, tó
eru tað ávís øki, ið best
egna seg, at vera almenn-
ar tænastur.
Altjóða samstarv
Síðan 2. Heimsbardaga
hevur heimurin verið í ferð
við eina umvelting, har
fleiri og fleiri lond hava valt
at ganga saman í samstørv
so sum EFTA, EU, NAFTA
o. s. fr.. Flestu lond hava
innsæð, at tað í framtíðini
verður neyðugt, við einum
tøttum samstarvi í krossar
landamørk, fyri at tey skulu
standa seg í altjóða høpi.
Men tað eru ikki bert bú-
skaparlig og politisk enda-
mál, ið fáa gagn av tí globa-
lisering, ið fer fram, alheims
friðurin verður eisini styrkt-
ur av, at lond knýta vinar-
bond og gerast bundin at
hvørjum ødrum búskapar-
liga.
Av ti at Føroyar er eitt
lítið land, ið er sera heft at
umheiminum, er tað av stór-
um týdningi, at eisini før-
oyingar royna, at fáa so
góðar avtalur, ið møguleiki
er fyri, við tey lond, ið vit
samstarva við innan ymisk
øki og helst eisini við onnur
lond, sum í framtíðini
kunnu gerast potentiellir
samstarvsfelagar.
Men so leingi sum Før-
oyar eru ein partur av
danska kongaríkinum, er
ikki møguligt hjá føroying-
um at gera handilsavtalur
óheftar av dønum. Føroyar
eru jú ikki ein sjålvstødug
tjóð, men kunnu roknast
sum eitt øki í einum landi, í
hesum føri Danmark, og
Føroyar hava sostatt ikki
møguleika fyri, at fara inn
og gera avtalur við alheims
samstarvsuniónir, uttan
danska ávirkan. Tó gera
Føroyar sjålvstødugar fisk-
ivinnuavtalur vid onnur
lond i dag.
Føroyar vilja fåa størri
avgerðarrætt í einum altjóða
samstarvi, sum sjålvstødug
tjóð við egnum umboði, enn
sum eitt øki undir tí danska
umboðnum, ið hevur nógv
onnur gki at taka sær av.
Sjálvt um Føroyar er eitt lítil
land í altjóða høpi, so vil
eitt óheft Føroyar, í flest
øllum fórum, fáa fleiri møg-
uleikar og fyrimunir, við at
fara inn í eitt altjóða sam-
starv, enn í núverandi støðu.
Um Føroyar verður eitt
sjålvstødugt land, fer øll út-
lendsk kunning og alt út-
lendskt samskifti at koma
til eitt føroyskt, og ikki eitt
danskt, Uttanrikismålaråd,
og hetta fer uttan iva at opna
nýggjar hurðar fyri altjóða-
samstarvi.
Eisini samstarvið millum
Føroyar og Danmark átti at
verið broytt, til eitt sam-
starv, ið er virðuligt fyri
báðar partar. Sum nú er
hava vit eina heimastýris-
lóg, ið gevur føroyingum
ávís rættindi, tó ikki fleiri
rættindi enn so, at tað í sein-
ast enda er danska stjórnin,
ið situr við valdinum. Tó
eru danir hú samdir við
føroyingar um, at tíðin er
búgvin til, at samstarvið
millum londini bædi verdur
broytt. So nå er bert eftir
hjå føroyingum, at gera upp
vid seg sjålvar. Hvat ynskir
føroyska fólkið?
Ynskja føroyingar eitt
framhaldandi samstarv, ið
byggir á núverandi skipan,
har Danmark gevur Føroy-
um eina peningaupphædd á
hverjum árið, fyri afturfyri
at hava verðuliga valdið á
hesum klettum, ið liggja
mitt í Norðuratlantshavið?
Eg vil við hesi grein ikki gera fullveldi til tað einasta
rætta, sjálvsagt eru bæði fyrimunir og vansar, men eg vil
vísa á, at tað ikki bert standast negativar, men eisini
positivar avleiðingar av, at ríkisstuðulin fellur burtur og
av at føroyingar taka fulla ábyrgd av egnum gerðum og
egnum samfelagi, skrivar Kristina Danielsen í triðju og
seinastu greinini um fullveldi
Ella ynskja vit eitt nýtt sam-
starv millum tvær javnstød-
is tjóðir, har føroyingar ráða
í Føroyum og danir í Dan-
mark?
Stoltleiki
Tað hevur verið tosað nógv
um hetta fyribrigdið sein-
astu tíðina — stoltleiki. Hvat
er stoltleiki í veruleikanum,
og hvussu verður hetta fyr-
ibrigdid definerað ? Jú, fyr-
ibrigdið stoltleiki hevur
nógv skap, eitt nú: erpin,
errin, spelkin, stórlátaður,
stórlátin, ansaligur, brettin,
andbráður, stórbærur, nakk-
hyrntur og nakkafattur. Men
spurningurin um, ið hvørj-
um skapið hetta fyribrigdi
skal lýsast í, er als ikki við-
komandi. Tað er heldur ein
spurningur um, hvat Føroya
fólk leggur í hetta fyribrigd-
ið, ið er viðkomandi.
Kann Føroya fólk verða
stolt av at verða ein partur
av einum gðrum landi, og
soleiðis einki verðuligt vald
hava? Vildi føroyingar verið
stoltari av at búð í egnum,
sjålvstødugum landi, og tik-
ið ábyrgd av egnum gerð-
um?
Fólk tykjast at verða ym-
isk á máli um hesar spurn-
ingar, ikki minnst tí, at
flestu meta, at stoltleiki
røkkur ein ikki langt við.
Stoltleiki gevur ongum ar-
beiði ella breyð á borðið.
Ella hvussu ? Kann stolt-
leiki ikki skapa íblástur til
at skapa og fremja nakað
serstakt fyri samfelagið ?.
Kann stoltleikin ikki fáa
eina tjóð til at standa saman
um at menna føroyska sam-
felagið fyri at soleiðis at
gerast óheft og sjålvstød-
ugt? Hesir eru allir spurn-
ingar, ið eru upp til tann
einstaka at svara uppá.
Spurningurin er soleiðis
als ikki um Føroya fólk
kunnu liva av stoltleika. Tað
er heldur ein spurningur um
Føroya fólk kunnu halda
fram við at liva við tí ónggd
og beiskleika, ið føroyska
tjóðin hevur livað við í
meira enn eina øld. Eg kann
ikki svara hesum spurningi.
Tað er upp til alt tað før-
oyska fólkið at avgera, og
tað fáa øll møguleika fyri
tá fólkaatkvgðurnar verða.
Nógv fara uttan iva at
halda seg til ta tryggu loysn-
ina, tí: Vit hava tað jú gott
sum er. Men tað er als ikki
ein spurningur um at hava
tað gott ella ikki, tað er ein
spurningur um føroyska
tjóðin ikki kann fáa tað bet-
ur.
Í næstum fáa føroyingar
fáa møguleikan til at av-
gera, um teir eru nøgdir við
at hava tað gott, ella um
føroyska fólkið ynskir at
taka fulla åbyrgd av egnum
landi fyri saman at arbeida
fyri at gera tad enn betur —
og soleidis eisini fåa størri
stoltleika sum tjóð.
Eg vil vid hesu grein ikki
gera fullveldi til tad einasta
rætta, sjålvsagt eru bædi
fyrimunir og vansar, men eg
vil vísa á, at tað ikki bert
standast negativar, men eis-
ini positivar avleiðingar av,
at ríkisstuðulin fellur burtur
og av at føroyingar taka
fulla ábyrgd av egnum gerð-
um og egnum samfelagi.
Um føroyska fólkið ynsk-
ir fullveldi er neyðugt, at tað
verður trú uppá, at tað er
møguligt at gera nakað ser-
stakt og at verða nakað ser-
stakt. Um ein ynskir nakað
í dag, er neyðugt at arbeiða
fyri hesum og soleiðis er
eisini um ein ynskir full-
veldi.
28. oktober 1998
Kristina Danielsen
Stud. Polit