týsdagur 10. november 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Amerikanska
valid
Oddagrein
TAÐ eydnaðist ikki teimum høgravendu og
ultrakonservativu í republikanska flokkinum í
USA at fáa ta framgongd við valini í farnu
viku, sum teir hevdu vónað og roknað við.
ATBURÐUR forsetans í Lewinski málinum
skuldi brúkast til ikki bert at vinna á Clinton
og fáa hann frá, men hetta hovið skuldi brúk-
ast til nakað meira og størri, nevniliga hetta
at fáa teimum hegravendu fundamentalist-
unum í republikanska flokkinum ovurstórt
vald. Clinton-kampanjan var bert hamurin,
sum hesir høgravendu politikarnir høvdu latið
seg i. Innan fyri henda ham livdi ein makt-
gymd og ein høgravendur hugsunnarhåttur,
sum skuldi brúkast til at kollvelta amerikanska
samfelagnum.
HER var í veruleikanum talan um eina upp-
gerð við tær liberalu og sosialdemokratisk
líknandi kreftirmar í demokratiska flokkinum.
Endamálið var at svína forsetan so nógv til,
at fólk skuldu gloyma at tosa um sosialt rætt-
vísi, um útbúgving og pensiónstrygd. Men tað
skuldi tíanbetur vísa seg, at veljarnir góðtóku
ikki hesa ræðslukampanjuna.
HÓAST republikanski flokkurin framvegis hev-
ur meirilutan í teimum báðum tingunum eftir
valini, so gekst langtfrá sum hann hevði ynskt.
Tverturímóti fingu demokratarnir eitt sera gott
val, tá hugsað verður um, at teir eiga forsetan.
Vanliga fer tann flokkurin, sum eigur forsetan,
sera nógv aftur til slík val. Men so skuldi íkki
vera hesaferð.
TAÐ vóru ikki minst tey svertu og arbeið-
ararnir, sum stuðlaðu demokratunum til valini
í farnu viku. Hovuðsmálini tey legdu dent á
vóru eisini mál, sum demokratarnir meta hogt,
nevniliga ein góðan og sunnan búskap, eina
betri sosiala trygdarskipan, betri útbúgvingar-
møguleikar og eitt heilsuverk, sum tænir teim-
um mongu heldur enn teimum fáu.
VIT fegnast um, at tær fundamentalistisku og
ultrakonservativu kreftimar í USA ikki fingu
viðhald við valini í síðstu viku. Hetta hevur
vónandi aftur givið teimum hóvligu republikan-
arunum nakað at hugsa um. Tað er møguleiki
fyri, at USA ár 2000 fer at fáa ein republik-
anskan forseta, og tað er ómetaliga týdningar-
mikið fyri ta stóru fjøld av íbúgvunum í USA,
at hesin - um hann verður valdur - er av tí
hóvliga slagnum. Hvorki USA ella heimurin
sum heild hava brúk fyri einum hegravendum
forseta, sum brýtur niður alt tað, sum roynt
hevur verið at byggja upp í hesum marg-
háttliga landi - sum um somu tíð er heimsins
ríkasta og heimsins fátækasta land.
Sosialurin
på
Eirikur Lindensk
| internet: www.sosialurin.fo te Turið Kjølbro oe Haraldsen
Marknaðarleiðari:
Jonhard Hammer
Blaðfólk:
ítróttarskrivari:
Emil L. Jacobsen
mo
le a 76,
110 Tórshavn
Útgevar, uppeeting og prent:
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail:
postØsosiaiurin.fo |
Stødid á fullveldisorðaskiftinum
— Tað er alneyðugt, at vit í minsta lagi royna at halda
orðaskiftinum á einum stødi, soleiðis at øll tey, sum skulu
taka stóðu einaferð trygg kunnu líta á tað, sum sagt verð-
ur, sigur Jóannes Eidesgaard, sum heitir á samgongupol-
itikararnar um at virða tey, ið hava aðra hugsan í hesum
máli
Dygd og sómi.
Nú eitt sindur er liðið frá,
síðan fullveldisorðaskiftið
tók seg upp, kenni eg meg
noyddan (partvís provoker-
aðan) til at koma fram við
nøkrum meiningum um
dygdina og tignina f hesum
orðaskifti.
Dygdin, tá hon er við,
merkir, at orðaskiftið ikki er
veruleikafjart, men er opið
og erligt. Tað merkir somu-
leiðis, at einki við vilja
verður fjalt undir gólvteppi-
num, men at orðaskiftið
hevur eitt fakligt og sakligt
grundarlag, sum øll kunnu
fyrihalda seg til. Tað merkir
sostatt, at allir partar í orða-
skiftinim, samdir ella ó-
samdir, byggja sínar met-
ingar á sama grundarlag.
Sjálvandi merkir tað eisini,
at meiningar hjá øðrum ikki
verða snaraðar, men at tær
verða tiknar við í orðaskift-
ið, júst sum tær eru settar
fram. Stutt sagt, at orða-
skiftið er realistiskt og ikki
borið uppi av romantiskum
veruleikafjarum myndum.
Tignin, tá hon er við,
merkir, at tað eisini í orða-
skiftinum er pláss fyri teim-
um, sum ikki eru samd við
teimum, sum halda seg um-
boða ein meiriluta. Tað
merkir, at vit í virðing fyri
demokratínum fult út virða,
at tað eru onnur, sum ikki
eru samd, og at hesi íkki í
orðaskiftinum verða skírd
fyri bæði líkt og ólíkt. Hetta
er sjálvsagt galdandi fyri
øll, sum luttaka í kjakinum.
Fyri meg at síggja er tað
alneyðugt, at vit í minsta
lagi royna at halda orða-
skiftinum uppi á einum
stødi, soleiðis at øll tey, sum
skulu taka stóðu einaferð,
meira ella minni trygg
kunnu líta á tað, sum sagt
verður. Annars verður talan
um manipulatión og heila-
vasking. Og tað er sjálvt
málið alt ov stórt og týdn-
ingarmikið til.
n:
Tað er politikkaranna fysta
uppgáva at bera so í bandi,
at orðaskiftið fer fram á tann
hátt, at vit vita, hvat vit tosa
um. At vit hava eitt útgangs-
stødi. At vit hava tað neyð-
uga grundarlagið fyri kjak-
inum, tí annars er vandi fyri,
at vit hvør í sínum lagi tosa
við síðuna av hverjum ødr-
um. Og í dagsins orðaskifti
um fullveldi verður dúgliga
tosa fram við hverjum gðr-
um.
Men enn hava vit heldur
ikki neyðuga grundarlagið.
Vitanin og kanningarnarnar,
sum eiga at tryggja dygdina
í orðaskiftinum, tað bíða vit
framvegis eftir, men tað
hevur so ikki forða monn-
um í at taka stóðu.
Samgongan hevur tikið
stóðu. Málið er fullveldi.
Við allari virðing fyri polit-
iska målsetninginum, so er
tað ikki heilt vandaleyst at
taka stóðu, áðrenn vit kenna
treytir 0. 1., og áðrenn tær
neyðugu kanningarnar eru
gjørdar.
Og tað er júst hetta valið
í leysari luft, sum Javnað-
arflokkurin hevur sín iva
um, hóast vit eisini hava
sum mál einar Føroyar, sum
eru politiskt, fíggjarligt og
umsitingarligt óheftar av
Danmark. Men vit seta ikki
hetta í verk fyrr enn neyð-
uga grundarlagið er til stað-
ar. Fyrr enn fyrireikingarnar
eru gjørdar. Fyrr enn málið
er búgvið. Tað er aðalmun-
urin. Tað var hetta stjórn-
arskipananrnevdnin kundi
greitt.
Sómi
Men tað, sum fyri meg, er
kanska meira vandamikið í
fullveldiskjakinum er hetta,
at menn hava ilt við at góð-
taka og viðurkenna, at onn-
ar hava aðra hugsan og aðra
uppfatan av viðurskiftu-
num.
Ert tú ikki samdur, so fært
tú beinanvegin ein lemjandi
dóm um, at tú ert ósakligur;
at tú átti at skammast ella
tað, sum verri er.
Hvar enn vit standa í hes-
um orðaskifti, er tað ómet-
aliga týdningarmikið, at vit
fult út virða tey, sum hava
aðra uppfatan. At vit fara í
dialog við tey við teimum
sakligu argumentunum,
sum vit halda okkum sita
inni við. Tora vit ikki tað,
so trúgva vit ov lítið upp á
sjálvt málið.
Tað nyttar lítið at viðgera
persónarnir í Javnaðar-
flokkinum í staðin fyri at
viðgera tað, sum flokkurin
stendur fyri. Tað fyrra gevur
ein varhuga av tørvandi arg-
umentum, og eru argu-
mentini ikki til staðar, so er
málið neyvan tað rætta.
Bikarid, sum eg siti við,
fleyt yvir, tá tingmaður við
tingsins og legtingsfor-
mansins loyvi, slapp at
skíra meg landasvíkjara,
enntá meðan eg sjálvur ikki
var staddur í løgtinginum,
Jóannes Eidesgaard, for-
maður Javnaðarfloksins
men hevði varamann mín
inni. Hetta vil eg venda aftur
til í aðrari grein.
Forkomið
ikki kjakinum
Ein áheitan skal tí ljóða frá
mær, um at vit leggja okk-
um eftir at halda eitt ávíst
stødi í kjakinum. Eitt stødi,
har eisini minnilutar tora at
siga sína hugsan uttan at
verða úthongdir í bløðum,
almennu fjølmiðlum ella í
gerandisdegnum.
Tað er styrkin í demo-
kratínum.
Tað verður eitt fátækt orð-
askifti, um bert ráðandi
fólkið sleppur til orðanna.
Sjálvt við kjakinum um
nýggja grundlóg, hvat hon
so skal innihalda, so loyvir
galdandi grundlóg gllum
borgarum frítt tali- og skriv-
ifrælsi. Lat okkum virða tað.
Jóannes Eidesgaard
Føroya Skúlabókagrunnur
og Rúsdrekka- og Narkot-
ikaráðið hava í felag givið
út yrkingasavnið Kærleiks-
séga aldarinnar eftir Mártu
Tikkanen.
Savnið er eitt úrval av
yrkingum úr Kærleikssøgu
aldarinnar, sum kom út á
svenskum í 1976. Yrkinga-
savnið viðger trupulleikar-
nar í eini familju, har mað-
urin er rúsdrekkamisnýtari.
Kærleikssøga aldarinnar er
sjålvævisøgulig og viðger
hjúnalag Mártu Tikkanens
við listarmannin Henrik
Tikkanen.
Sjáldan eru kenslurnar
hjá konu ein misnýtara so
bersggið og beinrakið lýstar
sum í hesum savni. Hvussu
meint familjan verður rakt
av misnýtsluni, verður
kensluborið og viðkomandi
vidgjørt.
Savnið kann nýtast í bók-
mentaundirvisingini í før-
oyskum í elstu flokkum
fólkaskúlans og í miðnáms-
skúlunum. Í miðnámsskúl-
unum kann savnið — eisini
saman við sjónbandi við
sama heiti — nýtast sum
høvudsverk, og lýkur tað
krgvini sum kunngerðirnar
í føroyskum í miðnáms-
skúlunum seta.
Í savninum eru eisini yrk-
ingar, sum eru brúktar í
sjónbandinum við sama
navni. Filmurin hevur før -
oyska talu og er tikin upp í
Føroyum. Sjónbandið er ein
filmsútgáva av frumførslu,
sum Laura Joensen hevði
av yrkingum Mártu
Tikkanens í seinnu helvt av
80-árunum. Sjónbandið
fæst til láns á
Landsmiðstøðini fyri und-
irvísingaramboð. Í savnin-
um er undirvísingartilfar,
sum bæði kann nýtast til
arta Tikkanen á føroyskum
filmin og yrkingarnar í
savninum.
Laura Joensen hevur týtt
yrkingarnar, Turið Sigurð-
ardóttir og Bergljót av
Skarði hava gjørt undirvis-
ingartilfarið. Staðið fyri
uppseting og umbróting
hevur Gramar, og bókin er
prentað á Estra.
Bókin fæst í bókabúðun-
um. Hon er 80 síður og
kostar 60 kr.
|
|
|