mikudagur 11. november 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Saagbødder
Nr. 214 — 11. NOVEMBER 1998
4
98:
tíðindablaðið SOS!=lnr
Nr. 29
II. nov. 1998
UNG 98:SOSIALURIN
YNGD í dag:
- Bogi og
svimjingin
-Listar, útheimurin
FINALAN LEYGARKVØLDID!
Komandi leygar-
kveld verður
finalan um hver
hevur Ársins
Songredd í
Ítróttarhellini á
Kambsdali.
Tilsamans seks finalistar eru
við frá økiskappinunum, ið
hava verið seinastu tveir mán-
aðirnar. Eisini fara Lena And-
ersen og bólkurin Chase at
spæla til tiltakið, sum byrjar
klokkan 22 og fer at varð Í
góðar fimm tímar.
Songreddin hevur í ár sett
fleiri met, millum annað hava
tað aldrin verið so nógvir lut-
takarar kring landið sum í ár.
Tilsamans 65 luttakarar vóru
við í ikki færri enn 51 fram-
førslum.
Teir seks finalistarnir eru nå
funnir, og merkisvert er, at tal-
an bert er um konu-fólk. Hetta
er fyrstu ferð í seguni, so harr-
arnir mugu taka seg saman til
næsta ár.
Í ár var eisini fyrstu ferð, at
luttakarnir sluppu at velja sær
leg. Tá freistin at velja lag var
úti, høvdu longu eini tríati
teknað seg, og tey flestu av
teimum fingu eitt av ynskjum
sínum uppfylt, hvat lagi við-
víkur.
Tað hava heldur ongantíð
verið so nógv umfer sum hesu-
ferð. Í mun til í fjørð, varð til-
takið skipað á øllum plássun-
um sum ætlað, og bert á Sandi
og í Klaksvík var tiltakið bert
tað eina kveldið. Sostatt hevur
tiltakið feynt um heili 10 ym-
isk kveld.
Áhoyraratalið hevur eisini
verið høgt, so fyrireikararnir
kunnu gleðast um, at aftur-
vendandi tiltakið er sera væl-
umtókt í letuni.
Viðvíkjandi demingini, hev-
ur tað verið sera trupult at
finna rættu vinnaramar, og
steðið hevur verið javnt gott
um alt landið. Tó vóru áhoyr-
arnir rættiliga samdir við dóm-
ararnar á øllum plássunum tá
avtornaði, og lagt er upp til
eina sera jayna og spennandi
finalu,
Tiltakið byrjar klokkan -
22.00, men til ber at keypa at-
gongumerki frá klokkan 21.00.
Ætlanin er, át bólkarnir fara at
spæla millum luttakararnar, og
eftir at vinnarin er funnin,
spæla bólkarnir í einari meira
blandaðari útgávu.
Bólkarnir, sum vera við í ár,
eru báðir føroyskir. Lena And-
ersen Band er ivaleyst ein hin
kendasti livebólkurin í Jøtuni,
meðan hin bólkurin, Chase, ger
eitt sera forvitnisligt comeback
í sambandi við, at 10 ár eru
líðin, síðan vit hoyrdu teir
fyrstu ferð.
Gularótin
Fyrireikarnir hava aftur í ár
valt at geva kontantar vinning-
ar til teir triggjar bestu luttak-
ararnar. Talan er um kr. 1.500
til nummar trý, kr. 3.000 til
nummar tvey og kr. 10.000 til
Vinnaran. mm
Tað verður ikki skrivað nøk-
ur kontrakt við vinnaran, tí at
fyrireikarnir meta ikki, at hetta
*
Sandoy: Siborg Nielsen úr Skopun
Norðovggjar: Arnfríð Lutzen úr Klaksvík
Úr Vågunum: Elsebeth Jacobsen i Miðvági
Suðuroy: Guðrun Jacobsen av Tvoroyri
Streymoy: Frida Sigmundsdóttir úr
Kollafirði, meðan tvær syngja duo.
Eysturoy: Lív Kjeld úr Saltnesi og
Sarita Heinesen av
Toftum
er rætti hátturin. Fyrireikarnir
vilja ikki gera nakað "Spice
Girls" projekt við vinnaranum,
har alt er avgjert frammanund-
an, og vinnarin bert skal upp-
traðka sum ein frontfigurur, á
einum frammanundan avgjørd-
um fløguprojekti.
Á hin bógvin, vilja fyrireik-
ararnir fegnir hjálpa vinnaran-
um við einum fløguprojekti,
sum viðkomandi sjálvur kemur
við. Tað er eisini ein royndur
tåttur, at vinnarin av Song-
røddini fær nógv ymisk tilboð
eftir kappingina, so gularótin
er har.
Bussar úr Havn
Í samband við tiltakið, hava
fyrireikamir heitt á Toru Tour-
ist um at fyriskipa busssam-
band til og úr Havnini.
Bussarnir koyra frå farsteðini
klokkan 21,00 og heimaftur
kløkkan 04,00. Hetta hevur
fyrt verid vanligt, og fyrireik-
ararnir rokna sjálvsagt við stór-
ari undirtøku til hesa serleið,
sum Tora Tourist hevur átikið
sær.
Nærri upplýsningar viðvíkj-
andi busssambandinum kunnu
fáast við at ringja til fyrireik-
ararnar ella Toru Tourist
Ongin forsela
Sum nevnt er møguleiki at
keypa atgongumerki sama
kveld frá klokkan 21,00, tað
vil siga ein tíma undan at dyrn-
ar lata upp.
Tað verða ikki seld atgongu-
merki í forsølu, ti fyrireikarar-
nir hava i stadin valt at nyta
"armbond", og tey vera sjálv-
sagt ikki útflýggjaði, fyrr enn
tey skulu nýtast - av praktisk-
um orsøkum.
Tískil er umráðandi, at fólk
koma í góðari tíð, um tey skul-
u tryggja sær atgongumerki til
tiltakið. Tey, sum koma við
bussunum úr Havn, fáa sjálv-
sagt atgongumerki, tá tey
koma á staðið, tað verður um-
leið klokkan 22,00.
Finalistarnir
Finalistarnir eru sjey í tali
Sum áðurneynt, so er talan um
eina reina konufólkafinalu, og
av teimum sjey fínalistunum
syngja tær fimm einsamallar,
meðan tvær syngja duo
Í kassanum til vinstru er yvirlit
yvir finalistarnar.
1
3