mikudagur 11. november 1998síða 25
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 214 — 11. NOVEMBER 1998
tíðindablaðið
(RA RE Ming rr
SKORSK
25
EL-BASSUR TIL SØLU
Ein Yamaha el-bassur v/
220 W forsterkara, statvi
og posa at koyra bassin í,
til selu fyri 4.500 kr.
Tlf. 310177
TIL SØLU
Brukt trummusett til sølu.
Fyra trummur og triggir
bekkar. Nýútskift skinn.
Nøkur eyka skinn fylgja
við. Prísur 3.000 kr.
Tlf. 315210
Út- &
Sjonvarp
TIL SØLU
Tvær 90 cm parabolskálir
við gullhevdi og beslagi,
alt nýtt, ant. kápil og
decodari við korti til solu
ri 4.000 kr.
if. 281525
VIDEO TIL SØLU
Uml. 1 ára gamalt Funai
video v/ fjarstýring til sølu
fyri 1.000 kr.
Ti. 282244 / 215000
PARABOL
Umi. 90 cm stórur para-
bolur til sølu fyri hålvan
pris.
Tlf. 421074
Ymiskt
ROKKJALLARIN
Vit åtaka okkum at selja
fyri fólk.
Eisini keypa vit deyðs-
bugv.
ROKKJALLARIN
Tlf. 311990 & 283390
Tinghúsvegur 42 - 100
| Tórshavn
| Opið: månad.-friggjad.
| kl. 13-17.30
| Leygardag: eftir avtalu
Hvítvoru
Service
| Vit umvæla allar hvít-
| verur og onnur el-tól um
| alt landið — nú eisini í
| Suðuroynni.
ELDAM
v/ Henry Dam
Tlf. 310998 - 316305
ella 282898
JOLASØLA
Jélasølan verður í Eydnuni
15.11. frå kl. 16 til 19.
Eydnan
VIRKID 75 ÅR
14.11.98 kl. 19.00 er foð-
Ha fyri limum
við gesti. Tekning á tlf.
361655. Heimasandsfólk í
útlegd kunnu eisini tekna
S0 ——
YNSKIST
Husmor vindeyga ynskist
til keyps. Stødd 140x180.
Tlf. 448379
FRIMERKI
Føroysk og grønlendsk av-
klipp, runtstemplað, verða
keypt. Goldið verður ein
fjórðingur av áljóðandi.
Tlf. 86428627
KVÍVÍKAR SÓKNAR
RÓÐRARFELAG
Ársveitslan verður leygar-
kveldið 21. nov. kl. 19.
Black Panters spæla til
dans. Kostnaður 140 kr.
fyri limir og 200 kr. fyri gest-
ir. Atgongumerki kunnu
keypast hjá Hans Iversen
innan 17. nov.
Nevndin
STÁLKETUR
13x155, bíliga til solu.
Tlf. 310352
LÍTIÐ WC VASK
ca 30x20 cm ynskist til
keyps
Tlf. 421158 ella 315751
Orðaskifti:
— Tá eg seti meg niður at skriva hetta, so er tað tí, at okkara arbeiðspláss fær trupulleikar av, at nóg nógv
ansingarpláss ikki eru í Havnini. Tað kostar okkum nógvar pengar til avloysarar, sum skulu venjast upp, skrivar
Høgni Rasmussen, stjóri
Savnsmynd: Álvur Haraldsen
Eru arbeiðsgevarar
ímóti barnagørdum?
Barnaansingin í Havn er ein stórur trupulleiki. Ikki bara hjá einligum
mammum, summum ungum foreldrum og pedagogum. Tað er eisini ein trup-
ulleiki hjá okkum arbeiðsgevarum. Hjá samfelagnum øllum, skrivar Høgni
Rasmussen, stjóri í reklamuvirkinum >Sansir<
Tað er rættiliga løgi at hoyra
statsleidarar og fram-
standandi polittikarar í Nor-
egi, Svøriki og Danmark
taka barnaansing fram sum
eitt av teimum størstu mál-
unum í einum landsval-
stríði, meðan føroyskir pol-
itikarar nóg illa tora at taka
tað á tunguna. Sum tað var
týdningarleyst. Sum um før-
oyingar hata pedagogar og
halda at konurnar skulu aft-
ur til kjøtgryturnar og heim
at ansa býrnunum. Sum um
vit livdu í 1800 talinum, tá
tað var fínt at hava eina
heimagangandi frúu.
Er tað veruliga so, at før-
oyski tankin er 100 ár aft-
anfyri? Tað sum politikarar
siga, speglar ofta hugburðin
í samfelagnum. Tí kann eg
lætt fáa ta fatan, at tað er
so. At barnaansing er ein
týdningarleysur spurningur
í Føroyum. Ég trúgvi tí bara
ikki heilt. Kanska manglar
bara ein útmelding frá ar-
beiðsgevarasíðuni. Er tað
so, so lesur tú eina nú. Og
eg vóni at tað koma fleiri,
um ikki í bløðunum, so við
beinleiðis áheitanum á okk-
ara polittikarar.
Tá eg seti meg niður at
skriva hetta, so er tað tí, at
TIL SØLU
Arbeiðir tú í nógvum gangi
og vil bjarga tær oyrunum
til tú gerst eldri, so havi eg
eina hoyrivernd við inn-
bygdum útvarpið til selu.
Hevur hetta tín áhuga, so
ring
Tlf. 312270
okkara arbeidsplåss fær
trupulleikar av, at nóg nógv
ansingarpláss ikki eru í
Havnini. Tað kostar okkum
nógvar pengar til avloys-
arar, sum skulu venjast upp.
Hetta kundu vit kanska ver-
ið fyri uttan, um vit vistu at
mammurnar bert vóru burt-
ur tað hálva árið. Fyri tað
næsta missa vit stórar inn-
tøkur av tí at avloysararnir
skulu verða í starvi væl
longri ean neyðugt, um vit
yvirhgvður fáa bara rímiliga
dugnaligar avloysarar. Fyri
tað triðja kunnu vit ikki
verða konufólk fyri uttan á
okkara arbeiðsplássi. Vit
hava eisini brúk fyri at
síggja tingini út frá einum
kvinnuligum sjónarhorni í
okkara arbeiði. Vit hava
brúk fyri báðum kynunum.
Og soleiðis vil eg pástanda,
at tað er á flest gllum ar-
beiðsplássum. Okkara ar-
beiðspláss er heldur ikki tað
einasta, sum hevur trupul-
leikar í dag. Eg kundi nevnt
tey fyrstu 6 arbeiðsplássini,
sum eg bara havi hoyrt um,
uttan at gera nakrar kann-
ingar.
So til børnini. At fara út í
eitt steinaldartjak um vit
skulu lata pedagogar ansa
børnunum ella ikki, gevur
eftir mínum tykki onga
meining. Sjálvandi skulu vit
helst hava pedagogar at
ansa býrnunum, til gagns
fyri børnini og fyri okkara
framtíð. Í so máta hava vit
eina góða skipan. Fyri at
sláa tað fast, so eiga vit í
høvudsheitinum at halda
fast í verandi skipan.
So til tað sum undrar
meg. Í hvussu so er, um vit
siga at arbeiðsmarknaðurin
hevur brúk fyri konufólkum
- og tað er tað fyri mær
eingin ivi um. Hvussu ber
tað so til, at flokkar, sum
verða roknaðir sum arbeiðs-
gevaravinarligir flokkar, eru
teir, sum eru mest trekir til
at skaffa neyðugu ansing-
arplássini. Og arbeiðsgev-
ararnir siga ikki nógv. Eru
tit ímóti barnaansing? Er tað
ikki eisini tykkara áhugi, at
fáa til vega neyðugu ans-
ingarplássini og at tryggja
at børnini eisini verða ansað
á besta hátt - til frama fyri
alt samfelagið - ella hvat.
Fyrst til býráðið. Í Tjóð-
veldisflokkinum og Javnað-
arflokkinum er neyvan nak-
ar ivi um, at undirtgka er
fyri at skaffa fleiri ansing-
arpláss. Hjá hinum er verri,
fyri uttan onkrar av teimum
ungu. Og nú fari eg at nevna
nøvn í býráðnum, sum, eftir
míni fatan, lítlan áhuga
hava fyri málinum ella vilja
loysa málið á ein langt frá
nøktandi hátt. I Fólkaflokk-
inum eru: Jan Christiansen,
Páll Petersen, Katrin Dahl
og Ingi Mohr. Hesi hava,
eftir tí sum eg havi lisið meg
fram til, ongan vilja til at
loysa málið á ein ngktandi
hátt. Í Sambandsflokkinum
eru: Lisbeth Petersen, Shu-
mann Hjaltalin, Kaj Leo Jo-
hannesen og Heðin Mort-
ensen. Hesi hava, út frá tí
eg havi sæð, heldur ikki
nakran vilja til at loysa mál-
ið, fyriuttan Heðin, sum
knappliga gjørdist áhugaður
í málinum, ti hann skuldi
brúka til nakað annað. Frá
sjálvstýrismanninum Ron-
ald Poulsen hevur heldur
einki verið at hoyra. Einastu
flokkar, sum klárt hava
meldað út at teir vilja loysa
málið sum eitt átrokandi
mál og eftir teimum linjum
eru viðtiknar, eru Tjóð-
veldisflokkurin og Javnad-
arflokkurin.
Tey sum trúgva at allur
trupulleikin liggur hjá bý-
ráðnum, taka stórliga feil.
Tað er nevniliga so, at
landsstýrið ikki so frætt sum
hevur avsett pening til tær
avmarkaðu útbyggingarnar
á barnagardsøkinum í Havn
í næsta ár, sambært tí Krist-
ian Magnussen hevur ført
fram í bløðunum. Utbygg-
ingar sum áttu at verið
nógvar ferðir stórri. Men
landsstýrismaðurin í sama
málið, Helena Dam á
Neystabø, loyvir sær í
sjónvarpinum at taka ans-
ingina av ngkrum fáum
læknabørnum fram um 3-
400 onnur! Alvara tos.
Men tit polittikarar í ting-
inum og í býráðnum: Tað
er ikki ov seint enn!!! Tit
kunnu enn klára broyta
fíggjarlógina hjá landinum
og fíggjarætlanina hjá bý-
ráðnum fyri næsta ár. Gera
tit ikki tað, missa virkini
inntøkur, børnini verða ikki
ansaði nóg væl og góð fólk,
sum samfelagið hevur brúk
fyri, flyta ikki heim aftur.
Væl vitandi at samfelagið
hevur verið í undantaks-
stóðu síðani 1992, so er
stødan so mikið fræg í dag,
at peningur eigur at vera
tókur til at loysa eitt so á-
trokandi mál, sum beinleið-
is er ein forðing fyri at vit
kunnu tjena pengar.
Land og kommuna eiga
hver í sínum lagi at seta eitt
tveysifrað milliónatal av til
hetta mál. Annars fer bíði-
listin uppá 3-400 børn bara
at vaksa. Fólkatalið bara
veksur í Føroyum. Hugsið
tykkum ein bíðilista uppá 5-
700 børn um tvey ár. Tá
verður Havnin í undantaks-
stóðu. Og tað tænir ongum
Merkir hetta, at skatturin
skal upp við einum hálvum
ella heilum prosenti, so eig-
ur hetta at verða gjørt. Men
heilt erligt, eg trúgvi ikki
tað er neyðugt, tí meirinn-
tøkurnar bæði hjá landi og
kommunu hava verið so
mikið stórar, at pláss er fyri
tí uttan at hækka skattin
A fólkamunni hevur eis-
ini verið talað um, at ar-
beiðsgevarar kundu gjørt
sínar egnu barnagarðar. Alt
í lagi, tað kunnu arbeiðs-
gevararnir - men eftir mín-
um tykki er hetta blóðskeift,
tí barnaansing er eftir mín-
um tykki ein kommunalur/
landsspurningur. Tað skal
ikki verða so, at bert for
eldur, sum arbeiða á ávísum
arbeiðsplássum, skulu fela
seg trygg við at fáa síni børn
ansaði. Eg gangi heldur ikki
inn fyri, at børn hjá foreldr-
um í arbeiði skulu fáa fram-
íhjá pláss fram um td. ar-
beidsleys. Øll børn skulu
hava lika rætt til ansingar-
plássini, og tey skulu sleppa
framat, soleiðis sum fak-
kunnleikin nú einaferð
meinar er rættast. Hinvegin,
er tað so, at vit ikki fáa fleiri
ansingarpláss skjótt og ar-
beiðsgevaraansing er einasti
útvegur, so er okkara ar-
beiðspláss til reiðar at
leggja pening á borðið sam-
an vid ødrum, um áhugi er
fyri tí, fyri at vera við úl at
útvega neyðugu ansingar-
plássini. Men lat meg end-
urtaka tað: Tað er blóð-
skeivt.
At enda vil eg líka siga,
at eg havi brúkt langa tíð til
at umhugsa, um eg skuldi
skriva hetta lesarabrævið
ella ikki. Fyri tað fyrsta tí
at evnid, so ótrúligt tað enn
ljóðar, er eitt kontroversielt
evni. Fyri tað næsta, tí at eg
sjálvur standi byrådslimi í
javnaðarflokkinum nær.
Men eg havi væl loyvi at
hava mína meining. Atti
kanska ikki at nevnt nøvn,
men eg trúgvi tó ikki at nak-
ar tekur sær hetta til sín, um
eg ikki nevni nøvn. Sam-
stundis vóni eg, at eg havi
gjørt fleiri av tykkum órætt.
Um so er, so gerið mær tað
tænastu: Vísið tað. Eg vóni
eisini at fleiri arbeidsgev-
arar gera vart við seg, so-
leiðis at málið verður tíkið
upp í tí álvara, sum tað
krevur.
Hegni Rasmussen
Sansir e-mail:
hogni G sansir.fo
AES