Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 1998síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

8 Kærleikssóga aldarinnar eftir Mørtu Tikkanen: tíðindablaðið SOSU Ein bersøgin lýsing av alkoholismu Savnið Kærleikssóga aldarinnar, ið er eitt úrval úr yrkinga- savninum av sama navni eftir Mørtu Tikkanen, viðger trupul- leikarnar í eini familju, har maðurin er rúsdrekkamisnýtari. Sjáldan eru kenslurnar hjá konu ein misnýtara so bersøgtå e beinrakið lýstar sum í hesum savni, hvussu meint familjan erður rakt av misnýtsluni, verður kensluborið og ærliga idgjørt. Savnið setir orð á kenslur, sum eru ringar at seta orð á, men sum geva teimum, Sum eru 1 somu stóðu Sum kvinnan i kærleikssøgu aldarinnar, eitt amboð sum kann gera tey fór fyri at skilja og orða teirra egnu trupulleikar. - Heitið á yrkingasavninum verður ferð eftir ferð gjørt til skammar um somu tíð sum yrkingarnar í savninum ferð eftir ferð viðurkenna styrki kærleikans. Heitið á savninum er íkomið, tí Henrik Tikkanen, maður Mørtu, hevur brúkt hetta heitið um kærleik teirra. Mørta gevur manni sínum rætt í, at talan er um kærleikssøgu aldarinnar, men hon vil siga øðrum og eisini manninum, hvat tað kostar eini kvinnu at uppliva slíka kærleikssøgu, segði Vår í Olavsstovu á hugnaløtuni. Tur KJøLBRO - Hon er fløskugrøn, liturin minnir ikki sørt um maga- sýru og so er hon loyst úr lagdi á Velbastað, tók Heðin Klein, leiðari á Feroya Skúlabókagrunni skemtandi til á hugnaløtu í Norður- landahúsinum týsdagin sambandi við útgávuna av Kærleikssøgu aldarinnar eftir Mártu Tikkanen, sum er ein av mest týddu finn landssvensku rithøvundun- um. Jú, sjálvandi ska! pláss vera fyri skemti. Men Kær- leikssøga aldarinnar eru alt annað enn skemt. Hon er sjålvsævisøgulig og viðger hjúnalag Mártu Tikkanen við listamannin Henrik Mynd: Jonhard Hammer. Tikkanen. Savnid eru tankar hjá konu ein rúsdrekkamis- nýtara, hvussu meint familj- an verður rakt av misnýtsl- uni, verður kensluborið og ærliga vidgjørt. Sambandið millum Mártu og mannin Henrik var kanska kærleikassøga aldar- innar, men tað er eingin ivi um, at hon og børnini liðu undir drykkjuskapinum hjå manninum. Hjúnalagið var um somu tíð himmal og helviti Kend víða um í heiminum Laura Joensen, sjónleikari, hevur týtt eitt úrval av yrk- ingum úr Kærleikssøgu ald- arinnar. Tað gjørdi hon í áttatiárunum, tá hon fram- førdu einrøduleik, ið byggir á savnið. Á hugnaløtuni í Norðurlandahúsinum las hon nakrar yrkingar upp. Sterk, kensluborin, ærlig og bersøgin orð frá eini kvinnu sum elskaði mannin so 6- metaliga nógv til síðani at fara at hata hann, tí hann legði alt hon eina ferð trúði upp á í oyði Á hugnaløtuni segði Vår tovu nøkur orð un Tikkanen er ikki at taka munn- in ov fullan at siga, at hon hevdi ein týðandi leiklut í kvinnurørsluni i Norður- londum i sjeytiårunum. Hon er fødd i 1939 og er uni- versitetsútbúgvin. Hon hev- ur verið m6durmålslærari, rektari á svenska arbeiðara- háskúlanum í Helsingfors og blaðkvinna. Seinnu árini hevur hon ferðast víða um og lisið upp og sagt frá rit- høvundavirksemi sínum. Høvundaverk Mårtu Tikk- anen fevnir um yrkingar- søvn, skaldsøgur og sann- søgur. I skaldskapi hennara er tað kvennleikin mótvegis kallleikanum, sum er tad mest týðandi evnið. Viðgerð hennara av kærleikanum og støðu kvinnunnar hevur vakt virðing og undirtøku og hevur gjørt hana kenda víða um í heiminum. - Márta Tikkanen vann fram sum høvundur við Kærleikssøgu aldarinnar. Árhundradets kárlekssaga, sum savnið eitur á finnland- svenskum, kom út í 1978. Sum mótmæli ímóti at kvinnur ongantíð høvdu fingið norðurlandaráðsvirð- islønina, savnaðu norskar kvinnur inn pening til eina alternativa virdisløn til Mártu Tikkanen, sum varð latin í 1979. Letur dyrnar upp - Kærleikssøga aldarinnar viðger í síni heild eitt alko- holikara hjúnalag og sjáldan eru kenslur og tankar hjá konu ein misnýtara so ber- Nr. 215 — 12. NOVEMBER 1998 Á hugnaløtuni í Norðurlandahúsinum las Laura Joensen, sjónleikari, nakrar yrkingar upp úr savninum, hon sjálv hevur tytt. Sterk, kensluborin, ærlig og bersøgin orð frá eini kvinnu sum elskaði mannin so ómetaliga nógv til síðani at fara at hata hann, tí hann legði alt hon eina ferð trúði upp á í oyði. søgid, sterkt og ærliga lýst. Heitið á yrkingasavninum verður ferð eftir ferð gjørt til skammar um somu tíð sum yrkingarnar í savninum ferð eftir ferð viðurkenna styrki kærleikans. Heitið á savninum er íkomið, tí Hen- rik Tikkanen, maður Mårtu, hevur brúkt hetta heitið um kærleik teirra. Márta gevur manni sínum rætt í, at talan er um kærleikssøgu aldar- innar, men hon vil siga eðr- um og eisini manninum, hvat tað kostar eini kvinnu at uppliva slíka kærleiks søgu. Hon letur dyrnar upp til privata helvitið hjá eini alkoholikarakonu, og smátt um smátt stendur deymurin av kropslukti, óbustaðum tonnum og spýggju kring myndina av hjúnafelagnum. Hon setur orð á tað ræðu- ligasta, uttan at halda seg frá niðrandi smálutum. Kortini er savnið fylt við serligum hita. „Tú vart longsul mín/eftir at taka og geva“ og hesin setningur orðar ta kærleiksfyrimynd, sum gongur sum eitt niður- lag gjøgnum alt rithøvunda- verk Mårtu Tikkanens. Kærleikssøga aldarinnar slær í neyvari rútmu, sum ein syrgiligur og skurrandi tvísemisblues, har hatur- fyltar og ússaligar fråsøgur berjast við nostalgi, eggj- andi kærleika og inniliga langtan. Maktjavnvágin - Í sínum bersøgni lýsir savnið ikki einans makt- javnvágina í einum alko- holarahjúnalagi, men gevur eina nágreiniliga mynd av, hvussu leikur fer fram, har maktjavnvágin er avlagið Soleiðis kann hetta savnið eisini lesast, tað sigur øllum okkurt og tað er tann egin- leikin sum ger bókina væl egnaða til undirvísingar- brúk. Sjálvsagt kann hon vera skelkandi lesnaður hjá ungum, sum hava alkohol- trupulleikar tætt at sær, men megnar lærarin at almenna- gera trupulleikarnar sum eru í savninum, so skuldi ikki verið so trupult at fing- ið nógv burtur úr hesum savni. Í bókini eru upplýs- ingar um Mártu Tikkanen og verk hennara, og aftast í bókini eru uppgávur sum kunnu viðgerast í samband: við arbeiðið við bókini og sjónbandinum við sama navni, segði Vár í Olavs- stovu Til okkum øll Tað eru Føroya Skúlabóka grunnur og Rúsdrekka- og Narkotikaráðið, sum er gingin saman um útgávuna Savnið er ætlað elstu flokk- unum í fólkaskúlanum og Ein bersøgin lýsing av alkoholismu Mynd: Jonhard Hammer. miðnámsskúlunum í tvør- fakligum samanhangi, men almenningurin fær sjálvandi eisini gleði av savninum Seinast í savninum eru ar- beiðsuppgávur sum Berg- ljót av Skarði hevur gjørt Turið Sigurðardóttur viðger í stuttum skaldskap Mártu Tikkanens, serliga Kær- leikssøgu aldarinnar A Landsmidstødini fyri undirvísingaramboð ber til at læna sjónbandsfilmin við pørtum av yrkingunum úr Kærleikssøgu aldarinnar Filmurin er tikin upp i Før- oyum, seldur i Nordurlond- um og finst í føroyskari út- gávu. Kristian Blak hevur gjørt tónleikin. siga teir, sum hava skil fyri mentan Hvussu ber tað til til dømis luktirnar? Tann rami konjakklukturin sum gevur tær ein frammaná í somu løtu tå gloppar dyrnar Tann vamlisligi deymurin av konjakki og magasyru tá tú hevur spýð Súrt reydvinsblekk súrt hvítvinsrop søtt sjerriskvatl kleiggjut vermut Men tað ringasta er lukturin av hundu sum tú stunar út yvir meg tå tú fyri fimmtusundu ferð billar tær inn, at øl økir um máttin, ha! Tann dravni lukturin sum herskin fer i hvønn krøk i kamarinum tå tú dettur av í øllum klæðunum Ivørtur um báðar sengurnar Slevið, sum élbrúnt rennur niður eftir høkuni skræpan sum ikki svitast kennist í húsunum í nógvar dagar saman við tí beiska landluktinum sum ein fær so hvítar tenn av Bara hetta bara luktirnir