hósdagur 12. november 1998síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 215 — 12. NOVEMBER 1998
hugdu vit at ymiskum sløg-
um av æti, áðrenn vit fóru
víðari upp gjøgnum fødiket-
una, sigur Venzel Olsen,
næmingur á trædeildini á
Tekniska Skúla í Havn.
Ikki ov torskilt
-Ni ert tú næmingur á træ-
deildini og aðrir næmingar,
ið vóru til framsýningina,
vóru fólkaskúlanæmingar.
Helt tú framsýningina vera
ov vísindaliga til næmingar,
ið ikki fáast við livfrødi
dagliga?
- Nei, eg haldi, at frágreitt
varð á ein so spennandi og
greiðan hátt, at ikki var
neyðugt at hava ta stóru lív-
frødisligu vitanina framm-
anundan, fyri at vera førur
fyri at skilja framsýningina
og frágreiðingarnar. Eitt
annað, ið gjørdi framsýn-
ingina áhugaverda, var sýn-
ingin av, hvussu ið fiskað
verður. Vístur varð fram
ymiskur fiskireiðskapur, og
eisini sást okkurt modell-
skip, ið fiskaði á djúpum
vatni.
- Tey ymisku fiskasløgini,
ið sóust hanga í ymsikum
hæddum, alt eftir hvussu
djúpt tey liva í sjónum,
høvdu eisini stóran áhuga.
Hetta vóru endurgjørdir
fiskar, so møguligt var at
hyggja leingi og gjølla at
teimum, so ein kundi læra
seg nøvnini á teimum, og
annars lesa um livihátt
teirra.
Betri enn akvarium
- Heyði tað tó ikki verið eitt
sindur meira spennandi at
sæd livandi fisk í einum
stórum akvarium í staðin?
Nei, eg haldi, at ein fekk
nógv meira burturúr hesum.
Hesin fiskurin varð verð-
andi á sama stað alla tíðina.
Hann svam ikki burtur, eins
og livandi fiskur í einum
akvarium hevði gjørt. Tað,
at fiskurin varð verðandi á
sama stað, tað gjørdi, at ein
kundi eygleiða hann gjøll-
ari. Tó ivist eg ikki í, at tað
hevði verið stuttligari fyri
småbørn at sæð fiskin liv-
andi f einum akvarium, sig-
ur Tummas Lauritsen, lær-
ari á Tekniska Skúla, og
næmingur hansara, Vensel
Olsen, er heilt samdur
tíðindablaðið S082lufin
3)
Fólkaskúlin
Jens Petur Gaard; lærari í
Eysturskúlanum í Havn,
hevur eisini verið við næm-
ingum sínum úr áttanda
flokki og vitjað framsýning-
ina hjá Fiskirannsóknar-
stovuni.
- Eg haldi, at øll framsýn-
ingin var framúrskarandi
góð. Hon gav eitt gott innlit
í arbeiðið hjá Fiskirann-
sóknarstovuni og í sjálvt
havumhvørvid. Tó haldi eg,
at næmingarnir høvdu fing-
ið meira burturúr, um teir í
løtuni tókust við havum-
hvgrvið í skúlanum. Mínir
næmingar hava ikki bein-
leiðis gjørt so nógv við hetta
enn, so eitt sindur av tí, ið
hendi á Fiskirannsóknar-
stovuni, var eitt sindur ov
nógv at taka ímóti í einum,
her verður greitt næmingunum frá, hvussu eitt botntrol virkar
sigur Jens Petur Gaard.
- Annars, so skal Fiski-
rannsóknarstovan hava rós
fyri framsýningina. Hon
sýndi m.a. havumhvørvid,
fiskasløg, veiðuhættir o.a.,
ið var sera upplýsandi. Og
eisini frágreiðingarnar vóru
sera áhugaverdar - eisini
fyri næmingarnar. Tey, ið
greiddu frá, tey skulu hava
tað rós, at tey vóru ikki eins
torskyld og vísindafólk ofta
eru. Tey greiddu frá á ein
hátt, ið eisini gjøri tað rmøg-
uligt hjá mínum næmingum
at fáa innlit í havumhvørv-
ið.
-Tað einasta, ið eg kann
seta fingurin á, tað er, at
næmingarnir fingu eitt sind-
ur ov nógv av vitan oysta
omanyvir seg gjøgnum eitt
ov stutt tíðarskeið. Vit
Mynd: Álvur Haralsen
kundu bert vera har ein
"tíma, og hetta gjórdi, at
næmingarnir fingu ov
nógvar upplýsingar í einum.
Betri hevði verið, um vit
kundu tikið framsýningina
í pørtum. Menn enn eina-
ferð vil eg siga, at talan var
um eina framúr góða fram-
sýning, sigur Jens Petur
Gaard at enda.
Genturnar hyggja eftir
skeljadjórum
Mynd: Alvur Haraldsen