Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-14, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. november 1998síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 217 — 14. NOVEMBER 1998 tíðindablaðið S0Salurfn 21 Kunngerð nr. 76 frá 11. november 1998 frá Toll- og Skattaráð Foroya um ásetan av frádrátti fyri kapitaleftirlonarskipanir fyri 1999 Sambært $ 1 E í løgtingslég nr. 51 frå 29. desember 1971 um skatt av rentutrygging v.m. við seinni broytingum kann arbeiðs- gevari og løntakari av árligu inntøku løntakarans tilsamans hægst draga 25.000 kr. frå fyri kapitaleftirlønarskipanir, sbr. $8 1B og 1 C, heri roknað émaksløn, tantierne og allar aðrar samsyningar. Frádrátturin er fyri 1999 pristalsvidgjørdur pr. 1. juli 1998 og soleiðis ásettur til 37.800 kr. galdandi fyri álmanakkaárið 1999. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi fyri inntokuárið 1999. Tórshavn, tann 11. november 1998 Toll- og Skattaráð Foroya Skrivarastarv Feroya Javnaðarflokkur sekir eftir skrivara fyribils hálva tíð til floksskrivstovuna í miðbýnum í Tórshavn at taka við frá árs- byrjan 1999. Arbeidsøkid umfatar m.a.: brævskriving arkivering journalisering telefonavgreiðslur annað vanligt skrivstovuarbeiði. Harumframt skal tann, ið settur verður, duga at arbeiða sjálv- stødugt og saman við ødrum. Ein av arbeiðsuppgávunum verður at standa fyri at gera politiskt upplýsingartilfar, har neyðugt verður við hugflogi og virkisfýsni. Eisini skal skrivarin saman við starvsnevnd og tingmanning duga at leggja ætlanir fyri politiska virkseminum og at leggja hesar fram fyri almenningin. Harumframt skal skrivarin stuðla og vegleida lokalu feløgunum í teirra yrki. Skrivarin skal kunna átaka sær at fyriskipa tiltøkum so sum kjakfundum, floksleiðslufundum og landsfundum. Førleikakrøvini eru innlit í vanliga skrivstovuyrkið, telduviðgerð og málkunnleiki. Treytin fyri setan er limaskapur í Føroya Javnaðarflokki. Lon og arbeiðstíðir eftir avtalu við starvsnevnd floksins. Umsóknir við avriti av mgl. prógvum og ummælum skulu í seinasta lagi 30. november 1998 sendast til: Foroya Javnaðar- flokk, Marinargøta 3, FO-188 Hoyvík. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Jóannes Eidesgaard, tlf. 318949. Javnaðarflokkur Fyribilsskattaskráin 1999 Hjá teimum, sum hava ymisk framihjårættindi sum part av lønini, ásetur Toll- og Skattaráð Føroya eina ferð um árið virðið av hesum lunnindum, og eru virðini fyri 1999 hesi íroknað meir- virðisgjald: Virðið á fríum bústaði: Íbúð (partur av húsum) pr. m2 kr. — 423 Íbúð (heil hus) pr. m2 kr. — 333 b) Eginnýtsla av el kr. 6.500 c) Eginnýtsla av olju kr. 9.700 d) Frí telefon kr. 3.900 e) Virðið á fríum kosti pr. dag: 3 máltíðir kr. 73 2 máltíðir kr. 55 1 máltíð kr. 40 f) Virðið á fríum bili: 1100 kg og undir kr. 40.900 1101 kg til 1300 kg kr. 52.300 1301 kg og meira kr. 65.400 Allir aðrir bilar, sí viðmerking = kr. 30.700 kr. 20.400 a) Eginnýtsla hjá privatum vinnurekandi: Privatur vinnurekandi skal skatta av virðinum av verum og framleiðslum, sum hann tekur úr virki sínum at nýta ella at hava í húsarhaldi sínum ella til gávur. Virðið verður roknað eftir keypsvirðinum ella framleiðsluvirðinum á hesum verum. Somuleiðis skal privatur vinnurekandi skatta av tí partinum av útreiðslunum sum svara til privatnýtsluna, tá tað snýr seg um t.d. bil, telefon, ljós og hita, har útreiðslurnar umfata bæði pri- vatu og vinnuligu nýtsluna. Meginreglan er tann, at skattgjaldarin sjálvur skal gera eina neyva metan av hvussu nógv er privat, og hvussu nógv er vinnulig nýtsla, og skal henda metan vera við atliti til stødd av t.d. húsi og húski. Sum leiðbeinandi minstamark hevur Toll- og skattaráð Føroya tó ásett hesi virði fyri nýttar vorur: g) Eginnýtsla av verum: Bakarar — kr. "5800 Bakarar við keypmansvørum kr. 7.700 Keypmenn kr. 19.700 Annars hevur Toll- og skattaráð Foroya ásett sum leiðbeinandi minstamark, at privatnýtsla av bili hjá hyruvognsførara skal vera kr. 13.900 h) Virðið á partaeigaralánum hjá høvuds- paraeigarum: 9% Kapitaleftirlonarfrádrátturin er hægst kr. 37.800 Viðmerking til > Allir aðrir bilar«: Omanfyri nevndu upphæddir eru galdandi fyri bilar skrásettir sum persónsvognar smb. gr. 3 í ll. nr. 175 frå 18.12.1992 um skrásetingargjald á motorakforum. Fyri bilar skrásettir sum vørubilar eftir gr. 5 í Il. nr. 175 frá 18.12.1992 um skrá- setingargjald á motorakførum verður virðið sett til 75% av upphæddini fyri bilar undir 1100 kg. Fyri aðrar bilar enn omanfyri nevndu t.d. bilar skrásettir eftir gr. 6 og gr. 8 í Il. nr. 175 frå 18.12. 1992 um skrásetingargjald á motorakførum verður virðið sett til 50% av upphæddini fyri bilar undir 1100 kg. Toll- og skattstova Føroya tilskilar sær rætt at krevja avrit av skrásetingarskjalinum fyri bilin. Tórshavn, tann 11. november 1998 Toll- og Skattaráð Foroya