Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. november 1998síða 4

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

6 tíðindablaðið S082luN Nr. 218 — 17. NOVEMBER 1998 Malan Marnersdóttir: Regin Dahl lærumeistari - Regin er ein yrkjari, sum rithøvundar noyðast at gera okkurt vid, um teir vilja fáa nakað burtur úr arvinum, vinna á undangonguyrkjaranum so at siga fyri sjálv at gerast sterk listafólk, segði Malan Marners- dóttir, bókmentafróðingur, á hátíðarlótuni Regini Dahls til heiðurs í Læraraskúlahóllini næst seinasta sunnudag. Tað ber til at síggja bók- mentasøguna sum eina til- gongd, har teir sterku yrkj- ararnir leggja fyri við at fylgjast við undangongu- yrkjarunum, herma eftir teimum og royna at gera sum lærumeistararnir. Síð- ani slítur yrkjarin seg leysan frá undangonguyrkjarun- um, ger upp við teir fyri sjálvur at gerast ein sterkur yrkjari, lærumeistari og undangonguyrkjari hjá teimum, ið síðani koma. Drivmegin í bókmenta- søguligu gongdini er eftir hesi hugsan andstødan mill- um ættarlidini, millum tíð- arinnar sterku r:thøvundar. Regin Dahl er ein sovorð- in sterkur yrkjari. Tiggju yrkingasøvn hevur hann givið okkum, tað fyrsta kom út í 1937 og tað higartil seinast í 1993. Fyrsta savnid hevur heitið Í útlegd, og út- legdin er serliga sjónarhorn- ið, sum yrkingarnar eru skapaðar úr. Janus Djurhuus yrkti eis- ini um útlegdina. Í yrkingini „Útlegd“ er heimferðin í livandi lívi ímyndað sum ein utopisk heimferð, tí hon kann ikki verða fyrr enn „reynið rodnar av rósum og vín“. Annars er deyðin tann heimferðin skaldið hevur í boði. Ein kend yrking hjá Reg- ini er ungdómsyrkingin „Hvar er rás?“ Spurning- urin, sum hann setur fram í hesi yrking snýr seg um hvussu vit skulu finna leið gjøgnum lívið, ímyndað sum eitt reyn. Vit hava her fingið umhvarvið av einum svari, ikki endaliga svarið, men eitt leiðbeinandi upp- skot til, hvussu vit kunnu handfara henda lívsspurn- ingin. Yrkingin „Hvar er rás?“ kann lesast sum eina uppgerð við hugburðin um útlegdina hjá Janusi. Báðar yrkingarnar leggja fyri við einum spurningi, Janus spyr um tíð, tá ið hann sigur: „Nær verður heim- ferð mín“, Regin spyr um pláss, tá ið hann sigur: „Hvar er rás um reynið“. Báðir brúka fuglar sum mynd. Fuglurin, sum Janus brúkar í hesi yrkingini og í fleiri øðrum er ravnurin, men í hesi yrkingini er tað nakað so sjáldsamt sum ein ravnur í „brúðarlín“, sum skal vera teknið um, at skaldið sleppur heim. Regin harafturímóti hevur í hesi yrking eina „sterka ørn”, sum ímyndar ein realistisk- an, men einsligan møgu- leika at vinna upp um reyn- ið. Og mótsett hugtøkiliga reyninum og fjalladalinum hjá Janusi, har tað vaksa rósur og vín og Pan „skemt- ar sær við floytuspæl“, líkist reynið hjá Regini tí veru- liga, itøkiliga reyninum við homrum, knøttum og blån- andi skarði. Í hesum fyrsta savninum ger Regin útlegd- ina til ein eksistentiellan spurning, har hon er lagna í og undangonguyrkjari - Í fyrsta yrkingasavninum ger Regin útlegdina til ein eksistentiellan spurning, har hon er lagna i yrkingini hjá Janusi Útlegd. Hjá Regini ber til at sættast vid útlegdina, men hjá Janusi Djurhuus umrindast hon ikki, sigur Malan Marnersdóttir. Mynd: Jens Kr. Vang. yrkingini hjá Janusi. Hjá Regini ber til at sættast við útlegdina, men hjá Janusi Djurhuus umrindast hon ikki. Hetta bæði at fylgjast við Janusi Djurhuus nakað fram á leið og síðani at víkja frá honum og vísa á aðrar loysnir enn hann, eru ngkur av fyrstu stigunum í gongd- ini í yrkingum Regins fram móti at gerast ein sjålvstød- ugur yrkjari. Regin sum tónasmiður Regin er eisini komponist- ur, tónaskald, tónasmiður. Løgini eru bæði løgin og genial. Løgini eru saman- sett, tey fara høgt upp og lågt nidur, vidhvørt er stutt millum ténarnar og vid- hvørt gera teir rættilig lop, vidhvørt er ein eydkendur fólkatónleikadámur í teim- um - sjómansrímurnar eru dómi um hetta seinasta. Løgini eru stundum kreyj- andi sum „Ein gomul kista av kamfertræ“, men hver dugir tað ikki kortini. Takt- irnar eru ikki altíð líka lang- ar, rútman er ikki altíð tann sama gjøgnum ein heilan sang og mong løg hjá Reg- ini hava gamalt skalasnid frå ådrenn moll og dur gjørdust høvudsskalasløg- ini, men sum vit kenna væl frå kvædaløgunum og gomlum norðurlendskum fólkatónleiki. Samstundis er evropeiskur romantikkur í løgunum, og har er kirkju- tónadámur. Heldur ikki sum komponistur vil Regin geva seg fult og heilt inn undir eina traditión, men brýtur tær og setur tær saman aftur soleiðis sum tað hóvar hon- um. Eins og hjá ødrum kendum t6naskøldum sum Schubert eru summir sangir hjá Regini ein gjøgnum- komponerað heild, eitt nú „Blíðan, blíðan brótið ikki aldur“, sum Regin sjálvur eisini hevur yrkt. Harafturat er Regin sjálvur ein sjáld- sama hugtakandi sangari, høga tenorrøddin gevur løg- unum serligt lív. Reginskari reginskt Tóroddur Poulsen saman- fatar einastaðni viðurskift- ini millum yrkjaraættarlið- ini, samstundis skrivar hann seg sjálvan inn í bókmenta- søguligu tilgongdina, tå ið hann trånytir eitt av hittin- orðum Regins í bókini Leysasøkk. Har metir Regin sjálvur sínar undangongu- yrkjarar á henda hátt „Janus skrivar kanska finari før- oyskt - men Hans Andrias skrivar í hvussu er fínari føroyskt enn hann“. Hjá Tóroddi Poulsen er hetta á postmodernistiskan hátt umskapað til henda tvætli- setningen: „Regin skrivar kanska reginskari reginskt - men Regin skrivar í hvussu so er reginskari reginskt enn hann“. Síðani brúkar Tóroddur Poulsen hetta sniðið, sum hann hev- ur frá Regini, til hesa stað- festingina: „Hans Andrias hevur kanska fínari hatt enn Carl Jóhan - men Carl Jóhan hevur fínari hatt enn hann.“ Og spyr so: „Hver skal binda beistið?“ Hetta speisemið og respektloysið eigur eingin at taka illa upp - tað vísir tvgrurímóti at Regin er ein yrkjari, sum rithøvundar noyðast at gera okkurt við, um teir vilja fáa nakað burt- ur úr arvinum, vinna á und- angonguyrkjaranum so at siga fyri sjálv at gerast sterk listafólk. Í hesum ljósinum er Regin Dahl ein horna- steinur í føroyskum bók- mentum og í føroyskari tón- list. Høli til HARRATOYSHANDIL I SMS til leigu I februar 1999 verda hølini hjå Fedgum i SMS til leigu. Hølini eru um 140 m? til støddar. Ert tå førur fyri at skapa føroya besta harra- toyshandil til vaksnar menn, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Hans Mortensen á telefon 31 30 41. TEL 31 30 41