Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. november 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 229 — 18. NOVEMBER 1998 A — aldursmarki var frá klokkan tíggju til tvey, og síðani vóru helini temd, áðrenn Club 20 við skeinkiloyvi lat upp fyri limum sínum, og var so havt opið til klokkan hålvgum sjey á morgni. Stødan í dag Hjá teimum ungu, sum hava hug at leita sær í býin eitt leygarkvøld, eru ikki nógvir møguleikar i 2* velja. Eru tey yngri enn 18 ár, so sleppa tey bert í dans, tá ið eitthvert dansitiltak er í onkrari stórari og kaldari itrottarhøll. Hesi til- tek eru sjáldan meiri enn eina ferð um mánaðin; og tað er enntá høgt sett, vilja tey flestu verða við. Haraftrat vísir tað seg, at um til demis dansur er í Badmin- tonhøllini, so er tað ikki ser- liga hugaligt hjá teimum 16- 17 ára gomlu at koma í dans har, tí at ein stórur partur av sifolkinum ofta er millum 1 1Vegin í ) Sigast, af tå ið tíðindablaðið líknandi tiltøk eru eitt nú í Ítróttarhellini á Kambsdali, so er dansifólkið ofta munandi eldri, kanska úr 15 og upp í eini 25 ár. Hví so er, er ilt at siga, men ein orsøk er Oivad tann, at eysturoyingar fegnir vilja sleppin undan langa koyritúrinum til Havnar, og tá ið dansur er í eini itrottarhøll, kunnu teir sjálvir hava drekki- verur við, ístaðin fyri at brúka hópin av peningi til hetta í einum ølklubba í Havn, Av tí at tey, sum eru undir 18 ár, ikki hava nakað fast dansi- stað, er tað blivid so, at hesi ikki koma út í býin fyrr enn ølklubbarnir stongja, tað vil siga um fýratíðina. Tey sita bara heima hjá onkrum og bíða eftir klokkuni og kunnu bert droyma um at sleppa í * dans. Hjá nógvum er tað eisini so, at man hoyrir til ein vinfólka- bólk, har nekur eru yvir 18 ár, og nekur eru undir. Hetta ger so ta y eldru vilja fegin sleppa i dans og Kunnu eisini 0: VG Yngd nr. 30 - 18. nov. 1998 fara, meðan tey yngru eisini fegin vilja í dans, men sleppa ikki, tí tey eru ov ung. Slíkt kann verða við til at koyra ein vinarbólk í tviningar, og tað er stórt spell. Hvat kann gerast Tað er sera harmiligt, at tey 15 til 18 ára gomlu skulu verða fyri slíkum vanbýti. Tey hava eins og øll vit onnur uppiberið eitt líkinda dansistað, og dans- itiltøk í ítróttar- og samkomu- hellum eru ikki annað enn lappaloysnir. Gamaní, slík til- tek kunnu eisini verða stak hugnalig og væleydnaði, men tað er ikki serliga lokkandi at fara í dans, har dansigólvið er eitt stórt ítróttargólv, og siti- plåssini bert eru nakrir áskoð- arabenkur av træ uttan eitt nú borð, øskutrog, livandi ljós og annað, sum fjálgar um eitt dansistað Haraftrat eru hallirnar so stór- ar, at tað skulu nógv fólk til renn ein slik byrjar at fyll- 15 leiðis sum dansiment Føroyum, kanska serliga Havnini, er skipað í dag, er tað tiverri so, at tey flestu av teimum, sum eru undir 18 ár, nóg illa vita, hvussu eitt lík- | | i 18Kli inda dansihøli sær út seta tey seg heldur ikki før fyri at seta krøv-til teirra, sum skipa fyri dansi i ítróttarheli- um, bygdarhúsum og líknandi Hevdu tey kent nærri til um- stødurnar í einum veruligum dansihøli, so høvdu tey kanska kravt, at fyrireikararnir av dansitiltøkum kring landið til dømis gjørdu meiri burturúr ljósi, fridkan av hølunum og kanska eisini serliga av vaktarhaldi! Komandi viku hava vit viðmerkingar frå ungum um dansi- . viðurskiftini i Havn og Førøyum annars.