týsdagur 1. desember 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Vátt í full
veldisreiðrið!
SENDINGIN í danska útvarpinum um rík-
isfelagsskapin var åhugaverd og eisini
verd at geva gætur í víðari ordaskiftinum.
Vit fara her í blaðnum at fylgja upp hesum
stóra og týdningarmikla evni og ætla at
fáa viðmerkingar frá fólki bæði her heima
og í Danmark. Tveir av okkara freelans-
arum í Danmark hava tosað við fólk eftir
sendingina. Eisini fara vit komandi dag-
arnar at tríva í spurningar, sum komu fram
undir oråaskiftinum. Lesarar okkara nær
og fjar eru heldur enn vælkomnir at vera
við í hesum oråaskiftinum.
VENDA vit nú aftur á heimabeitið - til
okkara egna gerandisdag, so er eisini
mangt áhugavert við at henda á tí politiska
leikvøllinum her. Ikki ti at tað er so sjónligt,
men tú kanst lesa millum linjurnar, at tað
er við at gerast eitt sindur vátt í fullveldis-
reiðrinum. Tað er ein sannroynd, at fólka-
flokkurin og tjóðveldisflokkurin í botn og
grund eru ósamdir í mongum spurningum,
hóast tað eru partar av báðum flokkum,
sum fella sera væl saman.
HERFYRI gjørdi løgmadur greitt í sam-
rødu her í blaðnum, at leiðin til fullveldi er
ikki so einføld og løtt, sum mong kanska
høvdu roknað við. Hann metti tað vera
nógv torførari at fáa fleirtal fyri broytingum,
um tað ikki kom meira greitt fram, hvussu
eitt nú búskaparligu avleiðingarnar fóru
at verða. Eisini metti hann tað sera óhepp-
ið, at javnaðarflokkurin ikki var við í ar-
beiðinum. Nú lesa vit í bløðunum sera
áhugaverda grein, sum fólkaflokstingmað-
urin Bjarni Djuurholm hevur skrivað. Hóast
tað ikki verður sagt beinleiðis, so er hon
ætlað sum ein ávaring og áminning til
tjóðveldisflokkin. Hann ger upp við rom-
antiskar tjóðskapardreymar og vísir á, at
fyrst av ollum má eitt fullveldi byggja á
búskaparligt sjálvbjargni. Sum so er einki
nýtt í tí. Hetta hava fólkafloksmenn sagt
so leingi, og hetta er so eisini partur av
boðskapinum hjá javnaðarflokkinum. Men
tað er sum um fólkafloksmenn nú vilja
síggja nakað itøkiligt frå tjóðveldisflokk-
inum - hvussu ætlar hann at fíggja full-
veldið - hvar vil hann skerja innan tað
almenna osfr. Tað er greitt, at vit nú eru
við at koma hartil, at ideologisk áhugamál
hjá báðum flokkum stoyta ímóti hverjum
eðrum. Spurningurin er, hvussu heilhjart-
aður fólkaflokkurin í veruleikanum er fyri
fullveldispolitikkinum, sum øll vit fyrst og
fremst tjóðveldisflokkurin hevur stungið
út í kortið. Fara vit nú at uppliva fleiri og
fleiri greinar av tí slagnum, sum Bjarni Dj.
skrivar, og nær fer hetta at koma til sjóndar
á politiska leikplallinum.
Sosialurin
Viðmerking:
Fyri sosialismu og sjálvstýri
- í Framanum og í Javnaðarflokkinum
Mær dámar illa hesi persón-
ligu álopini í politiska tjaki-
num, eisini at skula verja
meg sjálvan móti slíkum.
Grundin til hesa støðu er at
tjakið tá verður óreint og 6-
sakligt, og tá verður roynt at
fremja sína politisku sek við
at dálka mótsteðumannin
heldur enn at viðgerða mál-
ið, sakina.
Eg vil tó gera eitt undan-
tak við greinini hjá Manna
Perssyni í Sosialinum týs-
dagin t. 24. des. Ikki tí at eg
haldi tað er so áhugavert at
viðgera mín persón fyrr og
nú, men tí grein Manna gev-
ur mær høvid til nakrar prin-
sipiellar viðmerkingar um
støðu mína og óivað eisini
hjá fleiri øðrum vinstrahall-
um til Javnaðarflokkin.
Manne roynir í sini grein
tey lokabrøgd, sum mangan
er tikið ul móti fólki, sum
frá ungum árum hava virk-
að íðin í politiskum tjaki.
Nevnliga at leita í gomlum
bløðum eftir onkrum hóski-
ligum sitati frá teirra yngru
árum at slongja í skonina á
teimum sjálvum seinni.
Manne hevur leitað í
gomlum útgávum av tí
vinstrahalla Framanum, sum
eg í nógv ár skrivaði í og
gav út saman við nógvum
ødrum góðum fólki. Har
heyur hann í einum 20 ára
gomlum Frama funnið eitt
sera langt og drúgt brot úr
eina oddagrein, sum eg kann
hava skrivað, hóast onki
navn stendur undir. Hetta si-
tatið ætlar hann so skal negla
meg sum svíkjara móti egn-
um sosialistiskum idealum.
Kjarnin í hesum sitati eins
og í allari oddagreinini er ein
harður kritikkur av víkjandi
politikki Javnaðarfloksins
móti tí borgarliga og ofta
smáfasistiska afturhaldinum,
sum tå í sjeytiårunum herjaði
fram i Føroyum. Afturhalds-
menn nå å døgum eru reinir
sunnudagsskúlalærarar aftur
ímóti tí, sum tá gekk fyri seg.
Afturhalds-
ágangurin í 70'unum
Tá fór fram í føroyskum
bløðum, fram um alt í
Dimmu og Dagblaðnum, ein
ótespiligur ágangur, álíkur
eini heksajagstran, ikki bert
móti vinstrahallum men ein-
um og hverjum borgara í
landinum, sum dittaði sær at
tala fyri progressivum sjón-
armiðum í samfelagstjaki
um heimlig og altjóða viður-
skifti. Síðani síðst í seksti-
árunum høvdu rørslur og fel-
agsskapir tikid seg fram, fyri
øktum rættindum hjå verka-
fólki, fyri ungdómsrættind-
um og kvinnufrígering, fyri
andaligum og samfelagslig-
utn frælsi, fyri frælsi hjá
kúgaðum fólkum og tjóðum,
fyri heimsumfatandi av-
dubbing og friði. Afturímóti
vaks ein sonn mcCartyistisk
afturhaldsøsing upp gjøgn-
um 70-ini i Føroyum, har
man royndi at ræda og terr-
orisera fólk til at tiga og geva
seg undir eitt borgarligt
meiningadiktatur. Tað var
líka við at man royndi at billa
fólki inn, at tað lá ein komm-
unistiskur barnaátari undir
hvørjari hampamannasong.
Tað var undir hesum um-
støðum at Framin åkærdi
Javnaðarflokkin fyri ikki at
standa nóg væl ímóti aftur-
haldságanginum. Hvat vit nú
20 ár seinni halda, um
hvussu rett henda metingin
tá av Javnaðarflokkinum var,
kunnu vit altíð tjakast um.
Hinvegin vil eg enn standa
við innihaldið í tí drúgva sit-
atinum hjá Manna: at táið
afturhaldið herjar á í óløgum,
sum mangan hava tikið seg
upp - og eisini í framtíðini
fara at taka seg upp - tá er
tað ein skeivur politikkur at
royna at bjarga sær vid at
hopa undan. Ti - fyri at taka
eitt pettid úr sitatinum hjá
Manna úr Framanum í 1978
ándash; "Av royndum vita
vit, og tað áttu javnaðarmenn
eisini at vita, so ofta teir hava
roynt tað, at fyri hvørja ferð
ein víkir fyri afturhaldinum,
so herjar tað enn harðari á."
Eg havi tikið hesa læruna við
mær inn í Javnaðarflokkin,
at verja vit ikki borg men
slaka og royna at sættast við
afturhaldið, so gera vit krøv
og sjónarmið teirra stovubær
og góðtakilig. Tá sópa vit
sjálvi munin burtur millum
vinstra og høgra, millum
samhaldsfesti og sjålvsøkni.
Aðalmunurin millum
Javnaðarflokkin og
Tjóðveldisflokkin
Tað átti annars at givið
Manna Persson o.ø. okkurt
at hugsa um, hví hesi vinstr-
ahallu framafólkini bert
funnist at Javnaðarflokki-
num og ikki eisini at Tjóð-
veldisflokkinum í hesi um-
røddu oddagrein? Tað var av
teirri einfaldu orsøk, at vit
ongar vónir høvdu til Tjóð-
veldisflokkin. Sjálvur av-
noktaði Tjóðveldisflokkurin
púra at standa til vinstru ella
til høgru, at vera fyri eini
sosialistiskari ella borgarlig-
ari samfelagsskipan. Har
vóru tey nationalistisku og
mangan chauvinistisku sjón-
armidini so einarådandi, at
vit roknaðu ikki Tjóðveldis-
flokkin uppí vinstrakreftir-
nar. Tað gjørdu vit hinvegin
við Javnaðarflokkin - hóast
vit funnist so harðliga at hon-
um, men sum við ein íð hóast
alt stendur á somu síðu sum
ein sjálvur.
Hetta var aðalmunurin tá
- og er tað enn í dag - at
Javnaðarflokkurin stendur
vinstrumegin, hóast mistøk
og skeivar avgerðir hava ver-
ið og eisini fara at koma.
Eisini í sjálvstýrispoli-
tikkinum kom hesin munur
til sjóndar. Framin hevði
upprunaliga eina parolu um
"sosialistiskt = tjóðveldið".
Men longu fyrst í 70'unum
var stór ónggd okkara mill-
um við orðið "tjóðveldið"
sum eina ábending til aftur-
haldslig tjóðveldissjónar-
mið. So í staðin fyri settu vit
í endamálsorðingarnar "sos-
ialistiskt samfelag" og "tjóð-
skaparligt frælsi”.
Somuleidis við paroluni,
sum til tá hevði staðið undir
blaðheitinum á forsíðuni á
Framanum: "Fyri sjálvstýri
og sosialismu". Hana tóku
vit og vendu til: "Fyri sos-
ialismu og sjålvstyri”. Hetta
vard gjørt fyri at visa å, hvat
vit meintu var tað yvirorðn-
aða málið av hesum báðum,
hvat få hevði tann størsta
týdningin, hvat íð stóð
fremst.
Eisini hetta gjørdi tá og ger
enn í dag ein aðalmun mill-
um Javnaðarflokkin og
Tjóðveldisflokkin í sjálvstýr-
isspurninginum. Javnaðar-
flokkurin hevur sum sítt
fremsta mál at verja og
menna lívskor fólksins, væl-
ferðina í gerandisdegnum,
og samstundis støðugt at
vinna framá í stríðnum fyri
eini samhaldsfastari samfel-
agsskipan. Út frá hesum
verður politikkurin fyri bú-
skaparligum sjálvbjargni og
politiskum sjálvstýri lagdur.
Tjóðveldisflokkurin hevur
sum sítt einaráðandi mál at
skipa Føroyar sum eitt full-
veldi og hevur valt at gera
hetta eftir uppskrift Fólka-
floksins og við Fólkafloksins
hjálp. Vit nýtast ikki at ill-
gita, vit kunnu bara lesa í
Dagblaðnum, hvat tær bú-
skaparligu og sosialu for-
treytirnar eru fyri tí, og
hvussu heita samfelagið í
høgrafullveldinum skal skip-
ast.
Tey vinstrahallu sjónar-
miðini rúmast
í Javnaðarflokkinum
Tað hava verið gjørdar nógv-
ar royndir at skipa politiskar
flokkar vinstrumegin Javn-
aðarflokkin. Tær eru allar so
syndarliga miseydnaðar.
Mín nidurstøda av øllum
hesum ymisku royndunum
er, at soleidis-sum politisku
vidurskiftini eru í Føroyum,
er ikki råm fyri nøkrum
flokki vinstrumegin Javnað-
arflokkin. Eg trúgvi og vóni
heldur ikki at tað skal verða
neyðugt, tí at tær vinstrahallu
kreftirnar og tey vinstrahallu
sjónarmiðini skulu kunna
rúmast í og verða ein partur
av tí føroyska Javnaðar-
flokkinum. Tað var m.a. út
frá hesi fyritreyt at eg játtaði
at fara uppí og stilla upp fyri
Javnaðarflokkin.
Tann føroyski Javnaðar-
flokkurin røkkur longur til
vinstru enn teir sosialdemo-
kratisku flokkarnir í hinum
norðanlondunum. Har er eis-
ini rúm fyri upp til fleiri
Hans Pó li Sø
flokkum vinstrumegin. Teir
eru eisini harðliga tiltrongd-
ir. Var eg t.d. búsitandi í Dan-
mark í dag, hevði tað ikki
verið hugsandi at eg hevði
atkvøtt fyri tí danska sosial-
demokratiska flokkinum, eg
hevði óivað valt Eindarlist-
an.
Tað er hugsjónarliga rúm
í Javnaðarflokkinum fyri
radikalum = vinstrahallum
sjónarmiðum, sjálvt um tað
kanska ikki altíð sæst so væl
í gerandispolitikkinum. Tað
havi eg longu upplivað mína
stuttu tíð í Javnaðarflokkin-
um, á limafundum, lands-
fundi, leiðslufundi og teim
nógvu fundunum í tingbólki-
num. Tað er júst hetta sum
hevur undrað og glett meg
mest, hvussu hugsjónarliga
vítt tað er til veggja, í sera
livligum og ofta hvassum
orðaskifti, um sosialismu og
um sjálvstýri, um neydsem)-
ur í gerandisdegnum og pol-
itiskar hugsjónir.
Hans Pauli Strøm,
løgtingsmadur fyri
Javnadarflokkin
Bergur
Berg er nu
formadur i
BLF
Buskapar- og Løgfrød-
ingafelag Føroya hev-
ur havt eykaadalfund
og nyggj nevnd er vald.
Í neyndini, sum nú hev-
ur skipað seg, eru:
Bergur Berg, formað- |
ur, Gunnar Holm-Jac-
obsen, skrivari og næst- |
formaður, Ólavur Ell- |
efsen, kassameistari, og
Sjúrður Rasmussen,
Kristina Samuelsen,
Hilmar Høgenni og
Finn Danberg. Eyka-
nevndarlimir eru Bjørg-
rr agt og Ingi-
ór
Talan var fyrr í heyst |
um, at felagið skuldi
avtakast, men á eyka-
aðalfundinum varð ár- |
| broyttum samtyktum. |