Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. desember 1998síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

20 ítróttar S08j2lurin Fótbóltur: Toppskjúttin og liðskiparin hjá KÍ heldur, at botnlidini í 1. deild eru betri, enn tey flestu vilja gera tey til, og hann heldur so avgjørt, at vit eiga at hava 10 lid í ovastu deildini EmiL L. JACOBSEN JONHARD HAMMER Tey flestu fótbóltsfelggini eru til reiðar at fara undir fyrireikingarnar til komandi kappingarár, og hjá nógvum byrjar venjingin longu í jan- uar mánaði. Spælarar hava skift felag, og venjararnir eru eisini fingnir upp á pláss hjá so at siga øllum. Undantakið í so máta er KI. Klaksvíkingar hava hildið óvanliga lágan profil, síðani kappingin endaði. Tað er greitt, at Jóannes Jak- obsen ikki verður venjari aftur í 1999, og talan hevur eisini verið um, at fleiri av spælarunum eru á veg í onn- ur feløg Vit ringdu til liðskiparin og toppskjúttan hjá KÍ, Kurt Mørkøre, fyri at vita, hvussu stendur til hjá KÍ i løtuni : — Eg haldi tad stendur rimiliga væl til. Venjarin er so ikki funnin enn, men starvsnevndin arbeidir vid målinum. Men vit kunnu vid vissu siga, at tad ikki verður ein føroyskur venjari næsta år, sigur Kl-veteran- urin Hann sigur, at tveir før- oyskir venjarar hava verið upp á tal til 1. deildarlidid hjá Kl, men hvørgin av teimum tók av, og at nevnd- FF . in tí leitar eftir venjara utt- anfyri landoddarnar. Tað hevur eisini verið tos- að um, at fleiri av Kl-spæl- arunum eru á veg til onnur feløg, og tað er ein sann- roynd, at fleiri onnur feløg hava ligið framvið eftir KI- arunum. Og tað skuldi eisini verið vist, at Kurt sjálvur hevur fingið tilboð aðra- staðni frá. — Zoran Mancic verður so ikki við næsta ár, men allir hinir, sum vóru við í ár, skuldu verið við aftur næsta ár, sigur Kurt og meinar har eisini við seg sjálvan. Tað er sum nevnt kapping millum felggini um teir bestu spælararnar, og so skjótt kappingin í ár endaði, fóru feløgini undir at skriva sáttmálar við sínar spælarar, fyrst og fremst fyri at tryggja, at teir ikki knapp- liga rýma til okkurt annað felag. Kurt Mørkøre heldur, at tað, at spælararnir verða bundnir at feløgunum, er eitt upplop. — I løtuni hava vit feløg, sum gera såttmåla vid allar sínar spælarar. Eg haldi, at tað er eitt upplop, og at tað í framtíðini ikki fara at verða meir enn 2-3 spælarar í hverjum felag, sum verða sáttmálabundnir, heldur Kurt og tekur donsku kapp- ingina sum dømi. Kurt Mørkøre verður aftur at síggja i KÍ-búnanum næsta ár, hóast hann eins og fleiri aðrir á KÍ-liðnum hava fingið tilboð aðrastaðni frá. Sum tað sær út í letuni, verður tað bert Zoran Mancic, sum ikki verður við frá lidnum i fjør — Í Danmark hava flestu feløgini bert 4-5 spælarar, sum eru bundnir av sátt- mála. Føroysku feløgini fara neyvan i longdini at hava råd til at gera såttmåla vid allar sinar spælarar, og i framtidini fer tad helst at verða soleiðis, at spælarar- nir sjålvir mugu spæla seg til såttmålar, sigur Kurt, sum roknar vid, at um tad heldur fram sum nú, verður ikki leingi, fyrr enn tað skramblar saman hjá onkr- um felagi. Skulu hava tí lið Nógv hevur verið tosað um støddina á ovastu deildun- um, og her hevur Kurt Mørkøre eisini sína hugsan. — Eftir mínum tykki skulu tað so avgjørt vera tíggju lið í 1. deild. Eg síggi ikki mun- in á topp- og botnliðunum at vera so stóran, sum nógv av okkum vilja gera hann til. HB hevði trupulleikar av Sumba, og vit høvdu trupul- leikar av ÍF, vísir Kurt á. — Hinvegin er trupulleikin hjá teimum smærru felgg- unum serigsiteturin, sum ikki er nóg góður hjá øllum spælarunum. Hjá teimum smærru feløgunum er neyð- ugt, at allir 11 eru serigsir, tí annars merkist tað bein- anvegin og gongur í síðsta enda út yvir alt liðið. Hjá teimum størru feløgunum merkist tað ikki so nógv, tí tey hava fleiri aðrar spælar- ar at seta inn í staðin, sigur Kurt. — Tað er har, tað kiksar hjá hinum. Sjálv liðini eru ikki so vánalig, sum vit hava lyndi til at gera tey. Kurt heldur eisini, at rák- ið við at teir bestu spælar- arnir miðsavnast í teimum størstu feløgunum, ikki er so vandamikið, sum so nógv onnur halda, og hann roknar við, at tað í fram- tíðini fara at verða fleiri lið, sum tað verður >áhugavert< at spæla við. — Í løtuni er tað mest áhugavert at spæla við HB ella B36, men soleiðis fer tað ikki at vera í longdini. Eg ivist ikki í, at KÍ, GÍ og kanska eisini okkurt annað lið í Eysturoynni fer at geva havnarfeløgunum kapping um spælararnar. Men tey smærru felggini fara at fáa tað strævið, og tað kann ger- ast óheppið fyri kappingina, heldur Kl-lidskiparin. Føroyskir spælarar ov grenjutir Kurt Mørkøre hevur eins og allir aðrir fótbóltsspælarar sina hugsan um føroysku dómararnir, sum hann held- ur vera ov Ojavnar. — Teir hava ikki nakra greiða linju, og tað er spell. Men hinvegin haldi eg, at føroyskir fótbóltsspælarar munnu vera teir mest grenj- utu f heiminum. Um tå hyggur i sjónvarpinum, sært tú so at siga ongantíð, at spælarar mótmæla avgerð- unum hjá dómarunum, men í Føroyum hevur hann í heilum 11 óðar mans rund- an um seg, sigur Kurt. — Vit tosaðu um serigs- itetin hjá spælarum í áðni, og heldur ikki hjá dómar- unum er seriøsiteturin altíð í lagi. Vit hava onkuntíð havt onkran dómara, sum hevur verið í býnum til klokkan fýra náttina fyri, og tað er keðiligt hjá okkum spælarum, sum venja mið- Nr. 228 — 1. DESEMBER 1998 Kurt Mørkøre verður eisini í Klaksvík næsta ár víst í tíggju mánaðir, at dómararnir ikki kunnu vera eins miðvísir, heldur Kurt Mørkøre. Ki skal vera millum try tey bestu Tað hevur verið langt mill- um sigrarnar hjá annars sig- ursvanda Kl. Liðið bleiv føroyameistari í 1972, men so gingu 19 ár, til gullið aftur endaði í Klaksvík í 1991. Og síðani tá er tað bert blivid til nær við og næstan hjá KÍ, sum fram- vegis eigur flest FM-heiti at vísa á upp gjøgnum tíðirnar. Er tíðin nú aftur komin til KÍ? — Hon hevur verið har so leingi... Ja, meistaraheitið er sjálvandi tað, man fer eft- ir, men seinastu árini hava vit manglað tað síðsta. Vit mugu koma upp á sama stødid, sum HB var á í fjør og B36 var á í 1997, um vit skulu gerast føroyameist- arar aftur, heldur Kurt. — Men KI hoyrir so í øll- um fórum til millum trý tey bestu liðini, sigur Kurt, sum annars roknar við, at B36 verður sera sterkt komandi ár. Vit takka Kurt fyri prátið og kunnu samstundis av- sanna tíðindini um, at hann ikki sjálvur fer at spæla við KÍ komandi ár.