Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. desember 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 229 — 2. DESEMBER 1998 tíðindablaðið g SKVUGU — Vit tæna eisini vinnuni í oynni Eysturoyar Kunningarstova leggur seg ikki bert eftir at arbeiða fyri ferðavinnuni í oynni. Hon vil eisini marknaðar- fóra oynna sum heild, og harvið eisini vinnuna í oynni JOHN JOHANNESSEN Eysturoyar Kunningarstova hevur verið stongd nakrar mánaðir seinasta vetur, og varð hon í vár uppafturlatin. Í fyrstuni var Doris Djur- huus leiðari á Eysturoyar Kunningarstovu, til Ann- leyg Lamhauge fyri stuttum tók við. Hesir báðir leiðararnir hava lagt seg eftir at víðka um virksemið hjá kunning- arstovuni. — I stadin fyri bert at marknadarføra ferdavinn- una í Eysturoynni, leggja vit okkum eftir at marknaðar- føra Eysturoynna sum heild. Vit ætla okkum at virka sum vinnuskrivstova, samstundis sum vit virka sum kunningarstova, sigur Annleyg Lamhauge, ið er leiðari á Eysturoyar Kunn- ingarstovu. — Hendan ætlan, um at fara at virka sum vinnu- skrivstova, kemur helst at geva eitt ískoyti til peninga- liga raksturin av kunning- arstovuni. Sum er, hevur kunningarstovan ikki ser- liga nógvan pening at ar- beiða við. Hon fær ávísa peningaupphædd pr. íbúgva frá kommunurum-f-oynnt; og síðani fær hon eisini eitt sindur av almennum stuðuli frá ferðaráðnum. Men hetta er ikki heilt nóg mikið til at veita eina nóg góða tænastu, og tí vóna vit, at nýggju ætlanir okkara fara at geva eitt sindur av sær. Limir Eysturoyar Kunningarstova hevur boðið øllum virkjum og fyritøkum í oynni at ger- ast limir í kunnigarstovuni. Hetta gevur teimum møgu- leika at lýsa í blaðnum Eyst- uroyartíðindi, sum kunning- arstovan gevur út einaferð um mánaðin. — Á hendan hátt hjálpa vit vinnuni í oynni við markn- adarføring, og vinnan hjålp- ir okkum fíggjarliga við gjaldi fyri lýsingarnar og við limagjaldinum. Eisini hava vit eitt gongu- | | | | { felag, ið ger ymsikar túrar. Fyri at verða við á hesum gongutúrum krevst, at ein er limur í felagnum. Samskipa arbeiði sjálvi Annleyg Lamhauge sigur, at ætlanin er, at kunningar- stovan sjálv skal skipa fyri ferðum og útferðum fram- yvir. — Hetta krevur, at vit EYSTUROYAR KUNNINGARS leggja arbeiðið væl til rætt- is, og eisini at vit samskipa ferðirnar væl, men við góð- um ídni eigur hetta at ganga Sjálvandi krevur hetta eis- ini, at vit hava ferðaleiðarar og bussar til taks, men hetta ber jú til at leiga, so eg vænti, at tað fer at bera til — Túrarnir, ið vit plagdu at bjóða kundum okkara eru busstúrar til ávís áhugaverð stóð í oynni, gongutúrar í fjøllunum o.s.fr. Harafturat hjálpir kunningarstovan fremmandafólki at koma í samband við fólkið í oynni. Hetta er eitt ynski, ið nógv av teimum útlendsku ferða- fólkunum seta fram. Tey ynskja ikki bert at uppliva ta føroysku náttúruna, men eisini tað føroyska fólkið og tann føroyska matin. Og tå id ferðafólkini eru komin í samband við føroyingar, so verða tey ofta boðin at royna føroyskan mat Eysturoyar Kunn- ingarstova tekst við annað enn ferðavinnu — nú er hon eisini vorðin vinnu skrivstova Tvær kunningarstovur Ikki ov nógv Spurd um hon heldur, at tað er ov nógv við iveimum kunningarstovum í Eystur- oynni, svarar Annleyg Lam- hauge, at tað heldur hon ikki. Hon sigur, at Eystur- oyggin er stór, og báðar kunningarstovurnar verða nýttar heilt nógv. Annleyg Lamhauge sigur, at nógvir útlendingar nýta kunningarstovuna um sumrarnar, men at tað mest eru føroyingar, ið nýta hana um veturin. Tað, ið føroy- ingar mest nýta kunningar- stovuna til, er at fáa upp- lýsingar um ymisk tiltøk, um upp og afturlatingartíðir ymsastaðni, at keypa at- gongumerki til ymisk tiltøk og at útvega sær kunnandi tilfar til útlendsk vinfólk JOlatræ Komandi leygardag skipar Eysturoyar Kunningarstova saman við Runavíkar kommunu fyri, at jólatræ verður tendrað í Runavík kl 17. Hesa løtuna fer hornor kestrið á staðnum at ymisk jólaløg, eisini verður røda hildin, kakao og bollar verða at fáa spæla