mikudagur 2. desember 1998síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 229 — 2. DESEMBER 1998
tíðindablaðið SOS)
25
IF megnadi akkuråt
at halda fast
Flogbóltur, menn: Tá Mjølnirleikararnir komu um fjørðin til Fuglafjarðar at
leika móti ÍF væntaðu tey flestu, at talan var um eina >ekspeditiónssak<, men
tey fingu annað at síggja
Tað var um reppið, at ÍF
tapti fyrsta dystin á árinum
á Kambsdali leygardagin.
Teir spældu móti Mjølnir
úr Klaksvík og høvdu eftir
økllum at dóma lagt stríðs-
viljan eftir í Fuglafirði, tí tað
máttu fimm sett til at av-
greiða dystin og seinasta
settið endaði við 16-14 sigri
til ÍF.
Tað var annars soleiðis
undan dystinum, at ÍF heyði
vunnið allar sínar dystir,
meðan Mjglnir hevði tapt
móti Fram, Fleyr og eisini
móti ÍF.
Men hóast tað, so vístu
klaksvíkingarnir, at teir av-
gjørt ikki skulu avskrivast
sum eitt av liðunum í ovaru
helvtini av kappingini.
Mjølnir | hart út
Fyrsta sett byrjaði við, at
Mjglnir legði seg á odda.
Teir løgdu hart út og fingu
forðað fuglfirðingum í
teirra spæli.
Eina løtu vóru klaksvík-
ingar frammanfyri 6-3, men
so kom av álvara stígur í.
Fuglfirðingar fingu glið á
sítt spæl og teir lagt Mjølnir
undir trýst.
Restina av settinum áttu
fuglfirðingar og teir vunnið
15-7. Tað vil siga, at Mjøl-
nir bert fekk eitt stig afturat
eftir støðuna 6-3, meðan
fuglfirðingar fingu 12.
Í øðrum setti fingu klaks-
víkingar skipað sítt spæl
betur.
Álopsspælið virkaði nógv
betri enn tað gjørdi í fyrsta
settinum og tað var serliga
John Syderbø, sum er ein
sera góður spælari, sum
fekk glið á sítt spæl.
John slær ógvuliga hart
og fær hann fyrst glið á
spælið hjá sær, so kann
hann verða torførur at
steðga til tíðir.
Annað sett var munandi
javnari enn fyrsta og klaks-
víkingar hildu tørn við fugl-
firðingum, sum høvdu sera
trupult at steðga góðu serv-
unum frá klaksvíkingum.
Tá so er, er torført at fáa
eitt skipað álopsspæl um-
framt at métstødulidid hev-
ur munandi lættari vid at
seta eina effektiva blokadu.
Annað sett endaði við at
Mjølnir vann settið 15-12.
Mjølnir leikararnir hildu
fram við góða spælinum í
triðja settinum.
Blokadan og verjuspælið
hjá IF var ikki so gott sum
tað plagar at vera, og tað er
nakað, sum ber á tað borðið
at hugburðurin hjá IF var
skeivur.
Hinvegin høvdu klaks-
víkingarnir nakað at visa
aftaná veika dystin móti
Fleyr nakrar dagar framm-
anundan.
Og ikki kann sigast annað
enn, at teir fingu víst, at ein
framvegis skal rokna við
Mjølnir sum eitt av liðun-
um, sum kann fara at gera
seg galdandi tá endaumfarið
fer í gongd.
Liðið er samansett við
royndum og minni roynd-
um leikarum í einum góð-
um >miksi< og tað sær út
til at teir eru í holt við at fáa
ferð á spælið, sum til tíðir
hevur verið heldur stirvið.
Mjølnir vann triðja sett
við settmuninum 15-9 og
vóru nú bert eittans sett frá
eini hálvari >sensatión<.
Við neyð og deyð
Men fuglfirðingar vildu ikki
hava sitandi á sær, at teir
skuldu tapa fyrsta dystin á
heimavelli og tí tóku teir
seg rættiliga saman, tá mesti
tørvur var á tí.
Hetta er eitt gott tekin og
ein sera góður eginleiki at
hava, at kunna taka seg
saman tá á stendur.
Teir fingu í hesum settin-
um víst hvør dugur er í
teimum, og teir syrgdu fyri
alla tíðina at halda ngsina
frammanfyri Mjølnir, sum
ikki fekk somu gongd á
spælið hjá sær, sum í teim-
um báðum undanfarnu sett-
unum.
IF vann settið 15-13 og
sum úrslitið sigur, so var
kortini eitt sindur av spenn-
ingi um hver fór at toga sig-
urin í land kortini.
Síðani fóru liðini undir
fimta og seinasta settið, sum
jú verður spælt við serligum
reglum.
Har er tað so, at liðini fáa
stig fyri hvønn bólt. Tí verð-
ur hetta settið nógv styttri
og nógv meira intenst.
Samstundis krevur tað
nógv meir av leikarunum.
Hvor servifeilur kostar eitt
stig og tí krevst stórri kon-
sentratión í fimta settið, so
tað slepst undan villum.
Bæði liðini bardust
manniliga um seinasta sett-
ið. Hvorki av liðunum vildi
víkja fyri hinum nú komið
var so tætt upp á sigurin.
Men tá avtornaði var tað
IF, sum við neyð og deyð
tryggjaði sær sigurin.
Seinasta settið endaði við
16-14 sigrið til ÍF.
Framvegis
ósi oddalið
Úrslitið hevdi sum sagt við
sær, at IF framvegis er 6-
sigrad oddalid f meistara-
deildini hjå monnum vid 12
stigum.
Teir hava spælt 6 dystir
og vunnið teir allar.
Settmunurin hjá fuglfirð-
ingum er eisini rættiliga
góður. Teir hava vunnið 18
sett og tapt 4.
Á ødrum plássi koma
Fleyr og Fram.
Liðini hava bæði tapt tveir
dystir, men Fleyr er framm-
anfyri av tí at teir hava spælt
ein dyst meir enn Fram og
hava ein væl betri settmun.
Mjølnir er á fjórða plássi
við fýra stigum. Teir hava
higartil bert vunnið tveir av
seks dystum, men dysturin
í Fuglafirði ber boð um, at
teir eru á veg frameftir.
Niðastu liðini í meistara-
deildini hjá monnum eru SÍ
við tveimum stigum og ÍF
við ongum stigi.
Góð tekin
Hóast tapið, so lidførarin og
ein av teimum mest royndu
leikarunum hjá Mjølni,
Trúgvi Poulsen, ikki illa
nøgdur við úrslitið.
— Tað er sjálvandi keðiligt
at tapa, men gongdin í dyst-
inum ber boð um at tað
gongur rættan veg hjá okk-
um, sigur hann.
Hann fegnast um, at ein
spælari sum John Syderbø
rættuliga fær glid å sitt spæl,
men staðfestir at tað enn er
munur á Mjølnir og IF.
— Skulu vit gera okkum
galdandi i løtuni, so krevst
at vit alla tidina gera okkara
besta, samstundis sum hini
lidini ikki skulu spæla upp
til sitt besta.
— Men eg haldi at dysturin
gav okkum nøkur góð tekin
um at tað er gott í væntu
við hesum liði, sigur Trúgvi
Poulsen at enda.
Nú er Mjølnir fremst hjá kvinnum
Hóast Mjølnirkvinnurnar hava vunnið allar sínar dystir higartil, so var tað ikki
fyrr enn eftir sigurin móti Fleyr b í vikuskiftinum, at tær endaðu á ovastu rók í
meistaradeildini
Tað vóru tríggir dystir í
meistaradeildini hjá kvinn-
um hetta vikuskiftið.
Tveir teirra vóru innan-
hýsis dystir, har a-liðini og
b-liðini hjá TB og Fleyr
møttust.
Sum ein eisini kundi
roknad við, so vóru tað a-
liðini bæði, sum fóru við
sigrunum og tað er ikki so
nógv at siga til tað.
Fleyr a og Fleyr b møtt-
ust í Gundadalshøllini hós-
dagin í farnu viku og tann
dysturin endaði við 3-0 sigri
til Fleyr a.
A Tvøroyri hittust TBa og
TBb og har var heldur eing-
in ivi um hvønn veg sigurin
fór. TBa vann dystin 3-0 og
settmunurin sigur frå einum
6jøvnum dysti.
TBa vann settini 15-0,
15-3 og 15-5.
Seinasti dysturin var í
Klaksvík lyegardagin tá
Mjølnir tók ímóti Fleyr b.
Heldur ikki hesaferð
megnaði Fleyr b at gera
nakað við Mjølnir, sum fór
við einum 3-0 sigri úr Kl-
høllini.
Eftir dystin kom Mjølnir
á tað fyrsta plássið, sum eft-
ir réttum hevur verið teirra
síðan kappingin byrjaði.
Men av tí at kappingin
hevur verið skipað á ein so
løgnan hátt, so hevur enn
ikki eydnast teimum at
koma ovast á rókina.
Mjølnir er nå fremst í
kvinnudeildini við 10 stig-
um fyri fimm dystir.
TBa hevur eisini 10 stig,
men fyri seks dystir.
Eisini Dráttur úr Vágum
hevur 10 stig, men tær hava
spælt ikki færri enn sjey
dysíir. Tær høvdu frí hetta
vikuskiftid.
Fleyr a hevur eisini spælt
sjey dystir, men tær hava
bara åtta stig.
Nidast í meistaradeildini
hjå kvinnum eru TBb vid
tveimum stigum og Fleyr b
við ongum stigi.
Mjølnir er loksins á odda í meistaradeildini hjá
kvinnum. Tær hava havt fult stigatal alla tíðina, men
av ti at onnur lið hava spælt nógv fleiri dystir, hava
tær kortini ikki verið nummar eitt. Men tað eru tær
so nú
(Savnsmynd)