Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

fsosidlurin Fólkaflokkurin farin Oddaæein HEIMASTÝRISLÓG, sjálvstýrislóg og full- veldi. Hetta eru lyklaorðini í føroyskum politikki í letuni, og fara tey helst eisini at merkja oråaskiftiå bæði á tingi og úti í samfelagnum í langa tíð framyvir. TAÐ er rætt at brúka nógva orku og tíð til at viðgera hesi málini, tí tey snúgva seg um framtíðar stoðu okkara í ríkinum ella uttan fyri ríkið. Logmaður heldur fyri í blaðnum í dag, at vit mugu ikki brúka ov nógva tíð og orku longu nú til at viðgera slíkt sum bú- skaparligu avleiðingarnar av fullveldi ol. Tí vit hava ikki grundarlagið fyri at tosa um hetta. Tað fáa vit ikki, fyrr enn útgreiningararbeiðið hjá teimum ymsu nevndunum, sum lands- stýrið hevur sett, er liðugt. Helst er nógv rætt í hesum, men merkir tað so ikki eisini, at vit heilt áttu at bíðað við øllum tjakinum um stóru spurningarnar, heimastýrislóg, sjálvstýrislóg og fullveldi fyrr enn útgreiningararbeiðið er liðugt, tí okkum manglar so týðandi grundar- lag at tosa um sum nettupp framtíðar búskap. EFTIR okkara tykki er fíggjarlógin eitt gott barometur fyri tí politikki, sum eitt stýri bæði setir út í kortið og ætlar at reka. Ikki minst tå tað eisini er fyrsta fíggjarlógin hjá einum stýri. Vit hava so hoyrt fleiri siga, at henda fíggjar- lógin, er als ikki merkt av einum landsstýri, sum vil hava fullveldi. Hetta hava so sam- gongumenn eisini váttað, eitt nú landsstýr- ismaðurin í sjálvstýrismálum. MEN síggjast gerðirnar ikki á fíggjarlógini, so verður ikki spart uppá orðini frá eitt nú fólka- flokkinum um, at nú skal almenni sektorurin skerjast - tað sigur fíggjarmálaráðharrin eisini - skatturin skal lækkast, lønirnar skulu lækka ella standa í stað osfr. Tað verður áhugavert at síggja, hvussu henda samgongan fer at tackla nógvar av hesum umrøddu spurning- um, tí vit vita, at eitt er at verða samdir um ein leist móti fullveldi, annað er at semjast um, hvussu hetta samfelagið skal rekast í framtíðini. Hol er ikki sett á hetta stríð við hesi fíggjarlógini. Men vit fara at fáa tað sum frálíðir. Vit síggja longu, hvussu tingmenn í fólkaflokkinum eru farnir at prika sínar sam- starvsfelagar í tjóðveldisflokkinum. Áhugavert verður at síggja, hvussu tjóðveldisflokkurin og fólkaflokkurin fara at sampakka sum frá- líðir, tá vit vita, hvussu stórur munur er á idologiiunum hjá flokkunum. Eingin ivi er um, at vit skjótt fara at fáa ein uppgerð millum hegra og vinstra í tjóðveldisflokkinum. Tað er bara ein spurningur um tíð til at fólkafloks- menn so smátt fara at seta bólkarnar í tjóð- veldisflokkinum upp móti hverjum eðrum. Hetta hevði ikki borið so væl til, um javnað- arflokkurin var við í Tinganesi. Vit vilja enda minna á, at tað var ein ólukka fyri okkum øll, at lítli sjálvstýrisflokkurin slapp at gera av, hver skuldi í samgongu. Vit at forða javnað- arflokkinum at koma í Tinganes ruddaði flokk- urin eisini slóð fyri einum óhepnum útviklingi HFørogum. Sosialurin Niclas Dagfinn Olsen John Johannessen ítróttarskrivari: Emil L Jacobsen | Posse forstad Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: — postØsosialurin.fo at prika til tjóðveldið | Hví varð uppskotið skrætt? Rættiliga drúgvt orðaskifti var á tingi um setan av grundlógarnevnd. Í 4 tíma langa orðaskiftinum var ongin ivi um, at javnaðar- flokkurin og sambands- flokkurin ikki mettu, at grundlógarnevnd skuldi set- ast. Hetta varð væl grund- givið av umboðum fyri báð- ar flokkarnar. Í einum ríki er bert ein grundlóg, og tí er gerð av aðrari grundlóg eitt beinleiðis stig ímóti at avtaka núverandi Ríkisfel- agsskap. Tað er eisini aðal- mál samgongunnar. Men hetta er eisini eitt slag í and- litið á okkum, ið ganga inn fyri samstarvi innan karm- arnar av ríkisfelagsskapi- num. Sambandsflokkurin gongur tí ikki inn fyri setan av grundlógarnevnd. Vit meta tvørturim6ti, at Føroyar hava betri møgu- leika at gerast meira suve- renar innan ríkisfelagsskap- in enn uttanfyri. Vit søgdu beint eftir valið, at vit vilja fara so langt, sum skilagott er innan ríkisfel- agsskapin. Og eisini hava vit meldað út, at vit ynskja at gera allar tær, um neyð- ugt umfatandi broytingar, ið skulu til. Men tað skal vera innan karmarnar av ríkis- felagsskapinum. Landsstýrismaðurin segði ósatt/manipuleraði Ímóti enda av orðaskiftin- um tók landsstýrismaðurin H. Hoydal samanum og upplýsti fyri m.a. sjónvarp- inum, at >allir flokkar vóru samdir um, at processin skuldi fara ígongd<. Kundi eg sum sambands- maður liva við slíkum 6- sannindum? At hesi tíðindi skuldu koma út til allar rík- isfelagsskapssinnadar før- oyingar, at allari andstød- uni, sum ið fleiri tímar hevði ført fram skilagóð argument ímóti hesi ætlan at forkoma ríkisfelagsskap- inum, vórðu løgd ósonn orði munnin á slíkan hátt? Slíkt er eftir míni hugsan manipulatión. Andstødan varð enn eina- ferð feiað av borðinum — umboðandi ein sera stóran part av Føroya fólki. Og tað er ikki fyrstu ferð. Kunnu vit, ið eru vald at umboða fleiri túsund fólk, >pent< finna okkum í, at landsstýr- ismaðurin als ikki vil regi- strera, at vit hava ein demokratiskan rætt at hava eina gðrvísi hugsan enn hann og samgongan. Um ikki, so er talan um ódemo- kratiska framferð, eftir míni hugsan. Lógaruppskotið skrætt á tingsins rødarapalli Undirritaði talaði ímóti hes- um. Tá vit fáa at vita frá landsstýrismanninum, at alt tingið er samt um hesa ætlan, tykist ikki, sum um hesin maður er móttakilig- ur fyri ødrvisi hugsandi fólki. Tað talar heldur ikki gott fyri eini komandi grundlóg, tá annarleiðis hugsandi undir sjálvari við- gerðini av hesum máli verða kveistrað til viks. Neyðugt var tíverri, eftir mini hugsan, í hesum føri við meira enn orðum. Tí øll sjónarmið andstýðunnar vórðu, eftir míni meting, gjørd til einkis av landsstýr- ismanninum. Og tí og bert tí varð uppskotið skrætt. Eg vóni ikki, at landsstýr- ismaður framhaldandi fer at tileinkisgera tað, ið and- stødan førir fram. Eg ynski ikki at hann er samdur. Men tað er hansara skylda, eins og mín, at registrera og góð- taka at vit eru ósamdir á teimum gkjum, har vit eru tað. Eg umboði ikki meg sjálvan, men ein veljara- skara, ið telur fleiri túsund fólk. Fyri hesi eri eg valdur. Tað kann undir ongum um- stóðum góðtakast, at teirra hugsan verður kveistra av borðinum sum onkisverd av landsstýrismanninum. Vónandi verða ikki fleiri uppskot skrædd á tingsins rødarapalli. Men hevdi and- stødan verid vird å demo- kratiskan hått, so hevdi als onki uppskot verið skrætt. Fleiri fara ikki at verða skrædd av mær. Og eg skal ikki bera í bøtuflaka fyri nakað, sum eg sjálvur haldi er óhóskandi. Marjus Dam, legtingslimur Fyrst búskaparligt frælsi og síðan tjóðskaparligt frælsi, ljóða herróp Javnaðarflok- sins. Um tú ikki hugsar teg um, ljóðar tað mikið rími- ligt og vælgrundað. Ein onnur gandaloysn, sum javnaðarflokkurin hev- ur tikið til sín er, at heima- stýrislógin verður avloyst av einum sáttmála millum tvær javnbjóðis tjóðir. Tað ljóðar eisini mikið rímuligt, um tú ikki hugsar teg um. Eggið og hønan Fyri fyrst at taka tað við fíggjarliga frælsinum. Tað ber ikki at byggja upp ein sjålvstødugan sjálvber- andi búskap í einum 6-sjålv- støðugum landsluti. Bú- skapurin kann vera sjálv- berandi, men tað fær tú ikki at vita fyrr enn eindin gerst sjålvstødug. Hartil er fíggj- arliga renslið báðar vegir ov fløkt. Annað er at um tå sigur, at fyritreytin fyri tjóð- skaparligum frælsi er bú- skaparligt frælsi, má tú siga, hvat, ið skilst við búskap- arligt frælsi. Definera týdn- ingin av búskaparligum frælsi. >Búskaparligt frælsi< uttan neyva defini- tión er volapyk. Ætlanin um sáttmála mill- um javnbjóðis tjóðir er ikki minni løgin. Danmark, viðroknað Grønland og Føroyar, má haldast at vera ein suveren- ur statur sjålvt um uttan- ríkisráðharrin sigur seg ikki at vita, hvat ein suverenur statur er. Tað merkir 1) at Kristiansborg má lata frá sær vald til Løgting og Landsting fyri, at partarnir skulu verða javnbjóðis ella 2) at Fólkatingið, Lýgtingið og Landstingið skipa eitt sambandsting, sum stendur oman fyri lokalu tingunum. Annars eru ikki tjóðirnar javnbjóðis innanfyri ríkis- felagsskapin. Hvørgin av møguleikunum er í veru- leikanum møguligur. Ti er alt tos um såttmåla millum javnbj6dis tjóðir utopi og oråspæl. Tad vildi veri meira kon- struktivt fyri javnadarflokk- in at farið undir at rikið real- politikk, heldur enn at rumbla við tómum pástand- um og leysum endum. Tað hevði eisini verið positivt fyri tað politiska klimaið her á landi. Sjálvt um man situr í andstødu. Tí Javnað- arflokkurin má vita, at Fólk- aflokkurin er óálítandi. Eis- ini tá tað kemur til sjálv- stýrismál. Løgid vildi tað verið, um ein so gløggur og skilagóð- ur politikari sum Jóannes Eidesgaard ikki dugir at síggja andsøgnina og tvørr- andi logikkin í Javnaðar- floksins stóðu. Tað kann vera ein av orsøkunum til, at ongin eldhugi kemur til sjóndar undir kjakinum um fullveldismál. Tað má eisini vera lítið hugaligt at skula verja konstruktiv sjónarmið sum sambandsvongurin í flokkinum hevur kroyst í- gjøgnum og sum tú sjálvur ongan lut eigur í. Kjakið fyrikemur mær meir og meir líkt kjakinum um hvat ið var fyrst, eggið ella hønan. A. Guttormur Djurhuus nýggjár. Tøkk Stóra tøkk til tykkum øll, sum mintust meg å 70 åra fødingardegnum 1. nov. Marna Familju, vinum og kenningum verður ynskt eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað Marna og Jákup Joensen Eiði