Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-15, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| Nr. 238 — 15. DESEMBER 1998 itrottar 15 Kyndil fekk bæði stigini i Vestmanna Hondbóltur: Mansliðið hjá Kyndli styrkti um sína stóðu í toppinum, tá tað vann tepran sigur á føroyameistarunum VIF í Vestmanna EMiL L. JACOBSEN Fyri aðru ferð í år eydnadist tað Kyndli at vinna á VIF, og alt bendir nú á, at Kyndil liggur á ovasta plássinum, tá farið verður undir enda- spælið aftan á nýggjár. Teir báðir risarnir í før- oyskum manshondbólti hittust í Vestmanna sunnu- dagin, og meðan Kyndil kom væl frá byrjanini, gekk sera striltið hjá heimaliðn- um at fáa spælið at ganga í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki gekk betur hjá vestmenningum, og tað var um reppið, at teir tóku havn- armenninar aftur. Men í seinasta enda vóru margin- alarnir við Kyndli, sum styrkti um sína stóðu sum oddalið. Kyndil kom sum nevnt nógv betri frá fyrra hálv- leiki, og tá eitt korter var spælt, vóru teir longu framman fyri 8-3. Málverjin hjá teimum Petur Magnus- son stóð væl, og vestmenn- ingar høvdu eisini sera ringt við at halda venjaranum Jacobi Jónsson, sum hesa ferð spældi so at siga allan dystin og gav heimaliðnum trupulleikar. ; Hjå VIF byrjadi Aki Ol- sen væl, og hann skeyt eis- ini tey fyrstu try målini hjå vestmenningum. Men verj- an hjá Kyndli stóð sterk, og tá so Petur Magnusson eis- ini tók nógv av skotunum útifrá, fór at ganga illa í hond hjá VIF. Áki G. Olsen kom inn fyri Sámal Joen- sen, og tá fór at ganga eitt sindur betur, men Kyndil fór til hálvleik við eini leiðslu upp á 14-8. VÍF-Venjarin úti í ein mánað Í seinna hálvleiki fór at ganga betur hjá VIF, og teir tóku seg spakuliga inn á Kyndil. Teir komu upp á 16- 19 og 21-23 og gjørdu so eitt gott hál, tá teir minkaðu frá 25-21 til javnleik 25-25. Tá vóru fimm minuttir eftir, og veruligt lív kom í heima- áskoðararnar í fullsettu høll- ini. Men so skeyt Kyndil tvey mál, og hóast tað vóru tríggir minuttir eftir tá, og Uni Wardum stutt seinni fekk sína triðju útvísing og sostatt reytt kort, eydnaðist tað ikki VIF at skora aftur, fyrr enn tað bert vóru 20 sekund eftir, og tá var ov seint hjá vestmenningum til at fáa stig burturúr. Tað hevur ikki gingið so væl hjá VÍF higartil í ár, sum tað hevur gjørt seinastu tvey árini, har vestmenning- ar hava vunnið kappingina. Nýggi venjarin Daniel Rapa hevur ikki fingið eina hepna byrjan, tí mikukvøldid móti Neistanum bleiv hann aftur skaddur, og knæskaðin fer helst at halda honum uttan- fyri í í minsta lagi ein mán- að. Vestmenningar hava tí eisini verið noyddir at gera nakrar broytingar á liðnum, og m.a. hevur liðskiparin Hjalmar Klein Olsen spælt rættiliga nógv á miðjuni í John Zachariasen og hinir vestmenningarnir mundu fingið Kyndil aftur móti endanum av dystinum, men Bjarni Wardum og hansara liðfelagar vóru omaná, tá avtornaði hesum kappingarárinum. Framvegis góð tíð Men tapið sunnudagin var eingin katastrofa, tí kapp- ingin er sera jøvn, og nú verða stigini skjótt eisini minkað niður í helvt. Næst- an øll liðini kunnu taka stig frá hvørjumødrum, og tí munnu vestmenningar ikki stúra heilt so nógv fyri tí, sum er eftir av kappingini, hóast teir nú hava tapt tríggjar dystir av tíggju í grundspælinum. Tað er framvegis góð tíð til at taka tað mista innaftur Kyndil hevur ikki verid millum oddalidini seinastu tvey árini, men nú tykist tað at ganga rætta vegin aftur hjá felagnum, sum oftast hevur verið føroyameistari hjá monnunum. Spælandi venjarin Jacob Jónsson hev- ur víst seg at vera ein rætti- ligur fongur hjá liðnum, og Mynd: Alvur Haraldsen sýgur ganga um, at liðið verður enn sterkari aftan á ársskiftið, tá onkrir, sum hava verið millum profilar- nar á liðnum, koma heim aftur. Um so verður, verður tað ivaleyst eitt spennandi vár hjá Kyndli og teirra við- haldsfólkum, sum seinastu tvey árini ikki hava havt tað stóra at fegnast um, tá tað er komið til manshondbólt- in. Bogi Lenvig vann NM-bronsu Svimjing: Fyri fyrstu ferð nakrantíð eydnaðist tað einum føroyingi at fáa heidursmerki í norðurlandameistara- kappingini Fyri føroysku svimjararnar var norðurlandameistara- kappingin fyri juniorar, sum var í Aalborg um vikuskift- ið, sera væleydnað, og fyri fyrstu ferð nakrantíð fekk ein føroyingur heiðursmerki í hesi kapping. Tað var, tá Bogi Lenvig í 1500 frí- svimjing endaði á triðja Bogi Lenvig skrivaði seg inn í føroysku svimji- søguna í Aalborg um vikuskiftið, tá hann vann bronsu í 1500 m frí- svimjing í NM- kappingini Mynd: Terji Nielsen plássi við tíðini 16:27,9 og sostatt vann bronsu. Sam- stundis var hetta nýtt før- oyskt met á hesum teinin- um. Harumframt vórðu trý onnur føroysk met sett um- framt eitt bólkamet í bólki S. Tad gekk eisini væl hjå Boga Lenvig f 400 metur fri, har hann endadi å sjeynda plássi við tíðini 4:10,40, sum eisini er nýtt føroyskt met. Shaila millum Garðarnar setti nytt føroyskt met á 50 metur frí-teininum, har hon kom á mál í tíðini 28,18 sekund. Hetta rakk til eitt sætta pláss í samlaðu kapp- ingini. Eisini í 100 metur frí lá væl fyri hjá Shailu millum Garðarnar. Hon svam teinin í tíðini 1:02,32, og hetta er persónligt met. Kristoffur Hentze setti nýtt bólkamet í bólki 5 við tidini 24,86. Og enn eitt føroyskt met varð sett í liðkappingini hjá monnum á 4x200 metur frí, har Bogi Lenvig, Andrass Thomsen, Heini Harryson og Kristoffur Hentze fingu tíðina 8:13,96. Umframt hesi metini høvdu fleiri av føroysku svimjarunum góðar pers6n- ligar tidir, og serliga Karin Gaardlykke stóð seg væl á 200 metur frí við tíðini 2:19,27 og á 400 metur frí, har tíðin hjá henni var 4:52,56.