týsdagur 15. desember 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 238 — 15. DESEMBER 1998
EMiL L. JACOBSEN
Tad hevur verid framgongd
at hóma hjá Tjaldrinum í
seinastuni, og bæði Kyndil
og VIF hava fingið harðari
mótstøðu, enn tey helst
høvdu roknað við.
Tí var tað eisini við eitt
sindur av spenningi, at fólk
sóu fram til dystin móti StÍF
í Runavík sunnudagin. Men
her vísti tað seg, at StÍF og
serliga målverjin Johan
Danielsen kendu uppskrift-
ina til at steðga gamla lið-
felaganum Pola Hansen,
sum nú er spælandi venjari
hjá Tjaldursmonnum.
Poli skeyt einki mål
sunnudagin, og so hjálpti
tað lítið, at Jens Martin
Knudsen skeyt 11. StíF
vann dystin 31-19, og tað
var fult uppiborið. Artur Jo-
hansen var sum vant millum
toppskjúttarnar við seks
málum, men Marius Joen-
sen vísti, at hann hevur eina
góða framtíð sum 1. deild-
arspælari, við eisini at
skjóta seks mál. Annars
komu næstan allir StÍF-
spælararnir á málskjúttara-
listan, og málini vóru rími-
liga javnt býtt.
Tað byrjaði annars væl
hjá heimaliðnum, sum legði
seg á odda 2-0 við málum í
fyrsta og fjórða minutti.
Men so steðgaði alt upp, og
StÍF kom næsta korterið
upp á 10-3. Jens Martin
Knudsen skeyt trý tey fyrstu
málini, og tað er merkisvert,
at fyrstu nítjan minuttirnar
av dystinum megnaði eing-
in annar á liðnum hjá
Tjaldrinum at skora.
Men tað er eisini ein góð
mynd av, hvussu illa tað
gekst í hond hjá heimaliðn-
um í fyrra hálvleiki, sum
teir taptu 6-17. Bert seks
mál í einum hálvleiki, har
Johan Danielsen í StIF-mål-
inum m.a. visti, at hann
kennir Pola Hansen sera
væl, tí hann lúrdi hann av
hvgrjaferð. Tað tyktist eis-
ini, sum um Tjaldurslidid
fall í fátt, tí tað gekk so
striltið við at fáa mál.
Í seinna hálvleiki kom eitt
sindur meira skil á spælið
hjá vertunum. Spælið var
ikki so stressað, og strand-
ingar tóku ivaleyst eisini
uppgávuna eitt sindur lætt-
ari. Seinni hálvleikur endaði
eisini rættiliga javnur — StÍF
vann hann 14-13 — men tað
var í fyrra hálvleiki, at dyst-
urin varð avgjørdur.
Tjaldurslidid er samansett
av ungum og eldri spælar-
tiF vann
storsigur
i Runavik
um. I eldra enda finna vit
Abraham Hansen, sum er
39 år, men sum framvegis
spælir sum er hann 25. Sami
Abraham varð annars rikin
av vellinum fyri at hava
skump í ryggin í einum
StlF-mótálopi. Hetta vóru
teir á heimaliðnum ikki ser-
liga nøgdir við, men tað
merkti so, at Abraham mátti
gevast átta minuttir áðrenn
dysturin var liðugur. Og
heldur ikki Jens Martin
slapp at spæla dystin lidnan.
Tá ein minuttir var eftir,
fekk hann sína triðju útvís-
ing, og so hevdi Tjaldrið
bert seks útispælarar at taka
av. Men tá var so lítið eftir
av dystinum, at tað ikki
merktist, og harafturat var
munurin so stórur, at tað
ikki fekk nakra ávirkan.
StíF vann seg upp á ll
stig og hevur nú aftur fingið
samband við oddaliðini.
Tjaldrið stendur hinvegin
framvegis á null, og eftir
nakrar teprar ósigrar fingu
teir ein niðurtúr aftur sunnu-
dagin. Í kveld spæla teir
dystin móti Neistanum í
Havn (dysturin sum skuldi
verið spældur í byrjanini av
kappingini), og seinasta av-
bjóðingin hjá teimum í
grundspælinum verður á
Agnar Højgaard og liðfelagarnir í StÍF høvdu rímiliga lætt spæl í Runavík
sunnudagin
heimavglli móti KÍF, ið er
liðið, sum í løtuni er næst
teimum.
StÍF hevur hinvegin tveir
torførar útidystir eftir í
ítróttar S08lalurfn 17
Savnsmynd: Álvur Haraldsen
grundspælinum. Í kveld
spæla teir í Havn móti
Kyndli, og komandi sunnu-
dag enda strandingar fyrru
helvt av kappingini móti
VÍF í Vestmanna.
—<
(3
5 emne do
Do
FAN]
Mørkøre er saman vid Eddie Joensen sterkasta ålopsvåpnid hjå KIF, men
sunnudagin spældi Allan við skaða, og tað merkti ikki bert hann, men eisini
restina av liðnum, hóast Allan skeyt seks mål
Sosialurin á netinum
www.sosialurin.fo
Mynd: Alvur Haraldsen
Lítið flog yvir KÍF
Hondbóltur: Aftan á fyrstu tíggju minuttirnar fór Neistin
frá KÍF, og liðið hjá kollfirðingum fekk ongantíð veruliga
fatur á Neistamonnum aftur
EMiL L. JACOBSEN
KÍF hevur spælt fleiri góðar
dystir í ár, og teir hava mill-
um annað fingið trý stig frá
FM-favorittunum úr H71.
Sunnudagin var tað
Neistin, sum stóð á skránni,
men her megnaði liðið úr
Kollafirði ongantíð veruliga
at koma ígongd, og teir
taptu móti Kára Mortensen
á Co.
Serliga byrjanin var sløk
hjå KIF, og tå fyrri hålv-
leikur var hålvrunnin, var
stødan 11-4 til Neistan. Tað
sá ikki gott út, men so tók
útiliðið time-out, og eftir tað
fór at ganga eitt sindur bet-
ur. Teir minkaðu niður í 11-
7, men nærri komu teir ikki
í fyrra hálvleiki.
Í seinna hálvleiki var tað
eisini KÍF, sum kom betur
frá byrjanini, og teir nærk-
aðust heimaliðnum í stór-
um. Men við støduni 16-14
fekk Neistin ferð á aftur, og
tvey mál var tað nærmasta,
kollafjarðarliðið kom havn-
armonnunum.
Móti endanum hóttu teir
aftur eitt sindur, og tá seks
minuttir vóru eftir, stóð 23-
20 til Neistan, men KIF
fekk ikki fleiri mál, og so
vann Neistin 26-20.
Tað var ikki tað sama
flogið yvir KIF-spælinum,
sum vit hava sæð fyrr í ár,
og ongantíð sá tað veruliga
út til, at teir fóru at fáa nak-
að burturúr dystinum sunn-
udagin.
Hjá Neistanum gongst
hinvegin væl í løtuni. Spæl-
andi venjarin Andreas F.
Hansen hevur styrkt um lið-
ið, og hann hevur eisini ar-
beitt við hepnari hond undir
venjingini. Neistin er fram-
vegis væl við í kappingini,
og í summum av dystunum
hava teir heldur ikki havt
eydnuna í teirra parti.
Men kappingarárið hjá
Neistanum er eitt tað besta
í nógv ár, og tíðin, har teir
vóru fastir stiggevarar í
deildini, er farin. Tað sæst
eisini aftur í áskoðaraund-
irtøkuni, sum er størri í ár
enn hon hevur verið leingi
Tað er aftur blivið áhuga
vert at síggja Neistan spæla
tí tað nú ikki ber til at siga
frammanundan, hvussu tað
fer at ganga
Hjá KÍF, sum saman við
júst Neistanum lá í botnin
um av kappingini í fjør, er
stødan nakað tann sama
KÍF hevur ikki rokkið heilt
tær somu hæddirnar sum
Neistin í ár, men heldur ikki
teir hava altíð verið so hepn
ir. Men nýggju spælararnir
tykjast vera falnir væl til
og teir hava stóran tydning
fyri líðið. Tá teir ikki eru
100 prosent, sæst tað tí eis-
ini aftur, so sum vit sóu móti
Neistanum sunnudagin.