mikudagur 16. desember 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
|
Nr. 239 — 16. DESEMBER 1998
sosialurin, box 76, 110 tørshavn -
tlf 31 18 20 -
VÍF fekk
einki við sær
ur Klaksvík
Hondbóltur: Enn einaferð fingu vit ein sera
javnan og spennandi dyst í KI-høllini, men
hesaferð eydnaðist tað so Stjørnuni at vinna,
meðan VIF sat eftir við ongum
EMiL L. JACOBSEN
Askodararnir fingu spenning fyri
allar pengarnar, tå kvinnuliðið hjá
VIF vitjaði í Klaksvík leygardag-
in. Meginparturin av teimum vóru
klaksvíkingar, og teir fóru væl
nøgdur heim aftur eftir ein góðan
og undirhaldandi dyst, sum
Stjórnan vann 28-27.
Tað var annars VÍF, sum kom
betur frá byrjan og legði seg á
odda 2-0 og seinni eisini 6-2. 10-
ana Rapa og Jacklin Durhuus vóru
sum vanligt raskastu málskjúttar-
nir hjá vi og bara í fyrra hålv-
leiki skeyt Jacklin seks mål. Høgra
verjusíðan hjá Stjørnuni visti seg
eisini at vera veika punktið hjá
klaksvíksliðnum fyrra umfarið,
men tá heimaliðið móti endanum
av fyrra hálvleiki fór at mansverja
Jacklin, misti VÍF- liðið eitt sindur
av broddinum. Men VÍF var betra
liðið í fyrra hálvleiki, sum endaði
14-11.
Mansverjingin av Jacklin helt
nakað inn í seinna hálvleik, og so
líðandi fekk Stjørnan fatur á end-
anum aftur. Serliga Annika Ljós-
stein og Anna Kristina Samson
spældu væl, og hendan seinna
nevnda avdúkaði, at VIF hevur
veikleikar í síni høgru síðu, tå
måtstødulidid slær kontra. Anna
Kristina er skjót, og fleiri ferðir
rann hon frá høgru verjusíðuni hjá
VIF. ;
Mótspælið hjá VIF var at mans-
verja Anniku Ljósstein, og frá
støduni 17-17 bleiv munurin ong-
antíð stórri enn eitt mál, og fyri
tað mesta var tað Stjórnan, sum
hevði leiðsluna.
Tá góðir fimm minuttir vóru
eftir, fór Stjørnan eftir bæði Jack-
lin og loanu Rapa, og tá báðar
hesar blivu mansvardar, datt spæl-
ið hjá VÍF sundur. Men tað eydn-
aðist kortini útiliðnum at fáa eitt
mál upp á brotskast, og so var 26-
26.
Tað var tætt og hendingarríkt,
men tá ein minuttir var eftir, og
stødan var 27-26 til Stjørnuna,
fekk VÍF ein spælara útvístan, og
tað lá í luftini, at Stjórnan nú fór
at tryggja sær stigini. Men tá eitt
skot hjá Stjórnuni endaði á stong-
ini, og bólturin fór út aftur til Ang-
elie Jógvansdóttir, sum longu var
á veg fram, stóð knappliga á jøvn-
fax 31 47 20 -
tíðindablaðið S0S2alurfin
ÍTRÓTTUR
teldupost til ítróttin: emil (2 sosialurin.fo
17
R
Lesið eisini
ítróttin á
Internetinum
www.sosialurin.fo
2
TI
VÍF-kvinnurnar taptu í seinastu sekundunum í Klaksvík leygardagin
um aftur, 27-27.
Nú sá út til, at Stjórnan enn
einaferð noyddist at taka til takkar
við javnleiki í egnari høll, men tå
tvey sekund vóru eftir, fingu
klaksvíksgentur 3-metur kast. Tær
stillaðu upp, og Annika Ljósstein
smekkaði bóltin í málið til 28-27,
og so var liðugt.
Sum heild var VÍF betra liðið í
fyrra hálvleiki, meðan Stjørnan
hevði munin í seinna. Og tað
eydnaðist altso eisini heimaliðn-
um at skjóta tað eina málið meira,
sum tryggjaði teimum bæði stig-
ini. Og sigurin var týdningarmikil,
tí nú sær tað knappliga als ikki so
galið út hjá klaksvíksliðnum, sum
hevur spælt ein dyst færri enn tey
trý liðini, sum liggja beint oman-
fyri á stigatalvuni.
Tá dystirnir eru so tættir sum
tann í Klaksvík leygardagin, ræð-
ur um at hava marginalarnar á
sínari síðu, og tað hevði VIF ikki
í seinna hálvleiki. Men uppflytar-
arnir úr Vestmanna eru framvegis
sera væl við í kappingini, har
fimm lið tykjast hava næstan eins
góðar møguleikar fyri at vinna før-
oyameistaraheitið.
VIF hevur nú bert ein dyst eftir
Savnsmynd: Álvur Haraldsen
í grundspælinum. Hann verður
leygardagin á heimavelli móti
VB, sum annað vikuskiftið á rað
skal spæla tveir dystir norðanfyri,
og tann dystin eigur VÍF at vinna.
Stjórnan hevur tveir dystir eftir.
Leygardagin skulu tær á Kambs-
dal at spæla móti GÍ/Tjaldrinum,
og sunnudagin verður tað ivaleyst
aftur sera spennandi í KÍ-hgllini,
tí tá koma Neistakvinnur á vitjan.
(Av misgáum kom henda greinin
ikki við í blaðið í gjár, bløm.)
Enn eitt vælaverk
frå Jóannesi og Finni
Tann sjeynda í rødini av árbókunum »Føroyskur Fótbóltur< er komin.
Og bókin í ár stendur einki aftanfyri hinar, tvórturímóti
EMiL L. JACOBSEN
Tað hevur fyrr verið roynt at givið
føroyskar itr6ttarårbøkur út, men
sum oftast er tiltakið strandað eftir
fáum árum. Undantakið er rgðin
»Føroyskur Fótbólturs, sum á
fyrsta sinni varð givin út í 1992,
og sum nú er komin sjeynda árið
á rað.
Tað eru teir báðir ítróttarskriv-
ararnir Jóannes Hansen og Finnur
Helmsdal, sum hava skrivað. Bók-
in í ár er eitt sindur stórri enn
undanfarin ár, og tað kemst fyrst
og fremst av, at parturin við hag-
tølunum er størr: — m.a. eru fød-
ingardagar hjá gllum 1. deildar-
spælarunum og hagtøl yvir dóm-
ararnar við. Ivan Eginsson Mos
kalenko hevur hjálpt teimum báð
um rithøvundunum við hesum
partinum.
Annars verður tyngsta vektin
sum vant lagt á 1. deild hjá monn-
um, og annars verður tað, ið er
hent í fótbóltsárinum 1998, eisini
umrøtt sum heild
Kanska kundi tað verið gjørt
meira við føroysku fótbóltsspæl-
ararnar uttanlands og við A-lands
liðið, men reyði tráðurin í árbók
unum hevur altíð verið landskapp-
ingin, og eingin orsek er heldur
til at broyta um tað
Sum vant eru nógvar myndir
bókini. Tær flestu av hesum eru
yndir úr Sosialinum.
Annars er tað gleðiligt at stað
festa, at fótbóltsárbókin er komin
fyri at verða. Bókin er eitt frálíkt
uppslagsverk, ikki minst hjá teim
um, sum vanliga skriva um ítrótt
men eisini hjá teimum mongu
sum hava áhuga fyri ítróttinum
Bókin kom í handlarnar fríggja
dagin, og hon kostar 128 krón
letta er eitt sindur meir enn ur
Marin ár, men hetta er orsaka
av ekta síðutalinum, sum hevur
gjørt framleiðsluna dýrari