Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-16, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. desember 1998síða 19

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

na Nr. 239 — 16. DESEMBER 1998 tíðindablaðið Sosa 19 So er tað aftur javnari í botninum Flogbóltur, menn: Tá botnliðini SÍ og ÍF b møttust seinast vóru sørvingar omaná. Heaferð var viðvent í holuni og fuglfirðingar søgdu takk fyri síðst og vunnu 3-0 Tað er minst líka hart at leika við á einum liði, sum liggur í niðara enda á stiga- talvuni, tí tá skal ein berjast meir fyri at fáa stigini eisini ímóti hinum botnliðunum. Dysturin á Kambsdali leygardagin var tað, sum av sonnum kann kallast ein botnuppgerð. SÍ hevur verið næstnidast av teirri orsøk, at teir vunnu fyrra dystin móti b-liðnum hjá ÍF, men tað hevur gingið stak illa í hond hjá SÍ í seinastuni. Teir hava tapt stórt bæði úti og heima og serliga ein dystur, sum tann móti Mjølni í Sør- vági seinasta vikuskiftið kann gera spælararnar á Si- liðnum í ringum hýri. Teir vórðu snøgt sagt bukaðir aftur til hús uttan at teir kundu gera nakað við tað. Í hvussu er tann dagin. Vit hava fyrr nevnt, at SÍ hevur verið fyri leikara- missi síðani teir fluttu upp úr 1. deild í meistaradeild- ina og nú sær út til at enn ein leikari, um ikki gevst, so í øllum fórum ikki verður so ofta at síggja á liðnum. Jørgin er vorðin landsstýr- ismadur og hann hevur longu sagt, at tað verða frí- tíðarítri vini, sum fara at líða undir tí. Tað má sigast at vera dyggur smeitur fyri SÍ, tí Jørgin er ein av teimum garvaðu leikarunum á liðn- um og tá ein slíkur ikki er at toga liðið fram, er lættari at fáa hinar spælararnar nið- ur vid nakkanum. Til dystin móti IF var tað so galið, at venjarin Kristian Joensen heldur ikki var við og tá gerst bara enn verri. Tað gekk hinum leikarun- um stak illa í hond líka frá byrjan. Fuglfirðingar vóru teir sum komu best í gongd, meðan sørvingarnir ikki rættuliga kundu finna út av hvar teir hoyrdu til á vøll- inum. ; M6ttøkuspælid hjá SI er ikki nóg gott, og tað ger arbeiðið hjá hevaranum trupult. Jón Nielsen, sum man vera ein av teimum, sum slær allar harðast tá viljin er til staðar, hevur ikki víst tað, hann kann, seinastu dystirnar hjá SÍ. Ov óstabilt og ikki nóg neyvt móttgku- spæl, sum endar í einstátt- aðum álopsspæli. Verjuspælið hjá sørving- um er eisini øgiliga ineff- ektivt og tað sæst týðuliga, at leikararnir mangla roynd- irnar frá bestu deildini. Tað er stórur munur á ferðini í bestu og næstbestu deildini, men tað er bara at vóna, at sørvingarnir tíma at halda mótinum uppi, til royndir- nar koma! Greiðan sigur IF fekk bestu byrjanina. Hvorki av liðunum visti ser- liga polerað álopsspæl, men IF gjørdi tað, sum skuldi til fyri at fáa settið heim. ÍF vann 15-4 og tað var hóast teirra spæl ikki var nakað at reypa av. Teir vunnu teir bóltarnar sum teir skuldu og tað var kanska við góðari hjálp frá sørvingum at so var. Annað sett gekk heldur javnari á enn tað fyrsta. ÍF var enn liðið, sum hevði leikligu yvirvágina og teir dugdu at gera sær dælt av, at sørvingar vóru í villa- reiði. Leikararnir á b-liðn- Jón Nielsen og SÍ taptu stórt ímóti ÍFb á Kambsdali um vikuskiftid um hjá ÍF eru gamlar rottur í >fakinum< og teir duga sera væl at lesa spælið hjá mótstýðuliðnum og duga eisini væl at gera sær dalt av mistøkunum, sum m6t- stødulidid ger. Hetta fingu sørvingarnir at føla og tí taptu teir settið 15-11. Í triðja setti sá út til at sør- vingarnir ætlaðu at taka seg saman og taka eitt sett aftur frá fuglfirðingum. Teir byrj- aðu betri enn ÍF, men gleðin var tó stokkut. Fuglfirðingar komu afturíaftur og vunnu eisini triðja sett 15-12. Dysturin var harvið lokin og lidini høvdu býtt um pláss á stigatalvuni. fFb, sum var niðast undan dyst- inum leygardagin, er nú næstniðast. Men tað er so ggiliga javnt í botninum. Tað er bert tað eina settið á muni mill- um liðini og tað er SÍ, sum eigur fyrimunin enn. So er spurningurin bara um ÍF (Savnsmynd) kann fáa sett í teimum dyst- unum teir hava eftir undan jólasteðginum. Ikki tí, eingin skal rokna við, at tað er lætt spæl at spæla móti ÍF, tí sum nevnt er talan um sera royndar leikarar, sum, tá teir vilja, kunnu bæði taka sett og stig frá teimum allarbestu liðun- um. ÍF vann klárt á Fram Flogbóltur, menn: Tað var lagt upp til spennandi dyst á Kambsdali millum ÍF og Fram leygardagin, men spenningurin kom ongantíð Undan hesum vikuskiftin- um var ÍF einasta liðið, sum hevði vunnið allar sínar dystir og tað vóru teir eisini eftir dystin móti Fram. Teir vunnu ein greiðan 3- O sigur á havnarmonnum, sum annars vóru mettir at hava ein av frægastu møgu- leikum at vinna á ÍF. Fram hevur innanfyri stutt tíðar- skeið bæði vunnið á Fleyr og á Mjglnir og tí var vænt- andi, at teir fóru at geva oddaliðnum úr Fuglafirði skarpan gang. Tá ein so eisini hevur í huga, at Fram vann báðar dystirnar móti ÍF í FK- kappingini hjá Fleyr um miðjan november mánað, so vóru eisini allar góðar grundir til at teir høvdu ein møguleika at vinna dystin. Men so varð ikki. Sigur til ÍF og tap til Fram var úrslitið, og tað var enntá so greitt sum tað kundi. 3-0 og settsigrarnir hjá ÍF vóru rættuliga greiðir má sigast. 15-8, 15-6 og 15-2 til ÍF, so har var ongantíð nakar ivi um hver tað var sum átti dystin. ÍF er væl fyri Hjá fuglfirðingum má hetta sigast verða ikki eiti á fjøður í hattin. IF hevur í nógy ár havt eitt rættuliga gott lið og teir hava í fleiri ár bland- að seg í toppstríðið, tó uttan at kunna leggja seinasta trumfin á borðið so at teir gerast meistarar. Tó so, einaferð eydnaðist tað kort- ini og tað var í 1989. Tá høvdu fuglfirðingar góðan styrk av framúrskarandi dana, sum avgjørt var besti spælarin teir høvdu á liðn- um tá. Soleiðis er ikki í dag. Flestu leikararnir á FM- liðnum eru burtur og nýggj- ar yngri kreftir eru slopnar framat og teir hava víst, at teir ikki bara hava evnini at vinna. Teir hava eisini viljan og hann er sera týdningar- mikil — eisini í hesi ítróttar- grein. „ Tað, sum hevur sermerkt IF í år fram um onnur ár er, at teir hava fingið sum mest burtur úr tí stóru breidd, sum er á liðnum. Tað man ikki vera felag í landinum, sum hevur so góðar spælar- ar á øllum plássum. Blokaduspælið er sera effektivt og tað hjálpir verj- uni, sum annars hevur 6- trúliga góð plaseringsevni, at vera á réttum stað til rætta tíð. Harafturat eru allir spælararnir góðir álops- spælarar, sum sláa sera hart og neyvt. Legdu lok á beinanvegin Í dystinum leygardagin vildu fuglfirðingar ikki at tað skuldi verða nakar ivi um hvønn veg sigurin skuldi fara. Teir løgdu út sum eitt 6løgi og fingu sær góðan fyrimun beinanveg- in. Úrslitið var, at Fram- leikararnir hingu við høvd- unum. Einki skil var á mót- tøkuspælinum og á tann hátt settu teir egna hevara sín í eina vónleysa stóðu. Alopsvariantarnir gerast fáir tá måttøkan er vånalig, men hinumegin hevur mót- stødulidid lætt við at seta eina tætta blokadu fyri at verja móti álopunum. Og tá so er, kann gera tað sama, um tað er Sigmund ella Jens Heri, sum er í álopinum hinumegin. Og hetta var júst trupul- leikin hjá Fram leygardagin. Móttgkurnar vóru sera, sera vánali igar og tí hevði ÍF lætt spæl í verjuni. Fyrsta settið endaði 15-8 til IF og so var linjan løgd fyri restina av dystinum. Hildu dampinum uppi Fuglfirðingar høvdu nú fingið sjón fyri søgn um, at * Fram var í upploysn, og tí gjørdu teir tað teir kundu fyri at halda dampinum uppi og tað eydnaðist uttan stórvegis hóvasták. Teir byrjaðu har teir góv- ust í fyrsta setti, og tí var einki at gera hjá Fram. Úr Fuglafirði frætta vit at fugl- firðingar vóru um møguligt enn meira effektivir í øðrum og triðja setti enn í tí fyrsta og tí var tað einasta Fram- leikararnir gjørdu, at bíða til teir fingu mønustingin! Teir gingu sum húðflettir hundar á vøllinum og fingu einki — púrt einki — at hanga saman henda dagin. Fuglfirðingar vunnu ann- að sett 15-8 og so varð farið til triðja og seinasta settið í hesum dystinum. Tað var um reppið, at Framleikararnir vóru sendir til Havnar aftur við einum »eggi«, men tað eydnaðist teimum kortini at fáa tvey stig í triðja setti, tíbetur fyri teir. ÍF legði seinasta trumf- in út, men har var einki mót- spæl hinumegin netið. Framleikararnir høvdu lagt »høvdid« eftir í Havn og tí vórðu teir spældir út av vellinum av fuglfirðingum. IF gjørdi ikki mætari enn at vinna tridja sett so greitt sum 15-2 og sø vår arbeidid lidugt fyri tann dagin. Sørvingar fyri tørni Hetta var næstseinasti dyst- urin hjá oddaliðnum úr Fuglafirði áðrenn farið verður undir annan part av landskappingini fyri árið. Stigini verða býtt í helvt, og tað er nakað sum bendir á at IF fer undir næsta umfar við fullum stigatali (hålv- um!). Einasti dystur teir hava eftir áðrenn jól er móti SÍ í Sørvågi næsta sunnu- dag og har er ikki annað væntandi enn ein greiður 3- 0 sigur til ÍF. Sørvingar vóru í Fugla- firði og leiktu móti næst- besta liðnum leygardagin og tað teir vístu har var ikki gott. Meir um tað aðra- staðni. Sum nevnt fleiri ferðir fyrr, so er ÍF higartil besta boð uppá ein nýggjan meistara í mansflogbólti í ár. Teir hava breiddina og eru uttan iva tað liðið, sum hevur víst tað mest støðuga spælið. Hartil hava teir eis- ini víst, at teir hava rgttu »andaligu« styrkina til eis- ini at vinna dystir, tá teir spæla minni væl. — N — — ” lingum og småpiltum L. ” B36-húsinum Mikudagin 16. desember kl. 17.00 verður jólatræ fyri pinkum, pinku- í B36-húsinum 1 Jolatræ i Ungdómsdeildin hjá B36