hósdagur 17. desember 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tríggjar tjóðveld-
isprovokatiónir
Dádamein
Á hesum stað í gjár viågjørdu vit svarið,
sum fíggjarmálaráðharran hevði til kravið
frá Starvsmannafelagnum um lønarkrøv-
ini. Hann avvisti blankt, at talan yvirhøvur
fer at vera um at fáa eina einastu krónu í
lenarhækking.
Ein provokatión móti fakfelagsrørsluni og
lentakarunum sum heild.
Blaðið var ikki meira enn farið í pressuna,
tá ein annar tjóðveldismaður trínir fram á
løgtingsins rødarapall við uppskoti frá for-
mansskapi løgtingsins: Ikki hissini lønar-
hækkan, ið her var talan um - eini 55%
meira í løn til okkara kosnu menn og
kvinnur.
Vit hava á hesum stað fyrr viågjørt ting-
mannalønimar, ið vit ikki hava hildið verið
á nóg høgum stødi - men tá løgtingsfor-
maðurin júst nú kemur við uppskoti um
so stóra hækkan - samstundis sum parta-
maður hansara í fíggjarmálastýrinum við
hond og fót stríðist fyri at halda lønar-
krevum fólksins niðri - tá er talan um
vantandi situationsfornemmilsi so tað
rungar.
Hví skal fólkið brynja seg við toli, tá ting-
menn ikki gera tað?
Ein provokatión móti Foroya fólki.
Týskveldið upplivdu við so ein triðja tjóð-
veldismann trína fram við sínum boðskapi:
Feroyingar, sum lesa í Danmark, skulu
ikki hava sama lestrarstuðul, sum teirra
samlesandi danir.
So fingu vit tað staðfest, at vælferðin
lækkar, tá vit fáa fullveldi.
Signar á Brúnni segði tað so greitt:
— Hví skulu vit endiliga hyggja eftir donsku
stuðulsskipanini? Hví ikki hyggja eftir teirri
svensku, norsku, íslendsku ella finsku?
spurdi landsstýrismaðurin.
Danska stuðulsskipanin er heimsins
besta. Tað eru hinar norðurlensku skip-
anirnar ikki. Men tann danska skal íkki
brúkast sum fyrimynd, heldur onkur
»verri« og »biligari«, sum >hóskar til okk-
ara stødi«, heldur landsstýrismaðurin.
Tað er at fegnast um, at tjóðveldismenn
nú eru farnir at siga fólki, at livistoðið fer
at lækka, tá vit fáa fullveldi. Men tað er
samstundis eitt krav, at Foroya fólk fær
greitt at vita, hvussu vælferðarskipanin
verður - áðrenn fólkaatkovðumar. Fólkið
skal ikki taka stødu út frá herrópum - men
frá veruleikanum... Sastafurin
Keypið »Beskytteren«
Myndugleikar okkara eru
løgnir.
Þeir seldu »Olav Halga<
og sita nú eftir við bara
>Tjaldrinum<, sum einsa-
malt ikki megnar at røkja
vaktar- og bjargingarskyld-
urnar. Fiskarin er tann, sum
lýðir undir hesum sum so
mangan. Teir leigaðu
»Nim«, sum ikki kundi
brúkast, og teir keyptu
>Nólsoyar Påll« úr Frak-
landi, sum síðan varð seldur
av landinum aftur fyri lítið
og lætt. Breti keypti >Nóls-
oyar Páll<, sum heldur seg
hava gjørt stórt kvettið.
Hver ið ongantíð ger
kvettið, tað eru vit føroy-
ingar. Tað er næstan, sum
tá ið myndugleikar okkara
seldu italiumonnum > Teist-
an< fyri nærum minni enn
tað, ið tað hevði kostað at
gera hann søluklåran. Teir,
ið keypa frá okkum, halda
sge altíð gera kvettið. Okk-
urt má vera galið hjá okk-
um. Politikkararnir hava
verið ídnir eftir at givið Jóan
Carl Høgnesen skuldina,
men nú er tað prógvað, at
tað var ikki Jóan Carl, sum
keypti >Nólsoyar Påll«,
men Ívan Johannesen, tá-
verandi landsstýrismaður,
sum hevur skrivað undir
keypsáttmálan saman við
Kaj P. Mortensen, fiski-
vinnustjóra og sostatt
hægsta embætismanni fyri
Vaktar- og Bjargingartæn-
astuna.
Nú í seinastuni er komið
undan kavi, at tað stendur
okkum í boði fyri eina ferð
skuld at gera kvettið og fáa
danska sjóverjuskipið >Be-
skytteren< sera lagaliga til
leigu ella til keyps. Men nei,
okkara menn vilja ikki gera
kvettið. Teir skulu byggja
nýtt og dýrt, sjálvt um vit
als ikki hava ráð til tess.
Mítt tilmæli til tykkara er,
at tit hava av hesum danska
tilboði, keypa og manna
»Beskytteren« við góðari
føroyskari manning, tí eitt
er vist, tað er ikki manning-
unum, nakað er galið við.
Onkur sigur, at tað ganga
fleiri manningar og bíða frá
tí, tit seldu Ólav Halga.
Við >Beskyttaranum<
verður kanska ein annar
trupulleiki eisini loystur. Tá
ið kreppan leikaði harðast
á Føroya og Danmarkar
millum um bankamálið,
vóru kanónirnar tiknar í
land av føroysku verjuskip-
unum. Tey hava síðan siglt
sum skerdir fuglar. Við at
fáa fatur í »Beskytterinum«
fæst kanska onkur kanónin
við eisini, sum ger føroysku
vaktarskipini aftur til tað,
tey eiga at vera.
>Tjaldrið< fær betri
møguleikar at røkja verju-
og bjargingarskyldur sínar
inni á sjónum til gans fyri
útróðrarmenn, um >Beskyt-
teren« sum føroysk skip við
føroyskari manning kann
taka sær meiri av skyldun-
um åti å havinum og longri
burtur, tå ið tað er neyðugt.
Vælsignaðir menn! Takið
nú av danska tilboðnum og
keypið >Beskytteren<! So
kunnu tit byggja nýtt skip,
tá ið ráðini verða betur. Lat-
ið nú vera við at halda før-
oyska fiskimannin fyri tað
turra spott!
Frits Olsen,
útróðrarfelagsform,
Klaksvík
Lækkið meirvirðisgjaldið
Nú meirvirðisgjaldið hevur
verið í gildi í fimm ár, er
mín meining tann, at tíðin
er komin at vit lækka meir-
virðisgjaldið, ístaðin fyri at
gera skipanina uppaftur
meira trupla at umskipa, við
at onkrir vinnubólkar fáa
frítt mvg og onnur ikki.
Sjálvandi hevur hetta hjálpt
bólkunum, sum sleppa und-
an meirvirðisgjaldinum og
teir bólkar, ið hava fingið
frítt mvg stuðli eg av fullum
hjarta, men nú haldi eg at
Legtingið eigur at fara víð-
ari, tí tað kann ikki vera
rætt, at Føroyar hevur verð-
ins hægsta meirvirðisgjald
og tað hevur havt 6bøtandi
skaða fyri smáhandlarnar í
Føroyum og nógvir av hes-
um handlum eru farnir á
húsagang og eru als ikki til
í dag. Vit at lækka meir-
virðisgjaldið kemur tað øll-
um bólkum til hjálpar og tað
kann eisini fýra til at nakrir
av teimum smáhandlum, ið
eftir eru, klára at yvirliva.
Skipanin má gerast
einfaldari
Ein annar stórur trupulleiki
er tollingaråheitanir, hvør
kennir ikki til at fylla toll-
ingaråheitanir út, har ein í
timavis må leita eftir hvat
fyri nummar tann og tann
veran eigur at bólkast undir
og tá ein so er komin til tað
rætta vørunummarid, ja so
hevur tollstovan eina aðra
fatan av vøruni og ein verð-
ur sektadur vid eykagjaldi.
Eg kann taka eitt dømi inn-
an amboð, har ein fakturi
hevur fleiri sidur av ymisk-
um vørum, sum hvør skal
b6lkast fyri seg. Taka vit
skråvublød og skiftilyklar,
hava tey hvør sitt nummar
og ein fastur lykil og ein
ikki fastur lykil, skulu undir
hvør sítt nummar, men báð-
ar vørurnar hava sama toll-
sats, soleidis kundi ein bliv-
ið vid at tikid dømir upp,
har tydningarmikil tíð verð-
ur brúkt óneyðugt, tí Hag-
stovan skal vita hvussu
nógv skvúrublgð, skiftilykl-
ar, fastir lyklar og annað
verður innflutt.
Mín áheitan á Løgtingid
er tann, at hví ikki bólka øll
amboð fyri amboð, so ein
kann sleppa frá at brúka
dagar at fylla tollingaráheit-
anir út, hetta hevdi spart
nógva tíð hjá handlum og
ikki minst hjá Tollstovuni,
tí hon skal tasta alt innaftur
av nýggjum og eftirkannað
alt.
Í longdini við at gera
skipanina einfaldari hevði
handlar og Tollstovan
kunna brúkt eyka tíðina til
meira týdningarkmikil ting
enn at fylla tollingaráheit-
anir út.
Vónandi taka tit hendan
spurningin upp, tá ið tit nú
eru í ferð við at endurskoða
alla skipanina, tí hetta hevur
stóran týdning, bæði fyri
handilslívið og Tollstovuna.
Símun á Høvdanum
Klaksvík, 15.12.98.
Altjóða Astmadagurin 11. des.
11. des. var altjóða Astma
dagur og temaði 1998 er
astma hjá børnum.
Astma hjá børnum er ein
stérur trupulleiki, og kann
6vidgjørt vidføra stórar
vansar, sum t.d. mistrivnad
og varugt mein.
Hjá børnum í aldrinum 1-
2 ár, hava uml. 30% astma
líknandi symptomir. Man
roknar við, at uml. 8% av
teimum eldru børnunum
hava astmu, og hettar talið
er vaksandi.
Tað er ein ógvuliga alv-
orligur trupulleiki hjá teim-
um børnum og familjum,
sum eru útsett fyri hesum
kroniska sjúkdóminum,
men tað er eisini eitt 6gvu-
liga álvarsligt samfelags
problem. Astma hjá børnum
krevur nógv av sunnheits-
sektorinum, og astma bron-
kitis er tann størsta årsakin
til at børn vera løgd inn å
sjúkrahús. Hendan sjúkan
er viðvirkandi til nógvar
sjúkradagar, og fráveru frá
skúla, og hevur soleiðis sera
óhepnar fylgir við sær.
Góðu politikarar - vit
mugu gera nakað við hesar
trupulleikar. Vit mugu inn-
rætta okkara samfelag, so at
vit sleppa undan hesum
trupulleikum, í so stóran
mun sum møguligt, vit hava
ikki ráð at lata vera og vit
kunnu ikki loyva okkum, at
lata okkara børn blíva sjúk
óneyðuga.
Tað eru nógv umráðir, har
vit kundu hjálpt um støðuna
hjá býrnum við astma. Til
dømis kann nevnast, at
skjótari diagnosan astma
verdur sett, jå betri eru
møguleikarnir at fyribyrgja
varugt mein, sum t.d. nið-
ursetta lungnafunktión.
Tað eru foreldrini, sum
hava ansvarið fyri sunnheit
og at børnini trívast, men
tað eru politikarnir, sum
skulu tryggja, at teir neyð-
ugu meguleikarnir og
børnunum og teirra foreldr-
um, við at prioritera sjúk-
dómin astam.
Tað kann ikki vera rætt,
at nú vit nærkast ár 2000,
hava vit ein fólkasjúkdóm
sum astma, sum er í vøkstri
uttan nakað munagott verð-
ur gjørt við tað.
rammur eru til staðar. Astma/allergifelag Føroya
Góðu politikarar - hjálpi
Sosialurin um jólini
Av somu orsøk
22. desember.
desember og mikudagin 30
va okkara f yri jól verður mikudagin 23.
desember. Í hesum blad verður se
Nova Nå kk við lm De hendja dagin þes |
og ýmir koma * vit út týsdagin 29.
. desember
i nógv jólatilfar.
hest
|
|