Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. desember 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyrgdarblaðstjórk: Marknaðardeild: | Jan Mú Jonhard Hammer | Blaðstjóri Dagbjørt S. Hansen | Eirikur Lindenskov | Fíggjarleiðari: Blaðfólk: internet: www.sosialurin.fo Sveinur Tróndarson Dagny Joensen, Áki Bertholdsen, Taktikarin Isakson Oddagrein ÆLTLAN at hækka tingmannalønirnar hevur fingið ilt í bæði fakfeløg og vanlig fólk. | skrivandi lotu kenna vit ikki lagnuna, sum uppskotið um lenirnar hjá tingmonnum fer at fáa. FRIGGJAKVØLDID hoyrdu vit umboð fyri fak- feløgini úttala seg um uppskotið hjá tingformann- inum at hækka tingmannalgnirnar. Tey siga við ein munn, at verður hetta uppskotið samtykti, so hevur tað eisini lagt stoðið til komandi sáttmála- samráðingar á arbeiðsmarknaðinum. LAT okkum her gera greitt, at vit taka undir við, at lenirnar og umsteðurnar annars hjá tingmonnum eiga at betrast. Vit eru tí ikki samd við teimum, sum eitt nú í Fimmaranum í UF herfyri ynkstu tingmenn og tingskipan, har piparið grer. Fimmarin henda dagin er eitt skelkandi dømi um, hvussu ein partur av Føroya fólki metir sínar egnu ting- menn. Tónalagið var so langt úti, ja talan var um einki minni enn eina niðurgerðing av tingmanna- arbeiðinum, at tú ógvaðist við. Tað kann ikki vera rætt, at fólk fyrst velja menn og kvinnur á ting at umboða seg og krevja nógv av hesum fólkkum fyri síðani at rakka hesi somu fólk niður. Tað er rætt, sum tingformaðurin ber fram, at tingskipanin eigur at verða utbygd og ment og tað gerst ikki, uttan umsteðurnar hjá tingmonnum eisini verða traðar. Vit mugu hava virðing fyri tingarbeiðinum eins væl og vit krevja teirra virðing fyri okkum. | hesum sambandi er rætt at endurtaka, at vit oll eiga at vera sera fegin um, at Tingið og SVF í felag eru farin at varpa út allar tingviðgerðinar Hetta tænir tinginumstil rós, og vit ivast onga lotu í, at nettup beinleiðis varpingin úr tinginum fer at ganga orðaskiftinum og harvið demokratiinum. Vónandi kann hetta eisini vera við til at skapa størri virðing og áhuga fyri tí politisku skipanini. At fólk flest av hesi orsøk kanska fara at vísa nettup politiskum málum størri áhuga er eitt stórt framstig, tí talan er í veruleikanum at geva sínum egna gerandisdegi størri ans. TÅ nú Finnbogi Ísaksson, sum er kendur fyri at vera ein framúr taktikkari og snillingur í politiskum leikum, velur at koma við einum uppskoti um hækkan av tingmannalenum um sama mundið sum hansara egni partamaður og fíggjarmála- ráðharri skal undir sera torførar samráðingar við feløgini hjá teimum alment lentu, og hini feløgini á arbeiðsmarknaðinum eisini skulu undir sam- ráðingar, so verður man noyddur at spyrja hví! Tað er rætt, at hetta uppskotið ikki eigur at hava nakað við samráðingarnar á arbeiðsmarknaðinum at gera. Men hvussu kann partamaðurin hjá fíggj- armálaráðharranum velja nettup eitt slíkt høvi til at koma við hesum uppskoti? Hetta fær ein til at gita, at hesin royndi politikarin hevur hugsað tak- tiskt. Tvs. fyrst at fáa ødi í Per og Pól fyri síðani at fáa fakfeløgini „at leypa uppá vognin“ og krevja, at hækkingin av tingmannalønunum leggur stoðið undir lønarsamrådingum á arbeiðsmarknaðinum - fyri síðani eftir hetta - at taka málið aftur ella syrgja fyri, at tað fellur. Tá kunnu Karsten og Finn- bogi taka í hondina á hverjum ødrum og takka fyri gott samarbeidi: Karsten kann tá fara til feløgini og siga, at nú er stoðið null lønarhækking, tí upp- skotið um 50% lønarhækkan til tingmenn er vorðið av ongum. Og hann kann siga, at tá tingmenn eru noyddir at góðtaka null lønarhækkan, og tá nettup tingmannalønin skuldi leggja staðið undir sam- ráðingunum, eigur restin av arbeiðsmarknaðinum at taka tað til eftirtektar Sosialurin Turið Kjølbro Dagfinn Olsen John Johannessen ítróttarskrivari: Emil L. Jacobsen Myndamenn: ens Kristian Vang Aivur Haraldsen Utgevari, uppseting og prent: Sp Sosiatunn Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: 110 Torshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: poste sosialurin.fo 76, Viltist madurin i citat-bokini? I Sosialinum var hósdagin 17. desember eitt åhugavert referat år tinginum, har landsstýrismaðurin í tjóð- veldismálum fyri fyrstu ferð segði eitt sindur um sínar tankar um samfelagsskipan- ina. Tað var fyri neyðini. Men referatið vísti eisini at landsstýrið IKKI er ført fyri at skapa ein búskaparligan og sosialan karm, sum skal vera so haldgóð at hon kann bera eitt fullveldi. Tað segði fókafloksmaðurin Óli Breckmann greitt frá. So vita vit tað. Men Landsstýrismaðurin í tjóðveldismálum tvætlar, tá hann vil beskriva hvat eitt samhaldsfast (solidariskt) vælferðarsamfelag er. Tað verður eyðkent á henda hátt: “Hver letur eftir evni og nýtur eftir tørvi”. Kann hetta bera til? Skal eingin javnvág vera í mun til tað, sum samfelagið er ført fyri at lata? Mær tørvar ein persónbil, ein vøruvogn og ein off-roadara, og eitt summarhús á Mallorca ynski eg mær eisini. Mær dámar ikki vatn, mær tørvar champagnu í staðin. Eingin kann í einum van- ligum vælferðarsamfelagi nýta, njóta ella brúka eftir tørvi. Tørvurin er ikki til at metta. Og eingin, uttan hes- in landsstýrismaðurin, hev- ur brúkt hetta citat um nak- að eksisterandi samfelag. Hetta er eitt kent Marx- citat. Tað er úr greinini, sum á donskum nevnist "Rand- bemærkninger til det Tyske Arbejderpartis Program”, vanliga kalla Gotha- pro- grammið, har hann við hes- um citati roynir at skitsera kommunismuna í sokallaðu hægri fasuni. Hann hugsar sær, at tá er framleiðslan so ríkilig, og tað samfelagsliga rikidømi so stórt, at øll kunnu fáa eftir tørvi. Men í fyrstu fasuni av kommunismuni (eisini kall- að sosialisma) er ein heilt onnur fordeilings- ella skift- islóg galdandi. Har sigur Marx:” I overensstem- melse hermed får hver en- kelt producent - minus fradragene - nøjagtig lige så meget tilbage, som han giver.” (Ur Marx-Engels: Udvalgte Skrifter, bind 2, København 1952; sida 16). Hetta er klårt hugsad, og ikki heft vid nakrari ideal- ismu ella ynskiteinking. Og hetta sosialistiska prinsipp skal siggjast f mun til hvussu vidurskiftini eru undir kapitalismuni. Har livir kapitalistaklassin i prinsippinum av arbeidi- num hjå ødrum. Av meirar- beidinum hjå arbeidara- klassanum. Tað er hetta sum vanliga verður kallað útpín- ing. So einfalt er tað. Og so- leiðis er tað í prinsippinum eisini enn í føroyska sam- felagnum. Um landsstyris- maðurin longu stílar móti etnari utopiskari kommun- ismu, ella um hann bert er vilstur í citat-orðabókini - tað veit eg ikki. Tað fyrsta málið, eitt fór- oyskt vælferðarsamfelag kundi sett sær, var at reali- sera prinsippið: “Einhver arbeiðir eftir evni, og fær í mun til sítt arbeiði". Rolf Guttesen 21.12.1998 Økismenning fyri Suðuroynna Sjálvdan hevur nakað sam- gonguskjal verið so lagaliga og miðvíst orðað viðvíkj- andi økismenning, sum hetta, teir triggir samgongu- flokkarnir skrivadu undir uppå. Tikid verður m.a. til: + at geva øllum borgarum javnbj6dis møguleikar * at leggja almenna sektor- in nærri borgaranum, har hetta umsitingarliga ber til * at dentur verður lagður á økismenning * at besta grundarlagid undir samfelagnum er virksemi og trivnaðu rå øllum plåssum f landinum * at menna nýggjar vinnur og fremja gkismenning Undirritaði, sum býr á ein- um veruligum útjaðaragki, bíðar nú við spenningi, hvussu hendan samgongan fer at roynast á hesum øki. Ein avleiðing av hesum politikki skilji eg er, at í vár verður farið at bora tunnil undir Vestmannasundi og helst fara tað ikki at ganga mong ár, til at tað eisini fer at verða borað undir Leir- víksfirði. Hetta fer at knýta størsta partin av Føroyum í eina stóra eind, sum kemur at hava stóran framburð og týdning fyri oyggjarnar norðan fyri Suðuroyarfjørð. Fyri Suðuroynna kemur hetta at merkja, at vit tá av sonnum gerast útjaðari, og tað við lít. Gongdin í økismenning- ini hevur ikki gingið tann positiva vegin. Almenna umsitingin, sum er skorin eftir donskum leisti, hevur bert hug at vaksa í høvuds- staðnum, og tá tað kemur til suðuroynna, so hava vit ikki merkt nakran bata, heldur hinvegin. So um pol- itikkararnir ikki longu nú taka seg um reiggj, og gera nakað munadygt á hesum øki, Suðuroynni viðvíkj- andi, fer tað at verða heilt galið um fá ár, har vit kunnu vænta, at fólkið fer at flyta. Tá vit hyggja at granna- londum okkara, síggja vit, at í Norra liggur oljudirekt- oratið í Stavanger, langt frá hgvuðsstaðnum Oslo, og tað sama í Stórabretlandi, har teirra oljudirektorat liggur í Aberdeen. Í báðum fórum so nær oljugkjunum sum gjørligt. Undirritaði skjýtur tí upp, at verðandi oljufyrisiting verður um- skipað til eitt oljudirektorat, sum kann hoyra til eitt av aðalstýrinum td. vinnu- málastýrinum við heimstaði í Suðuroy. Eftir hvat oljufeløgini hava boðað frá, verður tað neyvan brúk fyri meira enn tí eini oljuhavnini í Føroy- um tey fyrstu nógvu árini, og landafrødiliga liggur Suðuroyggin høgligast fyri, og hevur Drelnes verið inni í myndini. Tí hevði tað kanska verið skilagott t.d. at lagt oljudirektoratið í Vági, um býráðið er ført fyri at vísa á hóskandi hølir. Hetta hevði havt ein ómet- aligan stóran týdning fyri menningina av Suðuroynni, og fyri at fingið væl kvalif- iseradan ungdóm at stødast í hesum útjaðaranum. Sam- stundis hevði samskiftid við Suðuroynna verið betrað av sær sjálvum. Treytin fyri at vit suðring- ar kunnu bjóða okkum fram at hýsa eini oljuhavn og oljudirektorati er, at vit standa saman, og byttisligar trætur og klandur millum tvøraf6lk og vågbingar, har hvør roynir at draga til sin sum mest, má halda uppat. Bestu dómi rum slíka bitta atferð er tá sunnari partur av oynni alieraði seg við Vágoynni, ella tá felagið TOR á Tvøroyri varð stovn- að, har gll í sunnaru helvt av oynni vóru útilokað. Heldur ikki slík barnslig framferð uppat, er vandi fyri at aðrir fara við virk- seminum, so als einki olju- virksemi verður í Suður- oynni, og hvussu skilið tá verður hvørki kann ella tori eg at ímynda mær. Ein stórur fyrimunur heyði eisini verið, um ein tunnil kom millum Hov og Tjaldavík. Á hendan hátt verður oyggin betri saman- sjóva, og tá ger tað næstan tað sama hvar ein býr, ella hvar oljuhavnin ella direk- toratið liggur í oynni, tí kommunurnar allar (ella báðar) fáa jú allar ágóðar av skattinum. Sum dómi skal eg minna á, at nógvir vágbingar starvast á sjúkra- húsinum og ellisheiminum á Tvgroyri, meðan nógvir tvøråmenn starvast í Vági hjá td. SEV og studenta- skúlanum. Fyri at eitt slíkt hugskot kann vinna frama, er sum sagt, at fólkið í oynni stend- ur saman, men eisini at bæði vinnan, kommunal- og landspolitikkararnir í Suð- uroynni ganga saman um eina slíka ætlan. Tað eigur eingin at góðtaka, ikki at fáa nakað svar ella undanførsl- ur frá teimum ráðandi myndugleikunum í Tinga- nesi, tí kravt eigur eisini at vera at koma á tal við myndugleikarnar um hesi viðurskifti. Hetta vóru bert nakrir fáir tankar, frá einum, sum ikki er serkønur á økinum, men sum f spenningi fylgir vid. Vónandi verða teir tiknir til umhugsan og í álvara, tí at alt gongur við fúkandi ferð, og áðrenn vit vita av, er vinnan komin í gongd. Kai Vágfjall |