týsdagur 22. desember 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 243 — 22. DESEMBER 1998
Moses er i læru hjá pápa sínum, ið hevur eitt verkstað á Bornholm. Kunnleika til før-
tíðindablaðið SOSTANUMN
Bátasmiðurin heima á Sandi
hevur vitjan úr Danmark
Tað hugtekur meg almikið, at tann fóroyski báturin er tann einasti í
Norðanlondum, ið ikki bert er ein lutur á einum forngripasavni
oyska bátin fekk hann, tá pápi hansara keypti ein fóroyskan bát, sum Marius Clement-
sen hevur bygt til Henriksen lækna
EL! HENTZE
Hetta sigur 22 ára gamli
Bornholmarin Moses Løv-
stad, sum sidstu vikurnar
hevur verid f starvslæru
heima å Sandi hjå båtasmid-
inum Jóan Peturi Clement-
sen. Vit skiftu orð við hann,
meðan hann gevur Jóan Pet-
uri eina hjálpandi hond.
Nýggjur bátur er í gerð, og
Moses fegnast um at vera
mitt í rokanum.
Moses Løvstad er undir
útbúgving niðri í Danmark.
Utbúgvingin tekur 4 ár og
skiftir millum skúlagongd í
Helsingør, ið er einasti skúli
fyri bátasmiðir í Danmark,
og starvslæru. Moses er í
læru hjá pápa sínum, ið hev-
ur eitt verkstað á Bornholm.
Fyri tað mesta eru tað um-
vælingar og tíverri sera
sjáldan nýbyggingar, sum
vit fáast við, sigur Moses.
Feðgarnir arbeiða tó ikki
bert á Bornholm, men koyra
runt á Sælandi og eisini
niðri í Týsklandi. Tað er
sjálvsagt lættari hjá okkum
at koma til viðskiftafólki,
enn tað er hjá teimum at
flyta bátin til Bornholm,
sigur hann.
Moses og pápi hansara
vóru í Føroyum í august
mánaði og vitjaðu báta-
smiðir. Eisini vitjaðu teir
Jóan Petur Clementsen, og
tá gjørdu teir av at hittast
aftur nú í desember. Kenn-
skapurin teirra millum er
annars íkomin av tilvild.
Marius Clementsen, pápi
Jóan Petur, ið eisini er bát-
asmiður, bygdi í 50 árunum
ein bát til Henriksen lækna,
ið var danskari. Henriksen
hevði bátin við sær aftur til
Danmarkar. Men tá ið Hen-
riksen doyði, og hvørki
børnini ella abbabørnini
høvdu åhuga f båtinum,
bleiv hann standandi í ein-
um neysti í mong ár. Hen-
riksen familjan hevði eitt
summarhús á Bornholm, og
soleiðis bleiv tað, at pápi
>4.
Moses keypti tann føroyska
bátin hjá Henriksen, 1ð Mar-
ius hevði bygt.
Bornholmarin er sera
glaður fyri tíðina saman við
Jóan Peturi, og hann ivast
onga létu í at koma aftur.
Mítt ynski er at vera við til
smíða ein nýggjan bát frá
byrjan til enda, sigur hann
Tað sær ikki so trupult út,
bátinum
komin í
eftur ti før yyska
Læruríkt hevur tað eisini
verið at arbeitt við hondu-
num alla tíðina. Niðri ar-
beiða vit mest við maskin-
um, men hjá Jóan Peturi er!
eg blivin dugnaligari við
øksini og høvlinum o.s.fr
Men hóast tíðin bæði hev-
ur verið spennandi og lær-
urík, heldur hann jól á Born
holm. Men hvat nú um
flúgvarin ikki flýgur? Tað
man fara at ganga, sigur
Moses við einum smíli og
fortelur um ta ferðina hann
22 ára gamli Moses Løvstad hevur síðstu vikurnar verið i starvslæru heima á sandi
hjá bátasmiðinum Jóan Peturi Clementsen
og familjan hildu jól á ein-
um flogvølli í Grønlandi.
Tey skuldu eftir ætlan
flúgva til Bornholm 22. des-
ember, men sluppu ikki úr
Grønlandi fyrr enn 31. des
ember.
Veðrið hevur ikki verið
gott vikurnar Moses hevur
vitjað, men hóast tað hevur
hann upplivað nógv spenn-
andi. Hann og Jóan Petur
hava m.a. verið og skotið
Álku, men hon smakkar
ikki væl. Grind, ræst kjøt,
turran fisk? Jú, tað smakkar
væl, sigur hann og smírist.
Eg takki fyrikomandi
danskaranum fyri prátið og
fari. Á vegnum út heilsi eg
eisini seyðahundinum Lætt,
ið heldur til í kjallaranum,
men hann er ikki so vin-
samur, og serliga ikki, um
tú ræðist goyggjandi hund-
7
ar. Komin út í seinnaparts-
myrkrið hugsi eg um, hví
Lætt goyr so illa og er s«
áloypandi? Man hann vera
verndareingilin hjá báta-
smiðum? Man hann royna
at minna okkum á, at báta-
smíð er hondverk, ið føroy-
ingar eiga at vera stoltir av,
og ikki bert ein fornleivd
ið vitjandi kunnu eygleiða
á forngripasøvnum? Helst
er hetta lummafilosofi í
vetrarmyrkrinum, men eg
ræðist hann kortini
Vinarliga send mær:
——— eintok av Age Of Empires-The Rise of Rome, á kr. 325.-
——. eintok av Combat Flight Simulator, á kr. 499.-
—— eintøk av C&C Red Alert-Conterstrike & The, á kr. 398.-
!
| —— eintøk av Championship Manager 1998-99 Scandin, á kr. 325.-
t
— — eintek av Dune 2000-Lond Live The Fighters, á kr. 425.-
eintøk av ID Anthology, á kr.
eintøk av Knights And Merchants-The Shattere, á kr. 399.-
eintøk av Populus-The Beginning, å kr. 399.-
i —— eintøk av Railroad Tycoon II, á kr. 399.-
eintøk av The Settlers III, á kr. 399
399. -
SMS
Tel. 319820- 310606
E-mail: tryarin(Dpost.olivant.fo
arin
FOTO & VIDEO
FLØGUR
Fax 314955