Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. desember 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 243 — 22. DESEMBER 1998 tíðindablaðið S0SZlurfn Feðgarnir báðir, Elgeir Olsen og Jóan Pauli Gaard Olsen. Elgeir heldur, at tað fer at lætta um hjá mammuni í køkinum, at kokkalærlingurin av Nórrebrúgv er komin heim at halta jól... Gerst tú nógv við tónleik niðri? — Ikki so nógv í løtuni, men tað verður helst meira. Vit eru tríggir niðri, men í løtuni mangla vit trummu- spælaran, sum kemur niður um eitt hálvt ár. Tá ætla vit at stremba eftir at fáa eina fløgu út. Hvat fær teg at koma heim á jólum? — Tað er familja og vinir. Vit fara at halda jól sum vanligt heima við allari familjuni. Og vit fara í kirkju á midnátt. — Vit vera ikki at síggja á nýggjárskonsertini, tí vit hava ikki fyrireikað nakað. Elgeir Olsen er pápi Jákup Paula: Hvussu er tað at fáa son- in heim til jóla? — Tað er altíð gott at fáa hann heim til jóla - tað kanst tú ætla. Vit hava glett okkum nógv, og mamman hevur stákast í fleiri dagar. Tað er altíð hugnaligt at fáa sonin heim. Hvat heldur tú um tiltakið við Norrønu? — Hatta er ein góð loysn, sum eisini avlasta flúgving- ina. — Fær mamman frí á jól- um, nú Jákup Pauli lærir til kokk? — Tað verður helst ikki akkurát so, men hann fer helst at hjálpa til og geva mammuni góð hugskot. Maud Simonsen er úr Fuglafirði og Fabian úr Italia: Maud hevur verid og ferðast í Ítalia, har hon hev- ur møtt Fabian. Hann sigur, at tad er spennandi at koma til Føroyar, ti hann hevur ongantid verid her fyrr. Er vedrid ørdvisi her enn i Italia? — Ni er Italia so stórt. Tað er ikki sum f Føroyum har veðurlagið er tað sama um alt landið. Hugsa vit um norduritalia - Alpurnar, har er sjálvandi kalt og fólk standa á skíð allan veturin, men í sunnara partinum er er verðurlagið betri. Eingin jólagáva var til hasjhundin Lassie... Sum italiumaður, so áttu tú at verið áhugaður í fótbólti? Nú fer Fabian at grína og sigur: — Nei, eg hava als ongan áhuga fyri fótbólti, men vit hoyra nógv um fótbólt í Italia, men mín áhugi hevur verið fyri flogbólti, sum eg havi spælt í níggju ár. Runi Fuglsang er úr Svendborg í Danmark: — Hvussu var túrurin? — Eg haldi, at túrurin gekk Hesin ætlar at gera sítt til, at nýggjárshaldið verður so hugnaligt sum tilber Runi og Meiken eru komin úr Svendborg og skulu halda jól í Gøtu væl. Men eg svav stórta partin av túrinum - eg haldi at eg lá í seingini í 25 tímar. Eg hevði ikki sjóverk, men eg haldi at eg vera so linur av sjóverktablettunum. — Er hetta fyrstu ferð tú ert i Føroyum? — Ja, tad er tad - men avgjørt ikki sidstu ferd. Fólkið tykist sera blítt, og landslagið er vakurt. Maud og Fabian komu heilt úr Itali. Tey skulu halda jól í Fuglafirði Ruðlambs- i jakkar 7 v/ hettu N. Finsensgota 23 Tel. 31 47 10