mikudagur 23. desember 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Blaðstjóri:
Eirikur Lindensk
Fíggjarleiða:i:
Sveinur Trónda
Internet: www.sosialurin.fo
Jólaboðskapurin og
bestu mannavirðini
Oddagrein
HESI jólini verða tey næstseinastu, nú
áðrenn vit fara inn í eina nýggja old - eitt
nytt artusund
HENDA oldin hevur ikki just livað upp til
jólaboðskapin um frið á jørd. Tað hava
verið tvey heimskríggj, sum hava týnt
milliónir av mannalívum, og í kjalarvorr-
inum á teimum hava vit hava kalda krigg-
ið, sum hevur verið orsokin til ótald brot á
vanligu mannarættindini. Her verður ikki
minst hugsað um kollveltingarnar eystan
fyri og ræðustýrini har.
HOAST tað eru meira enn 50 ár síðani,
at seinna heimskriggj endaði, so hava
hesi fimti árini kortini verið merkt av
kriggjum millum einstøk lond, innanhýsis
orgarkriggi í mongum londum fyri ikki at
tal a um tey mongu brot á mannarættindini,
um eru og verða gjørd kring allan knøttin
ærum hvønn dag.
» 0
n til bara at peika at oðrum
og na + fasten kring okkum sjálvi.
Tað er rætt nú jólini nærkast, og vit enn
einaferð verða mint á jólaboðskapin, eisini
at taka í egnan barm. Júst í ár eru 50 ár
liðin, síðani ein annar boðskapur, um tú
kanst kalla hann so, nevniliga Yvirlýsingin
um Mannarættindini varð undirskrivaður.
Ein kann siga, at nettup boðskapurin í
hesi yvirlýsing millum flest allar heimsins
tjóðir, er just reyði tráðurin í jólaboðskap-
inum: friður á jørå og í menniskjum góður
tokki. Hetta kann sjálvandi tulkast á ymsan
hátt, og er tað eisini nettup ein partur av
jólaboðskapinum, hóast hann er tann eini
og sami, at vit tó kunnu leggja í hann so
mangt, sum snýr seg um sínamillum virð-
ing millum menniskju, hvørji hesi enn eru,
hvar hesi enn búgva og hvat tey enn gera.
TAÐ er vón okkara, nú jólini eru í hondum,
og nú tað nærkast einum nýggjum ár-
túsund - at menniskju kring allan heim -
vera betur for fyri at virða hvor annan og
liva í sátt og semju - friður á jarð og í
menniskjum góður tokki. Nettup henda
øldin, sum nú er við at fara aftur um bak,
hevur vist seg at vera so fátokk uppá so
mong av teimum so týðandi og grund-
leggjandi virðunum hjá mannaættinini,
nevniliga næstrakærleika, virðingini hvor
fyri ødrum, toleransuni og so hetta við ti
sosiala, at hjálpa og stuðla hvor oðrum.
Latið okkum við jólaboðskapinum í hug-
anum minna hver annan á hesi góðu virði.
Latið okkum virða hvor annan sum sjálvan
seg. Sosialurin ynskir við hesum øllum
Føroya fólki gleðilig jól.
Sosialurin
Jan Miller
Daabjørt s. Hansen
Blaðfóik:
Dagny Joensen,
Aki Bertholdsen,
- SSF
Dagfinn Olsen
John Johannessen
ítróttarskrivari:
Emil L. Jacobsen
Álvur Haraklsen
Útgevari, uppseting og prent: |
Sp/ Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
U 10 avn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail:
post &sosialurin fo
Afturvendandi tiltakið í Klaksvík, tå
jólaskrýdda Agot kom inn eftir vánni
seinasta sunnudag, eydnaðist til fuln-
ar. Sløk 3000 fólk tóku ímóti teimum
20 jólamonnunum, tá teir komu í land
við dráttin hjá kappróðrabátunum
DAGNY JOENSEN
- =
10 vore sið
Í Klaksv
K
venia at SK IP TYFI serligun
tiltaki fyri
Tiltak10
sunnudag, og byrjáði við at
skipið Agot kom jólaskrýtt
inn eftir vánni við jóla-
monnunum, sum skemtað-
g gjørdu nogv um seg
var sginasta
menn hingu í
mástrunum., sendu rakettir
upp í loft o.s.fr
Niclz 18 He Jákupsso n,
ein av stigtakararunum til
tiltakið seinastu seks árini
sigur, at ongantíð hevur til-
takið verið so stórsligið sum
1 ar
Jólaskipið sigldi inn eftir
vånni, og tá skipið ikki
slapp longur inn á sandin
fóru allir jólamenninir í ein
bát, og róðu inn á dråttin
hjá kappróðrabátunum, har
skótar við kyndlum tóku í-
móti teimum, saman við
stórari fjøld av bónumog til-
komnum
Har vóru eisini vætrar á
hestbaki, sum saman við
skótunum og áskoðarunum
í kyndlagongd fóru í menta-
narhúsið Atlantis, har fel-
agssangur o.a.var, eins og
øll børnini fingu eina gávu
frá jólamonnunum.
Í fjør vóru 1400 jólapakk-
ir handaðir børnunum, og
stigtakararnir siga, at enn
fleiri børn vóru við í ár.
Tiltakið endaði við stór-
fingnum skreyteldi
Alt arbeiðið í samband
við jólatilakið í Klaksvík er
sjálvboðið, og kosntaðurin
av rakettum, skreyteldi.
kyndlum, góðgæti 0.ø. hev-
ur vinnulivid i Klaksvik
fíggjað
Stigtakararnir vóna, at
hetta tiltaki, sum nú hevur
verið skipað í seks ár, verð-
ur sidvenja í framtíðini.
= Vit hava fingið frið til á jólum '98
Henning Jacobsen vil hvørki avsanna ella vátta tíðindini
um at hann skal hava fingið munnliga uppsógn frá Finn-
boga Arge, landsstýrismanni, men viðgongur, at sjáldan
kemur roykur av ongum eldi
DAGNY JOENSEN
Fyrrapartin í gjár frættist frá
lít andi | kel ldu m. at lands-
verkfrødingurin var upp-
sagdur. Hann skuldi hava
fingið munnliga uppsøgn.
Sosialurin tosaði við
Henning Jacobsen fyrra-
partin í gjár. Hann var
staddur heima, av tí at hann
var farin í jólafrí.
Landsverkfrødingurin
sigur, at hann ikki hevur
fingið skrivliga uppsøgn, so
sum lógin fyriskrivar.
Eftir hvat skilst, so hava
trupulleikar stungið seg upp
fyri stuttum, men Henning
Jacobsen vil ikki gera við-
merkingar til møguliga upp-
søgn, annað enn at sjáldan
kemur roykur av ongum el-
di.
Tað er einki loyndarmál,
at júst Landsverkfrødings-
stovnurin søguliga hevur
havt sera víðar heimildir
mótvegis myndugleiknum.
Hesum váttar Henning
Jacobsen. men vísir aftur at
stovnurin hevur mist nakrar
heimildir. av tí at tær, sum
allar dagar hava verið gald-
andi. ikki hava verið lógar-
merktar.
Stovnurin virkað
væl higartil
— Tað hevur altíð verið góð-
kent at stovnurin virkar væl
sum er, sigur Henning Jac-
obsen og leggur aftrat, at
Landsverkfrødingsstovnur-
in hevur fingið frið til á jól-
um 1998.
— Var ikki ætlanin sam-
bært bygnaðarbroytingun-
um hjá Norman Christen-
sen, at Landsverkfróðing-
urin skuldi leggjast undir
vinnumálastýrið ella annað
aðalstýri ?
Sambært Norman Chr-
istensen. so flutti hann bert
hegnpelarnar, og síðan kun-
du vit seta teir aftur sum vit
vildu. sigur Henning Jen-
sen.
Adaistjorarnir
ov stort vald
Hann heldur at tað hevur
havt við sær, at aðalstjórar-
nir hava fingið valdið at
gera so sum teimum hóvar.
Sambært løgfrødingi, so
skal ein starvsfólkaleiðari
ella stjóri hava skrivliga
uppsøgn. Tó at leiðarar ikki
eru so væl vardir sum fólkið
á gólvinum, skulu setanar-
treytir og sáttmálar virðast,
eins og tað skal gerast greitt,
hver orsøkin er til uppsøgn-
ina.
Henning Jacobsen,
landsverkfróðingur
Arbeiða við
bygnaðarbroytingum
Finnbogi Arge, landsstýris-
maður, sigur, at eingin
skrivlig uppsøgn fyriliggur.
— Arbeitt verður í løtuni
við bygnaðarbroytingum,
og tá tað arbeiðið er liðugt,
verður tíðindaskriv sent
fjølmidlunum, sigur Finn-
bogi Arge.
EL LL LL