Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| —f— Nr. 245 - 29. DESEMBER 1998 Hetta er søgan um eitt jólatræ. ið kom longu leiðina til Føroya at halda jól — kanska heima hjá tær EG DROYMDI, at eg var eitt jólatræ. Eg stóð uttan fyri ein handil og frysti. Kuldin var av álvara komin til Før- oya við høgættini. Vit 58 jólatrg kendu kuldan á okk- um, nú vit stóðu nakað kroyst uttan fyri handilin. Vit komu við skipi higartil fyrradagin. Ein trukkur kom eftir okkum og koyrdi okk- um inn á goymslu, eg haldi tað var goymslan hjá Skip- afelagnum. Vit vóru 60 í tal, tå lastbilsjaførurin blak- aði okkum niður á asfaltið í morgun. Men longu um dógverðamundið høvdu tvey teirra fingið ein nýggj- an harra og meistara. Og eg má viðganga, at eg konstant hugsi um, nær tørnid kemur til mín. Eg eri eitt sindur nervøsur, ja, eg beinleiðis sveitti millum greinarnar. „ TURURIN TIL Føroya var rætt- iliga spennandi. Men eg lå nokk so illa, må eg vid- ganga. Eg lå nidast, og 80 onnur jOlatrø lógu oman á mær á heldur baldruttu ferð- ini til Føroya. Kuldan legði eg onki í, og sjóverk kenna vit jólatrð onki serligt til Men eg misti nakrar nálir á ferðini, og sum tit helst munnu vita, so kann tað pína at missa ein part av sær sjálvum. Tað er ikki stutt- ligt. Men vit høvdu tann fyr- imun, at vit vóru 5000 í ferðalagnum til Føroya, og saman uggaðu vit hvønn annan. Onkur, sum lá okk- urt um 17 hæddir oman fyri meg, hevði eisini hoyrt um eina aðra sending, ið taldi onnur 5000 trý, og tey høvdu øll verið ein drønandi succes millum føroyingar. Vit høvdu eisini hoyrt frå okkara harra, at túrurin til Føroya var ófórur túrur at fáa hjá einum jólatræi. “Hasir oyggjabúgvarnir eru aftur farnir at rinda væl aft- an á hitt vánaliga árið hjá okkum í 93", hoyrdi eg harra mín siga við sonin hjá sær dagin fyri teir komu við rundsagini eftir mær. SJÁLVAN DAGIN, tá eg mátti siga farvæl til mínar røtur, vil eg helst ikki práta um. Eg haldi, eg var í einum slag av sjokk, hóast vit høvdu prátað nógv okkara millum um, at hesin dagur skjótt fór at koma. Tú kanst ætla, at hetta er nakað serligt. Nú 6 ár aftan á, at eg stakk mín heldur skeiva topp úr moldini, var tann stundin komin Eg græt. Eg rópti eisini AV! Men rundsagin rópti tíðindablaðið harðari. Og harri mín tóktist eisini so merkiliga glaður, sum um ein tung byrða bleiv lyft av hansara herð- um, tá eg fall til jarðar Sjálvur havi eg ongantíð kent meg sum stórvegis byrðu. Men eg havi havt eitt ávíst frælsi, skal viðgangast, her í mørkini. Uttan at eg Skal lata alt ov væl at, so hava meira enn so verið dagar, har ongin sýra og at kalla ongin sót var í luftini á leiðini, har eg búði. Hesar sýru- og sótleysu dagarnar dámdu okkum best, serliga sum børn. Tá eg var minni, kundi eg lætt fáa kvalmu. Hetta gjørdi seg mest galdandi, tå regnið kom úr eystri. Min harri var eisini keddur, um vit fingu ov nógva sýru og sót á okkum, og tá systir mín ta einu tíðina bleiv heilt gul í andlitinum — enn tá mitt á vári — var lagið ringt á mínum harra. “Handa lorta dálkingin!" segði hann, og valdi at geva henni okkurt medisin, ið skuldi eitast at hjálpa. Men onki hjálpi. Systi doyði bert tvey ára gomul, og hóast betur pláss bleiv til mín, so sakn- aði eg hana. EG viIsTI FRÁ mínum harra, at sjálvur fór eg ikki at ger ast so gamal. Mín lagna er tætt tengd at eini trúgv, ið harri mín kallar profitt- maksimering. Vit jolatrø eru so heppin, at tað er, tá vit eru mest verd, at rundsagin kemur eftir okkum Ødrvisi er við mínum harra, og honum sjálvum lastbilsjaførinum. ið blakaði okkum á asfaltið her fyri morgun. Tá teirra virði dal- ar, vera teir blakaðir av markini, og so hava øll tey frísku og arbeiðandi — onk- untíð kalla seg fyri med- menniskju — valt, at mín harri og eisini hann sjálvur lastbilsjaførurin í staðin fyri eina rundsag heldur skulu fáa eina fólkapensjón. Eg veit ikki rættiliga, hvat tað er, men tað ljóðar ótrúliga óinteressant. Mín harri hev- ur eisini sagt, at hann gleðir seg slett yvirhøvur ikki til fólkapensjónina. Eg hoyrdi hann siga við sonin hjá sær, at fólkapensjónin fyrst og fremst verður brúkt til at seigpína gomul fólk við Her skal sigast, at rundsagin var serstakliga skjót. Nógv skjótari enn nøkur fólka pensjón. Kortini foli eg framvegis pínu, her stívliga tríggjar vikur aftaná. Kanska tí eg eri eitt sindur erkvisin. Og nú meðan eg eri í tí grenj- utta lagnum, må eg siga tær frá, hvussu eg hverja nátt í mínum dreymum síggi rundsagina skera í meg. Eg síggi sveittaperlur á yvir- vørrini á harra mínum, með- an hann stýrir roterandi blaðnum móti mínum lend- um. Hann hoyrir meg ikki, men eg hoyri meg sjálvan rópa. HVI! AT SPYRJA HVÍ, havi eg tó skilt, er ikki altíð so snilt. Svarið kann vera bæði tí og tíð. “Tí tað er bara so", segði eitt grannatræ við meg fyri mongum árum síðani “Men soleiðis hevur ríðin ikki altíð verið", hoyrdi eg nú lastbilsjaførin siga, tá keypmaðurin bað um kvitt: Mynd: Jens Kristian Vang an. “Jú, jú, tú. Tað er púra sikkurt. Jólatró eru komin við tidini”, legði lastbilsja- førurin aftrat. Tá hevði eg kortini hug at blanda meg uppí. “Hetta passar yvirhøv- ur ikki!" ætlaði eg at siga Mítt navn er í roynd o granntræ. “Vit eru komin við tíðini, mer skapanini!", ætlaði I £ Tað er trúgv. Jólatræ er jú bara eitt eyknevni. Men akkurát eyk- nevnið pínir ikki so I eg veit at fleiri mil onnur granntrø hava sama eyknevni og somu lagnu Fyri at gleða húski kring allan heim, skulu vit doyggja. Sagast úr jørdini, og kanska siglast um hon y € leggja aftrat HETTA ER mín lagna. Eg standi her og bíði nú saman við 45 jólatrðum. Klokkan er farin av seks og handilin er stongdur. Men vit hava gingið sum heitt breyð seinnapartin. Eg eri tó ikki útvaldur enn. Kanska tí mín toppur framvegis er nakað skeivur. Og so eri eg farin at hosta eftir túrin til Før- oya. Fleiri av mínum systk- inabørnum fóru tó avstad í dag. Eg orkaði ikki at siga farvæl. Eg segði bara: "Vit síggjast!". Og eg havi eisini eina lítla vón um, at tað kanska verður so. Skjótt er nýggjár, og eg havi hoyrt, at í hesum býlinginum verð ur gjørt eitt stórt bál nýggj- ársaftan, og eg havi eisini hoyrt, at soleiðis er kring allar Føroyar. Tá plaga fleiri av trøunum at hittast fyri eina síðstu ferð. Hetta sigst at vera so hugnaligt. Men sjálvsagt, tú veist ongantíð, 15 fyrr enn tú sjálvur hevur roynt tað. Tí mínar ommur og abbar og hóast bæði mamma og pápi sambært mín lærara í ættargransking hava upplivað at verða brend á so arvar tú ongantíð i lívsroyndir Eg má ilvur upp! 1 tað Nú MÁ EG standa ið hvussu er eina nátt aftrat og bíða eftir at onkur vil keypa meg Kanska inn í teirra o ýrda stovuhita eg t standa vil gað n síðstu Og gg 4; Í Hann kk seg traðkaði á g He } ert Se e 3 eið. Me 3 í Nr 1 Hvuss endar ð LE er > ent set føroyskt met og pakkum at hvíla meg næturnar, tá ongin sær Kortini rokni eg ikk ð tí Mín skeiv DP min harri, appellerar ikki til tað hann kallaði ríkfólk “Men tú brennur sum oll onnur“, k aftrat. Tá gjørdist It, at á Dåll u vit øll líka. Líkamikið hvussu heitt ella stór stovan er. Líkamikið hvussu nógv fólk búgva har, ella hvussu nógvir pakkar fara at liggja undir mær. Líkamikið um eg fái stjørnu á toppin ella ikki. Likamikid um tey dansa um meg ella ikki Líkamikið um eg kanska slettis ikki verið seldur og endi á Brennistødini sum jólatróll. Ja, tað er likamik ið A bálinum eru vit øll lika Líka kedd. lika fró, lika brend. Líka forbrend. Líka glað. Ella líkaglað Tá kanska tað kennist væl, at hava ein dreym at vakna ur Niclas Johannesen