Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. desember 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Óvissa um mark og útbjóðing Oddagrein Um sama mundið, sum eitt av stóru supplyskipunum hjá Mærsk legði til bryggju í Havn fyri at skifta út manning og fáa verur og tænastur, boðaði leiðarin í nevndini, ið samráðist við bretar um mark- ið, at tað verður neyvan nøkur loysn í marknatrætuni í hesum árinum. At supply- skipini, ið arbeiða vestan fyri Hetlandi, nú leggja leiðina til Føroya, er sera áhuga- vert. Tað merkir fyri tað fyrsta, at her verður nakað av virksemi, og harnæst sigur tað okkum nakað um, hvussu nær oljuvinnan er Føroyum. Tað ljóðar, at fleiri boripallar eru nær markinum og bora úti á djúpum vatni, tvs. í økjum, sum helst líkjast nógv tí, sum finst her hjá okkum. Okkum kunnugt hava oljufeløgini Conoco og Arco boring í gongd í Hvíta økinum,har bretska stjórnin fjør gjørdi av at designera sum sitt oki. Har er olja funnin, og tað er ti sera åhugavert at vita, hvat feløgini fara at finna, nu tey ætlandi skulu til at bora enn nærri markinum. Eisini vita vit, at oljufelagiå Mobil er í ferð við eina sera áhugaverda boring úti á sera djúpum vatni, eitt sindur longur norðuri. Hetta er áhugaverd gongd og undirstrikar vitjanin hjá Mærskskipinum í Havn í gjár nettup stóra álvaran í tí, sum er við at henda nær okkara marki. BAKSIDAN á medaljuni er so tann sann- roynd, at tað enn ikki hevur eydnast at fáa eitt landgrunnsmark, sum aftur kann lata upp dyrnar fyri tí fyrstu útbjóðingini á føroyskum eki. Árni Olafsson segði við Útvarpið í gjár, at einki hendir í ár men hvørgin partur ynskir at fara til Haag. Tá man veit, at útbjóðing á foroyskum eki er nær tengd at júst marknamálinum, og tað framvegis ikki er loyst, so er greitt, at út- bjóðingin, sum varð ætlað at fara í gongd í vár, helst kann blíva seinkað. SPURNINGURIN er so, hverja ávirkan hetta kann fáa á áhugan hjá oljufeløg- unum. Hvussu leingi vilja tey bíða fyri at sleppa í gongd? Vilja tey smærri og með- alstóru oljufeløgini taka seg aftur, so vit „bert“ hava tey stóru feløgini eftir, og hvat fer slík gongd at merkja fyri leitingina? Tað hevur verið sagt frá Oljufyrisitingini, at tað hevur tydning, at tað eru nógv feløg, sum eru við í leitingini, tí harvið eru møgu- leikarnir fyri at finna olju størri. Oljuprísurin spøkir eisini. Eru oljufeløgini verri fyri at gera ílegur her og ger lágur oljuprísur okkara stoðu verrri í so máta? Alt spurn- ingar, sum eru áhugaverðir at venda í hesum degum - og vitjanin av einum av stóru Mærskoljuskipunum setir eisini nógvar tankar í gongd. Sosialurin Vit fara at kempa fyri at gjalda skuldina Orðini eigur bygdarráðsformaðurin í Skopun, Gerhard Lognberg, ið gleðist um framgongdina í bygdini EL! HENTZE Skopunar bygdarråd leggur í hesum døgum seinastu hondina á fíggjarætlanina fyri 1999, ið javnvigar við knøppum 10 milliónum krónum. Fíggjarætlanin fyri inniverandi ár javnvigaði við 8.6 milliónum. Gerhard Lognberg fegnast um øk- ingina, ið fyri tað mesta stavar frá virkseminum á flakavirkinum, sigur hann. Men tó at arbeiðið aftur er til nógvar vinnuførar hendur í Skopun, mugu Skopuningar enn lata sær lynda av hægsta skattapro- sentinum, ið er 23 prosent. Kirkjuskatturin er 0. 16 pro- sent og barnafrådråtturin er 2500 kr. Høga skattapro- sentið er ålagt bygdarráðn- um orsaka av stóru skuld- uni, ið er góðar triggjar á- líkningar — góðar 34 milli- ónir kr. Gerhard Longberg heldur at til ber at klára skerini í góðum tíðum við trimum álíkningum. Skopunar bygdarráð hevur sett 1.3 milliónir av á fíggjarætlani- ni at gjalda skuld niður við. Sambært kommunuavtaluni eiga vit at gjalda 703.000 kr., men vit hava lagt eina millión afturat á borðið fyri at vísa ein góðan vilja. Allir peningurin verður tó ikki brúktur til at gjalda skuld fyri. Atrokandi neyð- ugt er at fáa eitt reinsiverk í bygdini. Vit hava sett knappa millión av á fíggj- arætlanini, tó at peningurin neyvan strekkir, men hetta er so ein byrjan, sigur for- maðurin. Ein onnur millión fer til egningaskúrarnar at gera teir lidnar. Annars er tað alt víkalíkahaldið og að- rar skyldur, bygdarráðið hevur so sum skúli, IRF 0.a. Betradu arbeiðsviður- skiftini í bygdini seinasta árið hava lokkað nøkur at venda aftur til Skopun. Fólkatalið í bygdini er beint oman fyri 500. Men tað er lítið aftur ímóti teimum gott 600 Skopuningunum fyri nøkrum fáum árum síðani. Ahugin at byggja hús hevur verið steindeyður í nógv ár. Hinvegin hava fleiri av teimum nyggju húsunum, ið fólk rýmdu frá, fingið nýggjan eigara. Men tað gongur tann rætta vegin, tí vit hava fyri stuttum selt eitt grundstykkið, sigur Ger- hard. Í Skopun eru 15 børn í barnaansingarskipanini. Loftið er 20 pláss. Øll sum hava biðið um pláss hava higartil fingið játtandi svar. Hóast Skopun stendur í stórari skuld, fegnast for- maðurin um fløgurnar und- Lesarabræv Tað er framgongd í Skopun og skopuningar fara at berj- ast fyri at gjalda kommunuskuldina, sigur Gerhard Logn- berg bygdarráðsformaður anfarin ár, sum í dag skapa neyðugan trivnað í bygdini. Høvdu vit ikki havt sett pengar í flakavirkid gjøgn- um nógv ár, hevði verið øskukalt har í dag. Nógvir pengar eru farnir í havna- lagið o.s.fr. Eftir mínum tykki eru pengarnir væl farnir, og um tíðirnar laga seg, skal tað nokk fara at ganga, sigur Gerhard. Hann heldur tað vera 6- heppið, at kommunurnar í skuldarspurninginum ganga í tveimum bólkum. Heldur áttu vit at tikið hendur sam- an og talað felags søk. Við- víkjandi spurninginum um kommunusamanlegging er Gerhard ikki í iva um, at verandi skipan er tann rætta. Hvussu eitur lønarflokkurin hjá arbeiðsmonnum hjá Tórshavnar býráð Nú tað frættist, at Tórshavn- ar byråd hevur gjørt av, at stjórar og aðrir leiðarar í umsitingini hjá kommununi skulu flytast upp í lønar- flokk soleiðis, at stórri mun- ur verður á lønini hjá teim- um og ødrum starvsfólkum í kommununi, kundi eg hugsa mær at sett lønar- deildini hjá Tórshavnar bý- ráð nakrar spurningar: Hvussu eitur tann lønar- flokkur, sum arbeiðsmenn- inir hjá kommununi eru løntir eftir? Hvussu eitur tann lønar- flokkur, sum pensjónistarnir eru løntir eftir? Og at enda: Hvar eru verka- og ar- beidarafeløgnin í hesum døgum? Kristoffur Joensen Argir Um at velja millum týðandi uppgávur Hoyrdi samrødu, sum Elis Poulsen, útvarpsmaður, hevði við Trygva Johansen, leiðara á Viðskiftastovuni í Keypmannhavn. Trygvi segði frá um allar uppgávur- nar, ið Viðskiftastovan hev- ur, um góða sambandið, sum er millum útisetafelgg og Viðskiftastovuna - alt gott um tað. Til stuttleika kundi eg nevnt, at Viðskifta- stovan helt, at hon átti ikki at halda blaðið FØRINGIN, sum kom út millum útisetar í Danmark í hálvt annað ár. Trygvi helt, at tað var ikki ein av uppgávunum hjá Við- skiftastovuni at stuðla ein- um slíkum blaði. Well, Denn. Tað stendur sjálvandi einum og hvgrjum frítt at halda ella ikki halda eitt til- vildarligt blað. Kortini dám- ar mær betur grundgeving- ina hjá Føroya Sparikassa, tá vit spurdu um Sparikassin kanska hevði áhuga at seta seg fyri FØRINGIN í eitt hálvt ár fyri 191 kr. Føroya Sparikassi svaraði erligt, at Sparikassin hevði ikki pengar tøkar í 1997 at gjalda 191 kr. í haldara- gjaldi. Tað er erligt snakk. Hetta kom eg bara at hugsa um. Vinarliga Øssur Winthereig, fyrrverandi blaðstjóri á deyða FØRINGINUM