Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. desember 1998síða 4

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 tíðindablaðið sostaufn Nr. 230 — 3. DESEMBER 1998 Mynstraði umborð hjá Høgna týsdagin: - Það er neyðugt at vit hugsa meiri um hvat vit gera — Hetta er eitt 6- metaliga spenn- andi arbeiði. --Men tíðin á Al- mannastovuni hevur eisini lært meg, hvussu 6- metaliga neyðugt hetta arbeiðið er, sigur Bergur Berg, nýggjasti maðurin á full- veldisskútuni hjá Høgna Hoydal AK! BERTHOLDSEN — Tad er alneyðugt, at vit fáa greiðari reglar i vidur- skiftinum ímillum Føroyar og Danmark. — Hetta er neyðugt I føroyingar noyðast at hugsa okkum betri um, hvat gera, enn vit eru vanir Bergur Berg er nýggjasti maðurin á fullveldisskåtun: hjá Høgna Hoydal. Tysdagin byrjadi hann i starvinum sum fulltrúði í fullveldismálum í Tinga- nesi. Hann kemur sostatt at vera ein av næstu monnum hjá Høgna Hoydal lands- styrismanni í fullveldismål- um, nú framtíð Føroya sum sjålvstødugt land skal leggj- ast til rættis. Starvið er tíðaravmarkað, men tað er ikki ásett, hvussu leingi tað verður. — Men fyribils metingin er at hetta starvið verður til f eini tvey år. Bergur Berg hevur prógv í statsvísindi av lærda há- skúlanum í Árhus. Síðani hevur hann arbeitt á Almannastovuni, har hann fyrst var deildarleiðari og tey seinastu árini, deildar- stjóri. Ivadist ikki Bergur Berg sigur, at hann Arbeiðið fyri fullveldi er farið av bakkastokki. Í gjár heyði verkætlanar- leiðslubólkurin fund. Tey eru f.v. Herluf Sigvalds- son, stjóri á uttanlands- deildini, Barbara á Tjaldrafløtti, stjóri á ný skipanardeildini , Rúni Joensen, stjóri á lógar- deildini og Sigmundur Ísfeld, fulltrúi á uttan- landsdeildini og ytst t.h, Bergur Berg, nýsetti full- trúin í fullveldismálum var ikki í iva um, at hann átti at søkja, táið hann så lýsingina í blødnum eftir fulltrúa á fullveldismálum — Eg haldi, at hetta er eitt ótrúliga spennandi arbeiðið. Men tað er somuleiðis øgiliga viðkomandi. — Tað haldi eg, tí eftir míni meting er tað alneyð- ugt, at vit fáa greiðari reglar í viðurskiftunum ímillum Føroyar og Danmark. Hann sigur, at ikki minst hevur tíðin á Almannastov- uni lært seg, hvussu stórur vansi tað er, at ábyrgdar- økini millum Føroyar og Danmark eru so ógreið, sum tey í veruleikanum eru, og at ábyrgdin fyri mongum fórum liggur í báðum lond- unum. --Avleiðingin av tí er, at tað eru so mong øki, sum hvørgin parturin følir seg hava veruligu ábyrgdina av. -Tað var so týðligt í mongum viðurskiftum. T.d. blivu lógir endurskoðar, har danir hildu, at føroyingar légdu síðstu hond á tær, men føroyingar hildu, at danir gjørdu tað. — Avleidingin var javnan, at tað vórðu lógir settar í verk, sum hevði álvarslig brek, m.a. við tað, at partar í henni snøgt sagt mangl- aðu. Hann sigur, at tað tí er neyðugt at tað verður skorið út í papp, hvør hevur á- byrgdina av hvørjum, so at føroyingar verða meiri medvitandi um, hvat teir gera. Hann nevnir t.d., at tá ið Almannastoovan var yvir- tikin í 1975, var listin yvir innbúgvið tað skjalið, sum var drúgvast. --Eg haldi, at hetta er eitt talandi dómi. Bara hetta lítla dómi vísir, hvussu lítið før- oyskir myndugleikar hugs- aðu um, hvat teir í veru- leikanum gjørdu. — Hetta vísir, at teir hugs- aðu ikki nakað serligt um innihaldið í Almannastov- uni, tá ið teir yvirtóku hana. — Men tað ber í veruleik- anum heldur ikki til at lasta føroyskar myndugleikar fyri tað, tí ábyrgdin lá í báð- um londunum, bæði í Før- oyum og í Danmark og tað var so ógreitt, hver ið hevði ábyrgdina av hvørjum, sigur Bergur Berg. Ein einastandandi meguleiki Men tå ið tú søkti hetta Høgni Hoydal, landsstyr- ismadur i fullveldismålum býður nýggja manni sin- um, Bergi Berg, vælkomn- um í Tinganes. Teir báðir koma at síggja nógv til hvønn annar, tí Bergur er blivin fulltrúi í fullveldis- málum. — Eg eri líka leitandi og søkjandi , sum flest allir aðrir føroyingar i full- veldismålum, men hetta er ein einstandi møguleiki sigur Bergur Berg starvið, var tað so eisini, ti tú vildi vera við til at mynda hetta heilt avgerðandi tíðar- skeiðið í Føroya søgu? --Nei, eg helt meiri tað, at hetta var ein avbera spenn- andi faklig avbjóðing. --Bara tað at vera við at gjøgnumganga og lýsa all- an tann føroyska yvirbygn- aðin og at lýsa viðurskiftini ímillum Føroyar og Dan- mark út í æsir, og sostatt at skapa grundarlagið undir teirri stødutakanini til fram- tidarstødu Føroya er ein einastandandi fakligur møg- uleiki, sum ongin hevur fingið fyrr. Óvist hvar vit enda Nú er tað ongin loyna, at tú hevur verið virkin limur í javnaðarflokkinum. Tað er heldur ongin loyna, at javn- aðarflokkurin er ikki samd- ur við Landsstýrið í full- veldisætlanini. Men tá ið tú ert farin uppí hetta arbeið- ið, er tað so tí at tú av fullum huga tekur undir við hesum ætlanum? — Tað er rætt, at eg havi verið virkin í javndarflokk- inum. — Men tað var rættiliga skjótt eftir at eg var blivin deildarstjóri á Almanna- stovuna, at eg bleiv greiður yvir, at tað bar ikki til at vera ov virkin politiskt og samstundis sita í einum slík- um starvi, sama hvønn flokk, talan var um — Eg helt ikki, at eg kundi vera flokspolitiskt virkin í einum slíkum arbeiði, tí eg skuldi jú samstarva loyalt við skiftandi landsstýri. —I veruleikanum missir tí trúvirðið í báðum støðum, so tað politiska arbeiðið havi eg ikki gjørt nógv við seinastu árini. --Sjálvandi havi eg mína politsku sannføring. —Men sum sagt haldi eg, at spurningurin um fullveldi er ein ómetaliga viðkom- andi spurningur viðgerða. — Og eg havi ongantíð havt nakra hugsjónarliga stóðu stødu til hetta málið. — Og hvør mín støda verður til hetta á tí eina degi, veit eg ikki. — Eg veit bara, at vit hava brúk fyri grundleggjandi broytingum. — Men eg eri líka søkjandi og leitandi eftir svarinum, sum føroyingar flestir eru tað. — So eg fari undir arbeiði av fullum huga, sigur Berg- ur Berg.