Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. desember 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 230 — 3. DESEMBER 1998 - Vit sigla heim tíðindablaðið Í ár er tað ikki bert fóroyska sjófólkið, ið fer at sigla heim til jóla. Nú verða tað eisini lesandi fóroyingar og útisetar annars í Danmark, ið fara at sigla heim til Fóroya strendur um jólini JOHN JOHANNESSEN 470 fólk hava logu bílagt ferðaseðlar til túrin Hanst- holm — Føroyar hjá Norrønt tann 19. desember. Ein av orsøkunum til, at hesi velja at sigla heim í tveir dagar í staðin fyri at flúgva heim í tveir tímar er helst tann, at ferðaseðilin fyri lesandi er munandi bíligari sjóvegis, enn hann er loftvegis. Ein Apex flogferðaseðil báðar vegir kostar 2.822 kr., með- an ein ferðaseðil við Nor- rønu báðar vegir kostar 1.605 kr. Viðrað væl Áki Jespersen á Smyril Line sigur, at tað hevur viðrað væl hjá Norrønu í vetur. Seinasta túr úr Danmark til Føroya var veðrið so gott, at skipið rørdi seg ikki. - Satt at siga, var tað slætt sum á gólvinum, sigur Áki Jespersen. Hann vónar, at veðrið fer at halda sær, so at jólatúrurin verður ein góður túrur hjá ferðafólku- num Verja seg fyri dupultbíleggingum Flogfelggini hava um jólini sett fleiri eykaferðir á skránna. Serliga nógv trýst er á tann 19. desember. Hendan dagin koma 8 flog- før úr Danmark til Føroya. Hóast allar eykaferðirnar, eru øll flogførini nærum fullsett. Men fyri at tryggja sær, at flogførini ikki bert eru fullsett á papírinum og ikki í veruleikanum, hava flogfelggini givið ferða- seðlaseljarunum boð um, at allir ferðaseðlar skulu út- skrivast og gjaldast sum skjótast. - Tað er nevniliga fleiri ferðir hent, at eini 20 pláss hava verið tóm í fullsettum flogførum, verður sagt frå ferðaseðlasglunum. Hetta kemst av, at fólk t.d. bí leggja ferðaseðil heim bæði 19. og 21., fyri at tey, hóast okkurt kemur í vegin tann 19., hava møguleika at koma heim tann 21 Hildið verður, at sloppið skuldi verið undan dupult- bíleggingum, um rokningar verða sendar út fyri ferða- seðlarnar alt fyri eitt. Kvotur á Sjálvt um ferðaseðlar eru eftir til ávísar flogferðir heim til jóla, so skulu les- andi, sjómenn og pension- istar ikki vænta sær at fáa tann vanliga avslátturin á ferðaseðlum teirra. Hetta kemst av, at kvotur 'eru á ferðaseðlunum, soleiðis at eitt ávíst tal av ferðaseðlum er til fólk við avsláttri og eitt ávíst tal er til fólk, ið gjalda fullan prís. Eru ferða- seðlarnir við avsláttri útseld- ir, má ein bert sláa seg til tols við at gjalda fullan prís. s08lalurfin Nýtt vallara- heim 1. april I. apríl er dagurin, ið Smyril Line hevur sett sær fyri, at nýggja vallaraheim teirra skal verða tikið í nýtslu JOHN JOHANNESSEN - Nýggja vallaraheimið er reist og partvís innilokað. Tó vantar enn, at vindeyg- uni verða sett í og at húsið verður innrættað. Arbeiðið hevur gingið eitt sindur seint í seinastuni, orsaka av vánaligum veðri, sigur Áki Jespersen á Smyril Line. Eingin ivi er um, at brúk er fyri einum vallaraheimi fyri ferðafólk, ið ynskja at gista bíliga í Føroyum. Til hetta endamålid hevur Smyril Line nýtt badmin- tonhøllina í Gundadali í mong ár, men nú er egna nýggja vallaraheim teirra í gerð, og væntast tað at verða liðugt um 1. apríl. Góðar umsteður Nýggja vallaraheimið stendur við síðuna av Hotel Føroyum, ið Smyril Line eisini eigur. Vallarheimið kemur at hava pláss fyri 98 fólkum, og koma hesi at búgva á 2, 4 og 6 mans kómurum. Vallarheimið kemur at hava kgk, har ferðafólkini sjálvi kunnu matgera sum tey vilja, og stór matarstova verður at eta í. Um ferðafólkini ynskja at vaska sær klæði síni, er ikki neyðugt at fara oman í býin á vaskari. Nei, myntvask verður á nýggja vallara- heiminum, somuleiðis sum brúsurúm eisini verða. Skuldi tað hent seg, at hugur stendst til ein góðan bita at eta, ber til at fara í grannahúsið, Hotel Føroyar, har úrvalið av ymiskum góðum rættum er stórt. Marknaðarferingin byrjað Áki Jespersen sigur, at marknadarføringin av nýggja vallaraheiminum longu er byrjað, hóast tað enn ikki er liðugt. — Vit hava gjørt ein faldara, har nýggja vallaraheimið verður boðið kundum okkara. Hesin fald- arin varð á fyrsta sinni sýndur á stevnuni, Vestnor- den Travelmart, ið varð hildin í Íslandi fyrr í ár. Nú er faldarin sendur út á ym- iskar ferðavinnuskrivstovur kring heimin, Tískil kann væntast, at nýggja vallara- heimið verður væl vitjað í summar. Nýggja vallaraheimið hjá Smyril Line kemur, tá ið tað er heilt liðugt, at kosta um 4 milliónir kr Lesid ejsini - Sosialin å Netinum www.sosialurin.fo