Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. desember 1998síða 11

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 230 — 3. DESEMBER 1998 tíðindablaðið Í samband við Alheims Handikappdagin 3. desember hevur dagurin verið hildin í Fóroyum áður, har tingfólkið hevur umrótt viðurskiftini hjá teim brekaðu, men í ár verður tað av ongum DAGNY JOENSEN Tað er ikki orsakað av at nakar hevur gloymt Al- heims Handikappdagin, ella at tey, ið varða av honum, ikki hava givið seg til kenn- is á réttum stað. MBF, sum er meginfelag- ið hjá teim brekaðu, hevur heitt á Almanna-og Heilsu- stýrið og biðið Helenu Dam á Neystabø um at skipa fyri orðaskifti um viðurskiftini hjá teim brekaðu í tinginum, men har verður einki gjørt hesaferð. Í fjør var dagurin hildin við fleiri tímar longum orð- askifti um vidurskiftini hjá teimum brekaðu, og tá var Kristian Magnussen lands- stýrismaður í almannamál- um. * Allir flokkar játtaðu at halda dagin Fyri fýra árum síðan heitti MBF á Løgtingid um at taka undir við at ST hevur valt 3. desember sum Alheims Handikappdag. Limirnir í MBF mugu bíða við at fáa síni viðurskifti vidgjørd í tinginum til aðalorðaskiftið um søsialpoliti Hetta varð gjørt fyri at lond um allan heim skuldu hava møguleika at fylgja ti arbeiði upp, sum flest øll lond, eisini Føroyar, byrj- aðu í > Ár teirra brekadu», sum var í 1981. Endamálið við Alheims Handikappdegnum er, at politikarar henda dagin skulu eftirmeta tað, ið er gjørt í árinum, og tosa um hvat enn liggur á láni. Í fjør var einamest orsøk- in, at Pensionatid skuldi lat- ast aftur á jólum, og tað Tey mugu bíða — Tað er avmarkað hvat vit megna, og tí noyðist tey brek- aðu at bíða eftir aðalorðaskiftinum um sosialpolitikk, sum vónandi verður fyri jól, sigur landsstýrismaðurin DAGNY JOENSEN Orsøkin til at landsstýris- maðurin í almannamálum ikki hevur skipað fyri at halda Alheims Handikapp- dagin, er, at tey í Almanna og Heilsustýrinum arbeiða við fullari megi við frá- greiðingini um at broyta sosialpolitikkin.Tå hon er lidug, verdur adalordaskifti í tinginum. — Av tí at tey brekaðu nát- túrliga hoyra til í hesum gki, helt eg tað vera best, um vit tóku teirra viðurskifti við í í aðalorðaskiftinum, sigur Helena Dam á Neystabg. — Er tað ikki óheppið at dagurin als ikki verður neyndur í tinginum í dag? — Nú er ikki tingfundur í dag, men eg fari at venda mær til tingformannin, at vita, hvat vit kunu gera í hesum sambandi, sigur He- lena Dam á Neystabg. Fekk brævið so seint Hon heldur, at hóast viður- skiftini hjá teimum brekaðu viga tungt í heildini, so er tað torført at arbeiða í fleiri økjum í senn. Hertil kemur, at hon so seint fekk brævið frá MBF. Nú fer hon at seta seg í samband við MBF um málið. Í frágreiðingini, sum nú verður gjørd í Almanna og Heilsustýrinum, verða al- mennu viðurskiftini strikad upp soleiðis sum tey eru í dag. Tey stóru málini verða tikin fram, umframt upp- skot um, hvussu tey truplu økini kunnu broytast, sum eru mest átrokandi at fáa loyst, sigur landsstýrismað- urin, sum ikki vil fara nærri inn á, hvgrji hesi mál eru. Hon nevndir forsorgar- lógina og barnaforsorgar- lógina, har starvsfólkini á Almannastovuni í dag virka sum avgreiðslufólk, og ikki sum málsviðgerðarar, ið tey av réttum áttu at virka. Um vidurskiftini hjá teim brekaðu, nevnir Helena Dam á Neystabø, at serliga viðurskftini við pensiónum, bistadarmøguleikum og ar- beiðstilboðum, eru gkir, sum tørvur er at fáa loyst. Helena Dam á Neystabø hevur úr at gera við at fyrireika sosialpolitiskt aðalorðaskifti í tinginum verður fekk rættiliga tingfólk at geva seg tilkennis. Eitt nú var játtan fingin til vega, sum forðaði fyri at Pensionatið varð latið aftur. Búfólkini sluppu at verða heima hjá sær sjálvum á jól- um. Í ár hava búfólkini á Pen- sionatinum, fingið vissu fyri, at heimið ikki letur aft- ur á jólum. Tað eru øll fegin um, men kortini eru tey í MBF vónsvikin, at Alheims Handikappdagurin = íkki verður hildin í dag. Alheims Handikapp- |Forkunnug og dagurin ikki hildin hent handbók Føroya jarðfróði eftir Jóannes Rasmussen, ið Fóroya Skúla- bókagrunnur gevur út, er um hvussu Føroyar eru bygdar, broyttar og brýndar. Jóannes Rasmussen Føroye Skulobekogrunner TURIÐ KJØLBRO Forvitnislig bók um før- oysku jardfrødina kom út í gjár. Tað er jardfrød- ingurin Jóannes Rasmus- sen, sáli, sum hevur skrivað bókina. Bókin byrjar við ein- um almennum parti, har eldgos verða vidgjørd í alheimshøpi. Høvuds- denturin er lagdur á før- oyska partin, har før- oyski basaltháslættin verður lýstur við níðastu basaltfláum, kolalind, gosmyrju, miðfláum, ovastu basaltflåum og innskotum við gongum, óreglulígum innskotum og syllum. I bókini eru nógvar myndir. Littekningar greiða frá bygnaðinum, og fotomyndir sýna ymsu jarðfréðiligu fyri- brigdini kring Føroyar. Bókin er ætlað skúla- verkinum og er ognað Føroya ungdómi. Hon er eisini forkunnug og hent handbók hjá øllum teim- um, sum vilja hava ná- greiniligari at vita, hvussu Føroyar eru jarð- frødiliga bygdar, broyttar og bryndar. Martin V. Heinesen, jarðfréðingur, = hevur skrivað inngangin og fakliga vidgjørt tilfarið. Hann sigur frå høvund- inum at bókini, at tá ið nakrir jarðfréðingar á Danmarks Geologiske Undersøgelse miðskeiðis í 1930-árunum løgdu fram tankar um at fara undir eina neyva jarð- frødiliga kortlegging av Føroyum, vóru fleiri sum hildu hetta vera burtur úr vón og viti. Hesir menn góvust kortini ikki á hondum og í 1938 byrj- aði arbeiðið. Jóannes sum tá var ungur undir útbúgving var uppi í hes- um arbeiði frá fyrsta degi. Verkætlanin var eitt Odnartak. Í nærum 20 ár varð jarðfreði Føroya kannað út í æsir og á mál komu teir. Kortið var liðugt í 1969. Seinastu tíðina virkaði Jóannes serliga fyri at breiða kunnleika um jarðfreði Førcya til ung- dómin og almenningin. Henda bókin Føroya jarðfræði er hansara sein- asta verk. Hon er ætlað til skúlabrúk, ognað Før- oya ungdómi, hon ið skal føra arvin víðari, sum Martin V. Heinesen tekur til í innganginum. Bókin er skrivað so- leiðis, sum øll kunnu fata, hvussu Føroyar vórðu skapaðar í forðum. Við greiðum teksti og jarðfréðiligum kortum og føgrum myndum. Hestprent hevur um- brotið, prentumsitið, Ingi Joensen hevur gjørt tekningar, permu og tikið myndir. Per á Hædd og Jóannes Rasmussen hava eisini tikið myndir.